Sider

Viser opslag med etiketten Kringvarpið. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Kringvarpið. Vis alle opslag

torsdag den 3. september 2015

Tvey model og tríggjar prognosur

Eftir at Kringvarpið tá fólkatingsval var í juni, alt ov tíðliga var og ynskti Edmundi Joensen tillukku við afturvalinum (Edmund fall), og mong vóru ónøgd ella gjørdu gjøldur burturúr vánaligu talviðgerðini í Kringvarpinum hetta valkvøldið, avgjørdu Regin Reinert og eg at gera betri prognosur til løgtingsvalið fyrradagin.

Vit ætlaðu at bjóða fólki til at fylgja einum facebook-tiltaki, har vit leypandi skuldu leggja prognosur út. Men so frættu vit um valkvøld í Føroyahúsinum og fóru inn har í staðin.

Kringvarpið gjørdi tríggjar prognosur valkvøldið -- eftir 38 valstøð, eftir 46 og 56. Samanlagt 58 valstøð vóru til hetta valið, og síðsta prognosan kom tá Oyrabakki og Tórshavn vóru eftir at telja. Tey 38 valstøðini svara til 15.5% upptalt, tey 46 valstøðini til 29.2% upptalt, og tey 56 valstøðini til 64.6% upptalt.


Eftirmett samanbering

Eftirmetingin er rættiliga greið. Prognosurnar í Føroyahúsinum vóru nógv betri enn tær í Kringvarpinum. Fyri at samanbera seti eg her niðanfyri upp, hvat prognosan hjá Regini og mær vísti við somu valstøðum inni sum tær hjá Kringvarpinum.

Tær tríggjar prognosurnar hjá Kringvarpinum saman við endaliga úrslitinum:
Tríggjar prognosur hjá KvF og endaliga valúrslitið.

Okkara tilsvarandi tríggjar prognosur saman við endaliga úrslitinum:
Tríggjar prognosur í modelli hjá Regini og Flóvini, og endaliga valúrslitið.

Mátin at eftirmeta slíkar prognosur er at hyggja eftir frávikunum millum forsøgdu tølini og endaliga (rætta) talið. Her eru sett upp í talvu frávikini hjá báðum prognosumodellum í øllum trimum prognosunum (eftir 38, 46 og 56 valstøð) fyri hvønn flokk sær, og niðast er talt saman:
Frávik frá valúrslitinum hjá teimum trimum prognosunum í teimum báðum modellunum.

Tey trý samanløgdu tølini eru ávikavist 1) frávikini (negativ tøl gjørd positiv) løgd saman fyri allar sjey flokkarnar, 2) samanløgd kvadreraði frávik og 3) størsta frávik. Smá frávik hava minni at siga enn stór, og tí eru kvadrerað frávik ella størsta frávik helst betri mát at brúka enn bara samanlagt frávik.

Óansæð hvussu nógv valstøð eru inni, tá prognosurnar verða samanlíknaðar í eftirmeting, og óansæð hvat mát verður brúkt at eftirmeta við, er prognosu-modellið hjá Regini og mær væl betri enn tað hjá Kringvarpinum.


Sum lovað!

Tað var heppið, tí tað høvdu vit lovað! Í lýsing fyri tiltakinum stóð m.a.:
Eisini verður framløga, ið tekur støði í teimum fyrstu tølinum, ið eru komin inn og leypandi ígjøgnum kvøldið fara Regin Reinert og Flóvin Eidesgaard, sum báðir arbeiða á Danmarks Statistik og fyrr hava arbeitt við veljara- og spurnarkanningum hjá Gallup, Epinion og SFI Survey, at leggja fram teirra prognosur um endaliga valúrslitið. Regin og Flóvin greiða stutt frá, hvussu slíkar prognosur vanliga verða gjørdar, og hvussu teir hava roynt at taka hædd fyri tí polarisering sum er millum bygd og bý, og sum í hesum árum ger tað serliga trupult at gera beinraknar prognosur í Føroyum, sum vit eitt nú sóu fólkatingsvalkvøldið í juni.

torsdag den 6. august 2015

... í fríum falli?

Sosialurin skrivar í kvøld um nýggju veljarakanningina sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarp Føroya. Yvirskriftin fyri høvuðsgreinina er tvørtur um heila opnu:

Yvirskrift í Sosialinum 7. august 2015 á s. 10-11.

Tað er rætt, at andstøðan vinnur stórsigur á samgonguni, men júst henda yvirskriftin er ógvuliga misvísandi, tí støðan millum samgongu og andstøðu hevur verið rættiliga stabil í langa tíð. Tað er tann fyrsti feilurin.

Og hyggur man nærri eftir tølunum, so er tað faktisk ein heilt onnur mynd, sum kemur fram. Og tað er hin feilurin. Framsókn (gula strikan) stormar fram, og Javnaðarflokkurin (reyða strikan) er í fríum falli við samanlagt stórari afturgongd í fýra kanningum á rað:

Mynd á s. 11 í Sosialinum 7. august 2015.

At tosa um frítt fall fyri samgonguna er rættiliga óheppið val av yvirskrift til hesa veljarakanning.

torsdag den 16. april 2015

Bakarin og búskaparfrøðingarnir

Vinnulívsgesturin fyrrapartin í sendingini hjá Leivi Hansen við sama navni var Hans Olaf Johannesen, sum eigur og rekur bakaríið og fyritøkuna Breyðkassan á Tvøroyri. Fleiri sum ikki eru úr Suðuroynni kenna hann kanska fyri tað slogan, sum hann sjálvur hevur funnið uppá, og sum vit síggja her á posanum man fær tá man keypir breyð ella kakur frá Breyðkassanum:

Myndakelda: Profilmynd á facebook

Um vit spola til 33 min, so sigur Hans Olaf:
Tá eg hevði verið niðri øll hesi árini, also tú menti teg kolossalt, tí at tú fekk ein nógv størri sjónarring. Tú sá ting, sum tú aldrin kemur at síggja í Føroyum, og upplivir mátar at gera ting uppá. Fx úti í Kastrup, har arbeiddi eg saman við 23 kondittarum á sama arbeiðsplássi, og øll dugdu nøkur ting, sum eg ikki dugdi, so har lærdi man eisini eina rúgvu. Og tá eg kom heim til Føroya, tað var nokk akkra tað sum gjørdi, at okur fingu ein so góðan start, at okur høvdu nøkur kort á hondini, sum hini ikki høvdu.

Hetta ljóðar kanska kent fyri lesarar av hesum bloggi, sum plagar endurgeva frá búskaparfrøðiligu ráðgevingini. Føroyska Búskaparráðið skrivaði í síni frágreiðing frá 2005 (pdf):
størsta styrkin hjá føroyska búskapinum, og tað sum vit veruliga “liva av”, er ein væl mentur førleiki hjá føroyingum at innflyta og tillaga útlendskt uppfunnað tøkni til brúks í framleiðsluni her á landi (s. 7)

So var tað hatta við tillagingini, sum Búskaparráðið snakkar um. Men lurta vit víðari eftir Hans Olaf, so sigur hann beint aftaná brotið sum fyrst varð endurgivið omanfyri:
Eg plagi siga, at tú skal ikki kopierað nakað, hvissi tú ikki kann gera tað betur.

Hans Olaf er eitt arbeiðsgrev, og hiðani verður ynskt honum og fyritøkuni alt tað besta.

onsdag den 25. februar 2015

Ein trist tulking av dóminum...

Úr dóminum í rættarmálinum um ærumeiðing í sambandi við Tollmálið:
Det er ligeledes væsentligt, at det i et lille samfund som det færøske er en demokratisk nødvendighed, at folkevalgte politikere ikke forsvarsløst skal kunne udsættes for dækningsløse sigtelser for strafbare forhold i de lokale massemedier, da man i modsat fald kan risikere, at den nødvendige minimumsrekruttering af opstillede til politiske valg trues. (s. 58)
Ein trist tulking av hesum argumentum hjá dómaranum er, at hann ikki heldur Føroyar hava nóg nógv fólk at stýra landinum, sum hava reint mjøl í posanum. Og tí velur hann at døma fjølmiðlar, sum halda, at føroyska fólkaræðið kann seta hægri mál.

søndag den 13. juli 2014

Kristian Martin Rasmussen í Degi og viku

Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sum var vangamynd í Degi og viku fríggjakvøldið, hevur verið í Degi viku fyrr!

Tá var eitt innslag, um nakrar stórar sølur av skipum við fiskirættindum, har teir sum seldu fingu ovurstórar upphæddir fyri at selja fiskirættindi, teir høvdu fingið fyri einki.

Journalisturin spurdi so:
Men um tit um tíggju ár skulu keypa kvoturnar frá tí almenna fyri sama prís (mín herðing) sum tær verða handlaðar fyri privat í dag, klára tit tað?
Kristian Martin svarar tá:
Nei, tað klára vit ikki!

Hetta var í Degi og viku 21. november 2006.

Hví hava skipaeigarar bara nakað ímóti at rinda fyri eksklusiv fiskirættindini, tá gjaldið fer til Føroya fólk?

onsdag den 2. april 2014

Jóannes og Johnny - og Janus

Jóannes og Johnny, tveir av allarbestu økonomunum í Føroyum, funnu í Radaranum í Kringvarpinum ikki høvd ella hala á framløgdu fíggjarkørmunum hjá Jørgen.

So eg bleiv heilt stúrin.

Men nú bleiv eg róligur aftur eftir at eg koyrdi kjaksendingina hjá Óla B á Rás 2 frá. Har greiðir Janus Rein í Fólkaflokkinum frá, hvussu tað heila hongur saman.

tirsdag den 25. marts 2014

Politisk telving og útlendskir eigarar

Dagur og vika (við kjaki) hevur í gjárkvøldið og í kvøld viðgjørt tveir spurningar viðvíkjandi føroysku fiskivinnuni: Skulu útlendingar sleppa at eiga í føroyskari fiskivinnu, og hvussu verður makrelkvotan býtt.

Í Degi og viku í gjárkvøldið var innslag um fiskivinnu og útlendskan kapital (byrjar eftir 6:22). Tað snúði seg um uppskotið hjá Tjóðveldi um forboð ímóti útlendskum eigarum í fiskivinnuni, og innslagið var um, hvat føroysku vinnuligu seráhugamálini halda um uppskotið hjá Tjóðveldi. Triðja beinið í einum væl lýstum máli: eitt fakligt ískoyti til spurningin  -- var ikki við.

Í avannonceringini av innslagnum í gjárkvøldið segði Johnsigurd, at í kvøld skuldi koma kjak um eigaraviðurskiftini í fiskivinnuni og uppskotið hjá Tjóðveldi. So roknaði eg so avgjørt við, at eitt innslag við fakligum ískoyti kom í Degi og viku í kvøld, sum upptakt, so kjakið ikki stóð á berum. Ella kanska, at tað bleiv kjak millum fakfólk.

onsdag den 19. marts 2014

Tað er ikki alment innlit, sum kostar!

Landsstýrismaðurin í vinnumálum vil avmarkað almenna innlitið. Hann sigur við útvarpið, at tað almenna brúkar
kolossalar resursir uppá innlitsumbønir.

Her vendir landsstýrismaðurin tingunum á høvdið!

Tað er ikki alment innlit, sum kostar pengar. At lata innlit í alt kann við rættu skipanini gerast at kalla gratis. Tað sum kostar, og nógvar resursir verða brúktar uppá, er at krógva og finna umberingar fyri at krógva.

torsdag den 27. februar 2014

Gerhard Lognberg (2008 - 2014)


Nei, Gerhard Lognberg er ikki deyður... Árstølini vísa bara, hvørja seinking Gerhard hevur megnað viðvíkjandi ætlanini at fremja undirsjóvartunnil millum Sandoy og Streymoy.

Í dag skal Løgtingið viðgera uppskot Lmál 77/2013: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy.

søndag den 2. februar 2014

Sunnudagsútvarpsmikrofonhaldarí aftur, aftur

Eg rósi viðhvørt Kringvarpinum, men øgiliga ofta haldi eg, tey arbeiða við høvdinum undir arminum sunnudagar á tíðindadeildini. Eg havi fílst á tað fyrr (her og her). Og so var aftur í dag. Útvarpið segði frá, at politisk semja er um sandoyar- og skálafjarðartunlarnar, og tað gekk heilt galið, tá Gerhard Lognberg slapp at reypa av sínum stóra bragdi.

Á vegginum í facebook-bólkinum Kringvarp, havi eg tí spurt:
Tá tit nú hava samrøðu við Gerhard um sandoyartunnilssemjuna: í staðin fyri bara at halda mikrofonina, meðan hann reypar, hví brúka tit so ikki høvið at konfrontera hann við, at tunnilsuppskotið, sum nú er semja um, er 99 pct tað sama, sum Bjørt arbeiddi við í CEH-samgonguni, og sum fekk Gerhard at fara úr teirra samgonguni, og næstan akkra tað sama, sum Bjørt og Aksel løgdu fram í fjør (pluss nakrar mest sannlíkt irrelevantur ásetingar aftrat), og sum fekk Gerhard at bróta við flokkin hjá sær? Tað fyrra viðførdi, at Gerhard, mest sum einsamallur maður, nú hevur seinkað Sandoyartunlinum fimm og eitt hálvt ár.
Tað er í lagi, at tit ikki eru so konfrontatorisk, sum eg her seti tað upp, men eg vil bara vísa á, at tað skuldi ikki ein gang verið neyðugt við research, har er nokk av tilfari tilgongiligt, um man bara hugsar seg um og minnist.

lørdag den 18. januar 2014

... men facebook riggar so





Jørgen skyldar uppá Jørgen

Fjølmiðlarnir hava havt eina søgu koyrandi um at Jørgen Niclasen, umboð fyri Skipafelagið í Sørvági, hevur snýtt við tolli.

Í gjár helt Jørgen Niclasen, fyrrv. stjóri í eini fyritøku sum fekk ágóða av hesum snýti, tíðindafund, og segði seg vera ósekan. Advokaturin hjá hesum Jørgen Niclasen sat við síðuna av og bæði váttaði, at snýt var farið fram, men segði eisini, at tað var umboðið hjá Skipafelagnum sum snýtti.


Niðurstøðan hjá Jørgen er, at hann er reinsaður, tí tað var ikki hann, sum snýtti. Tað var ein annar Jørgen, sigur Jørgen.

onsdag den 1. januar 2014

Korruptión í Kringvarpinum

Hví koyrir Dia ikki pengarnar í sín egna lumma? Tí tað er korruptión.

Er nakar sum heldur, at tað er nakað annað, tá Dia og Kári avtala, at pengarnir fara í lummarnar hjá Kára?

Sikken eitt svínarí!

In.fo skrivar:
Kári selir senditíð fyri 110.000 krónur

 Les meira um mátar at snýta.

onsdag den 20. november 2013

Vorðið sum kanningarstjóri!

Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, ið eisini er løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur valt Annfinn V. Hansen til kanningarstjóra. Til uppgávuna at fríkenna Kára og Kaj er talan sikkurt um eitt skilagott val. Men tað skuldi ikki vera uppgávan.

Útvarpið veit at siga, at Annfinn hevur sitið á Løgtingið fyri Fólkaflokkin. Løgtingsformaðurin forsvarar hetta tápuliga og óacceptabla val við, at hann ikki kann velja ein sum hevur sitið á Løgtingi fyri ein annan flokk.

Og Annfinn sigur sjálvur við útvarpið, at hann ikki sær nakrar habilitetstrupulleikar. Sum vit skulu síggja, hevur Annfinn sína heilt egnu meting av inhabiliteti.

lørdag den 16. november 2013

Kringvarpið: Privatisering -- við ella uttan kapping?

Í miðlunum boðar Dia Midjord, Kringvarpsstjóri, frá, at Kringvarpið aftur í ár fer at lata privat felag gera nýggjárssendingina. Burtursæð frá tíðindapartinum, verður restin útliciterað.

Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, um henda avgerð og mannagongdin annars fylgir nýggja Rundskriv um keyp av vørum og tænastum hjá tí almenna, sum Fíggjarmálaráðið kom við í oktober í sambandi við stovnan av almennum innkeypsportali.

Eg veit ikki, um rundskrivið er galdandi fyri keyp hjá Kringvarpinum, (tað er galdandi alt keyp omanfyri 50.000 kr. u/mvg av vørum og tænastum, men bara játtanarslagið rakstrarjáttan, og við nøkrum undantøkum), men tað er ikki poengið.

Kapping skal vanliga fyrst og fremst tryggja, at tað almenna ikki keypir dýrari enn neyðugt, umframt forða fyri korruptión. Hetta eru tvey frálík endamál, ið Kringvarpið eigur arbeiða eftir, óansæð um tað er teimum álagt ella ei. Eg gangi so í hvussu er út frá, at tey ganga inn fyri tí, og at borandi journalistikkurin hjá teimum sum viðhvørt ansar eftir bæði almennari ovurnýtslu og korruptión, er ikki bara komedia.

fredag den 20. september 2013

Trupulleikin er í Føroyum

Í kvøld visti Dagur og vika at siga (linkið er til alla sendingin), at
Føroyar eru tað landið í Europa, sum upp á seg fær størsta ískoyti til búskapin frá lønum vunnar uttanlands
Talan er um 850 mió kr árliga í síðstu uppgerð, ið svarar til 6.5 pct av BTÚ. Soleiðis sett fram í DV, ljóðar tað positivt við øllum hesum inntøkunum úr útlandinum.

Men tað hevði verið rættari at sett tað fram øvugt: at tá man dregur lønarinntøkur vunnar uttanlands frá, er 93.5 pct eftir av BTÚ í Føroyum, og hetta er tað lægsta í Europa.

Soleiðis! Hatta sigur eitt sindur betur, hvussu ringt skilið er í føroyska búskapinum.

torsdag den 12. september 2013

At gera veljarakanningar - hvat er endamálið?

Eg skrivaði hetta á facebook, eftir at ein komandi veljarakanning varð fráboðað:

Liljan heldur í útvarpinum í kvøld, at ein veljarakanning er serliga spennandi beint nú, tí nógv rumbul hevur verið í politikkinum.

Eg haldi hinvegin, at rokalig tíðarskeið eru tey ringastu til at gera veljarakanning. Heilt burturspilt, faktisk, tí úrslitið er ikki mynd uppá nakað sum helst annað enn -- rumbul.

Harvið ikki sagt, at tað ikki er spennandi. Tað er tað altíð.

torsdag den 29. august 2013

Kári hevði ikki heimild til CIP-avtalu

Ført verður fram, at tað var politiskt rumbul, sum var orsøkin til at avtalan við Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) skuldi aftur í Løgtingið, og ikki manglandi heimild. Í dag segði aðalstjórin í Innlendismálaráðnum eisini við útvarpið, at:
Tað var ikki neyðugt at fara aftur í tingið við Eysturoyartunlinum, tí landsstýrismaðurin hevði heimildina frammanundan
(Beint sum eg skrivi hetta síggi eg at aðalstjórin sigur tað sama í Degi og viku í kvøld.)

Hetta er eftir mínum tykki ein rættiliga løgin tulking.

søndag den 18. august 2013

Tvey finansgeni hittast

Tá forhandlast skal við slíkar typur, ið niðri í Danmark hava verið skírdir guldfuglene fra DONG, ikki minst, tí teir duga at skava til sín sjálvs, er av avgerandi týdningi, at Føroyar eru væl umboðaðar.

Kári Post og hansara fólk hava forhandlað, og har kann man hava síni ivamál, um vandi ikki er fyri, at Føroyar verða snýttar, men til alla lukku, er backup í Løgtinginum, tí har hava Føroyar ongan verri enn Reimund Langgaard, sum er limur í Rættarnevndini. Her kemur hann út av fundi við Rúna Bro Róin frá CIP:

Finansgeni hittast! Rúni Bro Róin og Reimund Langgaard á veg
út av rættarnevndarfundi. Dagur og vika 16. august 2013.

onsdag den 1. maj 2013

Problemið er ikki kappingaravlaging, men Kringvarpið er farið av lagi

Gunvør Balle (Tjóðv.) skjýtir við síðuna av. Og tað er heldur ikki í lagi at bera í bøtuflaka, sum hon ger, tá hon skrivar:
Kringarpið er hart spert fíggjarliga og roynir tí allar kreativar loysnir til at skaffa inntøkur til stovnin. Tað er væl skilligt, men tað kann als ikki góðtakast, at almenni kringvarps- stovnurin fer beint inn og kappast um somu inntøkur, sum privatu miðlarnir skulu liva av.

NEI, NEI og NEI!!!