Sider

lørdag den 9. december 2006

Kapping í luftini

Niðanfyri standandi punkt 1. - 6. eru viðmerkingar til Dag og viku 10. mars 2006. Eg endurgevi tað stórt sæð óbroytt her. Punkt 7. er ein viðmerking skrivað í sambandi við at eg leggi tekstin út á bloggin.

1. Redaktørurin skrivaði

Framtíðin hjá tí enn einasta flogfelagnum, ið røkir Føroya-flúgving, hevur sjálvsagt stóran almennan áhuga - líka sjálvsagt fær søgan um ætlaðu einskiljingina høga tíðindaraðfesting í Degi og Viku.

2. Eg skrivaði hesa viðmerking

Um Atlantsflog og privatiseringin av felagnum skal hava høga raðfesting, so haldi eg tit eisini skulu taka fatt uppá kappingina á flúgvi-økinum. Tit eiga framhaldandi heldur at fokusera uppá flúgvingina og kundarnar enn felagið Atlantsflog, og uppá at kappingin ikki verður avmarkað ella avlagað, so hon kann gerast til gagns fyri kundarnar. Ein ítøkiligur spurningur at taka upp er súluskipanin.

Bonus-skipanin hjá SAS var í síni tíð ein tann fyrsta av slíkum slag, og viðvirkandi til at felagið stóð seg so væl tá. Seinnu árini hava norska og svenska kappingarráðið noktað SAS at geva bonus á innanlandsrutunum í teirra londum, tí tað oyðileggur kappingina -- til stóran skaða fyri brúkaran. Danska kappingarráðið hevur mælt til tað sama, men stjórnin hevur ikki fylgt tilmælinum. (Borgarlig stjórn!) Tað er ikki skeivt at siga, at júst bonusskipan seinnu árini hevur verið ein av høvuðsorsøkunum til at SAS hevur havt so trupult við at klára seg í kappingini, tí sterka støðan á marknaðinum, sum skipanin gav, steðgaði menningina av felagnum.

Eg haldi tit áttu at tikið hetta upp, nú FaroeJet er á veg inn á marknaðin. Hóast fólk í einstaka førinum eru ovurfegin at fáa súlu-stempul og ókeypis ferð, tá kortið er fult, er hetta við til at minka kappingina, til skaða fyri sama brúkara. Slík skipan er næstan altíð, og altíð tá talan er um flúgving, til fyrimuns fyri tann størsta útbjóðaran á rutuni.

Tí er tað faktisk óskiljandi, at tað var Mærsk sum byrjaði við bonusskipan á Føroya-rutuni, men har var onkur sum vísti í praksis, at hann ikki dugdi sína teori. Úrslitið er jú eisini, at teir eru ikki longur á Føroya-rutuni. Segði nakar »rettidig omhu«?

So skjótt Mærsk gavst at flúgva, avmarkaði Atlantsflog sína súluskipan. Og merkiligt nokk, ella sum væntað um man sær tað sum eg, hevur Atlantsflog valt at víðka súluskipanina aftur, júst nú FaroeJet er á veg inn á marknaðin.

Ein tilvild? Nei, sjálvandi ikki. Og hetta haldi eg tit eiga at taka upp. Ikki allir búskaparfrøðingar hava so gott skil, tíverri, men í øllum førum seinastu tveir formenninir og fráfarni skrivarin í búskaparráðnum kunnu greiða frá hesum. Har hava tit so byrjanina til eitt innslag, ha?

Skilabesti vinnupolitikkurin er at arbeiða fyri brúkaran og ikki einstakar fyritøkur. Eg vildi vónað, at Vinnumálaráðið skilti sína skyldu at seta forboð fyri kappingaravmarkandi bonus-skipanum, men tilgongdin til privatiseringina av Atlantsflog týðir uppá, at teir hava heilt onnur fyrilit fremst. Ljóspunkt og orsøk at vóna er tó, at nýggi vinnupolitikkurin, sum er lagdur fram til viðgerðar (á papírinum) er eitt framstig í mun til tann gamla, sum einki fantilsi var á, og sum var orsøkin til m.a. at alivinnan fór av knóranum og at Føroyar framvegis ikki hava fingið nakra nevniverda diversificering av vinnulívinum.

3. Redaktørurin svarar

Tað er sjálvandi kappingin um Føroya-flúgvingina, sum hevur áhuga millum fólk, tí bert kappingin kann ávirka prísirnar. Tí er tað eisini rætt, sum Flóvin E skrivar, at vit fyrst og fremst eiga at fokusera upp á flúgvingina og kappingina. Men tað gera vit eisini við at taka fatur í einskiljingar-prosessina - tað er jú upp á sikt tað, ið skal tryggja »fría« kapping á økinum. Og fríggjadagin fór tingið í holtur við ta prosessina, so raðfestingin av tí vinklinum var í lagi....vit byrja, um eg so má siga, við byrjanini.

4. Ein annar hyggjari, Imago, spyr

Áhugavert innlegg hjá Flóvini. Eg fari at heita á Flóvin um at greiða eitt sindur meira frá hansara teori um at súluskipanin er ring fyri kundan. Eg skilti tað ikki heilt.

5. Eg viðmerkti m.a. hetta til redaktørin

(...) Men tó má eg siga, at faktisk er tað yvirhøvur ikki so, at einskiljingin tryggjar kapping á økinum. Sorry! Hetta er tó ein útbreidd samanblanding av hugtøkum, og hevur eisini verið ráðandi í Vinnumálaráðnum og í privatiseringsálitinum hjá Løgmansskrivstovuni.

Og harumframt: Frí kapping er faktisk heldur ikki altíð gagnlig. Og tí er viðhvørt neyðugt við regulering nettup fyri at tryggja veruliga kapping. Sum t.d. í hesum førinum at tryggja, at kappingin ikki verður um súlur, men um prísin á ferðaseðlum og tænastuna umborð.

6. Eg útgreinaði kapping í flúgving við hesum

Umber at hetta er eitt sindur langt, men eg vil fegin gera tað ordiligt. Eg skal taka ymist fram, sum vónandi kann útgreina og undirbyggja sjónarmiðini í fyrstu viðmerking míni í hesum tráði. Um Imago (ella annar) vil vita meira, kann hann maila til mín.

Eg tími ikki brúka ov nógva tíð beint nú at leita fram, men eg var so heppin, at eg fann endurgevingar til tað mesta úr somu frágreiðing: Competitive Airlines - Towards a more vigorous competition policy in relation to the air travel market

(Eg skal beinanvegin viðganga, at endurgivnu brotini sjálvsagt eru vald til míni sjónarmið, men eingin ivi er um, hvat kappingarmyndugleikar meina um bonusskipanir innan flogferðslu.)

Í høvuðsniðurstøðuni og tilmælum skriva teir:
First of all, the competition authorities should strengthen their efforts to enhance competition through (millum annað)
  • Efficient restrictions on frequent flyer programmes

Í útgreining um bonusskipanir:
Frequent flyer programmes

Almost all major airlines offer their travellers a carefully designed frequent flyer programme (FFP). As intended, the FFPs are without doubt very efficient means to enhance customer loyalty or fidelity. They constitute another well thought-out strategy by which the carriers are able to practically divide the market between them and thus lessen the competition in each market segment. As such, they are clearly at variance with the spirit of competition law in most countries.

Alliance airlines join their FFPs to offer attractive, extended networks to bonus point travellers. Smaller airlines or alliances have a distinct competitive disadvantage. The FFPs are thus liable to strengthen any dominant position and to reinforce the anti-competitive effects of hub-and-spoke networks. They therefore act as important barriers to entry.

Hence, all European competition authorities should consider critically the anti-competitive effects of FFPs on domestic routes.

Populerar hóast skaðiligar

Sum eg nevndi, eru slíkar skipanir populerar, hóast skaðiligar. Eg fann hetta brotið um tað:
They remain popular also with large parts of the public and with the political establishment. Thus, although obviously liable to restrict competition, the FFPs have not been the subject of any serious attempt at intervention on the part of the US competition authorities.

Sakin hjá SAS í Svøríki og Noregi

Eg nevndi eisini at SAS ikki slapp at geva bonusstig fyri innanríkisflúgving í Noregi og Svøríki. Eg fann hesi brot, sum greiða frá appelsakini í Svøríki, sum SAS tapti, og um avleiðingarnar í Noregi: (Kelda til hetta: Loyalty programmes in civil aviation)
The Market Court stated further that the EuroBonus scheme's loyalty-inducing effect (í Svøríki) could be intended as a means of influencing price formation by reducing customers' sensitivity to price. (...) The intervention by the Norwegian Competition Authority appears to have been effective. Only one month after the ban on frequent flyer point collection took effect, a new entrant opened services on the four major domestic routes.

Samanumtikið:

Tann »ókeypis« ferð, vit spara upp til, verður goldin av okkum sjálvum, so eingin sparing er í veruleikanum. Men minkaða kappingin ger so harumframt, at prísirnir verða hægri enn annars. Tað er nevnda minkaða »sensitivity to price« sum avmarkar kappingina. Serliga skaðiligar eru slíkar skipanir sum eru ólineerar, tvs. vit fáa ikki sama bonus fyri allar ferðirnar, men meira og meira burturúr, oftari vit flúgva við sama flogfelag. Soleiðis eru tær gjørdar fyri at uppbyggja loyalitet, sum í hesum føri ikki er eitt positivt orð.

Súluskipanin er ólineer og vil koma at merkja, at prísirnir á Føroyarutuni verða hægri í longdini. At FaroeJet t.d. fær sær sína egnu bonusskipan ger ikki kappingarstøðuna betur, kanska verri, hóast tað kann vera best hjá FaroeJet at gera, tá Atlantic hevur sína skipan.

Norska dømið vísir eisini, at avbjóðarar koma, tá verandi útbjóðari ikki sleppur at hava loyalitetsskipanir. Kanska hevur FaroeJet forroknað seg her, tí Vinnumálaráðið skilir neyvan týdningin av slíkum skipanum fyri kappingina.

Eitt sindur av búskaparfrøði:

Til tann sum heldur sjálva teoriina hava áhuga eru her tvey rættiliga teoretisk brot úr frágreiðingini.
The aviation industry is characterised by large network externalities, in the sense that the costs and revenues involved in carrying passengers on different, interconnected routes are interdependent. There are, in other words, large economies of scale, scope and density present.

og
The »discount« is given to the traveller, who - in the case of business travel - tends to differ from the purchaser. This gives rise to a pronounced principal-agent problem, by which the decision maker (agent) is faced with a quite different set of incentives from those of his superior (principal). This may lead to a distorted (inefficient) resource allocation.

Rótin til næstan alt ónt í búskapinum er, at onkur marknaður ikki virkar. Tað kann vera orsakað av t.d. nevndu eksternalitetum ella principal-agent problemum.

Fyri at enda eitt sindur stuttligt, og tak mær ikki hetta illa upp, so kunnu hesi principal-agent-problem partvís forklára, hví skipanirnar ofta sleppa at verða verandi, hóast tær eru so skaðiligar: Landsstýrismenn, løgtingsfólk, embætisfólk og journalistar (tey sum best kunnu gera nakað við hetta) ferðast nógv, har tey ikki gjalda sjálvi, og tey spara upp súlur, sum tey kunnu ferðast ókeypis fyri. Undir embætisfólk koma eisini tey í Vinnumálaráðnum og tey sum arbeiða hjá Kappingarráðnum.

7. Viðmerking 9. desember 2006

Tað er áhugavert, at gongdin í kappingini í flúgvingini á Føroya-rutuni hevur verið júst eftir bókini, teirri bók sum lýsir hvat hendir, tá myndugleikarnir ikki gera sína skyldu. Atlantsflog hevur gjørt tað, sum kann fasthalda teirra dominerandi støðu á marknaðinum og avmarka kappingina. FaroeJet hevur ikki megnað at fáa fótin fyri seg. FaroeJet hevur sum eina desperata roynd eisini fingið sær bonusskipan, men einki hjálpir.

Í viðmerking til Dag og viku vístí eg á, at hetta kann verða gongdin, og longu áðrenn teir byrjaðu skrivaði eg faktisk til FaroeJet og ávaraði teir um Súluskipanina, og mælti teimum at klaga til Kappingarráðið. Teir klagaðu ikki, so teir liggja sum teir hava reitt. Tá Kappingarráðið av sínum eintingum (ella kanska tí SvF spurdi teir, sum eg mælti SvF til) fór inn í málið, og var á veg at kalla Atlantsflog inn, fekk FaroeJet sær sína egnu Sóljuskipan og kortsluttaði møguligu bjargingina frá Kappingarráðnum.

Eg eigi ikki partapening í FaroeJet, og hetta snýr seg ikki um at hjálpa teimum. Hetta snýr seg sum at hava effektiva kapping, sum gevur effektiv flogfeløg. Sum nevnt um SAS, so er tað sterka støðan á marknaðinum fyrr, sum gevur teimum trupulleikar í dag, tí avmarkaða kappingin steðgaði menningina av felagnum. Er man góður við Atlantsflog, so er man ímóti kappingaravlagandi loyalitetsskipanum.

Nú eginpeningurin hjá FaroeJet er við at vera uppbrúktur, er Knút Lützen, nevndarformaður, loksins farin at klaga um vinnupolitikkin. Tá Lützen roynir leggja Bjarna Djurholm, vinnumálaráðharra, lag á, hvussu vinnupolitikkurin skal vera, roynir Djurholm at leggja FaroeJet lag á, hvussu man skal reka flogfeløg. Hetta er heilt komiskt. Djurholm vil ikki, umboðandi eigarin, at Atlantsflog skal royna at knúsa FaroeJet, men samstundis sigur hann sum vinnumálaráðharri, at bonusskipanir eru danskt málsøkið og tað kann hann einki gera við. Djurholm er guilty-by-ignorance í hesum máli, eins og í málinum um alivinnuna sum fór av knóranum, har Vinnumálaráðið heldur ikki fakliga var ført fyri at loysa sína uppgávu. Men eins og Djurholm neyvan kann krevjast eftir endurgjaldi til Føroya fólk fyri tey stóru samfelagsvirði, ið fóru fyri skeyti av hansara alipolitikki, kann hann neyvan krevjast eftir endurgjaldi til FaroeJet. Men kappingin eigur kortini at fáast at virka.

Fyri at siga tað stutt, sum eg geri í lesarabrævi eg júst havi sent til Dimmalætting:
  • Verður forboð sett ímóti Súlu- og Sóljuskipanini, so yvirlivir FaroeJet í kappingini, óansæð hvat annað Atlantsflog ger.
  • Verða slíkar loyalitetsskipanir loyvdar, hevur FaroeJet ongan møguleika at yvirliva, óansæð hvat FaroeJet ger.

Ingen kommentarer: