Arbeiðsministarin fyrra valskeiðið hjá Bill Clinton, búskaparfrøðingurin
Robert Reich hugleiðir á facebook um búskaparsøguna tey 70 árini síðani annar heimsbardagi endaði:
Nú pápi mín fylti 100 hugsaði eg um Størsta Ættarliðið, sum hann var partur av. Tey vunnu Heimskríggið. Tey bygdu síðani eitt samfelag til síni børn og ommu- og abbabørn við søgunnar størstu útbygging av skúlaskipanini og víðari útbúgvingarmøguleikum, við einum motorveganeti tvørtur um statirnar, við mannarættindalógum, við almennari heilsutrygging til tey gomlu og til tey fátæku, og við umhvørvisverndarlógum. Tey vóru við at endurbyggja Europa og Japan, og fingu Amerika á mánan. Meira enn triði hvør var limur í fakfelagi, og tað gav miðalklassanum samráðingarstyrki til at tryggja teimum ein stóran part av búskaparligu framgongdini Og við framgongdini kundu tey rinda skattir, sum fíggjaðu tað mesta av tí, sum tørvur var á, meðan ríkastu amerikanarar rindaðu 70 pct í skatti av teirra síðst tjentu dollarum (tá Eisenhower var forseti var hægsti marginalskattur enntá 91 pct). Fløðandi sjógvurin lyfti allar bátarnar.
 |
| Robert Reich. Myndina havi eg av hansara bloggi. |