Sider

torsdag den 10. oktober 2013

Hallur av Rana áhugaverd tøl um føroyskan politikk

Hallur av Rana hevur viðgjørt føroysku politisku skipanina undir síni útbúgving, og setir málið um Skálafjarðartunnilin í størri samanhang -- við m.a. áhugaverdum hagtølum:
”Almenningurin hevur í júst hesum málinum fingið eina skakandi mynd av hvussu politikkur kann verða rikin handan afturlatnu dyrnar í Tinganesið.”
Hetta vóru ein av síðsti setningunum hjá journalistinum í sendingini : ”Skálafjarðatunnilin – kosta hvat tað kosta vil.” Well, at avgerðirnar um stórpolitisk mál verða tiknar aftanfyri afturlatnu dyrnar í Tinganesið er einki nýtt. Tað er okkara politiska siðvenja. Í so máta er Skálafjarðatunnilin einki eindømi og hendan samgongan førir faktiskt bara víðari tí siðvenju, ið hevur eyðkent politisku skipanina síðani 1995. Í samband við mína bacheloruppgávu síðsta vár, fann eg framm til at 66% av øllum uppskotum, síðani nýggja stýrisskipanarlógin var sett í gildið, verða løgd framm av landsstýrinum. 52% av hesum uppskotum verða samtykt uttan at løgtingið ger nakað broyting yvirhøvur. 39% av teimum verða samtykt, við onkrari broyting. Tað vil siga, at 91% av uppskotunum frá landsstýrinum verða samtykt, harav flestu teirra, verða samtykt soleiðis sum sitandi landsstýrið ynskir at tey skulla vera. Bara 1,3% av uppskotunum frá landsstýrinum verða feld. Fyri at illustrera hetta síðsta hagtalið eitt sindur betri, so eru tað einans 12 uppskotum sett framm av landsstýrinum síðsti 17 tingseturnar, ið eru feld av løgtinginum. Tað er ræðandi lítið. Eyðsýnt er tí, at tað er rættiliga ósannlíkt, at eitt uppskot frá landsstýrinum verður felt, óansæð hvat orðaskiftið í tinginum ella fjølmiðar, avdúka. Nevnast kann so eisini, at av feldum uppskotum eigur løgtingið 95,8%.
Legg til merkis viðvíkjandi hesum hagtølum, at tað er ikki samgongu, andstøða býtið, ið eg viðmerki, men valdsbýtið millum løgtingið, sum lóggevandi vald og landsstýrið, sum útinnandi vald. Tað er ikki at taka munnin ov fullan, um eg sigi at løgtingið hevur í praksis frásagt sær tað lóggevandi valdið og givið tað til landsstýrið. Tað hevur so ført við sær, at landsstýrisfólk og løgmann ikki kenna sær hógv, men oftani føra seg framm, sum tey hava óavmarka vald. Hetta er ikki bara galdandi fyri hesa samgonguna, men Skálafjarðatunnilin er eftir mínum tykki eitt dømi um hetta. Løgtingið og tann viðgerð, ið fer framm har, verður sostatt ikki nógv meira enn ein sjónleikur fyri almenninginum. Uttan at fara inn í eina teoretiskan frágreiðing, so er trupuleikin, at stýrisskipanarlógin er ein mótsigandi lóg, ið bæði mælir til eitt tríbýtið av valdinum, men eisini, við at innføra parlamentarismu, eina samanrenning av valdinum. Við øðrum orðum, stýrisskipanarlógin er ein stór andsøgn.
Tað er eftir mínum tykkið størsti trupuleikin við føroyskum politikki í dag, men tíverri ein støða, ið flest allir flokkar, tykjast at stuðla.

Ingen kommentarer: