Sider

Viser opslag med etiketten Skattur. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Skattur. Vis alle opslag

lørdag den 22. marts 2014

Tveir fyribils oljupostar

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevði eina áhugaverda oljuráðstevnu á Christiansborg. Fleiri áhugaverdar framløgur vóru, men nógv var framhald av tí juhu-stemningi, sum hevur verið ráðandi, og tað sum var eitt sindur atfinnandi, fór ikki nógv í dýpdina. Men har var nógv at byggja víðari á.

Fullteknað var til oljuráðstevnuna á Christiansborg. Mynd: Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

Eitt sum ikki kom fram, tí stundir ikki vóru til viðmerkingar úr salinum, var stór hol eru í oljuskattalógini, so Føroyar skulu ikki vænta at fáa eina krónu í serskatti burturúr. Men hetta er vitan, sum eisini er í politisku skipanini, og Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram um at endurskoða oljuskattalógina.

Tað gav konkret høvi til stuttar viðmerkingar á facebook, sum sjálvsagt skulu útgreinast nærri seinni.

tirsdag den 18. marts 2014

Ikki rætt at javnseta fakfelagslimagjald við gjøld hjá vinnulívinum

Løgtingið hevur júst endað fyrstu viðgerð av uppskoti 98/2013 hjá Rigmor og Eyðgunn um, at limagjald til fakfeløg skal geva rætt til skattafrádrátt. Uppskotið hevur sambært uppskotsstillarunum m.a. til endamáls at javnseta báðar partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Men hetta endamálið er púra galið! Og at tosa um javnseting vísir, at tær báðar hava ikki hugsað seg nóg væl um, tí tær eiga at vita, at tað gagnar samfelagnum, at fólk eru limir í fakfelagi. Hevði uppskotið rætt endamál, royndi man ikki at javnseta við frádráttum til báðar partar, men heldur at brúka høvið til eisini at avtaka nakrar skattafrádráttir, sum vinnulívið hevur fyri at vera við í bransjufelagsskapum og til tiltøk sum vinnulívsdagar v.m., tí tílíkt virksemi eigur landið ikki stuðla.

Tað var Adam Smith sum skrivaði í Wealth of Nations:
Persónar í somu bransju hittast sjáldan, heldur ikki bara til gamans, uttan at samrøðan endar sum ein samansvørjing ímóti almenninginum, t.d. um hvussu man kann hækka prísirnar. Tað er ikki møguligt hjá samfelagnum at forða slíkum ráðstevnum og fundum við lóg, sum kunnu handhevast, og uttan at gera seg inn á grundleggjandi rættindi um frælsi. Men sjálvt um lógin ikki kann forða fólki í somu bransju av og á at hittast, eigur samfelagið ikki á nakran hátt at eggja til slíkt virksemi og heldur ikki at skapa tørv á tí.
(mín týðing; volume I, kapittul 10)
Eg havi einki at leggja aftrat orðunum hjá Adam Smith!

Tað er ikki rætt at javnseta fakfelagslimagjald við tilsvarandi gjøld hjá vinnulívinum. Tí tað er ikki nokk!

fredag den 7. marts 2014

Lesivegleiðing til seinastu frágreiðing hjá Búskaparráðnum (mars 2014)

Um tú ikki tímir lesa alla frágreiðingina frá Búskaparráðnum (pdf), so er mynd 17, hóast hon bara umfatar einstaka vinnugrein, ein góð lýsing av, hvat hevur verið galið við øllum búskapinum (mest av politiskum ávum) bæði seinastu 2½ árini og longur aftur enn tað.

Mynd 17 klipt úr frágreiðing Búskaparráðsins, mars 2014:
Treystitalskanningin vísir m.a., hvat byggivinnan sigur forðar vøkstri.

Vigtigari er at skilja hasa myndina, enn at lesa samandráttin. Hyggja vit eftir tíðini undir hesari samgonguni, vísir myndin, at minkipolitikkurin hjá samgonguni hevur forðað vøkstri hjá vinnuni (myndin vísir, at manglandi eftirspurningur fekk vaksandi týdning fyrstu tíðina undir hesi samgonguni), og at tað sum nú serliga forðar vøkstri er, manglandi arbeiðsmegi, sum í ávísan mun er úrslit av, at politiska skipanin í áravís hevur skattastuðlað fólki at fara av landinum at arbeiða. Hetta síðsta kann tó broytast og er vigtugt at broyta. Annars kann samgongan megna tað ótrúliga vánaliga at fáa lønarglíðing og stagneraðan búskap í senn.

Rætting: Ein setningur er umorðaður fyri betur at samsvara við, at stuðul til fólk at fara av landinum at arbeiða hevur verið longur enn núverandi samgonga hevur sitið við valdið.

mandag den 17. februar 2014

Aftaná 35 ár við framgongd og 35 ár við stagnatión

Arbeiðsministarin fyrra valskeiðið hjá Bill Clinton, búskaparfrøðingurin Robert Reich hugleiðir á facebook um búskaparsøguna tey 70 árini síðani annar heimsbardagi endaði:
Nú pápi mín fylti 100 hugsaði eg um Størsta Ættarliðið, sum hann var partur av. Tey vunnu Heimskríggið. Tey bygdu síðani eitt samfelag til síni børn og ommu- og abbabørn við søgunnar størstu útbygging av skúlaskipanini og víðari útbúgvingarmøguleikum, við einum motorveganeti tvørtur um statirnar, við mannarættindalógum, við almennari heilsutrygging til tey gomlu og til tey fátæku, og við umhvørvisverndarlógum. Tey vóru við at endurbyggja Europa og Japan, og fingu Amerika á mánan. Meira enn triði hvør var limur í fakfelagi, og tað gav miðalklassanum samráðingarstyrki til at tryggja teimum ein stóran part av búskaparligu framgongdini Og við framgongdini kundu tey rinda skattir, sum fíggjaðu tað mesta av tí, sum tørvur var á, meðan ríkastu amerikanarar rindaðu 70 pct í skatti av teirra síðst tjentu dollarum (tá Eisenhower var forseti var hægsti marginalskattur enntá 91 pct). Fløðandi sjógvurin lyfti allar bátarnar.
Robert Reich. Myndina havi eg av hansara bloggi.

torsdag den 5. december 2013

Eldraøkið og kommunal útjavning -- ein uppskrift uppá afturvendandi problem

Annika Olsen vitjaði DV-studio í kvøld og greiddi frá fyrireikingunum at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita. Tá eg hoyrdi hana tosa um ein index-mun sum minkar, fór eg í blekkhúsið!

Har er einki skil á mátanum, kommunurnar skulu kompenserast fyri at yvirtaka eldraøkið frá landinum.

Man blandar tvey problem saman:
  1. Landið hevur við skattalógum og millumlanda avtalum ígjøgnum nógv ár útholað inntøkugrundarlagið hjá kommununum, íalt er talan um eini 130 mió kr, sum kommunurnar hava verið noyddar at hækka kommunuskattaprocentið
  2. Kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið, sum kostar umleið 400 mió kr, men til ber ikki at hækka kommunuskattin meira
Nr. 1 hevur rakt kommunurnar ójavnt, og kostnaðurin av nr. 2 er ymiskur fyri kommunurnar. Ofta eru somu kommunur hart raktar fíggjarliga í báðum førum. So tørvur er á útjavning.

Loysnin man hevur valt er, í staðin fyri at kompensera fyri nr. 2 vil man kompensera fyri gomlu syndina í nr. 1 umframt at endurrinda kommununum fyri botnfrádráttin (eini 180 mió kr), og so leggja eitt sindur aftrat (80 mió kr) fyri at samlaða upphæddin skal passa til nr. 2. Tí tað gevur størri útjavning. Og so hevur man rokna eitt index (100 er miðal) sum vísir at munurin millum tað hægsta (Tórshavn) og tað lægsta (haldi tað var Skopun) minkar. Men ikki nokk, so kommunurnar í Sandoynni fáa serligar treytir.

søndag den 29. september 2013

Reka borgarstjórar fólk av bygdini?

Kjak hevur tikið seg upp, hvør borgarstjóri á Sandi er raskastur at minka fólkatalið. Og sum henda mynd vísir, er gongdin ikki góð við fólkatalinum á Sandi, óansæð hvør er borgarstjóri:

Fólkatalið á Sandi. Kelda Hagstova Føroya (og her og her).
Beina strikan er linjurættur trendur 1985-2013. Gongdin er ikki linjurøtt, men strikan undirstrikar (tilætlað orðavæl) tað sum myndin annars vísir: hóast upp- og niðurgangstíðir, er gongdin mest niðureftir við fólkatalinum.

fredag den 14. juni 2013

Hægri tilfeingisgjald skapar búskaparvøkstur

Sambært Dimmalætting, arbeiðir landsstýrið við at finna fígging til enn eina lækking av persónsinntøkuskattinum. Hetta er sera skilagott. Og at næsti skattalættin skal fíggjast er eisini eitt framstig.

Her er vert at hava í huga íslendska kjakið. Sambært íslendskum miðlum sigur Jón Steinsson, búskaparfrøðingur á Columbia University í New York í viðmerking til ætlanina hjá nýggju íslendsku stjórnini at lækka tilfeingisgjaldið hjá fiskivinnuni:
Ef takmarkið er að auka hagvöxt þá væri miklu betra að lækka tekjuskattinn eða virðisaukaskattinn heldur en að lækka veiðileyfagjaldið. Í rauninni ættu þeir að ganga lengra og hækka veiðigjaldið og svo gætu þeir lækkað hina skattana meira. Það myndi auka hagvöxt í landinu.

torsdag den 23. maj 2013

Um hvussu øll kunnu fara illa av at onkur fer ov væl

Fareed Zakaria skrivar í Washington Post um korruptión:
Amerikanska skattalógin er kjarnan av eini skipan av stovnsettari, lógligari korruptión. Skattaásetingarnar eru so umfatandi, tí fyritøkur, vinnugreinar og lobby-bólkar fáa serligar fyrimunir afturfyri stuðul til politikarar og valstríð, ein pengar-fyri-tænastur skipan, ið Washington hevði vrakað sum korruptan vina- og kenningapolitikkur um tað var í einum landi í triðja heiminum. (mín týðing)
(upprunaliga citatið: The U.S. tax code is at the heart of a system of institutionalized, legal corruption. The code is so vast because companies, industries and lobbying groups receive special preferences in return for campaign contributions, a cash-for-favors scheme that Washington would denounce as crony capitalism in any Third World country.)

lørdag den 9. februar 2013

FAS og nýggja linjan hjá Kringvarpinum?

Journalistikkurin í Kringvarpinum skal vera meira positivur. Nakað soleiðis varð sagt í Góðan morgun Føroyar í vikuni.

Tað var kanska nýggja, positiva linjan vit sóu í einum innslagi um skattaundantaksskipanina FAS í kvøld:

Dagur og vika ger ta niðurstøðu, at FAS er gott fyri føroyska búskapin.

Tað næsta verður kanska, at sjúka verður lagt fram positivt sum arbeiðsskapandi. Tað eru tær í sjúkraviðgerðarvinnuni (og eingin grund er at mótrokna sjúkradagar hjá tí sjúka), eins og ein skaðaódn gevur handverkarum arbeiði, men tá búskaparfrøðingar vísa á økt virksemi eftir skaðaódnir, so er ikki neyðugt at greiða frá, at tað ikki er gott uppá vanligan máta, men meira uppá "einki-er-so-ringt-at-tað-ikki-er-gott-fyri-okkurt"-mátan. Tí tað skilja fólk.

tirsdag den 11. december 2012

Konjunktursveiggj og fíggjarpolitikkur

Nýtt arbeiðsrit frá IMF, Fiscal Multipliers and the State of the Economy, staðfestir, hvussu man skal føra konjunkturútjavnandi politikk:
Government spending shocks have a larger effect on output when the output gap is negative
og:
quite a consistent result across countries is that first year revenue multipliers are small. (s. 13)

Hvat skulu vit við fakfólki?

Í sambandi við kjak á facebook um avtøkuna av Landsbankanum, skrivar Bill Justinussen:
Hetta málið - eins og mong onnur í politikki - er eitt av teimum, har ein sum politikkari ikki er 100% vísur í, hvør rættasta avgerðin er. Men niðurstøðan bleiv so tann, at Landsbankin verður søga frá 1. apríl 2013 at rokna.

mandag den 10. december 2012

Ójavnt er býtt - ójavnt skal býtast

Løgtingið hevur í dag við aðru viðgerð samtykt uppskotið hjá Karsten Hansen um broyting í heilsutrygdargjaldinum. Tað inniber, at láginntøkur skulu rinda minni enn frammanundan og háinntøkur meira enn frammanundan.

Andstøðan hevði annars eitt broytingaruppskot. Sambært uppskotinum hjá andstøðuni skuldu eitt hámark setast á heilsutrygdargjaldið. Hetta hevði við sær, at tey ríkastu skuldu sleppa bíligari. Tey sum forvinna 100 000 kr um mánaðin, t.e. 1.2 miljónir um árið, skuldu, um andstøðan fekk sín vilja, einans rinda 3180 kr árliga í Heilsutrygdargjaldi, í staðin fyri 8520 kr, sum samgongan mælir til.

onsdag den 28. november 2012

Framleiðsla og kradding sambært Búskaparráðnum

Búskaparráðið definerar kradding soleiðis í temafrágreiðingini frá 2004:
Framleiðsla og kradding
Virksemi, sum førir til privatbúskaparligan vinning, kann bólkast í tvey: framleiðsla ella kradding. Framleiðsla merkir í hesum sambandi vanligt virksemi á vinnuliga marknaðinum, t.e. framleiðsla av vørum og tænastum til sølu.
Men búskaparligar avgerðir verða ikki bara tiknar á vinnuliga marknaðinum ella innanhýsis í fyritøkum. Tær verða eisini tiknar umvegis, gjøgnum ávirkan á politiskar avgerðir. Í hesi frágreiðingini definera vit kradding (enska heitið í búskaparfrøðini er “grabbing”) sum eitt og hvørt virksemi, sum hevur til endamáls at skaffa sær ella sínum áhugabólki privatbúskaparligan vinning gjøgnum sersømdir frá politisku skipanini, tað verið seg serligar skattalættar, ókeypis tilfeingi, alment monopol, almenna hjálp til fyritøkur at sleppa undan húsagangi osfr. Hetta umfatar sostatt bæði lobbyvirksemi fyri at fáa sersømdir, so sum at leggja trýst á politikkarar, skriving í bløðum ella líknandi og tað virksemi, sum ger sær dælt av vunnu sersømdunum, til dømis spekulatión í sambandinum millum fiskiloyvir og kvadratrøtur. (s. 12)

Búskaparfrøðin, tann forbannaða búskaparfrøðin!

Í útvarpinum leygarkvøldið hoyrdu vit Hans Kára Vang, búskaparfrøðing, greiða frá tí sum hann sigur vera "nýggja gransking", ið vísir, at vit skulu ikki vænta, at flatskattalættin hjá ABDH-samgonguni kostar tað stóra, ja sum frálíður kostar hann kanska einki. Hans Kári hevði framløgu á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin.

Hans Kári sigur við útvarpið, at politiskt og akademiskt fokus er skift seinnu árini, og tí er henda nýggja granskingin komin við hesum úrslitunum nú. Hans Kári sigur eisini, at tað serliga góða við flatskattalættanum er, at hann fer serliga til tær hægstu inntøkurnar, tí tað gevur mest vøkstur.

Tað sum Hans Kári hevur ført fram eru øll tey hugsaðu góðu argumentini fyri at skattalætti til tey háløntu er eitt gott hugskot. Men tað ger tað ikki til eitt gott hugskot. Tí búskaparfrøði umfatar eina ómetaliga stóra rúgvu av teorium og modellum, sum kunnu forklára alt millum himmal og jørð. Kunnu! Búskaparfrøðingar hava ongar trupulleikar at forklára, hví toppskattalætti onki kostar. Tað er faktisk eisini sera lætt at forklára tað øvugta: hví toppskattalætti kostar nógv, og serliga í longdini, um tað er tað man vil. Tað krevur bara eitt model. Men eitt model og ein forkláring uttan tilsvarandi empiriskt grundarlag er lítið vert. (Empiri uttan model og forkláring er akkra líka lítið verd.)

søndag den 25. november 2012

Hagfrøðin, tann forbannaða hagfrøðin!

At Heri Petersen sambært portalinum hevur sagt á landsfundi hjá Fólkaflokkinum í Klaksvík, at
Føroyar í (næstan) allar mátar er heimsins besta land,
fær nógvar ákoyringar. Á portalinum og sosialu miðlunum. Hetta er eisini ein øgiliga løgin niðurstøða at gera, og argumentatiónin (sambært greinini) er eisini sum Harragud veit. Men tað man vera blaðmaðurin hjá portalinum sum ikki hevur fingið meira enn helvtina við, og misskilt argumentini og samanhangin, og skrivar bara okkurt út frá tí. Eitt fínt dømi síggja vit í endanum á greinini:
í mun til lønarlagið eru sosialu veitingarnar í Føroyum tær bestu í verðini. So niðurstøðan er, at Føroyar eru eitt av heimsins bestu londum at liva í.

Soleiðis kann man ikki argumentera og tað hevur Heri sjálvsagt heldur ikki gjørt. Tað er nakað, Leo Poulsen á portalinum sjálvur hevur funnið uppá. Og tað hevur Heri eisini sjálvur skrivað í viðmerking til greinina á portalinum.

torsdag den 7. juni 2012

Robert Reich: Tríggjar orsøkir, at tey ríku skulu rinda hægri skatt

Robert Reich, professari í Public Policy á Berkeley University, ið var arbeiðsministari hjá Clinton (fyrra skeiðið 1993-1997), leggur fram tríggjar orsøkir til at hækka skattin á tey ríku:


Hygg eftir teimum her omanfyri.

mandag den 4. juni 2012

Hvat er endamálið við Kringvarpinum? (1)

Eftir tilmæli frá fíggjarnevndini, broytti Løgtingið í síðstu viku eitt uppskot frá fíggjarmálaráðharanum, áðrenn tað var samykt við triðju viðgerð. Nú sleppur Jørgen ikki at broyta skattastigan, sum hann ætlaði.

Og so var ein ótrúliga løgin samrøða í útvarpinum á middegi. Journalisturin (sum ikki hugsar) og landsstýrismaðurin (sum lýgur) vóru samd um, at skatturin hækkar næsta ár, um Jørgen ikki fær serliga heimild at broyta skattastigan.

Kann onkur ikki siga við journalistin, at Løgtingið viðger fíggjarlógina á hvørjum ári og kann regulera skattastigan í tí sambandi?

Hvat er endamálið við Kringvarpinum?

(Hetta verður ikki fyrsta greinin við hesi yvirskriftini.)

lørdag den 19. maj 2012

Føroyskur almennur stuðul til útlendska vinnu

Dánjal Jákup Meinertsson, formaður í felagnum hjá útisiglarum, skrivar á vágaportalinum:
ein ungur maður við smáðum børnum, sum fær í boði at arbeiða skattafrítt á einum norskum akkershandlara í vesturafrika, um hann flytir til Danmarkar, kann freistingin gerast ov stór. Føroyar hava brúk fyri tí unga mannnum,

Eg kann ikki annað enn undrast á argumentatiónina:
Um Føroyar hava brúk fyri hasum manninum, so er skeivt og øvugt at brúka skattaskipanina at stuðla honum at leggja sína arbeiðskraft uttanlands.
Føroyingar sum arbeiða uttanlands geva also sítt íkast til onkran útlendskan búskap, og ikki tann føroyska.

fredag den 18. maj 2012

Høgravongurin: slagorð og ongin ábyrgd

Ein høgravongur sum vil stjórna eftir slagorðum er ábyrgdarleysur. Hóast grundleggjarin av modernaðari búskaparfrøði, Adam Smith, eisini var faðirin av liberalismuni, so ásannaði hann, at tað almenna hevur ein leiklut í samfelagnum og búskapinum. Sum hann skrivar í The Wealth of Nations:
The third and last duty of the sovereign commonwealth, is that of erecting and maintaining those public institutions and those public works, which though they may be in the highest degree advantageous to a great society, are, however, of such a nature that the profit could never repay the expenses to any individual or small number of individuals; and which it therefore cannot be expected that any individual or small number of individuals, should erect or maintain. (Bók 5, Kap. 1.)

Skattur er ikki revsing, men neyðugu fyri at samfelagið kann fungera, og Adam Smith vil ikki hava flatskatt, men progressivan skatt:
The rich should contribute to the public expense, not only in proportion to their revenue, but something more than in that proportion.
(...) Every tax, however, is, to the person who pays it, a badge, not of slavery, but of liberty. (Bók 5, Kap. 2.)

søndag den 13. maj 2012

Hvussu nógvar miljónir kostar tað?

Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, ið, sum Fíggjarmálaráðið skrivar,
hava til endamáls at skapa størri greidleika í samband við skatting av inntøkum, ið stava frá sigling og arbeiði á landi uttanlands

Týdningarmestu broytingarnar eru, at grein 25 b frádrátturin hækkar frá 92 000 kr til 150 000 kr, samstundis sum samdøgursfrádrátturin verður tikin av, og at norska "Folketrygden" kann dragast frá í skatti í Føroyum.

Eingin kostnaðarmeting fylgir við kunningini frá FMR, ið einans er hatta tíðindaskriv, sum link er til omanfyri. Eg veit ikki, um kostnaðarmeting er við í tilfarinum til Løgtingið. Men FMR skrivar at enda, at
Ein avleiðing av uppskotinum verður, at onkrir borgarar koma at gjalda nakað meir í skatti enn teir gera í dag, meðan aðrir koma at gjalda nakað minni.