Sider

fredag den 14. juni 2013

Hægri tilfeingisgjald skapar búskaparvøkstur

Sambært Dimmalætting, arbeiðir landsstýrið við at finna fígging til enn eina lækking av persónsinntøkuskattinum. Hetta er sera skilagott. Og at næsti skattalættin skal fíggjast er eisini eitt framstig.

Her er vert at hava í huga íslendska kjakið. Sambært íslendskum miðlum sigur Jón Steinsson, búskaparfrøðingur á Columbia University í New York í viðmerking til ætlanina hjá nýggju íslendsku stjórnini at lækka tilfeingisgjaldið hjá fiskivinnuni:
Ef takmarkið er að auka hagvöxt þá væri miklu betra að lækka tekjuskattinn eða virðisaukaskattinn heldur en að lækka veiðileyfagjaldið. Í rauninni ættu þeir að ganga lengra og hækka veiðigjaldið og svo gætu þeir lækkað hina skattana meira. Það myndi auka hagvöxt í landinu.
Eg dugi ov illa at lesa íslendskt tíðindamál, men við hjálp google:
Um málið er at økja búskaparvøksturin var nógv skilabetri at lækka inntøkuskattin ella MVG-ið heldur enn at lækka gjøldini á veiðuloyvi. Í veruleikanum skuldu tey heldur hækkað tilfeingisgjøldini soleiðis at ráð vórðu at lækka skatt og avgjøld meira. Tað hevði stimbrað búskaparvøksurin í Íslandi. (mín týðing via google translate til enskt)

Orsøkin til munin á tilfeingisgjaldi og øðrum inntøkukeldum (skattur og avgjøld) er tann einfalda, at tilfeingisgjøld hava ikki deyðvektstap, sum skattir og avgjøld hava. (Eg havi skrivað eitt sindur um tað fyrr.) Lønarskattur avmarkar hugin at arbeiða og avgjøld avmarka nýtsluna, og tí er samfelagsliga ein búskaparligur missur, men tá tilfeingisgjald avmarkar hugin at fiska, so er tað gagnligt tí tilfeingisrentan (t.e. náttúruskapta virðið) ger, at hugurin at fiska er frammanundan ov stórur, og talan er tí ikki um eitt deyðvekstap frá tilfeingisgjaldi, men ein dupultan vinning.

Hvussu høgt skal tilfeingisgjaldið so vera? Er einki loft? Jú, eitt loft er, men tilfeingisgjaldið skal vera so høgt sum gjørligt. Og hvat merkir tað?

Tað rætta tilfeingisgjaldið er so høgt sum fiskivinnan er sinnað at gjalda. Og tá meini eg ikki, so høgt sum fiskivinnan sigur seg vilja gjalda, men so høgt tað kann vera, men har hugurin at fiska er varðveittur.

At finna hetta markið finst ein skilagóð mekanisma: marknaðurin. Lat skipaeigarar kappast um fiskatilfeingið og bjóða uppá kvotur og/ella dagar á eini uppboðssølu. Tá finna vit markið og rætta tilfeingisgjaldið.

Ingen kommentarer: