Sider

Viser opslag med etiketten Fiskirættindi. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Fiskirættindi. Vis alle opslag

søndag den 13. juli 2014

Kristian Martin Rasmussen í Degi og viku

Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sum var vangamynd í Degi og viku fríggjakvøldið, hevur verið í Degi viku fyrr!

Tá var eitt innslag, um nakrar stórar sølur av skipum við fiskirættindum, har teir sum seldu fingu ovurstórar upphæddir fyri at selja fiskirættindi, teir høvdu fingið fyri einki.

Journalisturin spurdi so:
Men um tit um tíggju ár skulu keypa kvoturnar frá tí almenna fyri sama prís (mín herðing) sum tær verða handlaðar fyri privat í dag, klára tit tað?
Kristian Martin svarar tá:
Nei, tað klára vit ikki!

Hetta var í Degi og viku 21. november 2006.

Hví hava skipaeigarar bara nakað ímóti at rinda fyri eksklusiv fiskirættindini, tá gjaldið fer til Føroya fólk?

lørdag den 30. marts 2013

Um korruptión og nepotismu

Føroya Arbeiðsgevarafelag óttast avleiðingarnar fyri alivinnuna av at Føroyar ganga egnar leiðir viðvíkjandi uppisjóvarkvotum.

Kanska skal alivinnan bjóða onkrum í familjuni hjá Jacob Vestergaard eitt yvirbetalt jobb.

Annars er Fyrisitingarlógin áhugaverd (grein 3):

§ 3. Persónur, sum virkar innan almennu fyrisitingina, er ógegnigur um so er, at (...)
2) hjúnarfelagin hjá viðkomandi, skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinjuni so nær sum børn hjá systkjum, ella onnur nærskyld hava ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum ella umboðar onkran, ið hevur ein slíkan áhuga

Kann ein landsstýrismaður í fiskimálum deila ókeypis kvotur út, um onkur í familjuni, t.d. ein sonur, hevur kjans við einum av størstu reiðaríunum í landinum? Nær hevur ein landsstýrismaður ov nógv privatøkonomisk áhugamál í fiskivinnuni og verður ógegnigur?

fredag den 8. februar 2013

Tjóðveldisflokkurin um "fólksins ogn"

Á kyndilsmessu hevði Tjóðveldi fund í Skálavík um fiskivinnuna og aðalstjórnin og tingmanningin staðfesta:
  • At virðini av livandi tilfeingi føroyinga eru so týðandi, at tey eru grundarlag fyri varandi búskaparvøkstri, vælferð og nýggjum møguleikum hjá núverandi og komandi ættarliðum.
  • At verandi fiskivinnupolitikkur hevur undirgrivið upprunaligu endamálini við lógini um vinnuligan fiskiskap, bæði tá ið ræður um stovnsrøkt og um møguleikarnar hjá manningum, vinnu og samfelagnum øllum at fáa sum mest burturúr tilfeinginum.
  • At politisk útluting av rættindum til úrvald hevur elvt til spekulasjón og keyp og sølu av fólksins ogn, soleiðis at stórur partur av flotanum og rættindunum er savnaður á fáar – og í stóran mun útlendskar – hendur.
  • Rættindini og virðini verða drigin úr føroysku vinnuni og úr føroyska samfelagnum.

søndag den 3. februar 2013

Halgir Winther Poulsen eigur halda seg til løgfrøðina

Í Sosialinum fríggjakvøldið sigur ‎Halgir Winther Poulsen:
nú ætlar man eftir øllum at døma at lata loyvi endaliga út til tey, sum av tilvild eru inni í vinnuni júst nú. Tað gongur snøgt sagt ikki

Hatta er púra rætt!

søndag den 9. december 2012

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (8)

Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)

Har stendur um marknaðarligar skipanir fyri býti:
Tá talan er um nýggjan fiskiskap, har eingin kann vísa á meira søguligan rætt enn onnur, kann vera hóskandi at brúka marknaðarligar skipanir fyri útluting og býti. Slíkar skipanir eru vanliga uppboðssøla ella alment útboð.

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (7)

Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)

Har stendur um eitt íslendskt mál, sum var fyri mannarættindanevndina hjá ST:
Íslendska málið varð tikið upp av tveimum fiskimonnum, sum høvdu keypt sær bát, men sum ikki fingu lut í kvotum av fiskastovnum, har fiskiskapurin varð skipaður við handilskvotum, uttan so at teir keyptu sær kvotur frá øðrum

(...) Teir báðir íslendingarnir hildu, at hetta var í stríð við líkaregluna í grein 26 í ST-sáttmálanum um borgarlig og politisk rættindi.  Teir løgdu málið fyri mannarættindanevndina hjá ST, har ein meiriluti upp á 12 av 18 limum gav teimum viðhald.

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (6)

Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)

Har stendur um bólkingina av fiskiflotanum:
Bólkingin av fiskiflotanum kann brúkast til at skilmarka marknaðir fyri fiskirættindum. (s. 4)

lørdag den 1. december 2012

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (5)

Í sambandi við at Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link), var Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum gestur í sjónvarpsstovuni í Degi og viku í kvøld til samrøðu aftaná eitt innslag um fiskivinnupolitikkin.

Samgonguskjalið hjá ABDH-samgonguni sigur m.a. um fiskivinnupolitikkin:
Greiður ræðisrættur verður knýttur at veiðiloyvum, fiskidøgum og kvotum. Samgongan saman við fakfólkum ger við útgangsstøði í loyvistreytunum í alilóggávuni uppskot um, hvussu ein tíðaravmarkað/rullandi skipan verður gjørd.

fredag den 30. november 2012

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (4)

Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)

Har stendur um umsetiligheit av fiskiloyvum og fiskidøgum:
Fríari umsetiligheit kann vera eitt amboð at skunda undir tillagingar í fiskiflotanum. Hetta kann gerast við at taka burtur lógarásetingar, sum avmarka flyting av veiðiloyvum og avhending av fiskidøgum. (s. 4)

torsdag den 29. november 2012

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (3)

Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)

Har stendur um frælsi at handla við fiskirættindum:
Frælsi at keypa og selja fiskirættindi kann birta undir, at tilfeingið verður gagnnýtt burðardygt búskaparliga. Marknaðarmekanisman skal tryggja, at teir skipaeigarar, sum duga best at reka skipini, og hava atgongd til kapital, skulu hava møguleika at keypa fiskirættindini frá teimum, ið fáa minni úrtøku úr sínum fiskirættindum. (s. 4)

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (2)

Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)

Har stendur skrivað um tilfeingisgjald og tilfeingisrentu:
Men fortreytin fyri yvirhøvur at tosa um tilfeingisskatt ella tilfeingisgjøld er, at ein tilfeingisrenta er til staðar. Fiskiskapurin skal kasta nakað av sær, sum er meira enn vanlig samsýning av arbeiðsmegi og kapitali. (s. 4)

onsdag den 6. juni 2012

Ávegis eini liberalisering av fiskivinnuni -- makrel-útgávan

tveir mátar eru at býta makrelin, og sum er ein liberalisering í mun til korruptan planøkonomi, sum ABDH brúkar, men ikki full liberalisering

tann fyrri var uppskotið um uppboðssølu av einum parti av makrelkvotuni, men hetta fall í løgtinginum

mannagongdin sum samgongan er samd um, er at tá landsstýrismaðurin hevur lýst makrelkunngerðina, sum fyri hvønn skipabólk ásetir, hvussu nógv bólkurin skal hava, so fer hann afturumaftur at býta til hvørt skip í hvørjum bólki

hin mátin mótvegis einari størri liberalisering hevði verið, at hetta síðsta stigið av makrelbýtinum verður skift út við uppboðssølu, har skip í hvørjum bólki kappaðust sínámillum

so hevur makrelbólkurin býtt millum skipabólkar, men marknaðurin avger býtið innanfyri bólkarnar

sum frálíður skal fiskivinnan tillagast tilfeingið og marknaðarstøðuna har fiskurin kann seljast, og tí skal býtið millum bólkarnar eisini avgerast á uppboðssølu, men tillaging tekur nøkur ár, so nevnda ávegis liberalisering haldi eg flestu økonomar høvdu sæð sum eina skilagóða loysn

men eisini er vigtigt at fáa við, at korruptiónin hevði eisini verið minni, tí skip kunnu ikki við lobbyismu og mutri hála til sín sjálvs, einans til allan skipabólkin

torsdag den 31. maj 2012

ABDH er høgrumegin Friedman

Politikkurin hjá ABDH-samgonguni er:
  • Tá fiskirættindi verða útlutað til reiðarar uttan kapping er eingin sum atkvøður fyri marknaðarbúskapi, men
  • um manningarfeløgini skulu hava rætt at samráðast vegna manningina er tað skeivt at leggja seg út í arbeiðsmarknaðin.

Tað er sum Milton Friedman segði, tá hann kritiseraði, at samfelagið favoriserar tey frammanundan vælbjargaðu:
This is socialsm for the rich, free enterprice for the rest.

tirsdag den 29. maj 2012

Hvørjum stríðist tú fyri?

meirilutin í vinnunevndini vil ikki hava uppboðssølu um makrelin, og vil hava sáttmálar uttan um manningarfeløgini:
  • reiðarar skulu ikki kappast, men
  • manningar skulu undirbjóða hvørja aðra fyri at fáa makrelkjans við reiðarum sum hava fingið tilfeingið ókeypis

tað er ein spurningur, hvørjum man heldur við: fólki ella kapitalistum

lørdag den 19. maj 2012

Búskaparfrøði fyri børn og samgonguna

Tá tey verða ordiliga lýst, skilja tey flestu incitamentir, ið eru central í búskaparfrøðini. Sjálvt børn skilja tað, sum henda teknirøð lýsir so væl:

Trýst á myndina fyri at gera hana størri.
(Myndina hevur Institute for  New Economic Thinking lagt á facebook.)

Foreldrini geva gentuni økonomisk incitamentir at gera skúlating, men her eru incitamentini ikki nóg væl gjøgnumhugsað, og gentan sum sambært teknirøðini hevur potentiali at blíva búskaparfrøðingur (onkur vildi heldur sagt potentiali at blíva kapitalist) er snildari enn foreldrini. Hetta dømi lýsir tí ikki einans incitamentir, men eisini tað sum í finansieringsteori verður rópt arbitrage, ið er ein risikofríur ókeypis vinningur.

lørdag den 12. maj 2012

Teir skalta og valta

Dimma hevur 10. mai 2012 samrøðu við Poul Riiskjær Mo­gensen, formann í Trans­parency Internatio­nal Dan­mark, um mátan samgongan býtir makrelin uppá:
Hetta minnir um eina umsitingarliga delegatión av rættindum. At ráðharrar soleiðis fáa delegeraðan ein rætt at umsita pengar kann koma fyri. Men ráð­harrin skal altíð kunna greiða frá, eftir hvørjum ásetingum pengarnir verða brúktir. Tað kemur eisini fyri í Danmark, og ofta er ónøgdin stór í andstøðuni. Tá stendur ráðharrin seg altíð best við at leggja øll kortini á borðið. Men tað er einki at ivast í, at nú føroyski landsstýrismað­urin hevur fingið so nógvar pengar at umsita, krevur tað eitt sera strangt eftirlit

Endamálið við Transparancy International er, sum tey sjálvi siga, at arbeiða fyri at styrkja samfelagið at standa ímóti korruptión.

torsdag den 10. maj 2012

Nú mugu Pipar og salt taka yvir kjakið

Á facebook skrivar Frímund Hansen í viðmerking til Jóannes Jacobsen:
við at selja tilfeingi í stuttíðar tíðarbili, so hevur tú tikið spekulatióninia úr fiskivinnuni og harvið eitt bein undan føroyska búðskapinum. Spekulatiónin sum er so óalmynduliga vigtug fyri búðskapin. Føroyska tjóðin hevur eitt kempustórt íløguobjekt minni at rottað við!

Eg eri púra forfardur, at nakar rættsiktaður persónur kann halda, at tað gagnar búskapinum, at landið skapar eina íløguboblu av tilfeingisrentu, sum nøkur vinna pengar uppá at spæla við í. Tá onkur vinnur pengar, har eingin búskaparframleiðsla er aftanfyri, so er tað onkur annar sum tapir, og oftast er tað framtíðin, tvs. ein skuld liggur eftir, sum framtíðar framleiðsla skal fara til at rinda rentur og avdrøg til. Í besta føri missur Føroya fólk bara inntøku frá fólksins ogn, um Føroya fólk eru so heppin at sleppa undan eini skuld eftir næsta kollaps.

Tað er bara tí, at tað er alt fólkið, sum tapir, at nakar heldur seg sleppa væl frá at seta slíkar ørar lærusetningar fram. Og helst sama orsøk, at nakar sleppur væl frá tí.

Tavagud hetta er so langt úti, at tað er ikki tilfar til kjak, men til stand-up komik.

søndag den 6. maj 2012

Javnaðarflokkurin nýggjan fiskivinnupolitikk

Aksel V. Johannesen, form. í Javnfl segði í røðu á landsstevnu í Skopun 5. mai 2012:
Vit skulu hava eina nýggja fiskivinnuskipan.
Eina fiskivinnuskipan, ið tryggjar okkara høvuðsvinnu góðar og støðugar karmar at virka innan, og sum byggir á lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygd, og har atgongdin til vinnuna á ein ella annan hátt verður meira marknaðarbaserað enn hon er í dag.
Hetta kann venda gongdini í okkara høvuðsvinnu, sum í dag í stóran mun er merkt av stagnatión, til eina dynamiska vinnu við framburði.
Vit mugu tryggja, at manningar við føroyskum fiskiførum fáa løn eftir føroyskum sáttmálum.
Gjald fyri fiskirættindi skal ikki verða eitt politiskt ásett kilogjald. Tað skal tryggjast við lóg, at hetta ikki fer av óbýttum, so tað verður fiskimaðurin sum skal rinda hetta. Útróðrarflotin eigur heilt at sleppa undan tilfeingisgjaldi.

lørdag den 14. april 2012

Sosialpolitiska átakið hjá Kaj Leo

Eitt ítøkiligt tilboð er komið til Fiksimálaráðið, og boðið er 2.50 kr/kg fyri rættindi at fiska makrel.

Brúka vit henda prísin (sum er ov lágur), er samlaða virði 375 mió kr bara fyri rættindini, og merkir eitt tilfeingisgjald uppá 120 mió sostatt, at man tekur 255 mió frá øllum føroyingum og forerir tað til tey sum fiska makrel, harav nakrar av landsins hægstu inntøkur eru í nótaflotanum.

Sosialpolitiskt átak?

søndag den 11. marts 2012

Ráðstevnan: Fólksins ogn ella

Her er link til tilfar frá ráðstevnuni Fólksins ogn ella, ljóðfíla er upptøka av framløguni, sum Kringvarpið gjørdi, og glærur eru frá fyrilestrarhaldarunum sjálvum. Kringvarpið sendi tríggjar av fyrilestrunum í útvarpinum (teir tveir á føroyskum og tann á donskum) hinir tveir hava einans verið tøkir á heimasíðuni at lurta eftir.

Ásmundur Guðjónsson: “Føroyska tilfeingismálið í norðurlendskum høpi”

Jørgen Birk Mortensen: “Aftaler og beskatning af den danske olie og gas i Nordsøen”

Kári Petersen: “Føroyskar royndir við ymsum loyvisskipanum í fiskivinnuni”

Ola Flåten: “Bærekraftige fiskerier – om økonomi, miljø og fordeling”

Thorvaldur Gylfason: “Commmon property resources are human rights”

Keldur: Ljóðfílurnar eru á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Glærurnar eru frá heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum, sum tók stig til ráðstevnuna saman við Framsókn og Tjóðveldi.