Tá var eitt innslag, um nakrar stórar sølur av skipum við fiskirættindum, har teir sum seldu fingu ovurstórar upphæddir fyri at selja fiskirættindi, teir høvdu fingið fyri einki.
Journalisturin spurdi so:
Men um tit um tíggju ár skulu keypa kvoturnar frá tí almenna fyri sama prís (mín herðing) sum tær verða handlaðar fyri privat í dag, klára tit tað?Kristian Martin svarar tá:
Nei, tað klára vit ikki!
Hetta var í Degi og viku 21. november 2006.
Hví hava skipaeigarar bara nakað ímóti at rinda fyri eksklusiv fiskirættindini, tá gjaldið fer til Føroya fólk?