Mynd tilgjørd av Føroyaportalinum. |
Fíggjarvinnan er ein av vinnunum har vandin fyri kradding er størst. Tí er avgerandi neyðugt, at samfelagið ikki bara setir forboð ímóti avriksløn til bankaleiðslur, men eisini setir eitt loft á, hvussu nógv fólk sleppa at forvinna í hesi vinnu.
Øll kradding er skaðilig og eigur tí at verða forðað í mest møguligan mun og ikki bara tann hjá ávísum bankastjórum. Eitt loft á lønir eigur tí at vera generelt. Tað góða er, at tað er bara í fáum vinnum (tær sum hava mest kradding) at eitt slíkt loft fær nakra ávirkan, so lønarloft forðar ikki vøkstri í vinnum uttan kradding. Tað er næstan bara í vinnum við stórari kradding, at vit síggja slíkar lønir sum ávísir bankastjórar fáa.
Lat tað vera púra greitt, at ovurstóru bankastjóralønirnar hava einki við teirra virðisøking at gera. Talan er um kradding, har insidarar mjólka tað systemið, teir umsita, og tað eigur tí sjálvsagt at verða steðgað. Talan er sum sagt um skaðiligt virksemi.
Ein einfaldur máti at áseta generelt loft á lønir er gjøgnum skattaskipanina: Ein marginalskattur uppá 99 pct á ársinntøku omanfyri t.d. 2.000.000 kr loysir ikki alt problemið, men tað er ein einfaldur máti sum hevði hjálpt sera væl ímóti kradding og uttan at hava negativ árin á aðrar vinnur.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar