Sider

Viser opslag med etiketten Andstøðan. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Andstøðan. Vis alle opslag

torsdag den 12. december 2013

Fíggjarpolitikkur og veðrið

In.fo veit at siga
- Javnvág skal vera á fíggjarlógini fyri 2016.
Tað eru bæði samgongan og andstøðan í Fíggjarnevndini samd um.

Men at samtykkja javnvág á fíggjarlógini er líka býtt sum at samtykkja gott veður. Tað er tó bara tann fyrra samtyktin, sum kann verða beinleiðis skaðilig.

torsdag den 10. oktober 2013

Hallur av Rana áhugaverd tøl um føroyskan politikk

Hallur av Rana hevur viðgjørt føroysku politisku skipanina undir síni útbúgving, og setir málið um Skálafjarðartunnilin í størri samanhang -- við m.a. áhugaverdum hagtølum:
”Almenningurin hevur í júst hesum málinum fingið eina skakandi mynd av hvussu politikkur kann verða rikin handan afturlatnu dyrnar í Tinganesið.”
Hetta vóru ein av síðsti setningunum hjá journalistinum í sendingini : ”Skálafjarðatunnilin – kosta hvat tað kosta vil.” Well, at avgerðirnar um stórpolitisk mál verða tiknar aftanfyri afturlatnu dyrnar í Tinganesið er einki nýtt. Tað er okkara politiska siðvenja. Í so máta er Skálafjarðatunnilin einki eindømi og hendan samgongan førir faktiskt bara víðari tí siðvenju, ið hevur eyðkent politisku skipanina síðani 1995. Í samband við mína bacheloruppgávu síðsta vár, fann eg framm til at 66% av øllum uppskotum, síðani nýggja stýrisskipanarlógin var sett í gildið, verða løgd framm av landsstýrinum. 52% av hesum uppskotum verða samtykt uttan at løgtingið ger nakað broyting yvirhøvur. 39% av teimum verða samtykt, við onkrari broyting. Tað vil siga, at 91% av uppskotunum frá landsstýrinum verða samtykt, harav flestu teirra, verða samtykt soleiðis sum sitandi landsstýrið ynskir at tey skulla vera. Bara 1,3% av uppskotunum frá landsstýrinum verða feld. Fyri at illustrera hetta síðsta hagtalið eitt sindur betri, so eru tað einans 12 uppskotum sett framm av landsstýrinum síðsti 17 tingseturnar, ið eru feld av løgtinginum. Tað er ræðandi lítið. Eyðsýnt er tí, at tað er rættiliga ósannlíkt, at eitt uppskot frá landsstýrinum verður felt, óansæð hvat orðaskiftið í tinginum ella fjølmiðar, avdúka. Nevnast kann so eisini, at av feldum uppskotum eigur løgtingið 95,8%.
Legg til merkis viðvíkjandi hesum hagtølum, at tað er ikki samgongu, andstøða býtið, ið eg viðmerki, men valdsbýtið millum løgtingið, sum lóggevandi vald og landsstýrið, sum útinnandi vald. Tað er ikki at taka munnin ov fullan, um eg sigi at løgtingið hevur í praksis frásagt sær tað lóggevandi valdið og givið tað til landsstýrið. Tað hevur so ført við sær, at landsstýrisfólk og løgmann ikki kenna sær hógv, men oftani føra seg framm, sum tey hava óavmarka vald. Hetta er ikki bara galdandi fyri hesa samgonguna, men Skálafjarðatunnilin er eftir mínum tykki eitt dømi um hetta. Løgtingið og tann viðgerð, ið fer framm har, verður sostatt ikki nógv meira enn ein sjónleikur fyri almenninginum. Uttan at fara inn í eina teoretiskan frágreiðing, so er trupuleikin, at stýrisskipanarlógin er ein mótsigandi lóg, ið bæði mælir til eitt tríbýtið av valdinum, men eisini, við at innføra parlamentarismu, eina samanrenning av valdinum. Við øðrum orðum, stýrisskipanarlógin er ein stór andsøgn.
Tað er eftir mínum tykkið størsti trupuleikin við føroyskum politikki í dag, men tíverri ein støða, ið flest allir flokkar, tykjast at stuðla.

torsdag den 22. august 2013

Skálafjarðartunnil nú!

Hví vilja Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi so fegin hava Sandoyartunnil?

Eg haldi andstøðan (minus tveir) skuldi staðið saman um skilabesta tunnilsuppskot á Tingi, tað hjá Framsókn.

Tólv atkvøður úr andstøðuni, ið bjóða seg til, tá eigur bera til at fáa fimm atkvøður úr samgonguni, ikki minst frá teimum í Eysturoy.

Tí so verður bummgjaldið bara ein triðing í mun til tað sum Kári Post hevur avtalað við CIP. Tað fer at gera mun hvønn einasta dag í 50 ár.

Ongar fiksar loysnir, takk!

onsdag den 12. december 2012

Ræðist Kringvarpið samgonguna?

Fíggjarnevndin hevur skrivað álit um fíggjarlógina. Andstøðan hevur gjørt eitt broytingaruppskot, sum gevur vøkstur og nýggjar inntøkur, men hesum trýr Kringvarpið ikki ordiliga uppá:
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi siga seg kunna fáa hallið niður í 153 mió. kr. næsta ár.
Tað er gott við eini kritiskari pressu.

Samgongan hevur eftir fíggjarnevndarviðgerðina eitt fíggjarlógaruppskot, sum hevur eitt sindur størri hall:
Hallið á fíggjarlógini verður 242 mió. kr.
Her er eingin slingur í valsinum. Samgongan og Bárður siga tað, so verður tað borið víðari av Kringvarpinum.

Italskir tilstandir í ABDH

Síðstu vikuna er italska statsobligatiónsrentan hækkað. Og orsøkin er, at Berlusconi hevur avgjørt at stilla upp aftur. Samstundis sum italska obligatiónsrentan hækkar, lækkar tann týska, so tað vit rópa italska rentu-gloppið er vaksið uppaftur meira. Rentu-gloppið, t.e. meir-rentan italska stjórnin noyðist rinda, er kostnaðurin av, at teirra kredittvirði er verri enn týska. (Sjálvt Spania hevur fingið trupulleikar av, at Berlusconi ætlar gera comeback.)

tirsdag den 11. december 2012

Politikkurin ávirkar búskapin, ikki snakk

Á fíggjarmarknaðinum uppføra fólk seg til tíðir sum hysteriskar kellingar, sum Lykketoft segði. Men tað gera fólk ikki við sínum privatbúskapi. Psykologi og álit hevur nógv at siga fyri búskapin, men hvørki samgonga ella andstøða kunnu ræða fólk við at snakka. Ella rópa.

Tað er politikkurin hjá samgonguni sum er orsøk til, at búskapurin koyrir í tómgongd.

onsdag den 30. maj 2012

Andrass Skaalum um uppboðssølu

Andrass Skaalum viðmerkir (m.a. her og her), at sambandsmaðurin Eivin Jacobsen hevur atkvøtt saman við andstøðuni um uppboðssølu av makreli:
Út frá einum liberalum búskapar sjónarmiðið tykist mær haldgott grundarlag verða fyri uppboðssølu.
Í prinsippinum ein rættiliga einføld skipan.
  • Vinnan regulerar seg sjálva og best riknu fyritøkur fáa mest burturúr.
  • Nýggir aktørar hava fríari atgongd at gera seg javnbjóðis galdandi.
  • Minst møgulig binding til politisku skipanina, ið bert skal tryggja karmarnar.
Politiska skipanin fær tá helst brúkt orku sína betur til onnur konstruktiv stig fyri vinnuna.
Margháttlig at sokallaðir liberalir flokkar, brádliga ikki vilja vita av einum veti av liberalismu.
hmmmmm?

onsdag den 11. april 2012

Kaj Leo og fiskivinnupolitikkurin

Á facebook greiðir Tórbjørn Jacobsen frá, hvat Kaj Leo, løgmaður, ætlar við fiskivinnupolitikkinum. Ella greiðir frá, er ikki rætt. Hann endurgevur tað sum vit hoyrdu Kaj Leo siga í útvarpinum:
1. januar verður tað tilfeingisgjald á alt okkara ríkidømi á nær- og fjarleiðum........nei, tað verður einki í framtíðar føroyskari fiskivinnu, sum kemur at eita rullandi fiskiloyvir, tað verður avtikið, tað er tað sum vit vilja broyta, hetta her við rullandi, tí tað verður sjálvandi av órøttum ella røttum fata, sum tað hevur nakað við ognarrættin at gera, men tað sum vit gera, men tað sum vit arbeiða við í veruleikanum, tað er, at tú kanst hava ein brúksrætt ímóti einum tilfeingisgjaldi, t.d. hevur man nevnt skipanir, eitt nú niðri í Danmark, har hevur man ein brúksrætt upp á 8 ár, í øðrum londum hevur man so eitt størri áramál. Tað eru tey prinsippini, sum vit skulu fáa loyst, tað er so ein politisk semja, sum vit skulu fáa millum allar flokkar á tingi............tað er í hvussu er mítt størsta ynski og mín størsta vón, at allir flokkar kunnu vera við til, at vit kunnu seta ta skipanina í gongd frá 1. januar 2013........Ja, nú eru vit í hvussu er komin forbí tann prisippiella spurningin, sum vit hava arbeitt øgiliga hart við, og tað er viðvíkjandi tilfeingisgjaldinum. Tað er fyri so vítt komið uppá pláss........eg trúgvi, at vit kunnu finna útav hinum innanfyri eina rímiliga tíð uppá hetta her næsta hálva árið. Tað trúgvi eg.

tirsdag den 20. december 2011

Andstøðan líka ábyrgdarleys sum samgongan (næstan)

Viðm til minnilutaálit til uppskot um skattalætta:
Hetta er líka dýrt (og ábyrgdarleyst) sum uppskotið hjá ABDH. Øll koma at hanga uppá rokningina í framtíðini. Har er tó tann fyrimunur við hesum uppskoti, at øll fáa ein lítlan lut í festini fyrst.

onsdag den 30. november 2011

Hoyrt í Løgtinginum

Løgmaður við ein flokk í andstøðuni:
Tit mugu hyggja í egnan barm.

Myndin er frá ólavsøku 2011, so fínur er hann ikki hvønn dag.