Sider

Viser opslag med etiketten Kommunur. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Kommunur. Vis alle opslag

torsdag den 5. december 2013

Eldraøkið og kommunal útjavning -- ein uppskrift uppá afturvendandi problem

Annika Olsen vitjaði DV-studio í kvøld og greiddi frá fyrireikingunum at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita. Tá eg hoyrdi hana tosa um ein index-mun sum minkar, fór eg í blekkhúsið!

Har er einki skil á mátanum, kommunurnar skulu kompenserast fyri at yvirtaka eldraøkið frá landinum.

Man blandar tvey problem saman:
  1. Landið hevur við skattalógum og millumlanda avtalum ígjøgnum nógv ár útholað inntøkugrundarlagið hjá kommununum, íalt er talan um eini 130 mió kr, sum kommunurnar hava verið noyddar at hækka kommunuskattaprocentið
  2. Kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið, sum kostar umleið 400 mió kr, men til ber ikki at hækka kommunuskattin meira
Nr. 1 hevur rakt kommunurnar ójavnt, og kostnaðurin av nr. 2 er ymiskur fyri kommunurnar. Ofta eru somu kommunur hart raktar fíggjarliga í báðum førum. So tørvur er á útjavning.

Loysnin man hevur valt er, í staðin fyri at kompensera fyri nr. 2 vil man kompensera fyri gomlu syndina í nr. 1 umframt at endurrinda kommununum fyri botnfrádráttin (eini 180 mió kr), og so leggja eitt sindur aftrat (80 mió kr) fyri at samlaða upphæddin skal passa til nr. 2. Tí tað gevur størri útjavning. Og so hevur man rokna eitt index (100 er miðal) sum vísir at munurin millum tað hægsta (Tórshavn) og tað lægsta (haldi tað var Skopun) minkar. Men ikki nokk, so kommunurnar í Sandoynni fáa serligar treytir.

søndag den 29. september 2013

Reka borgarstjórar fólk av bygdini?

Kjak hevur tikið seg upp, hvør borgarstjóri á Sandi er raskastur at minka fólkatalið. Og sum henda mynd vísir, er gongdin ikki góð við fólkatalinum á Sandi, óansæð hvør er borgarstjóri:

Fólkatalið á Sandi. Kelda Hagstova Føroya (og her og her).
Beina strikan er linjurættur trendur 1985-2013. Gongdin er ikki linjurøtt, men strikan undirstrikar (tilætlað orðavæl) tað sum myndin annars vísir: hóast upp- og niðurgangstíðir, er gongdin mest niðureftir við fólkatalinum.

fredag den 15. marts 2013

Fyrisitingarsjusk - lógarsjusk - fyristingarsjusk

Løgtingið fer at samtykkja, at -- sum tað stendur í viðmerkingunum til Lm 145/2012:
Landsstýrismaðurin kann einans veita undantak í heilt serligum førum, har kommunan týðiliga hevur víst á tær neiligu avleiðingar, ið ein longri viðgerð av broytingaruppskotinum kann hava við sær, og har 10-tals milliónir standa upp á spæl tá viðvíkur lønar- og skattainntøkur.

Sum fleiri hava víst á: Um einki undantak verður givið til at framskunda útbyggingina hjá Varðanum Pelagic, so verður meira arbeiði, tí fiskur skal flytast aftur og fram til aðrar goymslur. Meira arbeiði merkir meira lønar- og skattainntøkur.

Tað merkir væl eisini, at Kári P Højgaard fær trupult at brúka hasa lógina at geva VP undantaksloyvi.

Hetta byrjaði sum fyristingarsjusk hjá Tvøroyrar kommunu.

Nú fremja tey nokk lógarsjusk í løgtinginum.

Og so endar tað nokk eisini við fyrisitingarsjuski hjá Kára P. Højgaard. Tí loyvi verður givið, hevur Kári longu sagt.

fredag den 4. maj 2012

Samgongan feirar fólkaatkvøðuna

Tveir dagar áðrenn fólkaatkvøðuna var Kári P. Højgaard á forsíðuni á Dimmalætting og setti succeskriterium fyri fólkaatkvøðuna: Minst helvtin skulu atkvøða:

Dimmalætting 1. mai 2012.

torsdag den 3. maj 2012

Nær læra føroyingar av sínum feilum?

Søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará skrivar á facebook:
Í 1946 vóru tað tey, sum vóru ímóti loysing, ið avgjørdu, at veljarin skuldi sleppa at taka støðu til eitt ítøkiligt uppskot (stjórnaruppskotið), meðan eingin skuldi vita hvat hendi, um loysingin varð vald. Loysingin hevði einki innihald – stóð bert sum ein tóm hóttan á atkvøðuseðlanum. Úrslitið av hesi illa fyriskipaðu fólkaatkvøðuni hevur líka síðan órógvað føroyskan politikk. - Í dag tykjast tað vera tey, sum eru ímóti kommunusamanleggingum, ið hava borið so í bandið, at veljarar hava eitt ítøkiligt uppskot at taka støðu til (verandi støða), meðan teir onga hóming hava av hvat hendir, um samanlegging verður vald. Kommunusamanlegging stendur bert sum ein tóm hóttan. Í besta føri fer hendan illa fyriskipaða fólkaatkvøðan ongan týdning at fáa, men í ringasta føri kann hon eins og tann í 46 koma at órógva spurningin í nógv ár framyvir. Tað sær ikki út til, at vit nakrantíð fara at læra av okkara feilum.

mandag den 9. april 2012

Hvør er flatari: Kommunuskattur ella landsskattur?

Eitt lítið framhald til í gjar: Eg vísti í gjár á, at flati kommunuskatturin er lítið meira flatur enn skatturin sum landið krevur inn, tá man roknar alt við. (Hesin skattur verður formliga kallaður flatskattur, men síðani atfinningar komu, hevur Løgmaður lagt doyðin á, at hann er progressivur allíkavæl.)

Mannagongdin var einføld: Eg roknaði uppá tey tvey inntøkudømini, sum Løgmaður hevur fingið frá Fíggjarmálaráðnum og brúkar at greiða frá, hvussu progressivur flatskatturin er.

søndag den 8. april 2012

Hvussu progressivur er flatskatturin?

Eg havi fyrr víst á við útrokning, at argumentini hjá Løgmanni fyri at flatskatturin er progressivur er ein sannleiki við modifikatiónum. Men hetta er nakað, sum verður endurtikið upp í saman, aftur nú í vikuni, har Løgmaður í viðmerking til grein frá Samtak sigur, at kommunurnar hava flatskatt, og landið hevur progressivan skatt. Ja landsskattastigin hevur "stóran progressivitet inni".

Løgmaður svarar Samtak og lesara á Vágaportalinum.

onsdag den 21. december 2011

Brot úr ræðusøgu - pensjónsskattur (3)

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at “uppskotið hevur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum”. Hetta er ikki rætt. Tí tær kommunur, ið hava lutfalsliga fleiri pensjónistar í mun til restina av landinum – og her er talan um útjaðaraøkini og minnu bygdirnar – fara at fáa lutfalsliga størstu minkingina í skattainntøkum frameftir. Tvs. at tey øki, ið fáa alsamt fleiri pensjónistar, fáa alsamt færri inntøkur – og ongar frá pensjónistunum.
Minnilutin hevur umbiðið upplýsingar og framrokningar fyri, hvussu nógvar skattainntøkur, ið kommunurnar koma at missa nú og komandi árini við hesum lógaruppskoti. (...) talan er um 128-160 mió. kr., ið kommunurnar áttu at fingið, men landið nú tekur inn í staðin.

brot úr ræðandi álitinum um broytta og framskundaða pensjónsskatting

lørdag den 23. marts 2002

Cirkus Farum

(Grein í Sosialinum 23. mars 2002 undir teiginum »Teldubrævið«)

Tað var ætlanin, at hetta skuldi snúgva seg um stríðið sum hevur verið um nýggja Institut for Miljøvurdering og kontroversiella stjóran Bjørn Lomborg, sum har er settur. Men eitt annað mál kom í vegin: Tað gjørdist ov stuttligt í Farum.

So vit skulu til nakað heilt annað.

Fyrst nøkur fakta: Peter Brixtofte úr Vinstra varð borgmeistari í Farum aftaná kommunuvalið í 1989 og hevur sitið síðani. Á valinum 20. november í fjør fekk Vinstra 52.5 % av atkvøðunum og 11 av 19 sessum í býráðnum. Peter Brixtofte byrjaði sítt fjórða skeið sum borgmeistari við 4020 persónligum atkvøðum. (Í Farum vóru íalt 12174 fólk á vali.)

Fyrst í februar fór gølan á rull! Sum øll helst vita byrjaði tað við avdúkingum í B.T. um, at Peter Brixtofte drakk ómetaliga dýrt vín í arbeiðstíðini og lat kommunukassan rinda.

Samstundis kom fram, at samanblanding hevði verið av pengum hjá kommununi og fótbólsfelagnum Farum, sum er partafelag við m.a. Peter Brixtofte sum partaeigara. Tó var tað serliga tað dýra og nógva vínið, sum fjølmiðlarnir góvu gætur, tí tað er jú nógv stuttligari, at maðurin koyrir (býin) fullur.

Síðani kom eisini fram, at ikki stóð so væl til fíggjarliga hjá kommununi, sum Brixtofte hevði vilja verið við. Bókaðar vóru væntaðar inntøkur, og eitt stórt lán, kommunan hevði tikið, hevði býráðið ongantíð hoyrt um.

Beinanvegin eftir fyrstu avdúkingarnar í B.T. fór Brixtofte sjálvboðin í sjúkrafarloyvi, og hann skuldi vera burtur í tríggjar mánaðir. Stríðið um hvør skuldi vera borgmeistari byrjaði, og er í skrivandi stund ikki heilt avgjørt.

Varaborgmeistarin Per Edrén (120 persónligar atkvøður) var úr øðrum flokki (Konservative Folkeparti), og Brixtofte og Vinstra vildu ikki hava hann sum avloysara. Í staðin slapp ein triði, Henrik Jerger (85 atkvøður) úr Vinstra, at royna seg.

Jerger legði upp til samstarv við andstøðuna í býráðnum, og lovaði at kanna alt sum farið var fram. Hetta hóvaði nokk ikki Brixtofte, tí teir tríggir mánaðirnir gjørdust stuttir, Brixtofte broytti meining niðri á Lanzarote, har hann krógvaði seg, og kom heim aftur eftir einans eina viku. Harvið varð Brixtofte aftur borgmeistari.

Ikki vóru øll so fegin um hetta, heldur ikki partamenn Brixtofte. Skjótt fekk andstøðan tveir Vinstramenn í sín part og hevði meiriluta, og afturfyri gjørdist annar teirra, Erik Fuchs (86 atkvøður), nýggjur kandidatur at avloysa Brixtofte, so skjótt nýggi meirilutin hevði suspenderað Brixtofte.

Fuchs náddi at fara í miðlarnar at tosa um sínar ætlanir um, hvussu býráðsarbeiðið nú skuldi verða í Farum, og at vísa sjónvarpinum (og øllum Danmark) stólin, hann sat í, tá hann skrivaði undir avtaluna, sum skuldi gera hann til borgmeistara.

Um hetta reyp gjørdist ov nógv fyri onkran er ikki til at siga. Kanska hevur Brixtofte eina klemmu á læknan, sum hevur arbeitt fyri Farum Boldklub. Ella lat hesin seg bara lokka við borgmeistaraketuni. Í øllum førum gekk einans gott og væl eitt samdøgur, so var sætti borgmeistarin í stutta tíð klárur. Brixtofte fekk læknan Paul Wachtell (162 atkvøður) úr Borgaralistanum, sum var í andstøðumeirilutanum, at skifta síðu og fara í part við restini av Vinstra, sum annars var í minniluta. Soleiðis hevði Brixtofte aftur meiriluta í sínum parti. Partur av avtaluni við Wachtell var, at Wachtell skuldi vera borgmeistari, meðan kanningar fóru fram.

Málið var tó ikki liðugt við tí. Sama kvøld svaraðu tey aftur úr minnilutanum, sum framvegis vildi verða meiriluti. Teimum vantaði einans ein úr Vinstra, so tey skutu upp at Lars Carpens (70 atkvøður) úr Vinstra skuldi verða borgmeistari. Tey royndu at freista vinstramenn og lumpa Wachtell.

Tað var soleiðis hesar dagar, at man vaknaði og hugdi á tekstvarpið fyri at vita, hvør í løtuni stóð at skula avloysa Brixtofte. Eftir at hava hugsað seg um boðaði Carpens tó frá, at hann helt fast við avtaluna, sum Vinstra hevði við Wachtell, og at hann ynskti ikki at gerast borgmeistari. Kanska tí hann hugsaði um, hvørjum teir, sum vóru farnir ímóti Brixtofte, komu út fyri.

Samstundis sum ein røð av borgmeistarakandidatum hava bjóðað seg fram at loysa Brixtofte av er nevniliga komið fram, at hesir heldur ikki hava havt heilt reint mjøl í posanum. Fjølmiðlarnir hava havt rættiliga lætt við at fáa innlit og fáa fatur á upplýsingum um avloysarakandidatarnar hjá skiftandi meirilutum í Farum býráði. M.a. kom fram at Fuchs hevði fingið mista inntøku endurgoldna frá kommununi fyri at fara til jólafrokost. Um hetta segði Brixtofte, at einki skal krógvast í Farum.

So enn situr Brixtofte, eins og hann hevur gjørt meginpartin av tíðini. Í morgin mikudag skal býráðið gera av, um hann skal suspenderast, og hvør so skal loysa hann av.

Higartil hava sjey nøvn nevnd sum borgmeistarar ella komandi borgmeistarar. Nógv hava harumframt bjóðað seg fram, men ikki fingið meiriluta.

Hevur andstøðan givið skarvin yvir, ella kemur eitt áttanda navn? Finna tey kanska okkurt um Wachtell? Hann hevur arbeitt fyri Farum Boldklub. Hvussu fekk hann løn?

--------

Ískoyti aftaná: Longu áðrenn valið dagin eftir av Wachtell til borgmeistara, varð aftur nýggjur kandidatur avtalaður, Carpens úr Vinstra. »Cirkus Farum« helt fram. Og tað gjørdist ikki neyðugt at leka nakað belastandi um Wachtell.