Sider

Viser opslag med etiketten Fólkaflokkurin. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Fólkaflokkurin. Vis alle opslag

lørdag den 8. august 2015

Kvinnurættindi í Saudi Arabia

Á facebook spyr Jóan Pauli í Geil
Hvat skal ein siga?
Tað eru kvinnurættindi, hann nú er bekymraður um, og vísir mynd frá eini ráðstevnu um kvinnurættindi, sum hevur verið í Saudi Arabia, og sum hann hevur funnið á facebook. Nú skrivar hann ikki meira enn henda spurningin, men eg giti, at hann kennir seg ikki hóttan av krøvum um kvinnurættindi, men tvørturímóti heldur, at kvinnur skulu hava fleiri rættindi. Í hvussu er í Saudi Arabia.

Myndin Jóan Pauli vísir er henda, og sum myndateksturin vísir á, er ongin kvinna við á ráðstevnuni

Mynd frá kvinnuráðstevnu í Saudi Arabia. Kelda: Faisal Saeed Al Mutar á facebook

Eftir eitt sindur av leiting á internetinum fann eg umrøðu av ráðstevnuni í grein frá juni 2013 á The Huffington Post. Myndin hevur bara fingið nýtt lív á socialu miðlunum her í 2015.

So er ein so óreinur at siga myndina líkjast landsfundi hjá Fólkaflokkinum. Fleiri dámar hesa viðmerking, men ein fólkafloksmaður vil ikki hava hetta sitandi á flokkinum og spyr
Er tú oftani á landsfundi hjá Fólkaflokkinum? Haldi ikki, at eg havi borid eyga vid teg har, sjálvt um útsjóndin skuldi verid nokkso eygkend!

So enn eina ferð fór eg á internet at leita. Vildi finna eina mynd frá landsfundi Fólkafloksins, og helst frá 2013. Og vupti, netmiðilin hjá Miðlahúsinum, in.fo, hevur eina grein frá hesum landsfundi við eini frálíkari mynd:

Landsfundur Fólkafloksins 2013. Kelda: Grein á in.fo

Og eg má geva fólkafloksmanninum rætt: Hatta líkist als ikki! Ikki ein tann einasti maður hevur viskustykki á høvdinum á landsfundi hjá Fólkaflokkinum.

tirsdag den 1. april 2014

Eg velji eisini Føroyar

Tað er ikki tí eg nakrantíð havi valt Føroyar frá. Rætta løtan hevur bara ongantíð verið at flyta til Føroya.

Men nú skal tað vera! Várið er komið til Føroya, og nú komi eg eisini.

Eg fekk herfyri eitt gott tilboð frá Føroya Reiðarafelag og Fólkaflokkinum, sum vilja skipa teirra samstarv betur og eisini víðka skipaða samstarvið til aðrar vinnugreinar. Tað verður mín uppgáva at finna nýggj felags projekt og nýggjar partar til samstarvið.

Fastir lesarar vita, at eg havi verið sera atfinningarsamur ímóti vinnupolitikkinum, og betri samskipan millum vinnu og politikk hevur altíð verið eitt av mínum hjartamálum, so hetta er næstan mítt loyniliga dreymajobb. Slíkur møguleiki kemur neyvan aftur næstu mongu árini. Eg síggi stórar møguleikar í slíkum samstarvi, tað verður synergi fyri allar pengarnar, til gagns fyri bæði reiðarar og Fólkaflokkin og onnur vinnulig seráhugamál, sum vilja kradda og skapa vøkstur.

Nýggja starvið gevur ikki pláss fyri at blogga í frítíðini, so hesin bloggur verður niðurlagdur. (Tað var eisini krav fyri at eg kundi fáa starvið.) Eg flúgvi heim í dag, 1. apríl, og hetta eru síðstu boð her á blogginum.

Vit síggjast har heima. Jubii!

tirsdag den 25. marts 2014

Politisk telving og útlendskir eigarar

Dagur og vika (við kjaki) hevur í gjárkvøldið og í kvøld viðgjørt tveir spurningar viðvíkjandi føroysku fiskivinnuni: Skulu útlendingar sleppa at eiga í føroyskari fiskivinnu, og hvussu verður makrelkvotan býtt.

Í Degi og viku í gjárkvøldið var innslag um fiskivinnu og útlendskan kapital (byrjar eftir 6:22). Tað snúði seg um uppskotið hjá Tjóðveldi um forboð ímóti útlendskum eigarum í fiskivinnuni, og innslagið var um, hvat føroysku vinnuligu seráhugamálini halda um uppskotið hjá Tjóðveldi. Triðja beinið í einum væl lýstum máli: eitt fakligt ískoyti til spurningin  -- var ikki við.

Í avannonceringini av innslagnum í gjárkvøldið segði Johnsigurd, at í kvøld skuldi koma kjak um eigaraviðurskiftini í fiskivinnuni og uppskotið hjá Tjóðveldi. So roknaði eg so avgjørt við, at eitt innslag við fakligum ískoyti kom í Degi og viku í kvøld, sum upptakt, so kjakið ikki stóð á berum. Ella kanska, at tað bleiv kjak millum fakfólk.

torsdag den 20. marts 2014

Makrelkvotan og fátækramarkið í 2014

Í 2011 seldi landið 20.000 tons av makreli á uppboðssølu. Hetta gav góðar 70 mió kr í búskapargrunnin. (Fólkaflokkurin tømdi tó búskapargrunnin aftur sum eitt tað fyrsta eftir at flokkurin yvirtók fíggjarmál, so hesir pengarnir eru ikki til longur.)

Í 2014 er føroyska makrelkvotan 156.240 tons. Verða rættindini at fiska makrelin seld á uppboðssølu og prísurin verður tann sami sum í 2011, kann tað geva góðar 550 mió kr til eigaran av tilfeinginum: Føroya fólk.

Í 2011 skuldi allur makrelurin fiskast í føroyskum øki. Av tí at makrelsemjan ger, at fiskast kann eisini í norskum og ES-sjógvi og eftir metingum annars, kann upphæddin kanska blíva 100 mió kr meira enn omanfyri nevnda, ella umleið 650 mió kr! (Hetta samsvarar eisini við bæði útrokningar hjá búskaparfrøðingum og við virðið á handlaðum kvotum í Íslandi.)

onsdag den 13. februar 2013

Hattadamupolitikkur hjá Fólkaflokkinum?

Rigmor Dam rapporterar á facebook, at sagt er í Tinginum:
Annika Olsen mælir til, at Fountain House verður fíggjað av vinnuni, kommununi og eldsálum!!

Hví fanin forera eina miljard um árið burtur til "vinnulívsmenn" og so liggja á knøunum og lefla fyri teimum fyri at fíggja vælferðarsamfelagið -- og so kalla tað eldsálir aftrat, hvat er tað fyri ein undirbrotligheit, Annika er farin í gongd við?

fredag den 8. februar 2013

Tjóðveldisflokkurin um "fólksins ogn"

Á kyndilsmessu hevði Tjóðveldi fund í Skálavík um fiskivinnuna og aðalstjórnin og tingmanningin staðfesta:
  • At virðini av livandi tilfeingi føroyinga eru so týðandi, at tey eru grundarlag fyri varandi búskaparvøkstri, vælferð og nýggjum møguleikum hjá núverandi og komandi ættarliðum.
  • At verandi fiskivinnupolitikkur hevur undirgrivið upprunaligu endamálini við lógini um vinnuligan fiskiskap, bæði tá ið ræður um stovnsrøkt og um møguleikarnar hjá manningum, vinnu og samfelagnum øllum at fáa sum mest burturúr tilfeinginum.
  • At politisk útluting av rættindum til úrvald hevur elvt til spekulasjón og keyp og sølu av fólksins ogn, soleiðis at stórur partur av flotanum og rættindunum er savnaður á fáar – og í stóran mun útlendskar – hendur.
  • Rættindini og virðini verða drigin úr føroysku vinnuni og úr føroyska samfelagnum.

mandag den 7. januar 2013

Skeiv prioritering í vinnu- og fiskivinnupolitikkinum

Ferð eftir ferð verður ført fram av fólkaflokspolitikarum og her serliga Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, at tað er vigtugt at vinnan tjenar pengar. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, segði tó akkra tað sama í kjaki á Jobmatch 2012.

Tað fær meg at tríva aftur í eitt gamalt innlegg á kjak.org (frá 3. apríl 2012), sum eg kom fram á henda dagin. Tað byrjar við at eg staðfesti:
  • "vinnan skal hava tað gott" -- er ein búskaparliga skaðiligur tankagangur.
  • "vinnan skal tjena pengar" -- er líka skaðiligt.

onsdag den 28. november 2012

Búskaparfrøðin, tann forbannaða búskaparfrøðin!

Í útvarpinum leygarkvøldið hoyrdu vit Hans Kára Vang, búskaparfrøðing, greiða frá tí sum hann sigur vera "nýggja gransking", ið vísir, at vit skulu ikki vænta, at flatskattalættin hjá ABDH-samgonguni kostar tað stóra, ja sum frálíður kostar hann kanska einki. Hans Kári hevði framløgu á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin.

Hans Kári sigur við útvarpið, at politiskt og akademiskt fokus er skift seinnu árini, og tí er henda nýggja granskingin komin við hesum úrslitunum nú. Hans Kári sigur eisini, at tað serliga góða við flatskattalættanum er, at hann fer serliga til tær hægstu inntøkurnar, tí tað gevur mest vøkstur.

Tað sum Hans Kári hevur ført fram eru øll tey hugsaðu góðu argumentini fyri at skattalætti til tey háløntu er eitt gott hugskot. Men tað ger tað ikki til eitt gott hugskot. Tí búskaparfrøði umfatar eina ómetaliga stóra rúgvu av teorium og modellum, sum kunnu forklára alt millum himmal og jørð. Kunnu! Búskaparfrøðingar hava ongar trupulleikar at forklára, hví toppskattalætti onki kostar. Tað er faktisk eisini sera lætt at forklára tað øvugta: hví toppskattalætti kostar nógv, og serliga í longdini, um tað er tað man vil. Tað krevur bara eitt model. Men eitt model og ein forkláring uttan tilsvarandi empiriskt grundarlag er lítið vert. (Empiri uttan model og forkláring er akkra líka lítið verd.)

tirsdag den 27. november 2012

Hvat er endamálið við Kringvarpinum? (2)

Nýggja føroyska trýeinigheitin: Stórkapitalurin, Fólkaflokkurin og útvarpstíðindini.

Um vikuskifti hevði Jørgen, floksformaður, sjálvur útvarpsreportasjuna frá landsfundinum hjá Fólkaflokkinum.

Í síðstu viku var journalistur hjá útvarpinum orðstýrari, tá kapitalistarnir, saman við politiska valdinum løgdu saman ráð um at ræna fólksins ogn.

søndag den 25. november 2012

Hagfrøðin, tann forbannaða hagfrøðin!

At Heri Petersen sambært portalinum hevur sagt á landsfundi hjá Fólkaflokkinum í Klaksvík, at
Føroyar í (næstan) allar mátar er heimsins besta land,
fær nógvar ákoyringar. Á portalinum og sosialu miðlunum. Hetta er eisini ein øgiliga løgin niðurstøða at gera, og argumentatiónin (sambært greinini) er eisini sum Harragud veit. Men tað man vera blaðmaðurin hjá portalinum sum ikki hevur fingið meira enn helvtina við, og misskilt argumentini og samanhangin, og skrivar bara okkurt út frá tí. Eitt fínt dømi síggja vit í endanum á greinini:
í mun til lønarlagið eru sosialu veitingarnar í Føroyum tær bestu í verðini. So niðurstøðan er, at Føroyar eru eitt av heimsins bestu londum at liva í.

Soleiðis kann man ikki argumentera og tað hevur Heri sjálvsagt heldur ikki gjørt. Tað er nakað, Leo Poulsen á portalinum sjálvur hevur funnið uppá. Og tað hevur Heri eisini sjálvur skrivað í viðmerking til greinina á portalinum.

fredag den 27. juli 2012

Um kradding og ójavna

Joseph Stiglitz vísir aftur, at einans marknaðarkreftir eru orsøk til stóra ójavnan:
America's inequality does not come solely from market forces; those are at play in all advanced countries. Rather, much of the growth of income and wealth at the top in recent decades has come from what economists call rent-seeking — activities directed more at increasing the share of the pie they get rather than increasing the size of the pie itself.

Rent seeking - sambært wikipedia:
In economics, rent-seeking is an attempt to obtain economic rent (t.d. tilfeingisrentu) by manipulating the social or political environment in which economic activities occur, rather than by creating new wealth.

Hetta minnir sera nógv um vanligan fólkaflokspolitikk.

torsdag den 31. maj 2012

Dýrasta land í verðini -- og parlament

Jacob Vestergaard og Fólkafl hava nú fingið lov at deila fiskirættindi fyri hálva miljard út til sínar vinir. Kapping er bannlýst. Rættindini verða tikin frá eigaranum (Føroya fólk) uttan endurgjald.

Nú skal Johan Dahl og Sambfl so hava lov at deila vindmyllurættindi til sínar vinir. Eisini uttan kapping. Og rokningin verður send til streymbrúkararnar: Føroya fólk.

Fólkafl ein stóran og Sambfl ein lítlan. Føroya fólk rindar.

Tað er ikki neyðugt at kanna, hví Føroyar eru dýrasta land í verðini -- orsøkin finst á Tinghúsvegi 1.

tirsdag den 15. maj 2012

Kapping, men bara ikki í fiskivinnuni

Tá landið skal byggja ein skúla ella eitt røktarheim, so verður arbeiðið bjóðað út, og tann sum kann gera uppgávuna bíligast fær arbeiðið. Onkuntíð er ein partur av uppgávuni at skjóta upp, hvussu byggjast skal, og tá er ein kombinatión av fleiri kriterium sum avger, hvør fær uppgávuna, og ikki bara prísurin.

Tá landið hevur gjørt undirsjóvartunlar hevur uppgávan verið meira neyvt definerað enn bygningar. Tá telur einans prísurin fyri at gera tunnilin, tó kanska dagbøtur fyri seinkingar verða lagdar aftrat.

Tá landið hevur eina bygdaleið, verður hon útliciterað til tann sum kann gera tað bíligast. Um leiðin gevur yvirskot og ferðaseðlainntøkurnar fella til tann sum vinnur uppgávuna at røkja leiðina, vil besta boð vera negativt, tvs. at tey sum bjóða vilja rinda fyri at fáa leiðina. Men princippið er tað sama, hóast betalingin fer til landið.

lørdag den 21. april 2012

Sámal kritiserar Hanus Kamban

Viðmerking til Sámal Matras Kristiansen og hansara grein á vágaportalinum (og Sosialinum frammanundan), Kritikk av ideologiskari ideologi-kritikk, sum viðger greinarøðina hjá Hanus Kamban um bardagan hjá Fólkaflokkinum ímóti miðalklassanum:
Eg veit ikki, Sámal, men mær dámar faktisk einki serligt hasa greinina hjá tær. Eg skilji ikki ordiliga hvat tú vil, annað enn at geva eina meira nuanseraða mynd enn ta, sum Hanus teknar av politikkinum og samfelagnum. Og so blívur tað til sjálvfylgiligheitir, tó á einum semi-akademiskum støði.
Í ongum av teimum punktunum tú tekur fram haldi eg tú vísir á, at Hanus skrivar nakað sum er skeivt ella misvísandi, bara at aðrir møguleikar eru, enn tað sum Hanus vísir á sum tað skilabesta. Og í onkrum føri haldi eg at tíni alternativ eru illa argumenterað fyri, so man fer at geva Hanusi meira rætt enn longu frammanundan.
Ikki fyrr enn í niðurstøðuni skilji eg (haldi eg) hvat tú poengið er við tíni grein, sum eg so síggi, at eisini yvirskriftin sigur, men tað er kortini ikki tín niðurstøða, bara eitt hjartasuff at enda. Og har haldi eg eisini, tú fer skeivur, ella at tú í minsta lagi í ávísan mun hevur misskilt Hanus.
Eg siti við einum varhuga av, at tú er byrjaður uppá hasa greinina, og so hevur skrivað hana lidna, hóast tú ikki hevði nakran boðskap.
Nå, eg kundi skrivað eina grein at viðgjørt tína grein, men eg tími ikki, tí eg vænti hon verður líka ógreið og flákrandi sum tín. Eg veit ikki heldur hví eg skrivi hesa lítlu viðmerking til tín, men kanska tí eg haldi tú framstendur hálvavegna naivur í hasi greinini, og als ikki hevur fylgt við, hvussu ógvusligar avleiðingar núverandi kreppan hevur havt fyri fólk, eisini trygga miðalklassan, í teimum samfeløgum, sum Hanus ávarar ímóti, at Føroyar fara at líkjast meira.

tirsdag den 17. april 2012

Kim um Boga um pensjónsaldur

Bogi Andreasen, sum er varamaðurin á Løgtingi umboðandi Fólkaflokkin, hevur grein á Vágaportalinum um pensjónsaldur. Einfalda loysnin hjá Boga manglar nógvar detaljur, so neyvan hevur Bogi sett seg nevniverdugt inn í málið áðrenn hann hevur skrivað greinina. Kim Hansen, ið arbeiðir við at rokna uppá tryggingar og pensjónir, ger á facebook viðmerkingar til greinina hjá Boga:
Nú er umframt útreiðslurnar eisini framtíðin vorðin eitt problem hjá fólkafloksmonnum!
Men eg skilji ikki heilt hugskotið hjá Boga. Meinar hann at fólk fara at arbeiða heldur enn at fáa fólkapensjón? Ella meinar hann at tey skulu fáa hægri fólkapenssjón um tey velja at fara seinni á pensjón?

onsdag den 11. april 2012

Kaj Leo og fiskivinnupolitikkurin

Á facebook greiðir Tórbjørn Jacobsen frá, hvat Kaj Leo, løgmaður, ætlar við fiskivinnupolitikkinum. Ella greiðir frá, er ikki rætt. Hann endurgevur tað sum vit hoyrdu Kaj Leo siga í útvarpinum:
1. januar verður tað tilfeingisgjald á alt okkara ríkidømi á nær- og fjarleiðum........nei, tað verður einki í framtíðar føroyskari fiskivinnu, sum kemur at eita rullandi fiskiloyvir, tað verður avtikið, tað er tað sum vit vilja broyta, hetta her við rullandi, tí tað verður sjálvandi av órøttum ella røttum fata, sum tað hevur nakað við ognarrættin at gera, men tað sum vit gera, men tað sum vit arbeiða við í veruleikanum, tað er, at tú kanst hava ein brúksrætt ímóti einum tilfeingisgjaldi, t.d. hevur man nevnt skipanir, eitt nú niðri í Danmark, har hevur man ein brúksrætt upp á 8 ár, í øðrum londum hevur man so eitt størri áramál. Tað eru tey prinsippini, sum vit skulu fáa loyst, tað er so ein politisk semja, sum vit skulu fáa millum allar flokkar á tingi............tað er í hvussu er mítt størsta ynski og mín størsta vón, at allir flokkar kunnu vera við til, at vit kunnu seta ta skipanina í gongd frá 1. januar 2013........Ja, nú eru vit í hvussu er komin forbí tann prisippiella spurningin, sum vit hava arbeitt øgiliga hart við, og tað er viðvíkjandi tilfeingisgjaldinum. Tað er fyri so vítt komið uppá pláss........eg trúgvi, at vit kunnu finna útav hinum innanfyri eina rímiliga tíð uppá hetta her næsta hálva árið. Tað trúgvi eg.

søndag den 1. april 2012

Nú fer eisini fólkapensjónin í fisk

Sambært fíggjarlógaruppskotinum, skulu sparast 90 mió kr á fíggjarlógini við at hækka pensjónsaldurin. Samstundis ætlar samgongan at forera tíggju ferðir so nógv á hvørjum ári til ein politiskt útvaldan skara. (Tilfeingisgjald uppá 120 mió kr drigið frá tí 1-1.5 mia kr, sum tað átti at verið.)

Av hesi milliard krónum árliga, fara sum frálíðir kanska 10-20 persónar avstað við tí mesta, tá tað verður savnað á færri hondum. Við politiskum vælsignilsi, sum alipolitikkurin vísir. Summi billa sær inn, at kvotabarónarnir fara at brúka pengarnir at gera íløgur í Føroyum, men pengarnir verða givnir burtur uttan treytir, so alt fer ikki til samkomuhús, nógvar milliónir krónur fara eisini til íløgur ella luxuslív uttanlands, sum eingin annar føroyingur fær ágóða av, casino-spæl, strippklubbar, v.m. Tað verður ein spurningur, hvar hesir persónar fáa mest burtur úr.

torsdag den 23. februar 2012

Forsinket omhu?

Dimmalætting skrivar í greinum 22. februar 2012 um avleiðingar av broyttari pensjónsskatting, at láglønt fáa stóra skattarokning í pensjónsárum, meðan løgmaður afturímóti fær meira útgoldið í pensjón. Í oddagreinini er Árni eitt sindur uppi at koyra:
Í himmalsins navni: hvat hugsa tit fyri tykkum? Vit tosa ikki um stórar og dýrar pensjónir, men vanliga ratupensjón ella lívrentu!
(...)
Vit ganga úr frá, at hetta verður broytt aftur umgangandi, so vanlig fólk ikki verða revsað á gamalsaldrinum fyri at hava upptjent sær pensjón.

Neyðug tøl hava annars verið tøk rættiliga leingi. Jan Otto S. Holm hevði framløgu um tað í Norðurlandahúsinum (leinkjan her virkar ikki í løtuni). Og Samtak legði tøl fram fyri Løgtingsins fíggjarnevnd, og liggja nøkur av tølunum sum fíggjarnevndarskjal C-1. Ein talva sum uppsummerar tøl frá líknandi útrokningum sæst her.

onsdag den 15. februar 2012

Fólkaflokkurin ansar altíð væl eftir pengunum

Teitur Vágadal á facebook:
Nú tá Jákup Mikkelsen er koyrdur frá, so er neyðugt at hava eina lítlan statusrapport um støðuna.
Grundgeving hjá Jákup Mikkelsen fyri at gerast landstýrismaður: Nú var tað hansara túrur
Hvat hevur hann gjørt: Givið løgmansskrivstovuni eyka arbeiði (hetta kemur jú undir arbeiðsskapandi tiltøk, ikki so?)
Hvussu nógv hevur tað kostað: Ein kanning um hansara gegni: 31.000, og so verður hann koyrdur frá fyri ógegni, skulu vit krevja peningin aftur kanska?
Fráfaringarløn: Jákup Mikkelsen fer nú at fáa dupultløn í 3 mánaðir sum fráfarin landstýrismaður, ein eyka útreiðlsa á góðar 144 túsund kr. Kanska skal tað endurskoðast?
SO at enda: Jákup Mikkelsen hevur við Jørgen og Kaj á odda, sátt sera nógvan iva um gegni og ógegni, økt um arbeiðsbyrðu hjá løgmansskrivstovuni og fer at kostað tí føroyska samfelagnum umleið 180 túsund skattakrónur. Og Fólkaflokkurin vil at vit skulu minka um almenna geiran, og hetta er kanska hátturin.

Men Fólkafl hevur so um ikki annað eisini vaksið um privata løgfrøðingavinnuna! Tað loysir seg hjá teimum.

tirsdag den 14. februar 2012

Viðm. til grein hjá Líggjas Johannesen

Líggjas Johannesen skrivar grein, m.a. á Vágaportalinum: Er tað bara í fiskivinnuni at fólk verða útvald?

Hetta verður rættiliga drúgt, men eg havi roynt at gera mær ómak at viðmerkja alla greinina hjá Líggjasi, brot fyri brot, og at greiða gjølliga frá, hví eg haldi at Líggjas í fleiri førum misskilir, hvat búskaparfrøðingar siga, og eisini hvat endamálið er við teimum tilmælum, sum búskaparfrøðingar koma við.

Líggjas Johannesen skrivar:
Tað eru einir 5 persónar við nøkrum fjepparum afturat sær sum vilja avgera hvussu øll fiskivinna skal rekast í Føroyum. Teir 5 eru ikki valdir av fólkinum, ei heldur útvaldir av teimum fólkavaldu, men hava valt seg sjálvar út.
Politiska skipanin velur eitt búskaparráð, men onnur hava eisini lov at hava eina meining um búskaparviðurskifti. Nøkur eru enntá, sum hava formligan førleika at gera metingar um búskapin og kvalificerað tilmæli til búskaparpolitikkin. Tað vanliga er ikki, at fólkið ella fólkavaldu velja, hvør skal siga sína meining. Men fólkið og fólkavaldu velja sjálvsagt, hvønn tey lurta eftir. Vónandi gera tey sær ómak í hesum vali.