Sider

onsdag den 20. november 2013

Vorðið sum kanningarstjóri!

Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, ið eisini er løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur valt Annfinn V. Hansen til kanningarstjóra. Til uppgávuna at fríkenna Kára og Kaj er talan sikkurt um eitt skilagott val. Men tað skuldi ikki vera uppgávan.

Útvarpið veit at siga, at Annfinn hevur sitið á Løgtingið fyri Fólkaflokkin. Løgtingsformaðurin forsvarar hetta tápuliga og óacceptabla val við, at hann ikki kann velja ein sum hevur sitið á Løgtingi fyri ein annan flokk.

Og Annfinn sigur sjálvur við útvarpið, at hann ikki sær nakrar habilitetstrupulleikar. Sum vit skulu síggja, hevur Annfinn sína heilt egnu meting av inhabiliteti.

Tá eg hoyrdi um valið av kanningarstjóra kom eg at hugsa um grein sum hevur verið her á blogginum. Eg vildi vísa á, at fólk eru til fals, og at hetta er ein trupulleiki innanfyri øll fak, ikki bara búskaparfrøði. Eg lýsti tað við einum dømi innanfyri eitt annað fak, løgfrøði. Aktuella dømi var, at longu tá samgongan hevði sitið bara í stutta tíð, byrjaði kjak um trupulleikar við habilitetinum hjá Jákup Mikkelsen (JM), sum tá var fiskimálaráðharri. Eg skrivaði:
Í málinum við føroyska fiksimálaráðharranum, Jákup Mikkelsen, sum er ógegnigur, hava fimm ymiskir løgfrøðingar úttalað seg um gegnisspurningin og annað sum hevur við tað at gera. Fyrst var tað Bjørn á Heygum, sum mælti til at flyta fiskimálaráðharran í annað ráð vegna ógegni. Dagin eftir vísti Dagur og vika á fleiri ivamál um gegni, Men so spurdi Norðlýsið ein danskan løgfrøðing, sum út frá donsku tulkingini av lógini sigur, at JM er ikki ógegnigur. Hesum var Kári á Rógvi, sum Dagur og vika tosaði við, ósamdur í, tí eftir føroysku reglunum er JM ógegnigur. Men so spurdi Fiskimálaráðið Annfinn V. Hansen (AVH), og hann kom í notati fram til, at JM er ikki ógegnigur sambært § 3, stk. 1, nr. 2. Sama notat sigur tó einki um § 3, stk. 1, nr. 5, sum aðrir løgfrøðingar hava víst til sum orsøk at siga at JM er ógegnigur. Og Dagur og vika spurdi so eisini Jógvan Páll Lassen, sum kemur til, at JM er ógegnigur. Ein áhugaverd detalja at fáa við er, at JM sigur sjálvur, at hann er ógegnigur.
So allir føroysku løgfrøðingarnir - og Jákup Mikkelsen sjálvur - halda, at JM er inhabilur. Men løgfrøðingurin Annfinn V. Hansen heldur einki er galið.

Valið av kanningarstjóra kann illa vera verri. Løgtingsformaðurin veit hvat hann ger!

Ingen kommentarer: