Sider

mandag den 8. april 2013

Dumpikarakter til fólkavakstrarbólkin

Hetta er púra óskiljandi!

Eg síggi akkra Dag og viku frá í kvøld, og har avdúkar forkvinnan í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt álit um fólkavøkstur (beinleiðis til frágreiðing í pdf), at man hevur valt frá at taka javnseting av øllum borgarum við í fólkavakstrarætlanina, hóast fleiri sum vendu sær til bólkin mæltu til tað. Ikki tí tað ikki hevur týdning, men tí politikarar eru ikki samdir um tað.

At kalla ætlanina eina heildarætlan (fyri at siga, at átøkini skulu samanlagt síggjast sum ein heild, og ikki eitt idekatalog til politikarar at velja og vraka úr) tá man sjálvur - av taktiskum orsøkum - hevur pilkað eitt upplagt átak burturúr, kann illa kallast annað enn intellektuelt óerligt.

Á enskum brúkar man orðið "character" um m.a. integritet. Henda prioritering (sum er eitt frával) hjá arbeiðsbólkinum (sum letur seg kúga) er til dumpikarakter - ella í hesum føri dumpaður integritetur.

Eg var annars so positivur fyrr í dag. Ikki tí øll nú skulu vera positiv, men tí eg hevði lisið álitið og helt, tað var eitt rímiliga væl frágingið arbeiði.

1 kommentar:

Heðin Jákupsson sagde ...

Veit man nakað um hví tað er at sumt er frávalgt, tvs. um tað er óavhangugt mett av bólkinum, ikki at taka summi ting við, ella um tað er onkur politikari sum hevur haft fingurin við í spælinum, og harvið hevur ávirkað hvussu ætlanin er presentera?
Ljóðaði fyri mær sum um Erika hálvgum umbar seg í D&V.