Sider

fredag den 10. december 2004

Hví vil Landsbankin vera óheftur stovnur?

(Lesarabræv í Sosialinum 10. desember 2004)

Danski tjóðbankastjórin Bodil Nyboe Andersen hevur gjørt greitt, at Landsbankin ikki er miðbanki fyri Føroyar, t.e. hevur pengapolitiskan myndugleika, tí henda myndugleika hevur danski tjóðbankin. Síðani hevur Landsbankin viðgingið, at so er, og sigur nú, at danski tjóðbankastjórin misskilir sjónarmiðini hjá Landsbankanum, sum ongantíð hava verið, at Landsbankin er miðbanki. Men hvat er tað, sum Landsbankin hevur ført fram, og sum Bodil Nyboe Andersen hevur misskilt?

Tá faklig hugtøk verða týdd til føroyskt, kann ofta ivi standast um merkingar, sum annars altjóða semja er um. Í svarskrivi til Felagið Peningastovnar í Sosialinum 17. nov. 2004 spyr Landsbankin í undiryvirskrift »Er Landsbankin ein tjóðbanki ?« og vil vera við, at Landsbankin kann vera tjóðbanki, hóast Føroyar ikki hava egið gjaldoyra. Annaðhvørt brúkar Landsbankin her orðið tjóðbanki fyri miðbanki, ella er hetta eitt tápuligt og meiningsleyst kjak, tí í búskaparfrøðini eru ikki fleiri gradir av miðbanka-isering. Nógv bendir á, at Landsbankin hevur ein miðbanka í búkinum, men eg havi tó vón um, at teirra egnu búskaparfrøðingar eru ikki fyri, at Føroyar fáa egið gjaldoyra.

Landsbankin hevur víst til búskaparfrøðiliga gransking, sum vísir á fyrimunir við meira sjálvstøðugum tjóðbankum (Dimmalæting 30. okt. 2004). Hetta er rætt, og eg kundi nevnt fleiri dømi. Í løtuni er kendasta dømi helst seinastu vinnararnir av búskaparfrøðisheiðurslønini til minnis um Nobel, Kydland og Prescott, sum longu í 1977 vístu á trúvirðistrupulleikar í sambandi við búskaparpolitikk, og herundir, hvussu politikarar kunnu betur náa síni mál við at frásiga sær sjálvum ávirkan. Nógv gransking er eisini seinni gjørd, og er nakað nevnt í keldulistanum, har úrvalið er einans gjørt fyri at áhugaði lesarin skal hava eitt gott stað at byrja. Men at brúka hetta og aðra gransking um miðbankar sum próvgrund fyri, at Landsbankin skal vera óheftur, heldur ikki, tí Landsbankin er ikki miðbanki.

Landsbankin hevur so víst á uppgávurnar hjá stovninum, sum eru uppgávur, sum miðbankar hava í øðrum londum (m.a. bræv til Bodil Nyboe Andersen 25. nov. 2004). Det smager da lidt af fugl, men hetta er í veruleikanum reinur Erasmus Montanus. At Landsbankin hevur uppgávur, sum miðbankar í øðrum londum røkja, ger ikki Landsbankan til ein miðbanka.

Landsbankin hevur eisini víst á gongdina úti í heimi, har miðbankar verða gjørdir meira og meira óheftir av stjórnini (Dimmalætting 30 okt. 2004). Ja, og nevnast kann, at sum eitt tað fyrsta, eftir at Tony Blair og New Labour komu til valdið í Bretlandi, varð miðbankin gjørdur nógv meira óheftur av stjórnini, soleiðis at fíggjarmálaráðharrin ikki longur hevði ávirkan á rentustigið. Men hetta at áseta rentustigið er júst ein miðbankauppgáva, og ikki ein uppgáva sum Landsbankin røkir í Føroyum.

Landsbankin roynir at brúka sum ítøkiliga samanbering við uppgávurnar hjá stovninum Landsbankanum, at tá europeiski miðbankin ECB tók yvir miðbankauppgávurnar frá tjóðbankunum í teimum 12 londunum, sum vóru við í euro-samstarvinum, vórðu tjóðbankarnir ikki tiknir av (Sosialurin 17. nov. 2004). Eisini hetta er óviðkomandi, tí gomlu tjóðbankarnir eru framvegis partur av felags europeiska miðbankanum. (Soleiðis sum Landsbankin skrivar, fær ein tað fatan, at tað var eitt tilvildarligt fleirtal av europeiskum londum, sum valdi at avtaka sítt egna gjaldoyra, men tað var tað sjálvsagt ikki.)

Ein og hvør almennur stovnur droymir helst um at hava óavmarkaða játtan, og í mongum førum kann eisini talast fyri, at fakligu uppgávurnar vórðu betur røktar, um politisk uppíblanding ikki var møgulig. Men er Landsbankin ikki miðbanki, er í búskaparfrøðini trupult at finna argument fyri, at fyrimunirnir við at vera uttan fyri politiska ávirkan, skulu vera størri fyri Landsbankan, enn fyri t.d. Fiskirannsóknarstovuna.

Fyri at finna eina haldbara samanbering millum Landsbankan og miðbankar, so er eitt sum galdar fyri bæði miðbankar og fyri Landsbankan eins og allar ráðgevingarstovnar, og tað er, at teir mugu hava trúvirði. Týdning fyri trúvirðið hjá einum og hvørjum ráðgevingarstovni hevur m.a., at fólkini eru dugnalig, og at tey eru sannfør.

Eg haldi tí tað hevur týdning at spyrja, um Landsbankin, tá hann vísti til búskaparfrøðiliga gransking um miðbankar, tá hann vísti á uppgávurnar hjá stovninum, sum vanliga eru miðbankauppgávur, tá hann vísti til gongdina úti í heimi við øðrum tjóðbankum, og tá hann vísti til europeisku tjóðbankarnar, sum vórðu varðveittir, eftir at londini fóru við í eurosamstarvið, ikki kendi munin á Landsbankanum og einum miðbanka.

Nakrar keldur:
Barro and Gordon (1983): Rules, discretion and reputation in a model of monetary policy. J. of Monetary Economics 12, 101-121.

Jensen (1997): Credibility of Optimal Monetary Delegation. American Economic Review 87, 911-920.

Kydland and Prescot (1977): Rules rather than discretion: The inconstistency of optimal plans. J. of Political Economy 85, 437-490.

Persson and Tabellini (1993): Designing institutions for monetary stability. Carnegie-Rochester Conference Series on Public Policy 39, 53-89.

Persson and Tabellini (2000): Political Economics, Explaining Economic Policy. MIT Press.

Schultz (1999): Monetary Policy, Delegation and Polarization. Economic Journal 109, 164-178.

Walsh (1995): Optimal Contracts for Central Bankers. American Economic Review 85, 150-167.
Send en kommentar