Sider

Viser opslag med etiketten Marknaðarbúskapur. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Marknaðarbúskapur. Vis alle opslag

torsdag den 20. marts 2014

Makrelkvotan og fátækramarkið í 2014

Í 2011 seldi landið 20.000 tons av makreli á uppboðssølu. Hetta gav góðar 70 mió kr í búskapargrunnin. (Fólkaflokkurin tømdi tó búskapargrunnin aftur sum eitt tað fyrsta eftir at flokkurin yvirtók fíggjarmál, so hesir pengarnir eru ikki til longur.)

Í 2014 er føroyska makrelkvotan 156.240 tons. Verða rættindini at fiska makrelin seld á uppboðssølu og prísurin verður tann sami sum í 2011, kann tað geva góðar 550 mió kr til eigaran av tilfeinginum: Føroya fólk.

Í 2011 skuldi allur makrelurin fiskast í føroyskum øki. Av tí at makrelsemjan ger, at fiskast kann eisini í norskum og ES-sjógvi og eftir metingum annars, kann upphæddin kanska blíva 100 mió kr meira enn omanfyri nevnda, ella umleið 650 mió kr! (Hetta samsvarar eisini við bæði útrokningar hjá búskaparfrøðingum og við virðið á handlaðum kvotum í Íslandi.)

tirsdag den 28. januar 2014

Jú, tað ber væl til við uppboðssølu

Kjartan Hoydal ger seg also býttari enn hann er, tá hann sigur við in.fo, at tað
Ber ikki til við uppboðssølu

Kjartan førir ymist fram, sum skal grundgeva fyri at ikki ber til við uppboðssølu. Eitt nú býtið millum skipabólkar. Men alt sum Kjartan eftirlýsir, ber væl til at hava -- eisini í eini uppboðssøluskipan. Uppboðssølan skal bara í minsta lagi koma í staðin fyri politisku telvingina um, hvørjir reiðarir sleppa at fiska hvussu nógv. Also í staðin fyri ta telving, sum skapar størst vanda fyri korruptión, og sum ger, at virðisøking fær ov lítið fokus hjá teimum, sum virka í fiskivinnuni.

Kjartan Hoydal. Mynd: in.fo

Kjartan Hoydal hevur púra rætt í, og sum hann endurgevur íslendska Ragnar Arnason fyri at siga, at
tað ber ikki til, at loyva marknaðarkreftunum einsamøllum at skipa fiskivinnuna,
og tað haldi eg ikki, nakar fortalari fyri uppboðssølu av føroyskum fiskirættindum ætlar. So har er okkurt, Kjartan av onkrari løgnari orsøk hevur misskilt.

tirsdag den 7. maj 2013

Hví skulu politikarar viðgera søgulig rættindi?

Natúran hevur einki sum eitur "søgulig rættindi": Tá fiskurin hvørvur eru søgulig rættindi einki verd.

Marknaðurin hevur einki sum eitur "søgulig rættindi": Er tú ikki framhaldandi kappingarførur, so verður tú útkonkurreraður, óansæð hvussu raskur og dugnaligur tú var síðsta ár.

Fiskatilfeingið er "fólksins ogn". Hví skulu politikarar viðgera "søgulig rættindi"?

tirsdag den 2. april 2013

Fíggjarmálaráðið skilir fiskivinnu betur enn løgmaður og Fiskimálaráðið

Úr búskaparfrágreiðingini til fíggjarkarmarnar fyri 2014:
Fyri at fáa eina góða og produktiva fiskivinnu, mugu tvær fyritreytir vera til staðar. Fyri tað fyrsta, má veiðan vera lívfrøðiliga burðardygg. Tað vil siga, at veiðutrýstið má ikki støðugt vera ov høgt (ella ov lágt). Fyri tað næsta, má samlaða arbeiðsmegin og samlaði kapitalurin í vinnuni vera búskaparliga hóskandi í mun til virðið á veiðuni, soleiðis at samlaða avlopið altíð verður sum mest.
(...) Tann næsta fyritreytin krevur, at ein marknaðarbúskapur er til staðar inni í fiskivinnuni, sum tryggjar eina hóskandi frágongd av kapitali og arbeiðsmegi, so hvørt sum tøkniliga menningin ger fiskiveiðuna meira effektiva.

Og so er tað man má spyrja, um Kaj Leo hesur lisið hatta? Og sjálvt um tað er forklárað má man spyrja, um hann skilir, hvat tað merkir? Tí hann tosar bara um MEIRA kapital til fiskivinnuna.

Og Fiskimálaráðið má lesa og læra. Eg veit ikki, hvørjum tey hava skil fyri, um nøkrum, men fiskivinnu er tað so í hvussu er ikki.

fredag den 1. marts 2013

Keikantskravið og principploysi

Keikantskravið var einaferð eitt principp. Tað kann man hava sína meining um, men er ikki spurningurin, sum skal viðgerast her, men tilvildarligi vinnupolitikkurin, sum serliga er galdandi fyri fiskivinnuna.

Uppisjóvarveiða tjenar nógvar pengar, so har skal keikantskravið standa, og stuðlast við einum avreiðingargjaldi fyri tey, ið ikki brúka føroyskan keikant.

Men botnfiskaveiða tjenar for litið av pengum, so landsstýrismaðurin vil sleppa teimum undan keikantskravinum, sum annars hevur verið galdandi. Hesum mótmælir Samtak nú, tí tað kann kosta arbeiðspláss á landi.

fredag den 8. februar 2013

Brot úr chatti - eitt felags hjartasuff

Guðlaugur, ivrigur tjóðveldismaður, skrivar til mín á facebook-chattinum:
Hufffff. Hetta er tað sum er størsti trupuleikin hjá tjóðveldisflokkinum:
Yvirlýsing: Tilfeingið er ogn, lunnindi og møguleiki føroyinga
hví skulu tey altíð brúka orð sum styggir vanliga veljarin vekk. her meini jeg við orðið "lunnindi"
so hóast boðskapurin ofta er góður, so styggja tey vanliga fólkið vekk við at brúka slík orð.

Eg svari:
Júst so! Og at ávara ímóti feudalismu, sum fá vita hvat er, kemur man heldur ikki langt við. So er nógv lættari at ávara ímóti kommunismu, sum Fólkafl hevur valt at kalla marknaðarbúskap (sum Fólkafl ikki veit, hvat er).

torsdag den 29. november 2012

Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (3)

Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)

Har stendur um frælsi at handla við fiskirættindum:
Frælsi at keypa og selja fiskirættindi kann birta undir, at tilfeingið verður gagnnýtt burðardygt búskaparliga. Marknaðarmekanisman skal tryggja, at teir skipaeigarar, sum duga best at reka skipini, og hava atgongd til kapital, skulu hava møguleika at keypa fiskirættindini frá teimum, ið fáa minni úrtøku úr sínum fiskirættindum. (s. 4)

onsdag den 6. juni 2012

Ávegis eini liberalisering av fiskivinnuni -- makrel-útgávan

tveir mátar eru at býta makrelin, og sum er ein liberalisering í mun til korruptan planøkonomi, sum ABDH brúkar, men ikki full liberalisering

tann fyrri var uppskotið um uppboðssølu av einum parti av makrelkvotuni, men hetta fall í løgtinginum

mannagongdin sum samgongan er samd um, er at tá landsstýrismaðurin hevur lýst makrelkunngerðina, sum fyri hvønn skipabólk ásetir, hvussu nógv bólkurin skal hava, so fer hann afturumaftur at býta til hvørt skip í hvørjum bólki

hin mátin mótvegis einari størri liberalisering hevði verið, at hetta síðsta stigið av makrelbýtinum verður skift út við uppboðssølu, har skip í hvørjum bólki kappaðust sínámillum

so hevur makrelbólkurin býtt millum skipabólkar, men marknaðurin avger býtið innanfyri bólkarnar

sum frálíður skal fiskivinnan tillagast tilfeingið og marknaðarstøðuna har fiskurin kann seljast, og tí skal býtið millum bólkarnar eisini avgerast á uppboðssølu, men tillaging tekur nøkur ár, so nevnda ávegis liberalisering haldi eg flestu økonomar høvdu sæð sum eina skilagóða loysn

men eisini er vigtigt at fáa við, at korruptiónin hevði eisini verið minni, tí skip kunnu ikki við lobbyismu og mutri hála til sín sjálvs, einans til allan skipabólkin

torsdag den 31. maj 2012

Dýrasta land í verðini -- og parlament

Jacob Vestergaard og Fólkafl hava nú fingið lov at deila fiskirættindi fyri hálva miljard út til sínar vinir. Kapping er bannlýst. Rættindini verða tikin frá eigaranum (Føroya fólk) uttan endurgjald.

Nú skal Johan Dahl og Sambfl so hava lov at deila vindmyllurættindi til sínar vinir. Eisini uttan kapping. Og rokningin verður send til streymbrúkararnar: Føroya fólk.

Fólkafl ein stóran og Sambfl ein lítlan. Føroya fólk rindar.

Tað er ikki neyðugt at kanna, hví Føroyar eru dýrasta land í verðini -- orsøkin finst á Tinghúsvegi 1.

ABDH er høgrumegin Friedman

Politikkurin hjá ABDH-samgonguni er:
  • Tá fiskirættindi verða útlutað til reiðarar uttan kapping er eingin sum atkvøður fyri marknaðarbúskapi, men
  • um manningarfeløgini skulu hava rætt at samráðast vegna manningina er tað skeivt at leggja seg út í arbeiðsmarknaðin.

Tað er sum Milton Friedman segði, tá hann kritiseraði, at samfelagið favoriserar tey frammanundan vælbjargaðu:
This is socialsm for the rich, free enterprice for the rest.

onsdag den 30. maj 2012

Andrass Skaalum um uppboðssølu

Andrass Skaalum viðmerkir (m.a. her og her), at sambandsmaðurin Eivin Jacobsen hevur atkvøtt saman við andstøðuni um uppboðssølu av makreli:
Út frá einum liberalum búskapar sjónarmiðið tykist mær haldgott grundarlag verða fyri uppboðssølu.
Í prinsippinum ein rættiliga einføld skipan.
  • Vinnan regulerar seg sjálva og best riknu fyritøkur fáa mest burturúr.
  • Nýggir aktørar hava fríari atgongd at gera seg javnbjóðis galdandi.
  • Minst møgulig binding til politisku skipanina, ið bert skal tryggja karmarnar.
Politiska skipanin fær tá helst brúkt orku sína betur til onnur konstruktiv stig fyri vinnuna.
Margháttlig at sokallaðir liberalir flokkar, brádliga ikki vilja vita av einum veti av liberalismu.
hmmmmm?

torsdag den 24. maj 2012

Tak dystin á uppboðssøluni í staðin

Varðin og Thor skjóta eftir hvørjum øðrum við ákærum um ódugnaskap o.a. Seinast hevur Hans Andrias skírt Varðan o.a. fyri nótabarónar, sum hava søpla milliardir burtur.

Tá tað er upptrekk til bardaga á eini barr, plagar duravørðurin biðja menn fara útum at avgera tað. Í hesum føri er eitt frálíkt alternativ til almenna útspilling til at avgera, hvør fær mest burtur úr makrelinum: uppboðssøla. Á vágaportalinum hevði eg hesa viðmerking:
Tað sum frágreiðingin hjá Hans Andrias eigur at læra okkum er ikki, hvørt man skal lurta eftir Thor ella Varðanum, men at kapping skal til, sum loyvir nýggjum aktørum at bjóða av, so vinnan ikki stagnerar.
Hetta vita øll í verðini -- uttan tey sum stíla fyri føroyskari fiskivinnu.

tirsdag den 15. maj 2012

Kapping, men bara ikki í fiskivinnuni

Tá landið skal byggja ein skúla ella eitt røktarheim, so verður arbeiðið bjóðað út, og tann sum kann gera uppgávuna bíligast fær arbeiðið. Onkuntíð er ein partur av uppgávuni at skjóta upp, hvussu byggjast skal, og tá er ein kombinatión av fleiri kriterium sum avger, hvør fær uppgávuna, og ikki bara prísurin.

Tá landið hevur gjørt undirsjóvartunlar hevur uppgávan verið meira neyvt definerað enn bygningar. Tá telur einans prísurin fyri at gera tunnilin, tó kanska dagbøtur fyri seinkingar verða lagdar aftrat.

Tá landið hevur eina bygdaleið, verður hon útliciterað til tann sum kann gera tað bíligast. Um leiðin gevur yvirskot og ferðaseðlainntøkurnar fella til tann sum vinnur uppgávuna at røkja leiðina, vil besta boð vera negativt, tvs. at tey sum bjóða vilja rinda fyri at fáa leiðina. Men princippið er tað sama, hóast betalingin fer til landið.

søndag den 13. maj 2012

søndag den 6. maj 2012

Javnaðarflokkurin nýggjan fiskivinnupolitikk

Aksel V. Johannesen, form. í Javnfl segði í røðu á landsstevnu í Skopun 5. mai 2012:
Vit skulu hava eina nýggja fiskivinnuskipan.
Eina fiskivinnuskipan, ið tryggjar okkara høvuðsvinnu góðar og støðugar karmar at virka innan, og sum byggir á lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygd, og har atgongdin til vinnuna á ein ella annan hátt verður meira marknaðarbaserað enn hon er í dag.
Hetta kann venda gongdini í okkara høvuðsvinnu, sum í dag í stóran mun er merkt av stagnatión, til eina dynamiska vinnu við framburði.
Vit mugu tryggja, at manningar við føroyskum fiskiførum fáa løn eftir føroyskum sáttmálum.
Gjald fyri fiskirættindi skal ikki verða eitt politiskt ásett kilogjald. Tað skal tryggjast við lóg, at hetta ikki fer av óbýttum, so tað verður fiskimaðurin sum skal rinda hetta. Útróðrarflotin eigur heilt at sleppa undan tilfeingisgjaldi.

søndag den 4. marts 2012

Føroyski fiskivinnupolitikkurin endurtekur íslendska mistøkini

Her eru atfinningarnar móti føroyska fiskivinnupolitikkinum kókaðar niður til eina síðu.

Glæra 5 til fyrilestur hjá Thorvaldi Gylfason.

Politiska stýringin av fiskivinnuni kostar nógv í mistum effektiviteti, umframt er dundrandi órættvís.

Loysnin er ein marknaðarloysn, har vinnan kappast um at sleppa at gagnnýta fiskatilfeingið, fólksins ogn. Allar manipulatiónir -- flestu væl meintar, aðrar ikki -- við marknaðarmegini, eru dømdar at miseydnast, í hvussu er um tær verða gjørdar av amatørum. Úrslitið er, at eigarin av tilfeinginum, Føroya fólk, verða snýtt. Tað hava føroyskir búskaparfrøðingar sagt leingi. Nú útlendskir verða spurdir, siga teir tað sama.

Kelda: Fyrilestur hjá Thorvaldi Gylfason á ráðstevnuni "Fólksins ogn ella ?"

tirsdag den 14. februar 2012

Viðm. til grein hjá Líggjas Johannesen

Líggjas Johannesen skrivar grein, m.a. á Vágaportalinum: Er tað bara í fiskivinnuni at fólk verða útvald?

Hetta verður rættiliga drúgt, men eg havi roynt at gera mær ómak at viðmerkja alla greinina hjá Líggjasi, brot fyri brot, og at greiða gjølliga frá, hví eg haldi at Líggjas í fleiri førum misskilir, hvat búskaparfrøðingar siga, og eisini hvat endamálið er við teimum tilmælum, sum búskaparfrøðingar koma við.

Líggjas Johannesen skrivar:
Tað eru einir 5 persónar við nøkrum fjepparum afturat sær sum vilja avgera hvussu øll fiskivinna skal rekast í Føroyum. Teir 5 eru ikki valdir av fólkinum, ei heldur útvaldir av teimum fólkavaldu, men hava valt seg sjálvar út.
Politiska skipanin velur eitt búskaparráð, men onnur hava eisini lov at hava eina meining um búskaparviðurskifti. Nøkur eru enntá, sum hava formligan førleika at gera metingar um búskapin og kvalificerað tilmæli til búskaparpolitikkin. Tað vanliga er ikki, at fólkið ella fólkavaldu velja, hvør skal siga sína meining. Men fólkið og fólkavaldu velja sjálvsagt, hvønn tey lurta eftir. Vónandi gera tey sær ómak í hesum vali.

mandag den 23. januar 2012

Kapitalisma skal ikki bara vera eitt slogan

Hvussu kann Fólkafl sleppa avstað við at tosa um byrðar á vinnuna, tá tað er Fólkafl sum vil leggja eykaskatt á vinnuna? Eykaskatturin er gott nokk ein undanførsla fyri at sleppa at forera fólksins ogn burtur? Tað einasta vinnan skal gera fyri at sleppa undan eykaskattinum hjá Fólkafl er at søpla virðini burtur í illa riknum fyritøkum. Eykaskatturin hjá Fólkafl alir taparar í vinnuni.

At forera fólksins ogn til útvald er skeivt. Hetta hevur einki við øvund at gera. Hetta snýr seg ikki ein gang um, at býta virðini javnari. Hetta snýr seg um, at skapa mest møguligt virði úr fólksins ogn. At forera fólksins ogn burtur er vánaligur búskaparpolitikkur.

Kapitalisman fungerar sum oftast. Men tá javnvágin millum virðisskapan og úrtøku fer av lagi, so gongur galið. Og tað er júst henda javnvág sum fer av lagi, tá stór virði verða forerd útvaldum. Vit kunnu tí vænta eina nýggja íløguboblu, um Fólkafl fær sín vilja.

Við Fólkafl fer kapitalisman ikki at fungera í Føroyum. Men Fólkafl hevur altíð vart sínar vinir ímóti kapping, so Fólkafl er helst einki serliga glaður fyri kapitalismu, tá tað kemur til stykkis. Fyri Fólkafl er kapitalisma bara eitt slogan.

Hermann Oskarsson hevur eitt frálíkt innlegg um hetta sama:
Evsta endamálið við øllum hesum hundakunstunum hjá Fólkaflokkinum og hansara halafylgi er at lata hesa ríku landsgávuna upp í hendurnar á einum fámannaliði av ríkmonnum.

torsdag den 19. januar 2012

Korruptión, kapping, alment og privat

Eg skrivaði á facebook viðmerking til grein hjá Hermann Oskarsson: Hvussu virkar korrupsjónin?
Av onkrari orsøk uppføra flest allir politikarir í Føroyum seg sum, at tað er teirra uppgáva at umboða reiðarastættina í politisku skipanini... Nakrir halda í góðari trúgv, at tað gagnar Føroya fólki. Men heilt nógvir í óndari trúgv lata sum um tað gagnar Føroya fólki.
Men tað ger tað ikki. Føroya fólk hevur hinvegin brúk fyri eini politiskari skipan sum umboðar Føroya fólk ímóti kradding og sum tryggjar at Føroya fólk fær sín rætta ágóða av tí gagnnýtslu sum fer fram av fólksins ogn.

Tað kom langt kjak burturúr um alment og privat og kapping og útlicitering:

Sjúrður Ejdesgaard
og minnilutin av føroysku politikarunum (C) o.l halda, at tað er so super við einum stórum vælvaksnum yvirfeitum statsaparati har man proppar fólk inn at trekkja løn - búðskaparfrøðingar incl Flóvin Eidesgaard siga, at tað er vegurin fram - segði nakar kradd?

Flóvin Eidesgaard
Sjúrður, hatta havi eg ongantíð sagt ella skrivað, og hatta meini eg heldur ikki. Eg tími nokk so illani at svara tær, tá tú er so óseriøsur.

torsdag den 12. januar 2012

Marknaðarloysn uppá spurningin um hvalafriðing?

A Market Proposal for Saving Whales -- er yvirskriftin á grein í wired.com. Greinin staðfestir, at hóast nógv átøk at verja hval, verða fleiri hvalir dripnir í dag enn fyri 20 árum síðani. Greinin viðger tí eitt kontroversielt uppskot frá Christopher Costello frá University of California í Santa Barbara. (Eg vitjaði býin í september 2009, ein vakur býur við deiligari strond.) Uppskotið gongur stutt og greitt út uppá, at:
Hunters could buy the right to kill whales. Conservationists could pay to save them.

(Ískoyti: Hetta uppskot verður nú eisini umrøtt á forskning.no.)

Neyvan verður hetta uppskot framt, men tað skal hava nakrar viðmerkingar á vegnum.