Sider

mandag den 13. november 2006

Visjón fyri »Gransking, menning og nýskapan« í 2015 -- 1 av 2

(Kronikkur á Vinnusíðunum í Sosialinum, 7. november 2006)

Á visjónstorgi á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 30. oktober 2006 var framløga av visjón 2015. Her er eitt íkast til kjakið um granskingarvisjónina og -strategiina. Fyrri partur av kronik í tveimum pørtum.

Eg skal í tveimum kronikkum gera viðmerkingar til granskingarstrategiina hjá Landsstýrinum í visjón 2015. Í fyrra parti verður verandi upplegg hjá arbeiðsbólkinum viðgjørt saman við tí búskaparligu hugsan, sum liggur aftanfyri. Nógv verður gjørt burtur úr at analysera, hvørjar avleiðingar kunnu væntast av tí strategi, sum er løgd fram, tí at døma eftir fyrstu svarunum uppá nakrar av atfinningunum niðanfyri er tað neyðugt. Í seinna parti verður úrtøka av gransking viðgjørd, og hvussu hon kann økjast. Á hesum grundarlag verður ein skitsa fyri eina granskingarstrategi gjørd, og herundir verða nøkur óvæntað granskingarøki nevnd, ið kunnu geva góða úrtøku til føroyska samfelagið.

Uppleggið til granskingarstrategi inniheldur fleiri góð hugskot, og viðgerðin í arbeiðsbólkinum higartil er sjálvsagt heldur ikki burturspilt, men yvirordnaða hugsanin, tankagóðsið, er eftir mínum tykki á heilt skeivari leið og er ávirkað av grundleggjandi misskiljingum av vinnupolitikki og búskaparfrøði, og manglar eina analysu av, hvørjir trupulleikar gera, at so lítið verður granskað í dag. Tá fundamentið er soleiðis, er stórur vandi fyri, at man ger álvarslig mistøk.

Um gransking í visjónsætlanini

Visjónin, at »Føroyar eru millum heimsins fremstu lond innan gransking, menning og nýskapan« er góð, tí hon gevur nakað at miða ímóti, og ikki er ósannlíkt, at Føroyar á nøkrum granskingarøkjum kunnu verða fremst. Men beint eftir hetta stendur skrivað, at »Hesi viðurskifti skulu samskipast soleiðis, at tað almenna og vinna ganga hond í hond innan samskipan og raðfesting«. Her er tað, vandin lúrir.

Granskingarstrategiin er sambært upplegginum í trimum høvuðsøkjum, Bygnaður, Raðfest øki og Fígging og úrtøka. Fígging og úrtøka kemur við í seinna part, tey bæði fyrru punktini verða viðgjørd í hesum parti.

Skipast skal ein bygnaður, sum samskipar alla almenna og privata gransking. Bygnaðurin skal »skapa eitt kveikjandi granskingarumhvørvi, merkt av skapanarevnum, liðiligleika og villskapi.« Hetta eru góð mál, men her liggur eitt paradoks, sum framgongur niðanfyri.

Endamálið við at skipa alla gransking í ein bygnað er at kunna stýra granskingini móti ávísum satsingarøkjum, »soleiðis at vit við tíðini fáa fleiri bein at standa á«, og eftir úttalilsum at døma, eisini at fáa nakrar skala-effektir. Bæði hesi endamál eru óheppin.

Føroyar eru so lítlar, at á granskingarøkinum kunnu Føroyar ongantíð vinna í altjóða kapping uppá skala-effektir. Føroyar kunnu vera við í bæði samstarvi og kapping á fleiri økjum, men skulu vit hava nakran møguleika at vinna í altjóða kapping, so má tað vera í gransking har skala-effektir ikki hava týdning.

Høvuðsatfinningin ímóti granskingarætlanini er tó, at man frá almennari síðu vil ávirka, hvat vinnan skal granska í! Tað verður gjørt uppá ein máta, sum er ein leið beint aftur í 80ini.

Tað stendur ikki beinleiðis, men kom fram bæði í framløguni av upplegginum til granskingarstrategi og politiskum úttalilsum í kjakinum aftaná og serliga í sendingini »62 norður« dagin eftir, at ætlanin er, at tað almenna skal gera gransking, sum hoyrir vinnuni til, og tá tað almenna fíggjar, skal eitt vísindaráð »sum er forankrað við leiðandi politikarum, sum saman við fakfólki siga, hvørji eru satsingsøkini.« (Løgmaður í »62 norður«.)

Tað sama sum í 80unum

Í 80unum var ein skipan, har tað almenna veðhelt fyri skip, men bara um tað vóru tey røttu skipini. Menn sum vildu seta pening í skip gloymdu at spyrja, hvørji skip kundu bera seg, teir spurdu í staðin, hvat man kundi fáa veðhald til. Soleiðis satsaðu teir privatu skeivt fyri 2.6 milliardir, tí tað almenna vildi tað. (Caragata: Veðhaldsútgjald 1992-93.)

Tá eg geri hesa samanbering, so er tað ikki ein roynd at rópa fyri at fáa fólk at lurta. Tað er tí, at mekanismurnar man setur í verk, eru neyvt tær somu. Man ger sama mistak, men uppá ein eitt sindur øðrvísi máta. Og í mun til í 80unum, ætlar man hesa ferð at rinda so hvørt.

Raðfesting er nakað sum fer fram dagliga í øllum liðum, og skal eisini vera. Men at prioritera vinnugransking kann einans vinnan gera. Tað er vinnan, sum hevur fingurin á pulsinum, og við luttøku á marknaðinum hevur møguleika at vita, hvat ber til, og hvat ikki ber til.

Samstundis sum vit eru í gongd við at privatisera almennar fyritøkur, fyri at tær betur skulu kunnu virka á marknaðinum í kapping við aðrar fyritøkur, so ætlar man nú at nationalisera føroyska vinnugransking. Tann sum rindar fyri granskingina hevur natúrliga ognarrættin til úrslitini. Er ætlanin, at tað almenna skal granska og geva úrslitini burtur? Og skulu úrslit av eini verkætlan gevast til ávísa fyritøku ella til allar? Hvat við patentum? Einfaldu spurningarnir vísa, at ætlanin ikki er heilt gjøgnumhugsað, og stórir óloystir spurningar.

Tað er enn ikki heilt greitt út í æsir, hvussu bygnaðurin skal skipast, men ein slíkur bygnaður verður tungur og seinførur. Vit fáa eina sera stirvna skipan, fyrst politiska telving og uppíblanding (sambært endurgeving frá Løgmanni í »62 norður« omanfyri), aftaná skal landsgrannskoðarin kanna, hvussu pengarnir eru brúktir (soleiðis er sambært lóg), og hetta verður vinnan noydd at tillaga seg. Tað er ein ófrávíkiligur veruleiki, at vinnan kann ikki samstundis tillaga seg marknaðin. Tað er ikki ein spurningur um, hvørjir politikarar sita og velja satsingsøki. Almenn raðfesting verður oftari skeiv enn rætt, tí hon verður ikki tillagað marknaðin.

Í einum globaliseraðum heimi, sum visjónsætlanin fyrst og fremst skal brynja Føroyar til, og har broytingar kunnu henda bráddliga og skjótt, er ein strategi, har man sentralt velur, hvat satsast skal uppá, serliga vandamikil. At skipað alla føroyska gransking í ein bygnað er tí ikki ein strategi, ið hoyrir framtíðini til.

Granskingarstuðul kann forða nýhugsan

Tað er eingin munur á at stuðla ávísum útvaldum vinnuíløgum og at stuðla ávísari útvaldari vinnugransking. Bæði avlaga vinnusamansetingina soleiðis, at vit fáa aðra vinnu enn hana, sum ber seg best á marknaðinum, og sum ger landið ríkast. Á henda hátt er eingin munur á rakstrarstuðli, íløgustuðli og granskingarstuðli til vinnu.

Henda avleiðing fer at síggjast soleiðis, at tá tað almenna fer við pengum inn í ávísa vinnugransking, so fara privatu pengarnir aftaná, tí privata úrtøkan er størri, har almennur stuðul fæst. Tað merkir, at man ikki bara økir innsatsin á valdu satsingarøkjunum, sum í dag ikki bera seg, man vil samstundis draga privatar pengar burtur frá aðrari gransking, sum íleggjarar annars høvdu vónir til kundi geva positiva úrtøku. Hesa avleiðing hevur man yvirsæð, um man heldur, at almennur stuðul vil geva betri vinnugransking.

Men trupulleikarnir enda ikki her. Tá tað almenna ætlar at fíggja vinnugransking, har úrtøkan skal koma sum privat gagnnýtsla, stovnar man ein nýggjan vinnupolitiskan marknað til kradding. Politiska raðfestingin fer at koma undir trýst frá privatum búskaparáhugamálum. Sterkast á vinnupolitiska marknaðinum er sum oftast verandi vinnulív. Vegna kradding fáa vit tí orsøk at stúra fyri, at granskingarbygnaðurin fer at gerast júst ein forðing fyri nýhugsan innan menning og nýskapan, í staðin fyri ein drívmegi.

Tað gevur einans meining, at tað almenna blandar seg í vinnugranskingina, um man heldur, at politikarar og byrokratar vita betur, hvat fer at geva úrtøku, enn vinnulívsfólk og íleggjarar. Og sjálvt politikarar við stórum sjálvsáliti eiga at duga at síggja, at tað er ein fortreyt, sum ikki er uppfylt í dag.

Tað verður helst granskað minni í vinnuni í dag enn tað, sum hevði givið mest úrtøku fyri samfelagið. Men orsøkin er, at vinnugransking gevur ov lítla privata úrtøku. Og tað er lætt at finna eina orsøk!

Vit hava í nógv ár havt stóran stuðul til fiskivinnuna, m.a. ókeypis fiskidagar, og harvið kappast aðrar vinnur ikki á jøvnum føti um kapitalin. Í staðin fyri at avtaka hesar forðingar, taka lógina um vinnuligan fiskiskap í álvara og krevja gjald fyri fiskidagar, so byrjar man nú at stuðla øðrum vinnum eisini. Hetta er stutt og greitt skeiv loysn.

Hevur vinnan ikki ráð?

Sagt verður, at ov lítið verður granskað í vinnuni, tí vinnan hevur ikki ráð at granska, og at tí má tað almenna stuðla vinnugransking. Aftanfyri henda pástand liggur sama misskijing, sum tá íløgustuðul verður givin fiskiflotanum við grundgevingini, at vinnan hevur ikki ráð at endurnýggja seg. Soleiðis fungerar verðin ikki! Ein íløga verður ikki gjørd eftir, um verandi framleiðsla gevur ráð, men um úrtøkan av íløguni er væntað at verða nóg stór. Somuleiðis verður ein gransking sett í verk, um úrtøkan av granskingini verður mett at verða nóg stór. Soleiðis arbeiðir einhvør dugnalig fyritøka, soleiðis játta fíggingarstovnar lán, og tað eiga fólk í fyrisitingini eisini at vita.

Lat okkum gera eitt tankaeksperiment: Um tað almenna í staðin fyri at stuðla vinnugransking við kr 200 mió. árliga heldur býtti hesa upphædd út til vinnulívið, so er frágreiðingin um vantandi pening til gransking burtur. Og lat okkum hugsa víðari, at vinnan sjálv slapp frítt at gera av, hvat pengarnir skulu brúkast til. Hvussu nógv hevði tá verið brúkt til vinnugransking, haldi tit? Ikki nógv, tí pengarnir høvdu heldur verið brúktir til annað endamál í fyritøkunum! Og tað høvdu vinnulívsleiðslurnar gjørt fyri at menna fyritøkurnar og økja úrtøkuna mest møguligt.

Um man ivast í hesum tankaeksperimenti, so kundi man kanska í staðin gjørt eina spurnarkanning!

Um vinnulívsleiðslurnar sjálvar vilja prioritera annað enn gransking, so ger man bæði fyritøkurnar og landið fátækari við at tvinga tær heldur at brúka pengarnar uppá gransking. Harvið er vinnugransking í teimum nøgdum man nú ætlar als ikki rentabul fyri vinnulívið sum er, og vil tí minka heldur enn økja búskaparvøksturin.

Trupulleikin er ein heilt annar. Omanfyri var staðfest, at stóri studningurin til fiskivinnuna er ein orsøk. Aðrar orsøkir kunnu eisini vera, møguliga okkurt við búskaparstrukturunum í Føroyum, men í staðin fyri at finna hesar trupulleikar og loysa teir, so velur man at kasta pengar eftir órentablari gransking. Tað er tekin um dovinskap, at man ikki roynir at finna fram til veruliga orsøkina til at so lítið verður granskað í vinnulívinum, áðrenn man fer at kasta milliónir av krónum hvørt ár eftir fyritøkum, sum ikki hava hug at granska.

Búskaparfrøði í Føroyum

Tá Andreas Heyde steig í land av Fortuna í skaldsøguni »Barbara«, hevði hann við sær bók, sum hann gav Johan Hendriki í gávu. François Quesnay hevði skrivað, og Andreas Heyde greiðir frá hvør hann er:
Ja, det er en mand af den nye økonomiske skole, som de kalder den fysiokratiske. De vil nu have, at alt skal gå på en helt ny og ligesom mere naturlig melodi her i verden. De siger, at landbruget og jordens opdyrkning er den sande kilde til al rigdom, og selvfølgelig også bør spille den første violin i ethvert velstyret riges økonomi. (»Barbara«, s. 151.)

Í øllum londunum rundan um Føroyar er henda búskaparfrøði avvíst fyri mongum árum síðani. Føroyskur vinnupolitikkur, bæði sum hann er niðurskrivaður og førdur út í verki ígjøgnum mong ár hevur víst, at tað er fysiokratiska hugsanin sum framvegis er ráðandi. At halda fast við fysiokratisku hugsanina er at ignorera tey framstig, sum eru hend í búskaparfrøði, síðani tað var partur av tí at liva í Føroyum, at man viðhvørt noyddist at fjala seg í fjøllunum fyri sjórænarum.

Henda búskaparfrøðiliga hugsan verður fasthildin av seráhugamálum, ið hava fyrimun av tí. Hetta verður gjørt við propagandu sum »gongst tað vinnuni væl, so gongur tað landinum væl«, ein hugsan, ið er bæði skeiv og skaðilig! Og tíverri eisini av búskaparfrøðingum, sum eru til fals hjá seráhugamálum.

Tað er serliga torført at gera upp við hesa hugsan, tá seráhugamálini eru so sterk, og miðfyrisitingin so veik. Tað hevur helst verið gjørt í bestu meining, men føroyskur vinnupolitikkur hevur altíð verið til frama fyri seráhugamál. Hetta er enntá niðurskrivað í Vinnurit 1-5 frá 1998. Vinnumálaráðið, ið um rætt var vardi samfelagsáhugamál í staðin fyri sum higartil seráhugamál, hevur so vítt eg havi fylgt við, ikki havt ein búskaparfrøðing í starvi í minsta lagi síðani 2001, tá eg las Vinnuritini. Og tað eru politikarar neyvan greiðir yvir.

Tað er kanska at yvirtulka eitt sindur, men man hómar fysiokratisku hugsanina í granskingarstrategiini: »Umráðandi er at raðfesta natúrlig øki.« Men havandi í huga nýliga álitið um granskararpark er tað helst júst henda hugsan, sum hevur sníkt seg inn her. Um økini eru natúrlig, so skuldu tey vunnið, eisini í javnari kapping um fígging.

Í øðrum parti sum verður í blaðnum næsta týsdag, skulu vit venda aftur til granskingina, hvussu hon kann geva úrtøku til samfelagið, samanhang millum úrtøku og fígging og onnur viðurskifti ein granskingarstrategi fyri Føroyar eigur taka við.

Vanløse 6. november 2006, Flóvin Eidesgaard

Far til annan part.

2 kommentarer:

Flóvin Bloggar sagde ...

Í hesi vikuni skrivar ugebrevet hjá Mandag Morgen um teirra egna kjakupplegg "Den ny innovationspolitik" undir yvirskriftini Innovation skal ud
af forskningens skygge:

Innovation bliver en stadigt vigtigere konkurrenceparameter for virksomheder og nationer.
Men størstedelen af de politiske innovationsinitiativer tager stadig afsæt i forskningens
tænkning og institutioner. Det er en praksis, som det er nødvendigt at gøre op med, hvis Danmark
skal bevare sin frontløberposition på området. Sådan lyder et af hovedbudskaberne i debatoplægget
“Den ny innovationspolitik”, som Mandag Morgen har udarbejdet for Forsknings- og
Innovationsstyrelsen og Rådet for Teknologi og Innovation.

Skal man siga tað stutt, so er hetta ein staðfesting at, at tað eg ávari ímóti fer at henda í Føroyum, um man fylgir strategi-tilmælinum hjá visjónbólkinum, verður eisini ávara ímóti í Danmark, sum avleiðing av tilsvarandi politikki, sum man roynir at fremja.

Tað er ikki samansjóðing, sum tørvur er á.

Flóvin Bloggar sagde ...

Nevnda frágreiðing skrivar um altjóða tendensir, at tað er brúkaradrivin nýskapan sum er á veg fram, tí hon gevur vitan um kundar og marknaðir. Men tað er júst tað sum eg skrivi í partinum um at vinnustuðul kann forða nýskapan.