Sider

tirsdag den 24. april 2012

Økonomar ávaraðu eisini í Danmark

Tá danskir økonomar, núverandi og fyrrverandi limir í formansskapinum í Búskaparráðnum, vóru úti og ávaraðu ímóti at framskunda skatting av pensjónum, sum gjørt varð í Føroyum, vóru fleiri í Føroyum frammi við pástandinum, at økonomar altíð fara skeivir, og m.a. hevði alt ov lítið verið av ávaringum áðrenn núverandi kreppu.

Hetta er ein populer uppfatan um búskaparfrøðingar sum heild, men áðrenn eg hyggi uppá hvat danska Búskaparráðið segði og nær, vil eg minna á, at eg áður havi víst á, at viðvíkjandi Føroyum er hetta als ikki rætt: Búskaparráðið ávaraði í hákonjunkturinum.

Hvussu so við danska Búskaparráðnum? Vit kunnu taka nøkur dømi:

søndag den 22. april 2012

Handa vikan í makreli v/ Jóannesi Jacobsen

Jóannes Jacobsen viðmerkir 13. apríl grein á portalinum, Semja um makrelin:
Stalinistiskur planbúskapur í verki: 'Vit [politikkararnir í samgonguni] eru samdir um, hvussu fiskaríið verður skipað, vit eru samdir um, hvat gjaldið fyri makrelin skal verða, vit eru samdir um, hvussu býtið verður skipað millum skipabólkarnar, og vit eru samdir um, hvussu landingarnar skulu fara fram', sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri.
Eg spyrji eina ferð aftrat: Hvar eru tey í samgonguni, sum rópa seg liberal? Hava tey verið til avvenjingar í Norðurkorea, ella hava tey altíð verið stalinistar?
(...)
Og bureaukratiska skrúvan strammast enn meira: 'Allur fiskur eigur at landast um føroyskan keikant fyri at skapa virðisøking í vinnuni og útlendskur ognarskapur í høvuðsvinnuni eigur at avmarkast', sigur løgmaður.
Hvar er liberala álitið á, at dugnalig føroysk vinnurekandi í eini fríari vinnu gjøgnum opna kapping sjálvi klára at finna út av, hvør skal hava hvussu nógv fiskirættindi til hvønn prís, hvar veiðin skal seljast, hvør fíggingin skal fáast til skipini osfr osfr? Tað finst so ikki í 'liberalu' flokkunum í samgonguni.

lørdag den 21. april 2012

Sámal kritiserar Hanus Kamban

Viðmerking til Sámal Matras Kristiansen og hansara grein á vágaportalinum (og Sosialinum frammanundan), Kritikk av ideologiskari ideologi-kritikk, sum viðger greinarøðina hjá Hanus Kamban um bardagan hjá Fólkaflokkinum ímóti miðalklassanum:
Eg veit ikki, Sámal, men mær dámar faktisk einki serligt hasa greinina hjá tær. Eg skilji ikki ordiliga hvat tú vil, annað enn at geva eina meira nuanseraða mynd enn ta, sum Hanus teknar av politikkinum og samfelagnum. Og so blívur tað til sjálvfylgiligheitir, tó á einum semi-akademiskum støði.
Í ongum av teimum punktunum tú tekur fram haldi eg tú vísir á, at Hanus skrivar nakað sum er skeivt ella misvísandi, bara at aðrir møguleikar eru, enn tað sum Hanus vísir á sum tað skilabesta. Og í onkrum føri haldi eg at tíni alternativ eru illa argumenterað fyri, so man fer at geva Hanusi meira rætt enn longu frammanundan.
Ikki fyrr enn í niðurstøðuni skilji eg (haldi eg) hvat tú poengið er við tíni grein, sum eg so síggi, at eisini yvirskriftin sigur, men tað er kortini ikki tín niðurstøða, bara eitt hjartasuff at enda. Og har haldi eg eisini, tú fer skeivur, ella at tú í minsta lagi í ávísan mun hevur misskilt Hanus.
Eg siti við einum varhuga av, at tú er byrjaður uppá hasa greinina, og so hevur skrivað hana lidna, hóast tú ikki hevði nakran boðskap.
Nå, eg kundi skrivað eina grein at viðgjørt tína grein, men eg tími ikki, tí eg vænti hon verður líka ógreið og flákrandi sum tín. Eg veit ikki heldur hví eg skrivi hesa lítlu viðmerking til tín, men kanska tí eg haldi tú framstendur hálvavegna naivur í hasi greinini, og als ikki hevur fylgt við, hvussu ógvusligar avleiðingar núverandi kreppan hevur havt fyri fólk, eisini trygga miðalklassan, í teimum samfeløgum, sum Hanus ávarar ímóti, at Føroyar fara at líkjast meira.

torsdag den 19. april 2012

Tørvur á meira -- ikki minni -- progressivum skatti

Tað er mín pástandur, at skatturin eigur at blíva meira progressivur heldur enn meira flatur. Tað merkir at skattalættin hjá ABDH, sum fór til hægri miðalinntøkur og háinntøkur, skuldi heldur farið til lág- og miðalinntøkurnar. Man skuldi sostatt heldur flutt øll skattastigini og botnfrádráttin eitt sindur uppeftir inntøkustiganum, heldur enn einans at flyta ovastu stigini, ið hevur havt við sær at talan stórt sæð er um flatskatt.

Her eru mínar grundgevingar: Globaliseringin setir økt krøv til liberalisering av vinnulívinum fyri at menna produktivitetin og varðveita kappingarførið. Men hetta vil raka vinnur ójavnt, og serliga arbeiðsmegina ójavnt í ymsum vinnum. Nakrar vinnur vilja vinna nógv uppá liberalisering og kunnu varðveita góðar lønir, meðan aðrar vinnur merkja lønartrýst av liberaliseringini. Marknaðurin fer tí at skapa meira ójavna enn fyrr. Og tað er her eisini vigtugt fyri rættvísi í meira progressivum skattastiga, at ójavnin í inntøku er ikki bara størri, men inntøkan hjá fólki er eisini í størri mun enn fyrr avgjørd av hepni enn av arbeiðsinnsatsi og evnum hjá tí einstaka: Hvør er í teimum vinnum, sum vaksa orsakað av liberalisering. Vakstrarpotentialið fyri vinnur -- og harvið fyri ójavna -- er størri, tá allur heimurin er marknaður.

onsdag den 18. april 2012

Strukturella hallið er skapt av ABDH

Í Løgtinginum segði Eyðgunn Samuelsen í dag, at Landsbankastjórin hevur sagt í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, at tey í Landsbankanum meta strukturella hallið at vera góðar 200 mió kr.

Tíverri er hetta einans ein meting, og byggir ikki á eina nágreiniliga greining og útrokning. Eg havi í øðrum sambandi longu skrivað um tørvin á at kenna strukturellu salduna. Tað er ov galið, at Føroyar ikki hava tøl fyri strukturella saldo, tí lítið skil er á kjakinum um fíggjarpolitikk í Føroyum, har hugtøk verða blandað við vilja og av óvart, og pástandir úr leysum lofti verða slongdir út. Um ein leypandi faklig óheft meting varð gjørd av, hvat strukturella saldoin er, hevði tað helst betur enn nakað annað megnað at lúka út í tí ringasta møsninum, sum verður ført fram um fíggjarpolitikkin og fíggjarpolitiska haldførið. Ein óheft meting um ávirkan á strukturella salduna skuldi eisini verið kravd sum partur av fyrireiking av øllum uppskot til fíggjarlóg og skattabroytingar.

tirsdag den 17. april 2012

Krugman: Europeiskt búskaparligt sjálvmorð

Undir yvirskriftini Europe's Economic Suicide skrivar Paul Krugman um skilaleysa búskaparpolitikkin í Europa, serliga Euro-økinum, har tað almenna er sett at spara í fleiri londum, har lágkonjunktururin rakar harðast í forvegin, og hildið verður aftur í teimum londum, sum hava best ráð at seta meira ferð á fyri at hjálpa hinum úr kreppuni.

Mítt hjartasuff (ella illsinnisgleps) á facebook var hetta:
Hetta kundi verið ein kreppa sum allar aðrar, bara eitt sindur djúpri og kanska eitt vet drúgvari, men annars tað sama sum so ofta fyrr. Tí er tað ein stór tragedia, at tað er skeivur kreppupolitikkur, sum skapar hesa vanlukku.
Rentuhækking hjá ECB síðsta summar var væl timað til at steðga framgongdini í búskapinum og fallinum í arbeiðsloysinum, sum akkurát var byrjað. Og so sóu vit hvussu sparipolitikkurin hjá nývalda Cameron vendi framgongd til afturgongd. Og tá tað var prógvað, at tað ikki riggar, so velja spaniólar eina borgarliga stjórn sum lovar at royna tað sama. Fólkið hevur sjálvt valt, men hevur betri uppiborið kortini.
Øll tey lærdu sum standa á odda í ECB og í stjórnunum í Europa hava av óforstáiligum orsøkum blakað alt tey hava lært til viks. Hóast øll data í hesi kreppu hava víst, at vanligu amboðini rigga sum lærubøkurnar siga. Men man hevur hildið seg til moralprædikur, heimaráð og lummafilosofi, sum ongantíð hevur riggað. Tað er ein fallitterklering fyri tey sokallaðu klóku!
(Ja, búskaparkjakið og politikkurin í Føroyum hava havt allar teir somu ingrediensirnar, herundir eisini at fara til eina borgarliga stjórn, og skeiv ráðgeving.)

Eg skal í seinni grein greiða nærri frá teimum viðurskiftunum, eg her nevni. Talan er um greinar, sum hava verið ávegis eina tíð nú.

Kim um Boga um pensjónsaldur

Bogi Andreasen, sum er varamaðurin á Løgtingi umboðandi Fólkaflokkin, hevur grein á Vágaportalinum um pensjónsaldur. Einfalda loysnin hjá Boga manglar nógvar detaljur, so neyvan hevur Bogi sett seg nevniverdugt inn í málið áðrenn hann hevur skrivað greinina. Kim Hansen, ið arbeiðir við at rokna uppá tryggingar og pensjónir, ger á facebook viðmerkingar til greinina hjá Boga:
Nú er umframt útreiðslurnar eisini framtíðin vorðin eitt problem hjá fólkafloksmonnum!
Men eg skilji ikki heilt hugskotið hjá Boga. Meinar hann at fólk fara at arbeiða heldur enn at fáa fólkapensjón? Ella meinar hann at tey skulu fáa hægri fólkapenssjón um tey velja at fara seinni á pensjón?

mandag den 16. april 2012

Ingolf S. Olsen um orðalagið í politiska kjakinum

Ingolf S. Olsen skrivaði á facebook:
Píka 7, sum generella orðalagið og tónin í polistiska og samfelagsliga kjakinum hevur nógv at siga. Retorikkurin, atfinningarnar og tann dagligi politiski gangurin her heima hava altíð verið hildin í eini alt ov høgari tónalegu og við alt ov sterkum orðum í mun til veruligu støðuna. Tað høga C'ið hevur verið ýlt um bagatellir, og úlvurin er spáddur at koma fleiri feriðir um dagin so leingi, at hvøllu andstøðubrestirnir, sum nú hoyrast, og royndin at vekja áhoyrararnar við dundurtalum í snjøllum crescendo ikki rína við longur. Fólk halda eisini nú, tá politiska andstøðan, frøðingar av ymsikum slagi og áhugabólkar gartera um samgonguna og hennara gerningar, at hetta er bara, sum tað plagar, at hetta er bara tað vanliga andstøðugrenjið. Tað er veruliga vanlukkan. Tí tað, sum hendir í Føroyum í hesum døgum, tað sum henda samgongan ger og ætlar at gera á næstan øllum økjum, tað er alt annað enn "bara tað vanliga". Tað ER ein vanlukka í orðsins rætta týdningi.

Hava Kaj Leo og co gjørt nakað rætt?

Í drúgvari formansfrágreiðing á landsfundi Sambandsfloksins, nevnir Kaj Leo fleiri ferðir, hvussu gott tað hevur verið, at Sambandsflokkurin hevur verið í samgongu, tí úrslitini hava verið góð og síggjast nú. Tvey dømi um góð úrslit ið hann nevnir eru, at hallið á fíggjarlógini í 2011 endar við at vera minni enn helvtina av tí væntaða, tá árið byrjaði, og at stórur búskaparvøkstur  var 2010. (Sum eg havi skrivað her, er hetta ein sannleiki við modifikatiónum.)

Og 3. apríl tók Kaj Leo eitt sindur saman um í samrøðu við Rás 2 um minkaða fíggjarlógarhallið, og segði at hetta vísir, at samgongan hevur gjørt okkurt rætt.

Pínligur brølari hjá Kaj Leo

Í formansfrágreiðing á landsfundi Sambandsfloksins, hevur Kaj Leo reypað av stórum búskaparvøkstri:
Føroyski samfelagsbúskapurin hevur tað gott samanborið við onnur lond í Evropa. Vit kunnu staðfesta ein stóran búskaparvøkstur í 2010, vinnan roynir at gera nýíløgur og arbeiðsloysið sær út til ikki longur at hækka.
... og seinni í frágreiðingini verður heilt galið:
Vøksturin í føroyska búskapinum (BTÚ) var í 2010 uppá heili 7 % ella heilar 842 mió.kr. sambært Hagstovuni. Hetta er ein vøkstur, sum eg sum Løgmaður fegnist um at fáa staðfestan og sum eg vil virka fyri heldur áfram. Vøksturin er ein tann størsti í Evropa í hesum truplu búskapartíðum.

lørdag den 14. april 2012

Høgni hevur eisini fingið nokk av Kaj Leo

Høgni Hoydal viðmerkir á facebook "Nøkur søgd orð frá landsins løgmanni í dag":
- "Ríkisfelagsskapurin aldri havt størri týdning enn í dag - tær 8 mió. eyka í blokkstuðli fyri 2012 hava longu hjálpt til at venda búskapinum (!) - (Ja, fyrstu 3 mánaðirnar í 2012 svarar tað til einar 2 mió eyka í biddarapeningi. Minni enn útgoldið er í kostnaðarendurgjaldi til politikarar...)
- "Tilfeingisgjald er størsta sosialpolitiska átak í søgu sambandsfloksins"(!) - (Ja, so vinnupolitikkur er sosialpolitikkur, meðan 300 mió í flatskattalætta til helvtina av fólkinum og 235 mió. tiknar frá framtíðini er ikki sosialpolitkkur...)
- "Vit hava ongantíð ætlað at hækka pensjónsaldurin til 68 ár næsta ár"(!) - (Ja, tað er altso bara tvætl, tá tað stendur svart uppá hvítt í uppskotinum, sum er lagt fyri tingið...Hann kundi eins væl sagt: "Nei, tvætl, eg lúgvi alt...)
- "Vit gera nú tað, sum fullveldissamgongan ikki megnaði í 2002"(!) - (So fullveldissamgongan skuldi altso í 2002 - sambandið hevur annars sitið við leiðsluni og fíggjarmálum síðani 2004 - gjørt eina flatskattaskipan fyri aðra helvtina. Tikið hækkaðan pensjónsskatt frá teimum lægstløntu og frá framtíðini. Skorið útbúgving, mentan, strandferðslu og lagt brúkaragjøld á heilsuverkið fyri at fíggja skattalættar...)
Eg spyrji meg sjálvan, um tað yvirhøvur finst nakað mark fyri ábyrgdarundanstøkkingini, meiningsloysinum og vitloysinum í framferðini og søgdu orðunum frá landsins sonevndu leiðslu?

Hans Pauli ákærir Kaj Leo, løgmann

Hans Pauli Strøm er rættiliga avgjørdur á facebook um løgmann og hækking av pensjónsaldri:
LØGMAÐUR ER EIN GEMENUR LYGNARI !
Í útvarpinum á middegi 14. apríl roynir Kvaj Leo - falsliga og ómansliga - at krøkja ætlanina um at hækka pensjónsaldurin upp á Javnaðarflokkin. Hetta er kolasvørt lygn ! Ongin veit tað betur enn eg: eg havi verið Javnaðarfloksins talsmaður í pensjónsmálum frá 1998 til okt. 2011. Fyrstu ferð ein ætlan varð løgd fram um at hækka pensjónsaldurin, var tað gjørt av einum embætisbólki í Fíggjarmálaráðnum meðan Karsten Hansen úr Miðflokkinum var landsstýrismaður í fíggjarmálum nakrar fáar mánaðir í 2008 (í CHE-samgonguni). Tá gjørdi eg sum landstýrismaður á økinum vegna Javnaðarflokkin bart, at hetta kom ikki upp á tal! Hetta er væl og virðiliga skalfest, m.a. alment í samrøðu við Kringvarpið tá !!!
Eftir at seinna ABC-samgongan varð skipað, var ein politiskur fylgibólkur skipaður at royna at fáa eina semju um pensjónsnýskipanina. Eg umboðaði Javnaðarflokkin frá aug. 2009 og gjørdi bart: Javnaðarflokkurin vil undir ongum umstøðum ganga við til at hækka pensjónsaldurin. Tí - og bara av okkara treytaleysu andstøðu - var hetta við pensjónsaldrinum tikið burtur úr arbeiðinum hjá politiska fylgibólkinum.
Javnaðarflokkurin hevur ongantíð, harra lygnari løgmaður - tikið undir við at hækka pensjónsaldurin! Eg havi sjálvur havt tað stóru æru og eydnu at skrivað uppskotið til pensjónspolitikkiin hjá Javnaðarflokkinum. Eg veit hvat eg tosi um. Tú ert ein gemenur lygnari, Harra Løgmaður , Kvaj Leo Holm Johannesen.

Sosialpolitiska átakið hjá Kaj Leo

Eitt ítøkiligt tilboð er komið til Fiksimálaráðið, og boðið er 2.50 kr/kg fyri rættindi at fiska makrel.

Brúka vit henda prísin (sum er ov lágur), er samlaða virði 375 mió kr bara fyri rættindini, og merkir eitt tilfeingisgjald uppá 120 mió sostatt, at man tekur 255 mió frá øllum føroyingum og forerir tað til tey sum fiska makrel, harav nakrar av landsins hægstu inntøkur eru í nótaflotanum.

Sosialpolitiskt átak?

fredag den 13. april 2012

Hanus Kamban: Fólkafl útruddar miðalstættina

Hanus Kamban skrivar í Dimmalætting 13. apríl 2012 um, hvussu tað eydnast høgraideologum at fáa undirtøku fyri einum politikki, sum útruddar miðalstættina:
(eg haldi) ein kann siga, at borgarin í dag sjálvboðin hevur vra­kað sín egna status og slept síni egnu tign. Hann umboðar ikki long­ur hvørki upplýsing, moral, tjóðskap ella á­­trúna, og so als ikki tað slagið av dirvi, sum vit plaga at rópa courage civil.
Borgarin er, veri hann ríkur ella fátækur, skriv­stovumaður ella akade­mikari, endaður sum smá­borgari, ein ið ikki er á varðhaldi, sum undir­brot­ligur hongir stakka­lastás frá hissini monarkum á sína bringu og vanvirðir tey í neðra, arbeiðaran ella hin fá­tæka. Hann gloymir tá, at í tí tey veiku falla, fell­ur hann eisini sjálv­ur.

(Brot úr seinna parti. Fyrri partur her: Dimmalætting 12. apríl 2012.)

Steinbjørn er deyður

Eg harmist um at hoyra, at Steinbjørn B. Jacobsen er deyður. Eg hevði hann í skúlanum, tað árið foreldrini, systir mín og eg búðu í Havn. Okur í 5.b í Kommunuskúlanum høvdu hann í kunningarfakunum, og eitt sum stendur eftir í minninum eru hansara livandi søgur, m.a. úr føringasøgu. Tá vit frá flokkinum hittust aftur á sumri 2010 var ein sum fortaldi, at hon tá trúði, at Steinbjørn var við, tá Sigmund og Tróndur og teir bardust við svøri. Kanska búði hann í Sandvík, tá Sigmund svam úr Skúvoy.

Altíð var hann so prátingarsamur og søgufróður, tá man hitti hann. Seinast eg hitti hann var á ólavsøku (myndin), og fortaldi hann søgur úr Sandvík og gav sína versjón av Føroya søgu síðani kríggið, t.e. undir Heimastýrislógini, har sambandsmenn sjálvsagt fingu sítt. Men uppbyggjandi var hann kortini.

Á ólavsøku 2011. Mynd: Astrid Vestergaard

Hvíl í friði, góði Steinbørn.

torsdag den 12. april 2012

Privat ella alment í "Góðan morgun Føroyar"

Fínt kjak um "Privat ella Alment" í Góðan morgun Føroyar. Tvey fólk, sum høvdu eitt sindur av ideologi við sær, men ikki ov nógv. Ískoytið frá vertinum var tó einki serligt, mest klisjéir og ja/nei spurningar, ið ikki góvu nógva upplýsing um evnið.

Og tað er at gera tað ov einfalt, sum yvirskriftin roynir, at spurningurin er um tað eina er betri enn hitt. Alt eftir hvør uppgávan er (og eina røð av øðrum viðurskiftum), er fyrimunurin størri at hava tað privat ella alment. Summar uppgávur eru betur egnaðar enn aðrar at privat taka sær av. Hetta høvdu gestirnir báðir, Eyðgunn Samuelsen og Poul Michelsen, tó tíbetur hugsað um. (Her er tilfar til fleiri bloggur, og tað fer at koma við seinni høvi.)

"Góðan morgun Føroyar" er sending, har fólk fáa tíð at kjakast uttan stress. Frálíkt. Og tiltrongd til summi komplicerað evni, sum hetta er. Tað er tí sera spell, at lætta formati opinbart ger, at verturin alt ov ofta eisini tekur lætt uppá sína uppgávu og virkar ófyrireikaður.

onsdag den 11. april 2012

Kaj Leo og fiskivinnupolitikkurin

Á facebook greiðir Tórbjørn Jacobsen frá, hvat Kaj Leo, løgmaður, ætlar við fiskivinnupolitikkinum. Ella greiðir frá, er ikki rætt. Hann endurgevur tað sum vit hoyrdu Kaj Leo siga í útvarpinum:
1. januar verður tað tilfeingisgjald á alt okkara ríkidømi á nær- og fjarleiðum........nei, tað verður einki í framtíðar føroyskari fiskivinnu, sum kemur at eita rullandi fiskiloyvir, tað verður avtikið, tað er tað sum vit vilja broyta, hetta her við rullandi, tí tað verður sjálvandi av órøttum ella røttum fata, sum tað hevur nakað við ognarrættin at gera, men tað sum vit gera, men tað sum vit arbeiða við í veruleikanum, tað er, at tú kanst hava ein brúksrætt ímóti einum tilfeingisgjaldi, t.d. hevur man nevnt skipanir, eitt nú niðri í Danmark, har hevur man ein brúksrætt upp á 8 ár, í øðrum londum hevur man so eitt størri áramál. Tað eru tey prinsippini, sum vit skulu fáa loyst, tað er so ein politisk semja, sum vit skulu fáa millum allar flokkar á tingi............tað er í hvussu er mítt størsta ynski og mín størsta vón, at allir flokkar kunnu vera við til, at vit kunnu seta ta skipanina í gongd frá 1. januar 2013........Ja, nú eru vit í hvussu er komin forbí tann prisippiella spurningin, sum vit hava arbeitt øgiliga hart við, og tað er viðvíkjandi tilfeingisgjaldinum. Tað er fyri so vítt komið uppá pláss........eg trúgvi, at vit kunnu finna útav hinum innanfyri eina rímiliga tíð uppá hetta her næsta hálva árið. Tað trúgvi eg.

mandag den 9. april 2012

Hvør er flatari: Kommunuskattur ella landsskattur?

Eitt lítið framhald til í gjar: Eg vísti í gjár á, at flati kommunuskatturin er lítið meira flatur enn skatturin sum landið krevur inn, tá man roknar alt við. (Hesin skattur verður formliga kallaður flatskattur, men síðani atfinningar komu, hevur Løgmaður lagt doyðin á, at hann er progressivur allíkavæl.)

Mannagongdin var einføld: Eg roknaði uppá tey tvey inntøkudømini, sum Løgmaður hevur fingið frá Fíggjarmálaráðnum og brúkar at greiða frá, hvussu progressivur flatskatturin er.

søndag den 8. april 2012

Hvussu progressivur er flatskatturin?

Eg havi fyrr víst á við útrokning, at argumentini hjá Løgmanni fyri at flatskatturin er progressivur er ein sannleiki við modifikatiónum. Men hetta er nakað, sum verður endurtikið upp í saman, aftur nú í vikuni, har Løgmaður í viðmerking til grein frá Samtak sigur, at kommunurnar hava flatskatt, og landið hevur progressivan skatt. Ja landsskattastigin hevur "stóran progressivitet inni".

Løgmaður svarar Samtak og lesara á Vágaportalinum.

torsdag den 5. april 2012

Hvør hevur lisið fíggjarlógina?

Á facebook skrivar Høgni Hoydal í sambandi við at Gjaldstovan hevur uppgjørt Landsroknskapin fyri 2011, at tað er m.a. úrslit av góða arbeiðinum hjá makrelsamgonguni, at botnlinjan í Landsroknskapinum er yvirraskandi góð, og hallið er minni enn helvtina av tí væntaða, tá fíggjarlógin varð gjørd.

Men her heldur Helgi Abrahamsen at Høgni reypar í meira lagi, og við passaligt av sarkasmu skrivar hann:
Sølan av Havsbrún, sigst vera ein av orsøkunum til góða úrslitið (hvat samband tað so hevur við, at Tjóðveldi stuðlaði minnilutasamgonguni o.s.fr.)