Sider

fredag den 11. juni 2004

Hermann Oskarsson hevur atfinning uppiborið

(Lesarabræv í Dimmalætting 11. juni 2004)

Tað er í hesum døgum vanligt í lesarabrøvum at taka tað fyrivarni, at man var ikki á ráðstevnuni, sum var á Christiansborg, og tí ikki hevur hoyrt, hvat varð sagt. So lat meg beinanvegin boða frá, at eg var á ráðstevnuni, sum alt nú er á gosi um.

Eg hoyrdi ein frálíkan fyrilestur hjá Hermanni Oskarsson. Hermann nevndi kanska ikki fiskimannaskattaavslátturin beinleiðis, men tá eg hoyrdi hann tosa um avleiðingar av blokkinum sum eru skaðiligar og avlaga vinnumynstrið, ljóðaði tað fyrst og fremst sum fiskimannaskattaavsláttur fyri mær.

Misskiljingar

Í Føroyum halda alt ov mong, at vit mugu liva av at fiska og at virka og selja fisk, tí tað er tað vit duga best, og at tí má fiskivinnan stuðlast. Hetta er ein stór misskiljing. Um at fiska og virka fisk er tað vit duga best, so skal fiskivinnan ikki hava stuðul? Tað er ein óprógvaður pástandur, at tað føroyingar duga best er at fiska og virka fisk. Um vit gevast at stuðla øllum vinnum fáa vit svar uppá hvat føroyingar duga best. Um fiskivinnan ikki klárar seg uttan stuðul, er tað tí vit ikki duga best at fiska og virka og selja fisk, men duga okkurt annað betur. Fiskimannaskattaavsláttur er ein av fleiri orsøkum til at vit ikki vita, hvat tað kann vera.

Mong halda, at fiskimannaskattaavslátturin er sosialt órættvísur. Tað er ein spurningur um hugsjón, og tað ætli eg ikki at viðgera her. Men stuðul til fiskivinnuna, sum fiskimannaskattaavslátturin er, er eisini størsta forðingin fyri búskaparmenning í Føroyum í dag.

Skaðilig árin

Skaðiligu avleiðingarnar av fiskimannaskattaavsláttrinum eru fleiri. Skattaavslátturin er dýrur fyri landskassan, sum harvið ikki hevur ráð til at gjalda fyri onnur meira átrokandi endamál, har av mong endamál, sum kunnu økja búskaparvøksturin. Fiskimannaskattaavslátturin er ein forðing fyri møguleikunum hjá øðrum vinnum, tí íløgur í fiskivinnuna fáa fyrimunir. Fiskimannaskattaavslátturin forðar menning av fiskivinnuni, av tí at skattaavslátturin lækkar lønarlagið í fiskivinnuni. Fiskimannaskattaavslátturin gagnar heldur ikki fiskimonnum, tí hann ávirkar arbeiðsumstøðurnar hjá fiskimonnum til tað verra, á sama hátt sum lønirnar.

Taparar og vinnarar

Serliga tey, ið merkja skaðiligu avleiðingarnar av fiskimannaskattaavsláttrinum eiga at ynskja at avtaka skattaavslátturin: Vinnulívsmenn, sum ikki eru í fiskivinnu eiga at ynskja at avtaka fiskimannaskattaavslátturin. Dugnaligastu reiðararnir eiga eisini at ynskja at avtaka fiskimannaskattaavslátturin. Og fiskimenn eiga eisini at ynskja at avtaka fiskimannaskattaavslátturin.

Fiskimannaskattaavslátturin er ikki skaðiligur fyri øll. Skattaavslátturin gagnar tveimum bólkum í samfelagnum: Minni dugnaligir reiðarar og minni dugnaligir formenn í fiskimannafeløgum. Hvussu hesir tveir bólkarnir, sum helst eru smáir, hava fingið ein meiriluta í Løgtinginum at arbeiða fyri teirra áhugamálum ímóti áhugamálunum hjá øllum hinum, skilji eg ikki.

Einasta orsøk at finnast at Oskarsson í sambandi við hansara fyrilestur á Christiansborg er, at hann ikki meira týðiligt segði frá skaðiligu avleiðingunum av fiskimannaskattaavsláttrinum. Tíbetur hevur hann sagt nakað av tí fyrr. Men tað er nokk eisini orsøkin til at alt er á gosi.

Flóvin Eidesgaard, búskaparfrøðingur
Send en kommentar