Ikki bara í Føroyum ljóða ávaringar um vaksandi ójavna.
Bara hetta seinasta árið hava bæði OECD og IMF ávarað um vaksandi ójavnan, tí hann forðar búskaparvøkstri. Men hví er stórur ójavni ein forðan fyri vøkstri?
Ein nýggj kanning í tíðarritinum Journal of Comparative Economics vísir, at tað er ikki ójavnin í sjálvum sær, sum forðar vøkstri, men orsøkin til at ójavnin er íkomin.
Um multimillióningarnir blíva ríkir við hjálp frá politikarunum, fáa vit ein ójavna, sum forðar vøkstri. Men um multimillióningarnir blíva ríkir við at virka á marknaðartreytum, har politiska valdið ikki er uppíblandað, forðar ójavnin ikki vøkstri.
Og hetta er í grundini eisini sjálvsagt, tí sum eg havi verið inni á fyrr, har vit síggja ovurstóran ójavna, er tað júst vegna kradding og korruptión.
Eg sigi harvið ikki, at man skal deila pengar út í hvørt heim í Føroyum, sum onkur flokkur er farin til valg uppá. Men tað er púra vist, at man eigur í stundini at gevast við at deila vinnulig serrættindi til nøkur ávís heim í Føroyum, sum serliga tann eini flokkurin stendur fyri.
Hjartasuff og illsinnisgleps ... til øsing og upplýsing ... um búskap og búskaparfrøði ... og um hvussu politikkur, miðlar og lobbyisma grugga alt.
torsdag den 20. august 2015
mandag den 17. august 2015
Ávaring ímóti kvinnum í føroyskum politikki
Hetta er eitt sindur apropos síðstu grein, sum var um kvinnurættindi í Saudi Arabia.
Hvør var tað sum segði...
Vóru nakrar illbønir við í tekstinum var tað lætt at kenna Sjúrð Højgaard aftur. Men tað var ikki hann. Hetta er brot úr røðu á løgtingsins røðarapalli tíðliga í síðsta valskeiði, tá seinna ABC-samgongan var nýliga komin til valdið.
Røðan var hildin undir viðgerðini av Løgtingsmáli nr. 22/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.
Trýst her fyri at hoyra hvør tað er.
Hvør var tað sum segði...
Tað hevur verið nógv tosað um at fáa fleiri kvinnur í politikk. Og nú hava vit í Tjóðveldinum eisini næstan helvtina av tingmanningini sum eru kvinnur. Og tey søguligu faktaini eru eitt sindur syrgilig, haldi eg, tí har sum kvinnur hava verið uppií, har eru eitt nú broytingarnar í §266b, hava fingið fulla undirtøku frá øllum kvinnunum sum vóru á løgtingi tá, tað var eisini kvinnurnar sum stóðu á odda fyri at liberalisera rúsdrekkalógina, og nú ganga teir aftur á odda. Og tað eru eisini kvinnur í løgtinginum sum eru fortalarar fyri at liberalisera fosturtøkulóggávuna. So eg má siga, at eg eri øgiliga ivasamur í, at tað altíð er eitt rætt faktum at fáa kvinnur í politikk. Í hvussu er ikki allar kvinnur.Var tað -
- Bill Justinussen,
- Sjúrður Højgaard, ella
- Jógvan á Lakjuni.
Vóru nakrar illbønir við í tekstinum var tað lætt at kenna Sjúrð Højgaard aftur. Men tað var ikki hann. Hetta er brot úr røðu á løgtingsins røðarapalli tíðliga í síðsta valskeiði, tá seinna ABC-samgongan var nýliga komin til valdið.
Røðan var hildin undir viðgerðini av Løgtingsmáli nr. 22/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.
lørdag den 8. august 2015
Kvinnurættindi í Saudi Arabia
Á facebook spyr Jóan Pauli í Geil
Myndin Jóan Pauli vísir er henda, og sum myndateksturin vísir á, er ongin kvinna við á ráðstevnuni
Eftir eitt sindur av leiting á internetinum fann eg umrøðu av ráðstevnuni í grein frá juni 2013 á The Huffington Post. Myndin hevur bara fingið nýtt lív á socialu miðlunum her í 2015.
So er ein so óreinur at siga myndina líkjast landsfundi hjá Fólkaflokkinum. Fleiri dámar hesa viðmerking, men ein fólkafloksmaður vil ikki hava hetta sitandi á flokkinum og spyr
So enn eina ferð fór eg á internet at leita. Vildi finna eina mynd frá landsfundi Fólkafloksins, og helst frá 2013. Og vupti, netmiðilin hjá Miðlahúsinum, in.fo, hevur eina grein frá hesum landsfundi við eini frálíkari mynd:
Og eg má geva fólkafloksmanninum rætt: Hatta líkist als ikki! Ikki ein tann einasti maður hevur viskustykki á høvdinum á landsfundi hjá Fólkaflokkinum.
Hvat skal ein siga?Tað eru kvinnurættindi, hann nú er bekymraður um, og vísir mynd frá eini ráðstevnu um kvinnurættindi, sum hevur verið í Saudi Arabia, og sum hann hevur funnið á facebook. Nú skrivar hann ikki meira enn henda spurningin, men eg giti, at hann kennir seg ikki hóttan av krøvum um kvinnurættindi, men tvørturímóti heldur, at kvinnur skulu hava fleiri rættindi. Í hvussu er í Saudi Arabia.
Myndin Jóan Pauli vísir er henda, og sum myndateksturin vísir á, er ongin kvinna við á ráðstevnuni
Mynd frá kvinnuráðstevnu í Saudi Arabia. Kelda: Faisal Saeed Al Mutar á facebook |
Eftir eitt sindur av leiting á internetinum fann eg umrøðu av ráðstevnuni í grein frá juni 2013 á The Huffington Post. Myndin hevur bara fingið nýtt lív á socialu miðlunum her í 2015.
So er ein so óreinur at siga myndina líkjast landsfundi hjá Fólkaflokkinum. Fleiri dámar hesa viðmerking, men ein fólkafloksmaður vil ikki hava hetta sitandi á flokkinum og spyr
Er tú oftani á landsfundi hjá Fólkaflokkinum? Haldi ikki, at eg havi borid eyga vid teg har, sjálvt um útsjóndin skuldi verid nokkso eygkend!
So enn eina ferð fór eg á internet at leita. Vildi finna eina mynd frá landsfundi Fólkafloksins, og helst frá 2013. Og vupti, netmiðilin hjá Miðlahúsinum, in.fo, hevur eina grein frá hesum landsfundi við eini frálíkari mynd:
Landsfundur Fólkafloksins 2013. Kelda: Grein á in.fo |
Og eg má geva fólkafloksmanninum rætt: Hatta líkist als ikki! Ikki ein tann einasti maður hevur viskustykki á høvdinum á landsfundi hjá Fólkaflokkinum.
torsdag den 6. august 2015
... í fríum falli?
Sosialurin skrivar í kvøld um nýggju veljarakanningina sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarp Føroya. Yvirskriftin fyri høvuðsgreinina er tvørtur um heila opnu:
Tað er rætt, at andstøðan vinnur stórsigur á samgonguni, men júst henda yvirskriftin er ógvuliga misvísandi, tí støðan millum samgongu og andstøðu hevur verið rættiliga stabil í langa tíð. Tað er tann fyrsti feilurin.
Og hyggur man nærri eftir tølunum, so er tað faktisk ein heilt onnur mynd, sum kemur fram. Og tað er hin feilurin. Framsókn (gula strikan) stormar fram, og Javnaðarflokkurin (reyða strikan) er í fríum falli við samanlagt stórari afturgongd í fýra kanningum á rað:
At tosa um frítt fall fyri samgonguna er rættiliga óheppið val av yvirskrift til hesa veljarakanning.
Yvirskrift í Sosialinum 7. august 2015 á s. 10-11. |
Tað er rætt, at andstøðan vinnur stórsigur á samgonguni, men júst henda yvirskriftin er ógvuliga misvísandi, tí støðan millum samgongu og andstøðu hevur verið rættiliga stabil í langa tíð. Tað er tann fyrsti feilurin.
Og hyggur man nærri eftir tølunum, so er tað faktisk ein heilt onnur mynd, sum kemur fram. Og tað er hin feilurin. Framsókn (gula strikan) stormar fram, og Javnaðarflokkurin (reyða strikan) er í fríum falli við samanlagt stórari afturgongd í fýra kanningum á rað:
Mynd á s. 11 í Sosialinum 7. august 2015. |
At tosa um frítt fall fyri samgonguna er rættiliga óheppið val av yvirskrift til hesa veljarakanning.
tirsdag den 4. august 2015
Avis skriver om politikerlede
Datoen var 9. februar. I et af de store danske dagblade kunne man læse:
Avisen var Berlingske Tidende. Året var 1905.
De ærlige og dygtige folk holder sig borte fra det offentlige liv, fordi de ledes ved den færd, som den nuværende parlamentarisme udviser.
Avisen var Berlingske Tidende. Året var 1905.
Abonner på:
Opslag (Atom)