Í
útvarpinum í gjár á middegi hevði Dia Midjord samrøðu við Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, um almenna húsarhaldið, í sambandi við at landsstýrið fyrireikar játtanarkarm fyri komandi fíggjarár. Jørgen Niclasen vil vera við, at vøkstur er á inntøkusíðuni, men at trupulleikar eru á útreiðslusíðuni, har tamarhald má fáast á. Og neyðugt er við sterkum lúti, tá sparast skal, verður sagt.
Lat okkum hyggja eftir tølunum.
Skal man meta um almenna búskapin yvir fleiri ár, so er rætt at máta almennar inntøkur og útreiðslur í mun til
bruttotjóðarúrtøkuna, BTÚ. Hetta vísir, hvussu stóran part av samlaðu framleiðsluni í búskapinum, tað almenna tekur inn, og hvussu stóran partur av samlaðu framleiðsluni endar sum almenn nýtsla. Og hyggja vit eftir fíggjarlógini hjá Løgtinginum, sær tað soleiðis út síðani 1998, ið er tað elsta sum er atkomiligt í datagrunninum hjá Hagstovuni, og fram til 2010, sum eru nýggjastu tølini:
 |
Kelda: Hagtalsgrunnurin hjá Hagstovuni,
fyrsta talvan undir Almenn fíggjarmál: AFINNUT |