Sider

Viser opslag med etiketten Hagstovan. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Hagstovan. Vis alle opslag

onsdag den 18. december 2013

Misvísandi ræðukampanja frá Hagstovuni?

Hagstovan hevur gjørt eina nýggja fólkaframskriving. Ella brúkar eitt nýtt model, ið er reint stokastiskt, tvs. ikki byggir á ávísar metingar um framtíðina.

Les meira um modellið og framskrivingarnar á linkinum omanfyri. Ella lurta eftir samrøðu, Rás 2 hevði við Jón Joensen á Hagstovuni. Og útvarpið tosaði eisini við Jón.

Mynd hjá Hagstovuni av fólkaframskriving.

Talan er helst um eitt frálíkt model, men eg eri ikki akkurát imponeraður av mátanum tey leggja úrslitini fram og hvat tey brúka modellið til.

tirsdag den 22. oktober 2013

Ein frálík sending, sum ongum dámar

Hatta var ein fín sending í DR Horisont um kvinnuflýggjan úr Føroyum (link til sending). Tað eru tó ikki nógv onnur, sum halda tað sama, skilji eg á facebook. Bæði politikarar og prestar eru eitt sindur ónøgdir síggi eg. Bæði dømini eg vísi til eru menn, men eg dugi ikki at síggja, um fleiri menn ella kvinnur vísa sína ónøgd við sendingina.

Munurin millum centrum og útjaðara í Føroyum er ovurstórur. Helst er hann størri enn í Danmark. Journalisturin hevði eina søgu at siga um føroyskar kvinnur, sum flýggja, og um fremmandar, sum flyta til Føroya frá fjarskotnum londum. Hann skuldi ikki lýsa alt føroyska samfelagið. Tað er ein vanlig og sjálvsagt loyvd journalistisk prioritering, at sendingin bara vísti lívið í útjaðaranum.

Tað er í útjaðaranum, kvinnurnar mangla. Í Havn eru næstan líka nógvar kvinnur sum menn. Eg havi sett íbúgvatøl pr. 1. januar 2013 frá Hagstovuni upp í talvu, har síðsta kolonna ("Kvinnutrot") er talið av monnum, sum eru fleiri enn kvinnur.

Fólkatalsbýtið millum kynini í og uttanfyri Havnina. Kelda: Hagstovan
Í Tórshavnar kommunu búgva 41.1 pct av fólkinum, og har er næstan javnbýtt: 50.5 pct menn og 49.5 pct kvinnur. Men uttanfyri Tórshavnar kommunu, har 58.9 pct av fólkinum búgva er munurin nógv størri: 52.9 pct menn og 47.1 pct kvinnur.

Hóast næstan helvtin av fólkinum býr í Tórshavnar kommunu, er bara ein lítil partur (211) av samlaða kvinnutrotinum (1841) í Tórshavnar kommunu.

Sendingin lýsti tí helst væl, hví kvinnurnar rýma: Tær tíma ikki bygdalívið. Og so er ein partur av loysnini at minka kvinnutrotið helst: Føroyar skulu vera meira Tórshavn og minni útjaðari.

Tey flestu eru helst samd um hetta. Og kanska er tað tí, tey eru so ónøgd við sendingina. Ikki tí hon gevur eina skeiva mynd av Føroyum (tað ger hon), men tí tann myndin hon gevur av Føroyum er ikki tær Føroyar sum tey ynskja.

fredag den 20. september 2013

Trupulleikin er í Føroyum

Í kvøld visti Dagur og vika at siga (linkið er til alla sendingin), at
Føroyar eru tað landið í Europa, sum upp á seg fær størsta ískoyti til búskapin frá lønum vunnar uttanlands
Talan er um 850 mió kr árliga í síðstu uppgerð, ið svarar til 6.5 pct av BTÚ. Soleiðis sett fram í DV, ljóðar tað positivt við øllum hesum inntøkunum úr útlandinum.

Men tað hevði verið rættari at sett tað fram øvugt: at tá man dregur lønarinntøkur vunnar uttanlands frá, er 93.5 pct eftir av BTÚ í Føroyum, og hetta er tað lægsta í Europa.

Soleiðis! Hatta sigur eitt sindur betur, hvussu ringt skilið er í føroyska búskapinum.

fredag den 15. februar 2013

Tá kreppan rakar búskapin - og fólk

Tá búskapurin er í kreppu, so er mest konkreta avleiðingin, ið vit merkja, ofta at arbeiðsloysið veksur. Og veksur.

Fólk missa arbeiðið ella kenna onkran, ið ger.

Og tá kreppa er í búskapinum, eru fólk tí stúrin um framtíðina. Fólk óttast m.a. at missa arbeiðið. So tey fara at leggja pengar til síðis, fyrireika seg uppá at inntøkan minkar, so at siga. Nýtslan fer niður. Og so varir kreppan við.

onsdag den 19. december 2012

Støðan á arbeiðsmarknaðinum framvegis vánalig

Arbeiðsloysi minkar! Hagstovan hevur í dag kunngjørt, at arbeiðsloysi er tað minsta í trý ár.

Hetta er at fegnast um. Men áðrenn vit jubla, eiga vit nokk at hyggja nærri eftir støðuni á arbeiðsmarknaðinum. Vit vita, tað sigur Hagstovan eisini, at fólkatalið minkar. Aðrar orsøkir kunnu eisini gera, at arbeiðsloysisprocentið er eitt sindur misvísandi fyri gongdina á arbeiðsmarknaðinum.

fredag den 14. december 2012

Føroyar behøvast ikki hava Landsbankan

Týdningurin av sjálvstøðugum Landsbanka í verandi líki er yvirvurderaður. Men nakrar funktiónir eru neyðugar fyri føroyska samfelagið.

Man kann saktans tala skilagott fyri samanlegging av almennum stovnum, eisini har Landsbankin er ein. Men uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum er als ikki nóg gott. Heldur ikki við teimum ískoytum og broytingum (og broyttu grundgevingum), sum eru komnar aftaná framløguna og síðani øll hoyringssvar mæla frá. Tað er stórur vandi fyri, at hetta endar sum við eini aðrari samanlegging hjá fíggjarmálaráðharranum, SamVit, har byrjast mátti heilt forfrá við Ferðaráðnum, nøkur fá ár seinni, tá fólkið var rýmt og nógv vitan horvin. Kringvarpið sum ófyrireikað samanlegging av Útvarpinum og Sjónvarpinum er eisini dømi um at fyrireiking er neyðug fyri væleydnaðari bygnaðarbroyting.

torsdag den 11. oktober 2012

Nýggja Hagstovu?

Jørgen Niclasen í sjónvarpskjaki 9. okt 2012:
Hagstovan er eisini óheft, hon plagar í hvussu er ikki at siga tað eg kundi hugsað mær.
(fyrst endurgivið á facebook)
Mær vitandi ger og kunngerð Hagstovan hagtøl, t.v.s. lýsir veruleikan. Hvat kundi Jørgen hugsað sær, Hagstovan ger í staðin?

onsdag den 16. maj 2012

Alneyðugt við álítandi og óheftum hagtølum

Tað er alneyðugt við óheftum hagtølum og fakligum tilmælum sum politikarar ikki hava ávirkan á. Tí skulu Landsbankin og Hagstovan liggja uttanfyri beinleiðis politiska ávirkan, og tað skal ikki vera nakar ivi um tað heldur. Hetta er altíð galdandi, men serliga tí tað er jú vandi fyri at viðhvørt koma slíkar typur sum Jørgen framat, ið vilja hava embætisfólk sum bara makka rætt.

Í amerikanska statinum Wisconsin er Scott Walker, ein republikanari (teir eru jú fyrimyndirnar hjá Jørgen Niclasen og kompaní) guvernørur, og hann kom til valdið uppá at skapa fleiri arbeiðspláss. 250 000 arbeiðspláss eftir fýra ára valskeiðnum hjá guvernørinum, lovaði hann.

onsdag den 9. maj 2012

Virkar flatskattalættin?

Lønargjaldingarnar fyri apríl vísa eina framgongd uppá 59 mió kr higartil í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til ein vøkstur uppá 2.7 pct.

Sjálvsagt fara fólk so at diskutera, um tað er skattalættin, sum virkar. Tað reypa tey ungu fólkafloksfólkini av, áðrenn tey hugsa seg um -- ella lesa tølini. So lat okkum hyggja uppá tølini. Øll tøl eru frá Hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni, tað er tann eina talvan, sum hevur mánaðarligar lønargjaldingar, VHLGJALVG2.

lørdag den 5. maj 2012

Betri arbeiðsloysishagtøl neyðug

Eg havi sent ein teldupost til ALS. Ella rættari tveir. Her er ein samanseting av teksti úr báðum mailunum:
Góðu tit í ALS,
Eg síggi tit hava ávís hagtøl á heimasíðuni, og Hagstovan hevur nøkur, umframt tøl fyri arbeiðsmegi v.m.
Tvær røðir av hagtølum, sum tit helst kunnu gera rættiliga lætt, og sum hevði verið sera hent hjá fólki sum mær og øðrum sum fylgja við búskapargongdini, høvdu verið:
  1. Tal av nýggjum arbeiðsleysum (fyri hvørt tíðarskeið, t.d. viku ella mánað),
  2. Tal av arbeiðsleysum, sum detta úr skipanini eftir tveimum árum (fyri hvørt tíðarskeið), og
  3. Tal av arbeiðsleysum, sum fara úr skipanini, tí tey finna arbeiði (fyri hvørt tíðarskeið).
Við bara hesum trimum talrøðunum aftrat tí sum tit longu gera og sum Hagstovan hevur, verður møguligt at fáa nógv betri vitan um búskapargongdina enn man longu hevur.
Eg vil mæla tykkum at gera hesi tøl, og vóni tað eisini hendur. Tað besta hevði verið at fingið hesi tøl nakað aftur í tíðina, so man kann greina avleiðingarnar av kreppuni.
Hetta er ógvuliga virðismikil vitan til búskaparligar greiningar.
vinaliga
Flóvin Eidesgaard

Talrøð 1 vil skjótari vísa fram- og afturgongd á arbeiðsmarknaðinum enn bara leypandi arbeiðsloysisprocent. Um talrøð 3 kann man siga tað sama sum um talrøð 1, men við báðum fær man enn betri mynd. Talraðir 2 og 3 eru partvís redundantar, tá man hevur talrøð 1 og verandi hagtøl, men uppteljingin frá ALS er helst meira neyv enn at rokna eftir sjálvur.

torsdag den 15. marts 2012

Eitt sindur um skattatrýstið

Øll er samd um, at skatturin er ov høgur. Serliga fyri tann sum skal rinda skattin. Hetta er forrestin ikki bara í Føroyum. Og skatturin er eisini hægri enn nakrantíð. So sigst.

Lat okkum hyggja eftir tølunum. Skattatrýst verður oftast roknað sum samlað skattainnkrevjing sum partur av bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ, so tað gera vit. (Aðrar definitiónir eru eisini, sum ikki geva heilt somu úrslit, men munurin er ikki stórur.) Í hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni er møguligt at síggja eina rúgvu av tølum og fyri fleiri ár aftur eisini. Talvan AFSKATT1 gevur okkum tøl fyi skattatrýstið 1998 - 2010, og kunnu vit við tí tekna hesa mynd:

Føroyska skattatrýstið 1998-2010. Kelda: Hagstovan.

fredag den 27. januar 2012

Arbeiðsloysi aftur vaksandi

Upp ímóti 1800 fultíðararbeiðsleysum í desember, skrivar Hagstovan á heimasíðuni í gjár.

Arbeiðsloysið toppaði í mars. Í vár varð Fólkaflokkurin so nógv kroystur av hinum flokkunum í samráðingunum hjá ABC-samgonguni um fíggjarkarmar, at flokkurin valdi at stinga í sekkin. Og tað var gott. Síðani lækkaði arbeiðsloysið hvønn mánað, og lægsta arbeiðsloysi var í oktober, tá løgtingsvalið var. Harvið ikki sagt, at nakar samanhangur var millum, at Fólkafl ikki longur hevði ávirkan á politikkin og fallandi arbeiðsloysið.

Úrslitið av samgongusamráðingunum var, at Fólkafl aftur kom í samgongu, og arbeiðsloysi hevur verið vaksandi síðani valgið. Uttan heldur her at siga, at nakar samanhangur er millum at Fólkafl er í samgongu og vaksandi arbeiðsloysi. Hagstovan hevur hesa mynd av arbeiðsloysinum síðstu tvey árini á síni heimasíðu:

Kelda: Hagstova Føroya

Arbeiðsloysi er ein menniskjalig vanlukka, serliga tá tað gerst drúgt, og búskaparliga er tað eitt øgiligt oyðsl av menniskjaligum tilfeingi, ið ikki er við at framleiða so samfelagið kann blíva ríkari.

Tey sum halda seg hava sæð arbeiðsloysiskurvuna fyrr, hava kanska rætt. Sí hetta búmerki:

Kelda: Tannlæknamiðstøðin á facebook

Hans Pauli Strøm hevði lagt merki til henda líkleika og skrivar á facebook:
hey, fantastiskt, handan tannlæknakurvan minnir óluksáliga nóg um arbeiðsloysiskurvina frá des. 2009 til des. 2011, sum er at síggja www.hagstova.fo !

torsdag den 19. januar 2012

Korruptión, kapping, alment og privat

Eg skrivaði á facebook viðmerking til grein hjá Hermann Oskarsson: Hvussu virkar korrupsjónin?
Av onkrari orsøk uppføra flest allir politikarir í Føroyum seg sum, at tað er teirra uppgáva at umboða reiðarastættina í politisku skipanini... Nakrir halda í góðari trúgv, at tað gagnar Føroya fólki. Men heilt nógvir í óndari trúgv lata sum um tað gagnar Føroya fólki.
Men tað ger tað ikki. Føroya fólk hevur hinvegin brúk fyri eini politiskari skipan sum umboðar Føroya fólk ímóti kradding og sum tryggjar at Føroya fólk fær sín rætta ágóða av tí gagnnýtslu sum fer fram av fólksins ogn.

Tað kom langt kjak burturúr um alment og privat og kapping og útlicitering:

Sjúrður Ejdesgaard
og minnilutin av føroysku politikarunum (C) o.l halda, at tað er so super við einum stórum vælvaksnum yvirfeitum statsaparati har man proppar fólk inn at trekkja løn - búðskaparfrøðingar incl Flóvin Eidesgaard siga, at tað er vegurin fram - segði nakar kradd?

Flóvin Eidesgaard
Sjúrður, hatta havi eg ongantíð sagt ella skrivað, og hatta meini eg heldur ikki. Eg tími nokk so illani at svara tær, tá tú er so óseriøsur.