Sider

Viser opslag med etiketten Løgtingið. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Løgtingið. Vis alle opslag

torsdag den 3. september 2015

Tvey model og tríggjar prognosur

Eftir at Kringvarpið tá fólkatingsval var í juni, alt ov tíðliga var og ynskti Edmundi Joensen tillukku við afturvalinum (Edmund fall), og mong vóru ónøgd ella gjørdu gjøldur burturúr vánaligu talviðgerðini í Kringvarpinum hetta valkvøldið, avgjørdu Regin Reinert og eg at gera betri prognosur til løgtingsvalið fyrradagin.

Vit ætlaðu at bjóða fólki til at fylgja einum facebook-tiltaki, har vit leypandi skuldu leggja prognosur út. Men so frættu vit um valkvøld í Føroyahúsinum og fóru inn har í staðin.

Kringvarpið gjørdi tríggjar prognosur valkvøldið -- eftir 38 valstøð, eftir 46 og 56. Samanlagt 58 valstøð vóru til hetta valið, og síðsta prognosan kom tá Oyrabakki og Tórshavn vóru eftir at telja. Tey 38 valstøðini svara til 15.5% upptalt, tey 46 valstøðini til 29.2% upptalt, og tey 56 valstøðini til 64.6% upptalt.


Eftirmett samanbering

Eftirmetingin er rættiliga greið. Prognosurnar í Føroyahúsinum vóru nógv betri enn tær í Kringvarpinum. Fyri at samanbera seti eg her niðanfyri upp, hvat prognosan hjá Regini og mær vísti við somu valstøðum inni sum tær hjá Kringvarpinum.

Tær tríggjar prognosurnar hjá Kringvarpinum saman við endaliga úrslitinum:
Tríggjar prognosur hjá KvF og endaliga valúrslitið.

Okkara tilsvarandi tríggjar prognosur saman við endaliga úrslitinum:
Tríggjar prognosur í modelli hjá Regini og Flóvini, og endaliga valúrslitið.

Mátin at eftirmeta slíkar prognosur er at hyggja eftir frávikunum millum forsøgdu tølini og endaliga (rætta) talið. Her eru sett upp í talvu frávikini hjá báðum prognosumodellum í øllum trimum prognosunum (eftir 38, 46 og 56 valstøð) fyri hvønn flokk sær, og niðast er talt saman:
Frávik frá valúrslitinum hjá teimum trimum prognosunum í teimum báðum modellunum.

Tey trý samanløgdu tølini eru ávikavist 1) frávikini (negativ tøl gjørd positiv) løgd saman fyri allar sjey flokkarnar, 2) samanløgd kvadreraði frávik og 3) størsta frávik. Smá frávik hava minni at siga enn stór, og tí eru kvadrerað frávik ella størsta frávik helst betri mát at brúka enn bara samanlagt frávik.

Óansæð hvussu nógv valstøð eru inni, tá prognosurnar verða samanlíknaðar í eftirmeting, og óansæð hvat mát verður brúkt at eftirmeta við, er prognosu-modellið hjá Regini og mær væl betri enn tað hjá Kringvarpinum.


Sum lovað!

Tað var heppið, tí tað høvdu vit lovað! Í lýsing fyri tiltakinum stóð m.a.:
Eisini verður framløga, ið tekur støði í teimum fyrstu tølinum, ið eru komin inn og leypandi ígjøgnum kvøldið fara Regin Reinert og Flóvin Eidesgaard, sum báðir arbeiða á Danmarks Statistik og fyrr hava arbeitt við veljara- og spurnarkanningum hjá Gallup, Epinion og SFI Survey, at leggja fram teirra prognosur um endaliga valúrslitið. Regin og Flóvin greiða stutt frá, hvussu slíkar prognosur vanliga verða gjørdar, og hvussu teir hava roynt at taka hædd fyri tí polarisering sum er millum bygd og bý, og sum í hesum árum ger tað serliga trupult at gera beinraknar prognosur í Føroyum, sum vit eitt nú sóu fólkatingsvalkvøldið í juni.

lørdag den 22. marts 2014

Tveir fyribils oljupostar

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevði eina áhugaverda oljuráðstevnu á Christiansborg. Fleiri áhugaverdar framløgur vóru, men nógv var framhald av tí juhu-stemningi, sum hevur verið ráðandi, og tað sum var eitt sindur atfinnandi, fór ikki nógv í dýpdina. Men har var nógv at byggja víðari á.

Fullteknað var til oljuráðstevnuna á Christiansborg. Mynd: Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

Eitt sum ikki kom fram, tí stundir ikki vóru til viðmerkingar úr salinum, var stór hol eru í oljuskattalógini, so Føroyar skulu ikki vænta at fáa eina krónu í serskatti burturúr. Men hetta er vitan, sum eisini er í politisku skipanini, og Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram um at endurskoða oljuskattalógina.

Tað gav konkret høvi til stuttar viðmerkingar á facebook, sum sjálvsagt skulu útgreinast nærri seinni.

torsdag den 20. marts 2014

Makrelkvotan og fátækramarkið í 2014

Í 2011 seldi landið 20.000 tons av makreli á uppboðssølu. Hetta gav góðar 70 mió kr í búskapargrunnin. (Fólkaflokkurin tømdi tó búskapargrunnin aftur sum eitt tað fyrsta eftir at flokkurin yvirtók fíggjarmál, so hesir pengarnir eru ikki til longur.)

Í 2014 er føroyska makrelkvotan 156.240 tons. Verða rættindini at fiska makrelin seld á uppboðssølu og prísurin verður tann sami sum í 2011, kann tað geva góðar 550 mió kr til eigaran av tilfeinginum: Føroya fólk.

Í 2011 skuldi allur makrelurin fiskast í føroyskum øki. Av tí at makrelsemjan ger, at fiskast kann eisini í norskum og ES-sjógvi og eftir metingum annars, kann upphæddin kanska blíva 100 mió kr meira enn omanfyri nevnda, ella umleið 650 mió kr! (Hetta samsvarar eisini við bæði útrokningar hjá búskaparfrøðingum og við virðið á handlaðum kvotum í Íslandi.)

tirsdag den 18. marts 2014

Ikki rætt at javnseta fakfelagslimagjald við gjøld hjá vinnulívinum

Løgtingið hevur júst endað fyrstu viðgerð av uppskoti 98/2013 hjá Rigmor og Eyðgunn um, at limagjald til fakfeløg skal geva rætt til skattafrádrátt. Uppskotið hevur sambært uppskotsstillarunum m.a. til endamáls at javnseta báðar partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Men hetta endamálið er púra galið! Og at tosa um javnseting vísir, at tær báðar hava ikki hugsað seg nóg væl um, tí tær eiga at vita, at tað gagnar samfelagnum, at fólk eru limir í fakfelagi. Hevði uppskotið rætt endamál, royndi man ikki at javnseta við frádráttum til báðar partar, men heldur at brúka høvið til eisini at avtaka nakrar skattafrádráttir, sum vinnulívið hevur fyri at vera við í bransjufelagsskapum og til tiltøk sum vinnulívsdagar v.m., tí tílíkt virksemi eigur landið ikki stuðla.

Tað var Adam Smith sum skrivaði í Wealth of Nations:
Persónar í somu bransju hittast sjáldan, heldur ikki bara til gamans, uttan at samrøðan endar sum ein samansvørjing ímóti almenninginum, t.d. um hvussu man kann hækka prísirnar. Tað er ikki møguligt hjá samfelagnum at forða slíkum ráðstevnum og fundum við lóg, sum kunnu handhevast, og uttan at gera seg inn á grundleggjandi rættindi um frælsi. Men sjálvt um lógin ikki kann forða fólki í somu bransju av og á at hittast, eigur samfelagið ikki á nakran hátt at eggja til slíkt virksemi og heldur ikki at skapa tørv á tí.
(mín týðing; volume I, kapittul 10)
Eg havi einki at leggja aftrat orðunum hjá Adam Smith!

Tað er ikki rætt at javnseta fakfelagslimagjald við tilsvarandi gjøld hjá vinnulívinum. Tí tað er ikki nokk!

onsdag den 20. november 2013

Vorðið sum kanningarstjóri!

Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, ið eisini er løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur valt Annfinn V. Hansen til kanningarstjóra. Til uppgávuna at fríkenna Kára og Kaj er talan sikkurt um eitt skilagott val. Men tað skuldi ikki vera uppgávan.

Útvarpið veit at siga, at Annfinn hevur sitið á Løgtingið fyri Fólkaflokkin. Løgtingsformaðurin forsvarar hetta tápuliga og óacceptabla val við, at hann ikki kann velja ein sum hevur sitið á Løgtingi fyri ein annan flokk.

Og Annfinn sigur sjálvur við útvarpið, at hann ikki sær nakrar habilitetstrupulleikar. Sum vit skulu síggja, hevur Annfinn sína heilt egnu meting av inhabiliteti.

torsdag den 10. oktober 2013

Hallur av Rana áhugaverd tøl um føroyskan politikk

Hallur av Rana hevur viðgjørt føroysku politisku skipanina undir síni útbúgving, og setir málið um Skálafjarðartunnilin í størri samanhang -- við m.a. áhugaverdum hagtølum:
”Almenningurin hevur í júst hesum málinum fingið eina skakandi mynd av hvussu politikkur kann verða rikin handan afturlatnu dyrnar í Tinganesið.”
Hetta vóru ein av síðsti setningunum hjá journalistinum í sendingini : ”Skálafjarðatunnilin – kosta hvat tað kosta vil.” Well, at avgerðirnar um stórpolitisk mál verða tiknar aftanfyri afturlatnu dyrnar í Tinganesið er einki nýtt. Tað er okkara politiska siðvenja. Í so máta er Skálafjarðatunnilin einki eindømi og hendan samgongan førir faktiskt bara víðari tí siðvenju, ið hevur eyðkent politisku skipanina síðani 1995. Í samband við mína bacheloruppgávu síðsta vár, fann eg framm til at 66% av øllum uppskotum, síðani nýggja stýrisskipanarlógin var sett í gildið, verða løgd framm av landsstýrinum. 52% av hesum uppskotum verða samtykt uttan at løgtingið ger nakað broyting yvirhøvur. 39% av teimum verða samtykt, við onkrari broyting. Tað vil siga, at 91% av uppskotunum frá landsstýrinum verða samtykt, harav flestu teirra, verða samtykt soleiðis sum sitandi landsstýrið ynskir at tey skulla vera. Bara 1,3% av uppskotunum frá landsstýrinum verða feld. Fyri at illustrera hetta síðsta hagtalið eitt sindur betri, so eru tað einans 12 uppskotum sett framm av landsstýrinum síðsti 17 tingseturnar, ið eru feld av løgtinginum. Tað er ræðandi lítið. Eyðsýnt er tí, at tað er rættiliga ósannlíkt, at eitt uppskot frá landsstýrinum verður felt, óansæð hvat orðaskiftið í tinginum ella fjølmiðar, avdúka. Nevnast kann so eisini, at av feldum uppskotum eigur løgtingið 95,8%.
Legg til merkis viðvíkjandi hesum hagtølum, at tað er ikki samgongu, andstøða býtið, ið eg viðmerki, men valdsbýtið millum løgtingið, sum lóggevandi vald og landsstýrið, sum útinnandi vald. Tað er ikki at taka munnin ov fullan, um eg sigi at løgtingið hevur í praksis frásagt sær tað lóggevandi valdið og givið tað til landsstýrið. Tað hevur so ført við sær, at landsstýrisfólk og løgmann ikki kenna sær hógv, men oftani føra seg framm, sum tey hava óavmarka vald. Hetta er ikki bara galdandi fyri hesa samgonguna, men Skálafjarðatunnilin er eftir mínum tykki eitt dømi um hetta. Løgtingið og tann viðgerð, ið fer framm har, verður sostatt ikki nógv meira enn ein sjónleikur fyri almenninginum. Uttan at fara inn í eina teoretiskan frágreiðing, so er trupuleikin, at stýrisskipanarlógin er ein mótsigandi lóg, ið bæði mælir til eitt tríbýtið av valdinum, men eisini, við at innføra parlamentarismu, eina samanrenning av valdinum. Við øðrum orðum, stýrisskipanarlógin er ein stór andsøgn.
Tað er eftir mínum tykkið størsti trupuleikin við føroyskum politikki í dag, men tíverri ein støða, ið flest allir flokkar, tykjast at stuðla.

søndag den 18. august 2013

Tvey finansgeni hittast

Tá forhandlast skal við slíkar typur, ið niðri í Danmark hava verið skírdir guldfuglene fra DONG, ikki minst, tí teir duga at skava til sín sjálvs, er av avgerandi týdningi, at Føroyar eru væl umboðaðar.

Kári Post og hansara fólk hava forhandlað, og har kann man hava síni ivamál, um vandi ikki er fyri, at Føroyar verða snýttar, men til alla lukku, er backup í Løgtinginum, tí har hava Føroyar ongan verri enn Reimund Langgaard, sum er limur í Rættarnevndini. Her kemur hann út av fundi við Rúna Bro Róin frá CIP:

Finansgeni hittast! Rúni Bro Róin og Reimund Langgaard á veg
út av rættarnevndarfundi. Dagur og vika 16. august 2013.

fredag den 15. marts 2013

Fyrisitingarsjusk - lógarsjusk - fyristingarsjusk

Løgtingið fer at samtykkja, at -- sum tað stendur í viðmerkingunum til Lm 145/2012:
Landsstýrismaðurin kann einans veita undantak í heilt serligum førum, har kommunan týðiliga hevur víst á tær neiligu avleiðingar, ið ein longri viðgerð av broytingaruppskotinum kann hava við sær, og har 10-tals milliónir standa upp á spæl tá viðvíkur lønar- og skattainntøkur.

Sum fleiri hava víst á: Um einki undantak verður givið til at framskunda útbyggingina hjá Varðanum Pelagic, so verður meira arbeiði, tí fiskur skal flytast aftur og fram til aðrar goymslur. Meira arbeiði merkir meira lønar- og skattainntøkur.

Tað merkir væl eisini, at Kári P Højgaard fær trupult at brúka hasa lógina at geva VP undantaksloyvi.

Hetta byrjaði sum fyristingarsjusk hjá Tvøroyrar kommunu.

Nú fremja tey nokk lógarsjusk í løgtinginum.

Og so endar tað nokk eisini við fyrisitingarsjuski hjá Kára P. Højgaard. Tí loyvi verður givið, hevur Kári longu sagt.

torsdag den 7. februar 2013

Fólksins ogn: Ongi langtíðar fiskiloyvi

Hugtakið "Fólksins ogn" merkir, at alt Føroya fólk (eisini komandi ættarlið) skal hava javngóðar møguleikar at gagnnýta fiskatilfeingið.

Skal natúrtilfeingið vera Fólksins ogn og skal henda áseting geva meining, so ber ikki til, at Føroya Løgtingið ger samtykt, sum letur einum útvaldum skara fiskirættindini, og samstundis bindir komandi løgting, so tey ikki kunnu áseta reglur, ið geva øllum javnbjóðis rættindi at sleppa framat at gagnnýta fiskatilfeingið.

At útluta fiskirættindi fyri meira enn eitt valskeið (fýra ár) eigur grundlógin at forða fyri.

onsdag den 5. december 2012

Vinnupolitikkur for dummies

Løgtingið viðger broytingar í treytunum fyri alivinnuna og hvør kann vera partur av alivinnuni.

Fá ár síðani man gjørdi broytingar seinast. Ad hoc broytingar so hvørt sum okkurt hendir, sum ikki er dámt. Oftast er tað tó forútsigiligar hendingar.

Útlendingar hava gjørt íløgur, tá tað var lagaligt fyri útlendingar. Nú strammar man treytirnar. Tvs. útlendingar keypa undir einum liberalum regime, har prísurin harvið er relativt hægri, men tvingast at selja, meðan prísurin er relativt lægri.

Av røttum skuldi landið givið hesum útlendsku íleggjarum endurgjald. (Ikki tí eg haldi tað er rætt, men fyri at undirstrika, hvussu ófantaligt, politiska skipanin arbeiðir.)

mandag den 4. juni 2012

Hvat er endamálið við Kringvarpinum? (1)

Eftir tilmæli frá fíggjarnevndini, broytti Løgtingið í síðstu viku eitt uppskot frá fíggjarmálaráðharanum, áðrenn tað var samykt við triðju viðgerð. Nú sleppur Jørgen ikki at broyta skattastigan, sum hann ætlaði.

Og so var ein ótrúliga løgin samrøða í útvarpinum á middegi. Journalisturin (sum ikki hugsar) og landsstýrismaðurin (sum lýgur) vóru samd um, at skatturin hækkar næsta ár, um Jørgen ikki fær serliga heimild at broyta skattastigan.

Kann onkur ikki siga við journalistin, at Løgtingið viðger fíggjarlógina á hvørjum ári og kann regulera skattastigan í tí sambandi?

Hvat er endamálið við Kringvarpinum?

(Hetta verður ikki fyrsta greinin við hesi yvirskriftini.)

torsdag den 31. maj 2012

Dýrasta land í verðini -- og parlament

Jacob Vestergaard og Fólkafl hava nú fingið lov at deila fiskirættindi fyri hálva miljard út til sínar vinir. Kapping er bannlýst. Rættindini verða tikin frá eigaranum (Føroya fólk) uttan endurgjald.

Nú skal Johan Dahl og Sambfl so hava lov at deila vindmyllurættindi til sínar vinir. Eisini uttan kapping. Og rokningin verður send til streymbrúkararnar: Føroya fólk.

Fólkafl ein stóran og Sambfl ein lítlan. Føroya fólk rindar.

Tað er ikki neyðugt at kanna, hví Føroyar eru dýrasta land í verðini -- orsøkin finst á Tinghúsvegi 1.

onsdag den 18. april 2012

Strukturella hallið er skapt av ABDH

Í Løgtinginum segði Eyðgunn Samuelsen í dag, at Landsbankastjórin hevur sagt í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, at tey í Landsbankanum meta strukturella hallið at vera góðar 200 mió kr.

Tíverri er hetta einans ein meting, og byggir ikki á eina nágreiniliga greining og útrokning. Eg havi í øðrum sambandi longu skrivað um tørvin á at kenna strukturellu salduna. Tað er ov galið, at Føroyar ikki hava tøl fyri strukturella saldo, tí lítið skil er á kjakinum um fíggjarpolitikk í Føroyum, har hugtøk verða blandað við vilja og av óvart, og pástandir úr leysum lofti verða slongdir út. Um ein leypandi faklig óheft meting varð gjørd av, hvat strukturella saldoin er, hevði tað helst betur enn nakað annað megnað at lúka út í tí ringasta møsninum, sum verður ført fram um fíggjarpolitikkin og fíggjarpolitiska haldførið. Ein óheft meting um ávirkan á strukturella salduna skuldi eisini verið kravd sum partur av fyrireiking av øllum uppskot til fíggjarlóg og skattabroytingar.

torsdag den 2. februar 2012

"Folketinget er en børnehave"

Mogens Lykketoft, formand for Folketinget, kommenterer artikel i Politiken:
Flere af vores nyvalgte kolleger er forbløffede over debatformerne i Folketinget. Jeg er meget enig i kritikken, og derfor drøfter vi løbende i Præsidiet, hvordan vi kan skabe bedre rammer for debatten, så den kommer til at handle mindre om hinanden og mere om at finde løsninger på de aktuelle udfordringer. Så er det op til det enkelte medlem at bruge rammerne på en fornuftig måde.

Hugsar formansskapurin fyri Løgtingið nakrantíð um líknandi trupulleikar? Situr formaðurin ikki ofta og krympar tær? Ella er formansskapurin líkasælur?

Tá eg havi lurtað eftir kjaki í Tinginum og landsstýrisfólk ikki svara spurningum  frá tingfólki (sum er tað mest vanliga), so undrist eg, at tingformaðurin situr og gløðir býtt út í luftina í staðin fyri at krevja av landsstýrisfólkinum, at spurningurin verður svaraður.

Hvat ger tingformaðurin egentliga? Hann leiðir ikki kjakið, tí ein talva á vegginum sigur, hvør eigur tørn. Hann heldur ikki eyga við klokkuni, tí ein robottur sløkkir bara mikrofonina.

Og so eru tey fýra um at deila uppgávuna...

Fær tingformaðurin fulla tingmannaløn?

torsdag den 29. december 2011

Lokal-politikkur og smáar upphæddir - so vaknar Løgtingið

Landsstýrið ætlar at skerja játtanina til Sjósavnið við 100.000 kr á komandi fíggjarlóg. Hetta er eitt lokal-mál, so hetta hevur fingið samgongufólk at protestera.
Ja, 100.000 kr tað má fyrireikast betur.
265 mió, hinvegin, tað kundi skundast ígjøgnum.

Tá landsstýrið vildi økja strukturella hallið við 265 mió kr, var eingin í samgonguni sum tordi steðga tí. Eg veit ikki, um tað var tí skattalættin var ábyrgdarleysur um alt landið og ikki bara lokalt, ella at tann upphæddin var so stór, at eingin skilti tað allíkavæl.

søndag den 25. december 2011

Hevur Kaj Leo sjálvur ánilsi?

Kaj Leo í Tinginum um leiðslur í tryggingarfeløgum:
Í nógvum førum hava teir ikki ánilsi av, hvat teir gera.

Tað býður mær ímóti at fara at verja tryggingarfeløg, men tað man kennast løgið hjá leiðsluni í TF, sum reddaði reyvina á løgmanni, tá Eik fór fallit at hoyra hann tosa soleiðis á sjálvum Tingsins røðarapalli.

Og kanska man tað kennast serliga løgið, tá vit minnast til, at fantastisku forrætningsevnini (sarkastiskt) hjá løgmanni og harav illa timaðar politiskar útmeldingar mitt í samráðingunum millum TF og Finansiel Stabilitet vóru við til at trýsta prísin uppeftir.

Hvussu nógv mistu pengar uppá fiskasøluævintýrið hjá løgmanni? Tað var sikkurt ein spennandi ætlan. Fleiri smáir fiskaframleiðarar runt landið halda so ikki, at lyfti frá manninum, sum er Føroya løgmaður, eru nakað man kann stóla uppá. So spennandi verður, hvussu verður við hesum spennandi pensjónsætlanunum hjá Kaj og ko.

Jenis ikki sannførandi

Haldi hetta er á markinum til ynkeligt hjá Jenis. Hann kláraði ikki at broyta avgerðina í Tinginum, men at hann ikki tordi at stemma eftir síni sannføring (um tað nú veruliga var hansara sannføring, eg ivist) er ov vánaligt. Tí Kaj Leo fer sjálvsagt ikki at blaka fólk í land longu eftir fimm vikum, tí so verður túrurin alt ov stuttur.

Kaj Leo hevur jú ikki valt hesa samgonguna fyri at fáa ávísan politikk, men tí hetta var hansara besti møguleiki at fáa eitt valskeið aftrat sum løgmaður. Meira enn hetta valskeiðið fær hann neyvan aftrat sum formaður (tíðin fer frá øllum), og nú klamrar hann seg til taburettina -- og pensjónina, kundi eg sagt, fyri at minna á tað evnið eisini.

torsdag den 22. december 2011

Bíðið í minsta lagi við pensjónsskattingini

Viðm. til greinina  "-Hvør einasti av tykkum 19 hevur ábyrgdina" hjá Niels Una á Vágaportalinum:
Tað er kanska ov nógv at krevja, at samgongutingfólk skulu loypa frá samgonguskjalinum. Men onkur mátti verið, sum torir at viðganga, at hann/hon ikki er trygg/ur við broytingunum í pensjónsskattingini, tað vil ikki vera skomm, og krevja at tað má bíða til næsta ár, tá pensjónsreformurin allíkavæl skal gjøgnumførast sambært sama samgonguskjali. At broyta skattingina nú, avmarkar møguleikarnar at fáa fíggjarligu kabaluni á pensjónsøkinum at ganga upp.
At hallið á fíggjarlógini eitt einstakt ár er størri, tí skattalættin verður latin fyrst og pensjónsskatturin ikki kemur inn fyrr enn árið eftir hevur ongan týdning í langa løbinum. Tað er ikki annað enn ein kickstartur av búskapinum.
(Harvið ikki sagt, at tað er rætt at skatta pensjónir við inngjald - tað eru argumentir bæði fyri og ímóti - men tá samgongan hevur meiriluta at fremja tað, so vóni eg at tey í minsta lagi gera tað við skili og brúka eitt ár meira at fyrireika tað.)

Bill er nøgdur

Bill Justinussen á facebook:
So er 2. viðgerð liðug av tingmáli nr. 103 og 104 ávikavist broytingar í skattastiganum og broytingar í lógini um skatt av rentutryggingum. Miðflokkurin atkvøddi hvør sín veg, tíverri, men vónandi verður stevið betri frameftir. Eg trúgvi, at broytingarnar fara at gagna føroyska samfelagnum. Og eg eri ikki samdur við teimum, sum halda, at broytingarnar fara at flyta samfelagið skeivan veg. Tað skal vera hugaligt at fara til arbeiðis, eisini tær skeivu arbeiðstíðirnar, og vita, at man hevur nakað eftir, tá skatturin er farin av.