Myndakelda: Profilmynd á facebook |
Um vit spola til 33 min, so sigur Hans Olaf:
Tá eg hevði verið niðri øll hesi árini, also tú menti teg kolossalt, tí at tú fekk ein nógv størri sjónarring. Tú sá ting, sum tú aldrin kemur at síggja í Føroyum, og upplivir mátar at gera ting uppá. Fx úti í Kastrup, har arbeiddi eg saman við 23 kondittarum á sama arbeiðsplássi, og øll dugdu nøkur ting, sum eg ikki dugdi, so har lærdi man eisini eina rúgvu. Og tá eg kom heim til Føroya, tað var nokk akkra tað sum gjørdi, at okur fingu ein so góðan start, at okur høvdu nøkur kort á hondini, sum hini ikki høvdu.
Hetta ljóðar kanska kent fyri lesarar av hesum bloggi, sum plagar endurgeva frá búskaparfrøðiligu ráðgevingini. Føroyska Búskaparráðið skrivaði í síni frágreiðing frá 2005 (pdf):
størsta styrkin hjá føroyska búskapinum, og tað sum vit veruliga “liva av”, er ein væl mentur førleiki hjá føroyingum at innflyta og tillaga útlendskt uppfunnað tøkni til brúks í framleiðsluni her á landi (s. 7)
Eg plagi siga, at tú skal ikki kopierað nakað, hvissi tú ikki kann gera tað betur.
Hans Olaf er eitt arbeiðsgrev, og hiðani verður ynskt honum og fyritøkuni alt tað besta.