Sider

mandag den 3. februar 2003

Stríð um skattalætta

(Grein í Sosialinum 3. februar 2003 undir teiginum »Teldubrævið«)

Ikki bara føroyingar gleða seg til skattalætta.

Danska pressan hevur í seinastuni viðgjørd spurningin um skattalætta nógv, og høvuðsyvirskriftin er nú, at stríð er millum donsku stjórnarflokkarnar Venstre og Konservative um skattalætta: Hvussu stórur skal hann vera, nær skal hann fremjast, hvør skal hava ágóðan, hvussu skal hann fíggjast. (Helst eisini, hvør skal hava heiðurin fyri hann!) Men semja er millum eygleiðarar um, at skattalættin er á veg.

Gallup hevur gjørt kanning, hvat danir halda. Gallup koyrir danir í tríggjar næstan javnt stórar bólkar: Ein, sum vil hava tað almenna at veita meira vælferð, eisini hóast tað merkir hægri skattir. Ein, sum vil lækka skattin, eisini hóast tað merkir minni vælferð. Og ein, sum vil hava skattin at lækka, og eisini vil hava meira vælferð. Hetta ger støðuna trupla hjá politikarum, sum lurta eftir veljarunum: Meiriluti er fyri at lækka skattin, og meiriluti er fyri fleiri almennum útreiðslum.

Fleiri orsøkir kunnu vera fyri at geva skattalætta: At broyta umfordeilingina, at økja virksemi, at økja arbeiðsútboðið, ella bara hugsjónarligar orsøkir.

Umfordeilingin frá ríkum til fátæk kann økjast við at geva skattalætta til láginntøkur. Skattalætti til háinntøkur virkar sjálvandi øvugt og minkar umfordeilingina.

Vil man hava samfelagshjólini at mala skjótari, kann skattalætti virka við at geva fólki meira pening at brúka. Hetta virkar serliga tá tíðirnar er ringar. Og tá vil skattalætti til láginntøkur virka best, tí hjá láginntøkum fer størri partur av einum skattalætta til størri nýtslu.

Er endamálið við einum skattalætta at økja arbeiðsútboðið er ikki líka einfalt. Tað er m.a. marginalskatturin, t.e. skatturin av seinast vunnu krónuni, sum ávirkar, hvussu nógv fólk arbeiða. Men venda vit aftur til meiningarkanningar, so hevur ein nýggj kanning, sum verður kunngjørd í dag víst, at tá veljast skal millum meira í løn, meira frítíð ella meira til pensjónsuppsparing, vil helvtin av dønum hava meira frítíð, og minni enn triði hvør vil hava meira í løn. Tað gevur ábending um, at ikki øll fara at arbeiða meira, um skatturin lækkar, men nøkur kanska tvørturímóti fara arbeiða minni, tí meira er eftir av bruttolønini, og harvið skulu færri tímar til at forvinna tað sama. Og so er ikki vist, at avleiðingin verður tað, sum ætlanin var.

Ideologisk argument fyri skattalætta ganga ofta út uppá, at pengarnir hoyra heima í lummanum hjá fólki, sum hava forvunnið teir, og meira polemiskt, at fólk vita best sjálvi, hvussu pengarnir skulu brúkast.

Skulu vit venda aftur til stríðið millum Venstre og Konservative um skattalættan, eiga vit kanska at byrja við samgonguskjalinum. Venstre lovaði undan seinasta vali skattestop, sum merkir, at eingin skattaáseting skuldi hækka í prosentum ella krónum. Konservative lovaðu skattalætta. Endin var at samgonguskjalið ásetti skattestop beinanvegin, og skattalætta seinni, um ráð vóru. Og harvið byrjaði stríðið, kann man siga.

Konservative hava teir fimtan mánaðirnar henda stjórnin hevur sitið, fýra ferðir megnað at fáa skattalættar á dagsskrá í miðlunum við ymiskum rættiliga ítøkiligum uppskotum um, hvussu ein skattalætti kann fremjast og fíggjast.

Fyrst vildu teir minka barnastyrkin í stigum og samstundis lækka skattin, soleiðis at tað ikki rakti barnafamiljurnar ov hart. Venstre hevði lovað at vælferðarsamfelagið skuldi verjast, vildi halda hetta vallyfti, og segði nei til uppskotið hjá Konservative.

Síðani var ætlanin hjá Konservative at rokna sokallaðar dynamiskar effektir inn og fíggja ein skattalætta við at fólk væntandi fingu hug at arbeiða meira og fóru at brúka meira pening orsaka av skattalættanum. Hesum sjónarmiði talaði Fogh Rasmussen sjálvur fyri fyri tólv árum síðani, tá hann var skattaministari. Men nú segði Fogh, at pengarnir skuldu vera í kassanum, áðrenn teir skuldu latast sum skattalætti, so hann trýr ikki longur uppá Breckmannomics.

Seinni vildu Konservative fremja generellar og málrættaðar sparingar í almenna sektorinum. Generellar sparingar ganga út uppá, at útreiðslurnar til fyrisiting vaksa minni enn lønar- og prísvøksturin, men hesar verða longu framdar og brúktar fyri javnt og samt at økja produktivitetin í almenna sektorinum.. Og Venstre svaraði um málrættaðar, at teir vildu hava ávíst sparingarnar fyrst.

Og kanska var tað tað, sum í síðstu viku fekk Konservative at vilja minka vøksturin í sosialum veitingum og samstundis geva skattalætta. Teir vístu á, at upphæddirnar, sum fólk fáa í sosialum veitingum hava vaksið skjótari enn lønin hjá teimum sum forvinna minst. Argumentið fyri skattalættanum var so, at tað ikki so væl munar at arbeiða í staðin fyri at vera arbeiðsleysur.

Orsøkin til hesa gongd er, at sosialu veitingarnar verða dagførdar ájavnt við vøksturin í miðal lønum. At sosialar veitingar vaksa skjótari enn lønin hjá teimum lægstløntu má tí merkja, at ójavnin í lønum er vaksin. Tað hevur forrestin eingin víst á enn!

Hetta vísir eitt áhugavert fyribrigdi, sum kann kallast eitt incitaments-paradoks. Ofta verður sagt at størri spjaðing í lønunum økir hugin at stremba eftir at forvinna meira, t.d. at fáa sær útbúgving. Men sum er merkir hetta eisini, at hjá arbeiðsleysum munar minni at søkja arbeiði.
Send en kommentar