Hetta verður rættiliga drúgt, men eg havi roynt at gera mær ómak at viðmerkja alla greinina hjá Líggjasi, brot fyri brot, og at greiða gjølliga frá, hví eg haldi at Líggjas í fleiri førum misskilir, hvat búskaparfrøðingar siga, og eisini hvat endamálið er við teimum tilmælum, sum búskaparfrøðingar koma við.
Líggjas Johannesen skrivar:
Tað eru einir 5 persónar við nøkrum fjepparum afturat sær sum vilja avgera hvussu øll fiskivinna skal rekast í Føroyum. Teir 5 eru ikki valdir av fólkinum, ei heldur útvaldir av teimum fólkavaldu, men hava valt seg sjálvar út.Politiska skipanin velur eitt búskaparráð, men onnur hava eisini lov at hava eina meining um búskaparviðurskifti. Nøkur eru enntá, sum hava formligan førleika at gera metingar um búskapin og kvalificerað tilmæli til búskaparpolitikkin. Tað vanliga er ikki, at fólkið ella fólkavaldu velja, hvør skal siga sína meining. Men fólkið og fólkavaldu velja sjálvsagt, hvønn tey lurta eftir. Vónandi gera tey sær ómak í hesum vali.