Sider

lørdag den 23. marts 2002

Cirkus Farum

(Grein í Sosialinum 23. mars 2002 undir teiginum »Teldubrævið«)

Tað var ætlanin, at hetta skuldi snúgva seg um stríðið sum hevur verið um nýggja Institut for Miljøvurdering og kontroversiella stjóran Bjørn Lomborg, sum har er settur. Men eitt annað mál kom í vegin: Tað gjørdist ov stuttligt í Farum.

So vit skulu til nakað heilt annað.

Fyrst nøkur fakta: Peter Brixtofte úr Vinstra varð borgmeistari í Farum aftaná kommunuvalið í 1989 og hevur sitið síðani. Á valinum 20. november í fjør fekk Vinstra 52.5 % av atkvøðunum og 11 av 19 sessum í býráðnum. Peter Brixtofte byrjaði sítt fjórða skeið sum borgmeistari við 4020 persónligum atkvøðum. (Í Farum vóru íalt 12174 fólk á vali.)

Fyrst í februar fór gølan á rull! Sum øll helst vita byrjaði tað við avdúkingum í B.T. um, at Peter Brixtofte drakk ómetaliga dýrt vín í arbeiðstíðini og lat kommunukassan rinda.

Samstundis kom fram, at samanblanding hevði verið av pengum hjá kommununi og fótbólsfelagnum Farum, sum er partafelag við m.a. Peter Brixtofte sum partaeigara. Tó var tað serliga tað dýra og nógva vínið, sum fjølmiðlarnir góvu gætur, tí tað er jú nógv stuttligari, at maðurin koyrir (býin) fullur.

Síðani kom eisini fram, at ikki stóð so væl til fíggjarliga hjá kommununi, sum Brixtofte hevði vilja verið við. Bókaðar vóru væntaðar inntøkur, og eitt stórt lán, kommunan hevði tikið, hevði býráðið ongantíð hoyrt um.

Beinanvegin eftir fyrstu avdúkingarnar í B.T. fór Brixtofte sjálvboðin í sjúkrafarloyvi, og hann skuldi vera burtur í tríggjar mánaðir. Stríðið um hvør skuldi vera borgmeistari byrjaði, og er í skrivandi stund ikki heilt avgjørt.

Varaborgmeistarin Per Edrén (120 persónligar atkvøður) var úr øðrum flokki (Konservative Folkeparti), og Brixtofte og Vinstra vildu ikki hava hann sum avloysara. Í staðin slapp ein triði, Henrik Jerger (85 atkvøður) úr Vinstra, at royna seg.

Jerger legði upp til samstarv við andstøðuna í býráðnum, og lovaði at kanna alt sum farið var fram. Hetta hóvaði nokk ikki Brixtofte, tí teir tríggir mánaðirnir gjørdust stuttir, Brixtofte broytti meining niðri á Lanzarote, har hann krógvaði seg, og kom heim aftur eftir einans eina viku. Harvið varð Brixtofte aftur borgmeistari.

Ikki vóru øll so fegin um hetta, heldur ikki partamenn Brixtofte. Skjótt fekk andstøðan tveir Vinstramenn í sín part og hevði meiriluta, og afturfyri gjørdist annar teirra, Erik Fuchs (86 atkvøður), nýggjur kandidatur at avloysa Brixtofte, so skjótt nýggi meirilutin hevði suspenderað Brixtofte.

Fuchs náddi at fara í miðlarnar at tosa um sínar ætlanir um, hvussu býráðsarbeiðið nú skuldi verða í Farum, og at vísa sjónvarpinum (og øllum Danmark) stólin, hann sat í, tá hann skrivaði undir avtaluna, sum skuldi gera hann til borgmeistara.

Um hetta reyp gjørdist ov nógv fyri onkran er ikki til at siga. Kanska hevur Brixtofte eina klemmu á læknan, sum hevur arbeitt fyri Farum Boldklub. Ella lat hesin seg bara lokka við borgmeistaraketuni. Í øllum førum gekk einans gott og væl eitt samdøgur, so var sætti borgmeistarin í stutta tíð klárur. Brixtofte fekk læknan Paul Wachtell (162 atkvøður) úr Borgaralistanum, sum var í andstøðumeirilutanum, at skifta síðu og fara í part við restini av Vinstra, sum annars var í minniluta. Soleiðis hevði Brixtofte aftur meiriluta í sínum parti. Partur av avtaluni við Wachtell var, at Wachtell skuldi vera borgmeistari, meðan kanningar fóru fram.

Málið var tó ikki liðugt við tí. Sama kvøld svaraðu tey aftur úr minnilutanum, sum framvegis vildi verða meiriluti. Teimum vantaði einans ein úr Vinstra, so tey skutu upp at Lars Carpens (70 atkvøður) úr Vinstra skuldi verða borgmeistari. Tey royndu at freista vinstramenn og lumpa Wachtell.

Tað var soleiðis hesar dagar, at man vaknaði og hugdi á tekstvarpið fyri at vita, hvør í løtuni stóð at skula avloysa Brixtofte. Eftir at hava hugsað seg um boðaði Carpens tó frá, at hann helt fast við avtaluna, sum Vinstra hevði við Wachtell, og at hann ynskti ikki at gerast borgmeistari. Kanska tí hann hugsaði um, hvørjum teir, sum vóru farnir ímóti Brixtofte, komu út fyri.

Samstundis sum ein røð av borgmeistarakandidatum hava bjóðað seg fram at loysa Brixtofte av er nevniliga komið fram, at hesir heldur ikki hava havt heilt reint mjøl í posanum. Fjølmiðlarnir hava havt rættiliga lætt við at fáa innlit og fáa fatur á upplýsingum um avloysarakandidatarnar hjá skiftandi meirilutum í Farum býráði. M.a. kom fram at Fuchs hevði fingið mista inntøku endurgoldna frá kommununi fyri at fara til jólafrokost. Um hetta segði Brixtofte, at einki skal krógvast í Farum.

So enn situr Brixtofte, eins og hann hevur gjørt meginpartin av tíðini. Í morgin mikudag skal býráðið gera av, um hann skal suspenderast, og hvør so skal loysa hann av.

Higartil hava sjey nøvn nevnd sum borgmeistarar ella komandi borgmeistarar. Nógv hava harumframt bjóðað seg fram, men ikki fingið meiriluta.

Hevur andstøðan givið skarvin yvir, ella kemur eitt áttanda navn? Finna tey kanska okkurt um Wachtell? Hann hevur arbeitt fyri Farum Boldklub. Hvussu fekk hann løn?

--------

Ískoyti aftaná: Longu áðrenn valið dagin eftir av Wachtell til borgmeistara, varð aftur nýggjur kandidatur avtalaður, Carpens úr Vinstra. »Cirkus Farum« helt fram. Og tað gjørdist ikki neyðugt at leka nakað belastandi um Wachtell.

Ingen kommentarer: