Sider

Viser opslag med etiketten Manipulatión. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Manipulatión. Vis alle opslag

onsdag den 26. marts 2014

Kreativur kleyvarskapur

Landskassin hevur í gjár lænt meira enn eina milliard. Rentan er undir 2 pct. Hví tramin lænir landskassin ikki eina milliard aftrat beinanvegin at brúka til Skálafjarðartunnil, í staðin fyri at finna uppá eina løgna konstruktión, sum er líka dýr sum CIP, og til havrannsóknarskip, í staðin fyri líka kreativa fígging sum Brixtofte brúkti í Farum til hann bleiv geglaður.

onsdag den 26. februar 2014

Útlicitering, privatisering og uttanumtos

Tað mátti verið lætt at fáa semju um at koyra fiskivinnuna á marknað í staðin fyri at stýra sum ein almennur stovnur (ella fleiri) eftir boðum frá aðalráðnum.

Hetta er ein vinna, sum er sera væl egnað til privatan marknað tí ikki er neyðugt við innviklaðari regulering.

Fyrr enn hetta er framt -- at fiskivinnan og tilfeingisfordeilingin virkar á marknaðargrundarlagi -- er fullkomiliga absurd at tosa um at privatisera nakað sum helst annað alment virksemi. At tað kortini verður gjørt virkar sum ein roynd at flyta fokus frá, at tilfeingisrentan, sum alt Føroya fólk eigur sum eigari av tilfeinginum, í staðin rennur niður í fáar politiskt útvaldar privatar lummar. Talan er omanfyri eina miljard um árið. 10.000 føroyingar kundu livað av hesum, sum nakrir fáir vinir hjá politikarum ræna.

lørdag den 18. januar 2014

Jørgen skyldar uppá Jørgen

Fjølmiðlarnir hava havt eina søgu koyrandi um at Jørgen Niclasen, umboð fyri Skipafelagið í Sørvági, hevur snýtt við tolli.

Í gjár helt Jørgen Niclasen, fyrrv. stjóri í eini fyritøku sum fekk ágóða av hesum snýti, tíðindafund, og segði seg vera ósekan. Advokaturin hjá hesum Jørgen Niclasen sat við síðuna av og bæði váttaði, at snýt var farið fram, men segði eisini, at tað var umboðið hjá Skipafelagnum sum snýtti.


Niðurstøðan hjá Jørgen er, at hann er reinsaður, tí tað var ikki hann, sum snýtti. Tað var ein annar Jørgen, sigur Jørgen.

fredag den 10. januar 2014

Tá Vitalis leggur frá sær!

Tá Annfinn V. Hansen boðar frá, at hann allíkavæl ikki vil vera kanningarstjóri, so hopi eg hann eisini forklárar, hvat er komið fram sum ger, at hann er inhabilur.

Myndakelda: Kringvarpið

Og so er næsti spurningur, um nakað av hesum er nýtt fyri Annfinn V. Hansen, síðani Annfinn V. Hansen segði, at tað vil vera
Trupulleiki fyri fólkaræðið, verði eg vrakaður sum kanningarstjóri.

onsdag den 1. januar 2014

Korruptión í Kringvarpinum

Hví koyrir Dia ikki pengarnar í sín egna lumma? Tí tað er korruptión.

Er nakar sum heldur, at tað er nakað annað, tá Dia og Kári avtala, at pengarnir fara í lummarnar hjá Kára?

Sikken eitt svínarí!

In.fo skrivar:
Kári selir senditíð fyri 110.000 krónur

 Les meira um mátar at snýta.

onsdag den 18. december 2013

Misvísandi ræðukampanja frá Hagstovuni?

Hagstovan hevur gjørt eina nýggja fólkaframskriving. Ella brúkar eitt nýtt model, ið er reint stokastiskt, tvs. ikki byggir á ávísar metingar um framtíðina.

Les meira um modellið og framskrivingarnar á linkinum omanfyri. Ella lurta eftir samrøðu, Rás 2 hevði við Jón Joensen á Hagstovuni. Og útvarpið tosaði eisini við Jón.

Mynd hjá Hagstovuni av fólkaframskriving.

Talan er helst um eitt frálíkt model, men eg eri ikki akkurát imponeraður av mátanum tey leggja úrslitini fram og hvat tey brúka modellið til.

torsdag den 8. august 2013

Hvat krógvar Innlendismálaráðið?

Innlendismálaráðið skrivar í maili í gjárkvøldi:
Hr. Flóvin Eidesgaard
Innlendismálaráðið hevur móttikið umbön tygara dagfest 6. august 2013 um alment innlit í viðmerkingar hjá Lögdeildeini í Innlendismálaráðnum um broyting í lögtingslóg um einkarætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjörð og Tangafjörð. Eisini biðja tygum um innlit í tað, sum Lögdeildin hevur skrivað um avtalu um tunnilsverkætlan.
Viðmerkingar frá deildini eru innanhýsis metingar og íkast til arbeiðið við lógaruppskoti v.m., og eru tí at meta sum innanhýsis skjöl. Sambært § 7, nr. 1) í lögtingslóg um innlit í fyrisitingina, fevnir rætturin til skjalainnlit ikki um innanhýsis skjöl.
Innlendismálaráðið metir at, talan er um viðmerkingar, sum bert hava verið ætlaðar til innanhýsis nýtslu, og sum hava verið umhugsaðar, tá lógaruppskotið bleiv greitt úr hondum.
Tískil verður umbön tygara um innlit ikki gingin á möti.
Vegna Innlendismálaráðið
Kaj Johannessen
fulltrúi

onsdag den 6. februar 2013

Arbeiðsgevarar og miðlar í felags herferð móti arbeiðsleysum

Danske Arbejdsgivere vil have lavere lønninger, men først skal sikkerhedsnettet udhules, so man skal lige have alle medierne til at køre hetz mod de arbejdsløse. Så man producerer noget som lanceres som en analyse...

Ikke én journalist har inddraget den høje danske arbejdsfrekvens i dækningen av "analysen" fra DA. Ikke én undrede sig over, at DA's forbillede (Sverige) har stort set samme arbejdsløshed som Danmark (omkring 7.5 pct).

Det kører i mindst 24 timer. Hold kæft hvor er det nemt i en i forhold til det begrænsede talent vellønnet journaliststilling at sparke til de som har været mindre heldige på arbejdsmarkedet.

torsdag den 13. december 2012

Nú Dimma stríðist fyri at sleppa at blíva givin út...

Nú Kringvarpið, sum skal vera óheft av privatum kapitaláhugamálum, er undir trýsti, og vit eisini lesa í bløðunum, at stórkapitalurin er úti eftir Dimmalætting, er kanska vert at minna á, hvat hendi í Íslandi.

Baldur Arnarson, blaðmaður á islendska Morgunblaðið, skrivar grein, sum Emil L. Jacobsen hevur týtt til føroyskt og sum er í Dimmalætting 14. apríl 2010 undir yvirskriftini: Kúgaði sannleikin.

Í greinini greiður Baldur frá, við støði í frágreiðing hjá serligu kanningarnevndini hjá Altinginum, hvussu bankarnir hóttu bløð, sum skrivaðu kritiskt um bankarnar. Greinin var forsíðu-søga í Dimmu henda dagin:

Forsíða á Dimma 14. apríl 2010

Her eru nøkur brot, sum er verd at hava í huga tá vit eygleiða gongdina í Føroyum:

torsdag den 11. oktober 2012

Nýggja Hagstovu?

Jørgen Niclasen í sjónvarpskjaki 9. okt 2012:
Hagstovan er eisini óheft, hon plagar í hvussu er ikki at siga tað eg kundi hugsað mær.
(fyrst endurgivið á facebook)
Mær vitandi ger og kunngerð Hagstovan hagtøl, t.v.s. lýsir veruleikan. Hvat kundi Jørgen hugsað sær, Hagstovan ger í staðin?

onsdag den 27. juni 2012

Meira frá Kim um pensjónsskattingina

Eftir at Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri heldur fram at lúgva alment, við at javnseta danska skattareformin við pensjónsskattasvansið hjá ABDH-samgonguni, kemur Kim Hansen, tryggingarfrøðingur enn einaferð (eins og her) við eini rættleiðing:
Gevst við hasum tvætlinum Jørgen!

Bjarne Corydin sigur:
Fradragsretten for indbetalinger til kapitalpension, herunder supplerende engangsydelser I pensionskasser, ophæves med virkning fra 2013. There indføres samtidig en ny pensionsopsparingsordning, hvorpå there årligt kan indskydes op til 27.600 kr. uden fradragsret, men hvor udbetalingerne til gengæld er skatte- og afgiftsfri. Afkastet af indeståendet foreslås beskattet med 15,3 pct. efter pensionsafkastbeskatningsloven.

Corydon tosar um frádratt og tú tosar um skatting við inngjald. Munurin á skatting við inngjald er, at skatting við inngjald, merkir at tey hágløntu kunnu skora ein skattagevinst. Corydon steðgar hesum skattafidusi hjá teimum hágløntu við at strika frádráttin, meðan tú varðveitir hann, um enn í minni mun enn áðrenn. Corydon fjernar enn tá bara frádráttin fyri kapitalpensjón, meðan rata og lívrenta varveita sín frádrátt. So onki er hettar á nakran hátt nøkur føroysk loysn.

Katastrofan er tó sjálv broytingin í skattaskipanini. Tú valdi at geva teimum lágløntu eina skattahækking írokna pensjón og teimum hágløntu ein skattalækking. At tit ikki skilja og duga at rokna uppá tær broytingarnar tit áleggja okkum øll at liva undir, er also immervekk alvorligt! Alternativið er sjálvandi at tit lúgva.

torsdag den 7. juni 2012

Kim Hansen um Jørgen og Corydon og Sosialin

Kim Hansen, tryggingarfrøðingur, skrivar á facebook um broytingina í skatting av pensjónum, sum er partur av uppskotinum til skattareform, sum danska stjórnin hevur lagt fram, og sum Jørgen Niclasen pástendur er eftir føroyskari fyrimynd. Her er endurgeving av tí Kim skrivar:
Jørgen sigur:
Hóast landsstýrið er hartað, eisini av dønum, fyri okkara broyting at skatta pensjónir við inngjald, so vil danska stjórnin nú fylgja okkum við at skatta kapatalpensjónir við inngjald.

Bjarne Corydon sigur:
Fradragsretten for indbetalinger til kapitalpension, herunder supplerende engangsydelser i pensionskasser, ophæves med virkning fra 2013. Der indføres samtidig en ny pensionsopsparingsordning, hvorpå der årligt kan indskydes op til 27.600 kr. uden fradragsret, men hvor udbetalingerne til gengæld er skatte- og afgiftsfri. Afkastet af indeståendet foreslås beskattet med 15,3 pct. efter pensionsafkastbeskatningsloven.

Corydon tosar um frádratt og Jørgen tosar um skatting. Munurin er at skatting við inngjald, merkir at tey hágløntu kunnu skora ein skattagevinst, Corydon fjernar hettar við at fjerna frádráttin, meðan Jørgen varðveitir hann, um enn í minni mun enn áðrenn, umframt at hann hækkaði skattin hjá teimum lágløntu, ið bert høvdu ráð til kapitalpensjón. Corydon fjernar also bara frádráttin fyri kapitalpensjón, meðan rata og lívrenta varveita sín frádrátt. So onki er hettar á nakran hátt nøkur føroysk loysn, men bert ein manipulerandi lygn úr FMR.

Eirikur Lindenkov skrivar í oddagrein í Sosialinum:
Um tað veruliga er satt, sum Jørgen Niclasen sigur, at Bjarne Corydon og danska stjórnin nú herma eftir Jørgen Niclasen og Føroya Landsstýri, so mugu fakfeløg og andstøða bíta høvdið av allari skomm! Um Bjarne Corydon og Helle Thorning-Schimdt leggja seg skerfløt fyri Jørgen Niclasen, so passar tað sum Kaj Leo so ofta hevur sagt, at »okkurt gera vit rætt«.
Men um tað ikki passar, sum Jørgen Niclasen sigur, so støðan eins álvarsom, tí ein fíggjarmálaráðharri má ikki siga ósatt.

Hettar er væl eitt tað nærmasta man kemur journalistiskum dovinskapi! Skjóta eftir serfrøðini og fakfeløgum og biðja tey skamma seg, tí alternativið er at vit hava ein fíggjarmálaráðharra, ið lýgur, bert tí hann sjálvir ikki tímir at leita upp orðið "kapital" í einum almennum teksti, ið hann finnur innan 1 min um hann tímir, er sku øll hansara skomm!

onsdag den 16. maj 2012

Gestabloggari: Paul Krugman

Eg havi fingið onkrar afturmeldingar um at tær fittu og hampiligu bloggviðmerkingarnar eru hugaligari at lesa enn tá eg royni at rætta lygn og manipulatión hjá onkrum, ella gevi onkrum eitt spark sum ikki dugir síni ting.

Tað er ikki ætlanin at kalla fólk býtt. Tá eg hendingaferð geri tað, so haldi eg altíð eg grundgevi væl fyri tí. Men tað er ofta, at eg tali at, tá fólk lúgva og manipulera, ella tá fólk í týdningarmiklum størvum ikki gera sítt arbeiði til lítar, t.d. journalistar ella embætisfólk, fyri ikki at tala um politikarar. Eg haldi man skal siga tað, tá man sær manipulatión ella fakligan dovinskap.

Paul Krugman er ikki gestabloggari her, men hann skrivaði eina bloggu fyri nøkrum døgum síðani, sum eg eins væl kundi skrivað sjálvur, við bara at rætta nakrar detaljur so tær passa til tað eg skrivi mest um. Eg endurgevi hana her:
Macroeconomic Morality
A brief postscript to today’s column: contrary to what some people may think, I don’t regard anyone who disagrees with me as necessarily a mendacious idiot. Economics is hard, and people will disagree. Sometimes people will give advice with the best of intentions that turns out, in hindsight, to have been disastrous; that’s a tragedy but not a sin.

tirsdag den 24. januar 2012

Lies, damned lies, and statistics

Hvør fann uppá tað er ivi um, men Mark Twain brúkti orðini:
There are three kind of lies: Lies, damned lies, and statistics.

Í gjár fór ein grafur runt á facebook við tølum um skuldina hjá amerikansku føderalu stjórnini. Grafurin er framleiddur á skrivstovuni hjá Nancy Pelosi, leiðari hjá demokratunum í umboðsmannatinginum í USA, og skuldi vísa, at meðan republikanskir forsetar hava sitið, er skuldin vaksin meira enn tá demokratiskir forsetar hava sitið. Grafurin sá soleiðis út:


Reyðir stabbar eru skuldarøking hjá republikanskum forsetum, bláir hjá demokratiskum forsetum.

onsdag den 4. januar 2012

Fortreytir í roknidømum frá landsstýrinum variera eftir tørvi

Viðmerking til greinina Pensionistar fáa hægri útgjald. á vágaportal:
Áhugavert, at landsstýrið nú brúkar miðal kommunuskattaprocent í sínum dømum. Tá dømi vóru viðløgd uppskotið um skattalætta til háinntøkur, vóru tey roknað við hægsta kommunuskattaprocenti. Hvussu ber tað til, at eitt landsstýrið sleppur avstað við slíkum manipulatiónum? Tað er ein forbannað skandala, at man ikki longur kann hava álit á tilfari frá miðfyrisitingini, bara tí Jørgen Niclasen hevur fíggjarmál.

Elian Á Ørg dugir ikki at lesa ... :
Eitt er at tú er socialist, men at tú ikki kennir muna Almannaráðinun og Fíggjámálaráði, og enn minni mun á Anniku og Jørgen. Ver tú heldur glaður fyri at pensionistanir fáa naka eyka

... so eg fái høvi at preciserað og leggja aftrat:
Og eitt triðja er, at tú ikki lesir ordiligt: Eg skrivi ávíkavist landsstýrið og fíggjarmálaráðið. Og tað er mítt poeng: tølini frá FMR eru manipulerað. Eg skal annars upplýsa, at eg eri væl greiður yvir, at Annika meinar tað væl, og at Jørgen ikki ger, men at tú minnir á tað er fínt.
Hetta skal ikki bagatelliserast! Langtíðar kostnaðurin av, at fólkið ikki longur kann hava álit á upplýsingum frá fyrisitingini, tí hon er blivin ov politiserað, kann ikki yvirvurderast. Tað kemur av álvara inflatión í korruptiónina í samfelagnum, tá almennir myndugleikar eisini blíva partískir. (Næsta liðið er óhefta granskingin, og tá er fallið totalt.) Filmurin Inside Job á DR2 í gjárkvøldið um fíggjarkreppuna vísti tað so sera væl.

tirsdag den 3. januar 2012

Tá eingin rópar varskó

Filmurin Inside Job á DR2 (trailari fyri filmin og brot úr filminum) í kvøld um fíggjarkollapsið og tíðina áðrenn, meðan og aftaná vísti, at tá pengarnir eru nóg stórir, so kunnu so gott sum øll fara at spæla við. Sjálvt universitetsprofessarar vildu hava sín part av køkuni, tá boblu-búskapurin var uppá tað ringasta, og teirra ráðgeving um búskaparpolitikk var eisini til fals.

Føroyar hava eisini verið við í hesum dansinum, og tað er avmarkað, hvussu nógv varð rópað varskó her eisini. Dimmalætting hevur í seinastuni skrivað um tað sum nøkur søgdu vóru trygg partabrøv, sum føroyingar hava mist pengar uppá, onkur heilt nógv. Dagur og vika gjørdi eitt innslag um hetta virðisbræv, eftir tíðindafundin, har Kaupthing boðaði frá nýggja íløgumøguleikanum:


Dagur og vika fíggjakvøld 5. mai 2006.

Hví spurdi journalisturin ikki, hvar váðin bleiv av, tá partabrøvini (sum í uppruna eru ótrygg) kundu seljast sum trygg partabrøv? So hevði hann í minsta lagi komið á sporið av, hvar veika punktið í hesum virðisbrævi var.

mandag den 19. december 2011

Meira ófriður fyri framman

Um samgongan við smølum meiriluta á Tingi og uttan samráðingar við partarnar á arbeiðsmarknaðinum broytir skattingina av pensjónum vil tað vera eitt stórt afturstig fyri politisku menningina í Føroyum. Kaj Leo stendur á odda fyri at undirgrava álit millum allar partar. Pensjónsuppsparingarnar hjá føroyingum vera politiskt stríðsevni frá nú av. Og vit fara at fáa meira ófrið á arbeiðsmarknaðinum í nógv ár. Hetta er so vist, at tað kann sigast vera fakta.

Tingfólk eru einans bundin av síni samvitsku, og kunnu saktans gera kompromis sum tey eru minni glað fyri. Men løgtingsfólk hava ábyrgd at krevja, at avleiðingarnar verða ordiliga lýstar av teimum uppskotum landsstýrið kemur við. Um tey eru nøgd við ta manipuleraðu kunning, sum lekur til vágaportalin, so gera tey ikki sína skyldu, og hvør einasti av teimum 19 í samgonguni er sekur.

Seinastu útrokningarnar hjá FMR eru nevniliga prógv um, at rokningin í framtíðini av broyttari pensjónsskatting verður ikki bara 220 mió, sum verða framskundaðar, men kanska 100-150 mió meira, sum pensjónsreformurin dýrkar, um lyftini til lágløntu, at tey einki missa, skulu haldast. Men tað dylja Jørgen og FMR, og eingin samgongutinglimur hevur enn kravt at síggja hesar útrokningar.

Lygi-kampanja hjá samgonguni á vágaportal heldur fram

Kim Hansen ger viðmerking til framhaldandi lygi-kampanjuna hjá samgonguni á vágaportal við tilfari úr Fíggjarmálaráðnum:
Í viðmerking til lógina, ið Jørgen er leverandør av, stendur: "Við at skattað eftirlønarinngjald og skattafrítt útaftur viðførir, at botnfrádrátturin hvørvur saman við broyting av skattatíðspunktinum. Sami persónur fær tí í veruleikanum minni at liva av enn við núverandi skipan."
Hesa viðmerking hevur Jørgen viðurkent sum leverandør av lógini, men roynir nú at afturvísa við einari tápuligari útrokning, ið ikki vísir nakað annað enn, at pengar koma at mangla í fyri at fíggja hækkandi viðbótina. Men nýggi pensjónsreformurin skal nokk oyðileggja nýggja roknistykkið, tá man fer at mótrokna við einum hægri faktori, ið júst svarar til tey 40%, ið eru goldin í skatti. Tá fara Jørgen og Kaj Leo so enn einaferð at standa sum lygnarar í eygunum á teimum, ið hava skil fyri pensjónum, og hetjur hjá teimum, ið ikki vilja skilja.

Jóna Mortensen (1)

Jóna Mortensen, minni enn tvær vikur áðrenn valgið:
‎"Vit eiga at gera tað so liviligt hjá ØLLUM samfelagsbólkum." (hennara herðing)

Nú atkvøður hon fyri flatskatti, sum bara gagnar háinntøkum, og lækkar pensjónina hjá teimum við lægri lønum fyri at fíggjarlógarmanipulatiónin hjá Jørgen skal ganga upp.

Nógv umrødda video-brotið við Jónu Mortensen sæst her.

søndag den 18. december 2011

Fíggjarmálaráðið roknar nakað annað enn Jan Otto

Viðmerking til misvísandi útrokningar frá FMR á vágaportal:
FMR hevur sett eitt heilt annað roknistykkið upp enn Jan Otto, og tískil eru úrslitini ymisk. Men roknistykkið hjá FMR er næstan bara enn ein endurtøka av "Tesa hjá BADH", sum Jan Otto nevnir tað.
Um roknistykkið hjá FMR skal halda, so verður pensjónsreformurin enn dýrari enn tað sum er metingin um pensjónsreformin, sum semja annars er um. Rokningin í framtíðini fyri skattalættan í dag verður sostatt ikki bara tann framskundaði pensjónsskatturin, sum "fíggjar" skattalættan og tí manglar í framtíðini, men eisini verða almennu pensjónirnar nógv dýrari, um roknistykkið hjá FMR skal halda og láglønt ikki skulu vera við sviðusoð.