Sider

tirsdag den 22. oktober 2013

Ein frálík sending, sum ongum dámar

Hatta var ein fín sending í DR Horisont um kvinnuflýggjan úr Føroyum (link til sending). Tað eru tó ikki nógv onnur, sum halda tað sama, skilji eg á facebook. Bæði politikarar og prestar eru eitt sindur ónøgdir síggi eg. Bæði dømini eg vísi til eru menn, men eg dugi ikki at síggja, um fleiri menn ella kvinnur vísa sína ónøgd við sendingina.

Munurin millum centrum og útjaðara í Føroyum er ovurstórur. Helst er hann størri enn í Danmark. Journalisturin hevði eina søgu at siga um føroyskar kvinnur, sum flýggja, og um fremmandar, sum flyta til Føroya frá fjarskotnum londum. Hann skuldi ikki lýsa alt føroyska samfelagið. Tað er ein vanlig og sjálvsagt loyvd journalistisk prioritering, at sendingin bara vísti lívið í útjaðaranum.

Tað er í útjaðaranum, kvinnurnar mangla. Í Havn eru næstan líka nógvar kvinnur sum menn. Eg havi sett íbúgvatøl pr. 1. januar 2013 frá Hagstovuni upp í talvu, har síðsta kolonna ("Kvinnutrot") er talið av monnum, sum eru fleiri enn kvinnur.

Fólkatalsbýtið millum kynini í og uttanfyri Havnina. Kelda: Hagstovan
Í Tórshavnar kommunu búgva 41.1 pct av fólkinum, og har er næstan javnbýtt: 50.5 pct menn og 49.5 pct kvinnur. Men uttanfyri Tórshavnar kommunu, har 58.9 pct av fólkinum búgva er munurin nógv størri: 52.9 pct menn og 47.1 pct kvinnur.

Hóast næstan helvtin av fólkinum býr í Tórshavnar kommunu, er bara ein lítil partur (211) av samlaða kvinnutrotinum (1841) í Tórshavnar kommunu.

Sendingin lýsti tí helst væl, hví kvinnurnar rýma: Tær tíma ikki bygdalívið. Og so er ein partur av loysnini at minka kvinnutrotið helst: Føroyar skulu vera meira Tórshavn og minni útjaðari.

Tey flestu eru helst samd um hetta. Og kanska er tað tí, tey eru so ónøgd við sendingina. Ikki tí hon gevur eina skeiva mynd av Føroyum (tað ger hon), men tí tann myndin hon gevur av Føroyum er ikki tær Føroyar sum tey ynskja.

Ingen kommentarer: