Hvat skal ein siga?Tað eru kvinnurættindi, hann nú er bekymraður um, og vísir mynd frá eini ráðstevnu um kvinnurættindi, sum hevur verið í Saudi Arabia, og sum hann hevur funnið á facebook. Nú skrivar hann ikki meira enn henda spurningin, men eg giti, at hann kennir seg ikki hóttan av krøvum um kvinnurættindi, men tvørturímóti heldur, at kvinnur skulu hava fleiri rættindi. Í hvussu er í Saudi Arabia.
Myndin Jóan Pauli vísir er henda, og sum myndateksturin vísir á, er ongin kvinna við á ráðstevnuni
Mynd frá kvinnuráðstevnu í Saudi Arabia. Kelda: Faisal Saeed Al Mutar á facebook |
Eftir eitt sindur av leiting á internetinum fann eg umrøðu av ráðstevnuni í grein frá juni 2013 á The Huffington Post. Myndin hevur bara fingið nýtt lív á socialu miðlunum her í 2015.
So er ein so óreinur at siga myndina líkjast landsfundi hjá Fólkaflokkinum. Fleiri dámar hesa viðmerking, men ein fólkafloksmaður vil ikki hava hetta sitandi á flokkinum og spyr
Er tú oftani á landsfundi hjá Fólkaflokkinum? Haldi ikki, at eg havi borid eyga vid teg har, sjálvt um útsjóndin skuldi verid nokkso eygkend!
So enn eina ferð fór eg á internet at leita. Vildi finna eina mynd frá landsfundi Fólkafloksins, og helst frá 2013. Og vupti, netmiðilin hjá Miðlahúsinum, in.fo, hevur eina grein frá hesum landsfundi við eini frálíkari mynd:
Landsfundur Fólkafloksins 2013. Kelda: Grein á in.fo |
Og eg má geva fólkafloksmanninum rætt: Hatta líkist als ikki! Ikki ein tann einasti maður hevur viskustykki á høvdinum á landsfundi hjá Fólkaflokkinum.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar