Sider

tirsdag den 5. juni 2012

Uppboðssøla av fiskirættindum og holið í landskassanum

Endamálið við eini uppboðssølu av fiskirættindum at áseta, hvør skal sleppa at gagnnýta hvussu nógv av fólksins ogn vinnuliga, er fyrst og fremst at skapa kapping í fiskivinnuni, so vit fáa eina dynamiska vinnu, ið tillagar seg tilfeingið og marknaðarviðurskifti á útflutningsmarknaðum, í staðin fyri at brúka orku uppá lobbyismu.

Summi eru sum verja lobbyismu, men ein av høvuðsatfinningunum ímóti eini almennari uppboðssølu av fiskirættindum, sum serliga kemur frá pørtum av vinnuni og frá høgru síðu í politisku skipanini er, at ein uppboðssøla verður bara ein umbering fyri at typpa hol í landskassanum, í staðin fyri at taka atlit til vinnuna.

Nú situr ein høgravend stjórn, sum í vinnupolitikkinum í stóran mun verður stýrd av tilvildarligari lobbyismu hjá vinnuligum aktørum. Var nakað hald í nevndu atfinningum ímóti uppboðssølu, so skuldu vit nú sæð ein fiskivinnupolitikk sum hugsaði um vinnuna og ikki landskassan.

Í Dimmalætting mánakvøld 4. juni 2012 skrivar Brynhild Thomsen undir yvirskriftini: Makrelurin: Soleiðis sissaðust sambandsmenn:
Løgmaður megnaði at sissa sínar landskassastúrnu floksfelagar í makrelmálinum við »objektivum meiningum« frá serfrøðini um, at makrelgjøldini vissuliga fóru at geva tær ætlaðu 128 milliónir krónurnar og ikki einans 50. Nýggju »objektivu meiningarnar«, sum brádliga komu á borðið í hurlivasanum millum aðru og  triðju tingviðgerð, vísir seg tó at vera eitt gamalt estimat frá Fiskimálaráðnum, men var kortini nóg mikið til aftur at fáa sólina at skína í eygunum á partamonnum løgmans.

Tað ber snøkt sagt ikki til at koma til aðra niðurstøðu enn, at umsitingin av fiskatilfeinginum í stóran mun snýr seg um at typpa hol í landskassanum og hevur einki við vinnuliga menning at gera. Kapitalisma er bara nakað høgravendir politikarar reypa av, men opinbart ikki trúgva uppá tá til stykkis kemur.

Spyr tú, hví Føroyar eru dýrasta land í heiminum? Orsøkin finst á Tinghúsvegi 1.

Ingen kommentarer: