Sider

torsdag den 4. april 2013

Spennandi kjak, men skeivur spurningur

Spennandi kjak í útvarpinum í annaðkvøld: Er kósin tann rætta?

Trupulleikin er bara, at tey seta framvegis skeivar spurningar í útvarpinum, tí tey góðtaka premissurnar hjá samgonguni:
Í annaðkvøld spyr Kringvarpið hvussu málið um at hallið skal verða burtur í 2016 skal uppfyllast.

Áðrenn kósin verður diskuterað hevði verið gagnligt at diskutera tápuliga málið, og eg má siga tað enn einaferð: málið um avlop í 2016 er skeivt og skaðiligt.

Hetta málið við avlopi í 2016 er so vigtugt fyri samgonguna, at tað stendur fyrst í sjálvum samgonguskjalinum. Og hetta er milt sagt ørvitistos.

Sum fastir lesarar av hesum bloggi vita, so sigur IMF eisini tað sama.

Spell at tey í útvarpinum ikki lesa henda bloggin, men bara samgonguskjalið.


Rætting: Kjakið verður í báði sjón- og útvarpinum. Tað fann eg út av, tá ein ringdi úr Kringvarpinum og skuldi brúka ein búskaparfrøðing at fortelja um ótroyttar inntøkumøguleikar. Eg svaraði fyrst, at landið hevur nóg mikið av inntøkum, so nýggjar inntøkur skulu ikki koma aftrat, men í staðin fyri verandi.

Ingen kommentarer: