Sider

Viser opslag med etiketten Ronald Reagan. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Ronald Reagan. Vis alle opslag

mandag den 17. februar 2014

Aftaná 35 ár við framgongd og 35 ár við stagnatión

Arbeiðsministarin fyrra valskeiðið hjá Bill Clinton, búskaparfrøðingurin Robert Reich hugleiðir á facebook um búskaparsøguna tey 70 árini síðani annar heimsbardagi endaði:
Nú pápi mín fylti 100 hugsaði eg um Størsta Ættarliðið, sum hann var partur av. Tey vunnu Heimskríggið. Tey bygdu síðani eitt samfelag til síni børn og ommu- og abbabørn við søgunnar størstu útbygging av skúlaskipanini og víðari útbúgvingarmøguleikum, við einum motorveganeti tvørtur um statirnar, við mannarættindalógum, við almennari heilsutrygging til tey gomlu og til tey fátæku, og við umhvørvisverndarlógum. Tey vóru við at endurbyggja Europa og Japan, og fingu Amerika á mánan. Meira enn triði hvør var limur í fakfelagi, og tað gav miðalklassanum samráðingarstyrki til at tryggja teimum ein stóran part av búskaparligu framgongdini Og við framgongdini kundu tey rinda skattir, sum fíggjaðu tað mesta av tí, sum tørvur var á, meðan ríkastu amerikanarar rindaðu 70 pct í skatti av teirra síðst tjentu dollarum (tá Eisenhower var forseti var hægsti marginalskattur enntá 91 pct). Fløðandi sjógvurin lyfti allar bátarnar.
Robert Reich. Myndina havi eg av hansara bloggi.

fredag den 14. september 2012

Søgan endurtekur seg sjáldan

Verður hetta 1980-valgið umaftur? Tað hava republikanarar hildið uppá leingi.

Og teir hava fleiri ferðir roynt at samanbera Obama við Carter. Aftur her:
Republicans and their surrogates spent much of Thursday pinning the Carter kick-me sign on Barack Obama, portraying the current commander-in-chief as a Carter-esque wimp unwilling to challenge Islamist militants raging outside U.S. consular buildings in Libya, Yemen and Cairo.

Romney er aftanfyri í veljarakanningunum og hevur verið tað so gott sum alla tíðina. Munurin hevur tó varierað eitt sindur. Á tann hátt minnir tað eitt sindur um 1980 -- higartil -- tí tað var ikki fyrr enn beint fyri valgið, at Reagan fór fram um Carter í veljarakanningunum.