Sider

tirsdag den 5. juni 2012

Tá Danmark gav NATO lyfti um hernaðarútreiðslur

Ofta verður ført fram, at Danmark sparir nógv í hernaðarútreiðslum av at leggja land (Føroyar og serliga Grønland) til felags verjuna hjá NATO, og at tað eru nógv størri upphæddir, enn blokkstuðulin til Føroyar og Grønland. Í NATO-høpi hava londini forpliktað seg til at brúka ávísanpart av BTÚ uppá hernaðarendamál, og skal Danmark vera sloppið við at brúka nógv minni uttan at hini londini hava talað at.

Eg veit ikki, hvussu nógv Danmark skal hava forpliktað seg til at brúka til hernaðarútreiðslur, men ein stuttlig forteljing er um fundin, tá ásetingin endilig kom um, hvussu nógv hvørt land skuldi forplikta seg til at brúka til hernaðarmál í mun til BTÚ. Tað er frá einum av teimum fáu danskarunum sum var við, Erik Ib Smith, sum í sínum endurminningum, "Fra psykopatklubben" fortelir hvussu tað í veruleikanum fór fram.

Fundur var í Lissabon í februar 1952, Danmark hevði formansskapin. Ásetingin um hernaðarútreiðslur hevði verið viðgjørt á mongum fundum, men eingin semja, og sama á hesum fundi. Onkur fann so uppá, at londini skuldu fáa sínar økonomisku ekspertar at gera semju. Teir vóru sendir inn í fundarhøli og fingu ein seinnapart við boðum um ikki at koma út aftur fyrr enn teir vóru samdir. Danski finansministarin Thorkil Livrem Kristensen sendi departementsstjóran, Erik Ib Smith, og Gunnar Seidenfaden, ið arbeiddi í Uttanríkisráðnum á fundin.


Erik Ib Smith skrivar, at allir embætismenninir helst høvdu somu fatan, at hetta var nyttuleyst, tí politikararnir høvdu roynt so ofta at finna semju. Men so hendi tað beinanvegin fundurin byrjaði, at annar enski embætismaðurin hevði eitt uppskot, sum verður lýst soleiðis í endurminningunum:
Nu får hvert lands repræsentanter et stykke papir fra min skriveblok, sagde han; herpå skriver I medlemslandene op i alfabetisk rækkefølge og ud for hvert land den procent af nationalproduktet, som I synes, landets forsvarsudgifter bør ligge på. Derefter lægger I jeres seddel i den store grønne krukke dér på bordet. Når alle har gjort det, tager vi sedlerne op og udregner gennemsnittet af "de afgivne bud". Disse gennemsnitstal afleverer vi så til ministrene som det kompromis, vi er nået frem til.
Det er en ubetinget forudsætning for gennemførelsen af dette forslag, at vi alle afgiver løfte om at bevare det som en absolut hemmelighed, hvordan vi har båret os ad. Ingen minister og ingen anden må få at vide, at vi har hugget den gordiske knude over på den måde, og for at ingen skal fatte mistanke, bliver vi bagefter her  havesalen og hygger os indbyrdes en times tid."

So høvdu teir ein lítlan steðg, har umboðini fyri londini hvør sær kundu umhugsa, um teir vildu brúka hesa mannagongd. Erik Ib Smith fortelur, at hann og Gunnar Seidenfaden hildu, at hetta var ein genial mannagongd, tí hóast londini settu egin tøl lágt, vildi tað javnast út, tá miðaltalið varð roknað, men teir vóru greiðir yvir, at tað kundi bliva ein lítil gøla, sum kundi geva politisku umboðunum trupulleikar, um tað kom fram, hvussu teir høvdu funnið semju. Embætismenn frá øllum londum vóru við uppá hesa mannagongd, teir so gjørdu, og sótu so eina passaliga løtu, so tað ikki gekk mistonkiliga skjótt at fáa semju, og dagin eftir viðgjørdu politisku umboðini so tølini sum embætismannabólkurin kom fram til.

Tvey lond gjørdu indsigelse: belgiski finansministarin, sum allatíðina hevði verið tvørur, helt at Belgia var sett ov høgt, og norski finansministarin helt, at Danmark var sloppið ov bíliga, serliga í mun til Noreg, og helt at formansskapurin skuldi ikki geva fyrimunir. Bæði mótmæli vórðu avvíst, og finansministararáðið tók undir við tilmælinum frá økonomunum.

Thorkil Kristensen spurdi ongantíð um hvussu teir vóru komnir til semju og tyktisk sambært Erik Ib Smith væl nøgdur við ásetingina fyri Danmark. Endurminningarnar hjá Erik Ib Smith eru frá 1993, og hann skrivar eisini, at honum kunnugt hevði eingin undan honum brotið tagnarlyftið frá fundinum rundan um grønu krukkuna í Lissabon.

Ingen kommentarer: