Sider

fredag den 3. oktober 2003

Hvat fer Irak at enda við?

(Grein í Sosialinum 3. oktober 2003 undir teiginum »Teldubrævið«)

Tann næsti tankin, sum kom til mín 11. september 2001 eftir at Kim segði mær um álopið á World Trade Center og Pentagon var optimistiskur. (Tann fyrsti var, at nógv fólk vóru deyð.) Hetta var áðrenn eg hevði sæð myndirnar í sjónvarpinum. Áðrenn eg hevði hoyrt nakrar reaksjónir uppá álopini. Eg hugsaði, at nú fóru amerikanararnir kanska at loysa trupulleikan Miðeystur einaferð med alla.

Tað er nú beint yvir eitt ár síðani, at Bush forseti fekk heimild frá Kongressini at brúka hermegi at avvápna Saddam Hussein. Hópoyðingarvápn vórðu brúkt sum umbering, hóast øll prógv bendu á, at eingi slík vápn vóru í Irak. (Hetta skrivaði eg um fyri einum ári síðani.) Eg skilji ikki at fólk, sum ikki kravdu at síggja prógv fyri hópoyðingarvápnum undan krígnum, nú eru ill tí tey vórðu villleidd.

Sjálvandi var tað ein onnur ætlan við at fella Saddam Hussein: Irak var rætta staðið at byrja, skuldi man tvinga fólkaræði til Miðeysturs. Man visti tá heldur ikki rættiliga, hvat annað man skuldi gera í bardaganum ímóti yvirgangi, so at leypa á Irak var hóskandi uppgáva.

Mong ávaraðu um, at vit vita so lítið um Miðeystur og søgdu, at tað var vónleyst at fáa fólkaræði í einum landi í Miðeystri, tí tað er ikki møguligt í teirra mentan. Hesum loyvi eg mær at ivast í, í hvussu er tann partin, ið er at atkvøða, duga fólk í Miðeystri:

Sangkappingin »Idols«, sum føroyska Ása var við í Danmark til hon varð blakað úr, hevur eisini verið í Miðeystri, har kappingin varð nevnd »Superstar« og fevndi um fleiri lond. Í finaluni, sum var um miðjan august, vóru tvey ung talent úr Jordan og Sýria, og gentan úr Jordan vann við 52% av atkvøðunum hjá hyggjarunum ímóti 48% til tann frá Sýria. Hálv fimta miljón fólk úr øllum Miðeystri atkvøddu gjøgnum Internet. (AP-Beirut og New York Times) Tað áhugaverda og nýggja er ikki, at tey hava sangkappingar, men at fólkið slapp at velja vinnaran, og tí var sigurin eisini so tepur!

Gallup International spurdi um mánaðarskifti apríl-mai 25000 fólk í meira enn 30 londum um teirra støðu til kríggið í Irak. Hetta var tá undirtøkan fyri krígnum var størst í USA, tað var jú 1. mai Bush fráboðaði at kríggið var av. Tað var rættiliga áhugavert, at mest positivu metingar um avleiðingarnar av krígnum komu úr Kosovo, har undirtøkan fyri krígnum var størri enn í USA. (Gallup International /Berlingske Tidende, mai 2003)

Í Kosovo hava tey fyri ikki langari tíð síðani kent ágóðan av altjóða uppílegging og amerikanskari hermegi. Teirra hugsan í dag boðar kanska frá góðum um vánirnar fyri at vinna í Irak sum frálíður. Størsti vandin fyri heimsfriðin og –stabilitetin er ikki hópoyðingarvápn, men ungir arabarar, sum eru illir um støðuna, sum er úrslit av religiøsara kúgan, geva Vesturheiminum skyldina, og gerast amboð hjá ekstremistunum. Tí má stríðið í Irak vinnast.

Hetta vita ekstremistisku átrúnaðarligu leiðararnir, sum kunnu missa valdið. Bardagin millum fólkaræði og religiøsa kúgan stendur tí nú í Irak. Og harða og varandi mótstøðan í Irak er ikki tekin um at amerikanarar eru við at tapa, men tekin um at muslimskir átrúnaðarligir leiðarar óttast at missa sítt vald.

Muslimsku londini hava júst samtykt ikki at stuðla amerikansku hersetingini, og í staðin at heita á amerikanarar um at fara úr Irak. Hesar stjórnir fara harvið í part við átrúnaðarligari kúgan, men teirra grundarlag er partvís sama kúgan. Hesar stjórnir hava eisini stuðlað Saddam Hussein og hava tí svikið irakiska fólkið.

Yndissamanberingin hjá mongum, sum stuðla krígnum í Irak eru Týskland og Japan í 1945. Tá eydnaðist væl at endurbyggja londini sum fólkaræðislig samfeløg. Men ein munur er á støðuni í Irak nú og støðuni í Týsklandi og Japan í 1945: Mótstøðan móti amerikanarum í Irak fær aktivan stuðul úr fleiri londum.

Verður einki gjørt við hetta, minnir Irak meira um Afghanistan hjá russum í 80-unum og Vietnam hjá amerikanarum í 60- og 70-unum.
Send en kommentar