sidst i udsendelsen kommer Dansk Arbejdsgiverforenings adm. direktør i studiet. Han har netop sagt ja til højere lønstigninger og nye værktøjer til fagforeningernes kamp mod underbetalt udenlandsk arbejdskraft.
(DR P1 um sending 20. mars 2014)
Hjartasuff og illsinnisgleps ... til øsing og upplýsing ... um búskap og búskaparfrøði ... og um hvussu politikkur, miðlar og lobbyisma grugga alt.
Viser opslag med etiketten Arbeiðsmarknaður. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Arbeiðsmarknaður. Vis alle opslag
lørdag den 22. marts 2014
Felags mál fyri arbeiðsmarknaðin
Vónandi fara føroysk arbeiðsgevarafeløg at stuðla fakfeløgunum í teirra krøvum, sum higartil hava verið avvíst av fólksins fígginda í Fiskimálaráðnum.
tirsdag den 18. marts 2014
Ikki rætt at javnseta fakfelagslimagjald við gjøld hjá vinnulívinum
Løgtingið hevur júst endað fyrstu viðgerð av uppskoti 98/2013 hjá Rigmor og Eyðgunn um, at limagjald til fakfeløg skal geva rætt til skattafrádrátt. Uppskotið hevur sambært uppskotsstillarunum m.a. til endamáls at javnseta báðar partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Men hetta endamálið er púra galið! Og at tosa um javnseting vísir, at tær báðar hava ikki hugsað seg nóg væl um, tí tær eiga at vita, at tað gagnar samfelagnum, at fólk eru limir í fakfelagi. Hevði uppskotið rætt endamál, royndi man ikki at javnseta við frádráttum til báðar partar, men heldur at brúka høvið til eisini at avtaka nakrar skattafrádráttir, sum vinnulívið hevur fyri at vera við í bransjufelagsskapum og til tiltøk sum vinnulívsdagar v.m., tí tílíkt virksemi eigur landið ikki stuðla.
Tað var Adam Smith sum skrivaði í Wealth of Nations:
Tað er ikki rætt at javnseta fakfelagslimagjald við tilsvarandi gjøld hjá vinnulívinum. Tí tað er ikki nokk!

Persónar í somu bransju hittast sjáldan, heldur ikki bara til gamans, uttan at samrøðan endar sum ein samansvørjing ímóti almenninginum, t.d. um hvussu man kann hækka prísirnar. Tað er ikki møguligt hjá samfelagnum at forða slíkum ráðstevnum og fundum við lóg, sum kunnu handhevast, og uttan at gera seg inn á grundleggjandi rættindi um frælsi. Men sjálvt um lógin ikki kann forða fólki í somu bransju av og á at hittast, eigur samfelagið ikki á nakran hátt at eggja til slíkt virksemi og heldur ikki at skapa tørv á tí.Eg havi einki at leggja aftrat orðunum hjá Adam Smith!
(mín týðing; volume I, kapittul 10)
Tað er ikki rætt at javnseta fakfelagslimagjald við tilsvarandi gjøld hjá vinnulívinum. Tí tað er ikki nokk!
fredag den 7. marts 2014
Lesivegleiðing til seinastu frágreiðing hjá Búskaparráðnum (mars 2014)
Um tú ikki tímir lesa alla frágreiðingina frá Búskaparráðnum (pdf), so er mynd 17, hóast hon bara umfatar einstaka vinnugrein, ein góð lýsing av, hvat hevur verið galið við øllum búskapinum (mest av politiskum ávum) bæði seinastu 2½ árini og longur aftur enn tað.
Vigtigari er at skilja hasa myndina, enn at lesa samandráttin. Hyggja vit eftir tíðini undir hesari samgonguni, vísir myndin, at minkipolitikkurin hjá samgonguni hevur forðað vøkstri hjá vinnuni (myndin vísir, at manglandi eftirspurningur fekk vaksandi týdning fyrstu tíðina undir hesi samgonguni), og at tað sum nú serliga forðar vøkstri er, manglandi arbeiðsmegi, sum í ávísan mun er úrslit av, at politiska skipanin í áravís hevur skattastuðlað fólki at fara av landinum at arbeiða. Hetta síðsta kann tó broytast og er vigtugt at broyta. Annars kann samgongan megna tað ótrúliga vánaliga at fáa lønarglíðing og stagneraðan búskap í senn.
Rætting: Ein setningur er umorðaður fyri betur at samsvara við, at stuðul til fólk at fara av landinum at arbeiða hevur verið longur enn núverandi samgonga hevur sitið við valdið.
![]() |
| Mynd 17 klipt úr frágreiðing Búskaparráðsins, mars 2014: Treystitalskanningin vísir m.a., hvat byggivinnan sigur forðar vøkstri. |
Vigtigari er at skilja hasa myndina, enn at lesa samandráttin. Hyggja vit eftir tíðini undir hesari samgonguni, vísir myndin, at minkipolitikkurin hjá samgonguni hevur forðað vøkstri hjá vinnuni (myndin vísir, at manglandi eftirspurningur fekk vaksandi týdning fyrstu tíðina undir hesi samgonguni), og at tað sum nú serliga forðar vøkstri er, manglandi arbeiðsmegi, sum í ávísan mun er úrslit av, at politiska skipanin í áravís hevur skattastuðlað fólki at fara av landinum at arbeiða. Hetta síðsta kann tó broytast og er vigtugt at broyta. Annars kann samgongan megna tað ótrúliga vánaliga at fáa lønarglíðing og stagneraðan búskap í senn.
Rætting: Ein setningur er umorðaður fyri betur at samsvara við, at stuðul til fólk at fara av landinum at arbeiða hevur verið longur enn núverandi samgonga hevur sitið við valdið.
mandag den 17. februar 2014
Aftaná 35 ár við framgongd og 35 ár við stagnatión
Arbeiðsministarin fyrra valskeiðið hjá Bill Clinton, búskaparfrøðingurin Robert Reich hugleiðir á facebook um búskaparsøguna tey 70 árini síðani annar heimsbardagi endaði:
Nú pápi mín fylti 100 hugsaði eg um Størsta Ættarliðið, sum hann var partur av. Tey vunnu Heimskríggið. Tey bygdu síðani eitt samfelag til síni børn og ommu- og abbabørn við søgunnar størstu útbygging av skúlaskipanini og víðari útbúgvingarmøguleikum, við einum motorveganeti tvørtur um statirnar, við mannarættindalógum, við almennari heilsutrygging til tey gomlu og til tey fátæku, og við umhvørvisverndarlógum. Tey vóru við at endurbyggja Europa og Japan, og fingu Amerika á mánan. Meira enn triði hvør var limur í fakfelagi, og tað gav miðalklassanum samráðingarstyrki til at tryggja teimum ein stóran part av búskaparligu framgongdini Og við framgongdini kundu tey rinda skattir, sum fíggjaðu tað mesta av tí, sum tørvur var á, meðan ríkastu amerikanarar rindaðu 70 pct í skatti av teirra síðst tjentu dollarum (tá Eisenhower var forseti var hægsti marginalskattur enntá 91 pct). Fløðandi sjógvurin lyfti allar bátarnar.
![]() |
| Robert Reich. Myndina havi eg av hansara bloggi. |
fredag den 20. september 2013
Trupulleikin er í Føroyum
Í kvøld visti Dagur og vika at siga (linkið er til alla sendingin), at
Men tað hevði verið rættari at sett tað fram øvugt: at tá man dregur lønarinntøkur vunnar uttanlands frá, er 93.5 pct eftir av BTÚ í Føroyum, og hetta er tað lægsta í Europa.
Soleiðis! Hatta sigur eitt sindur betur, hvussu ringt skilið er í føroyska búskapinum.
Føroyar eru tað landið í Europa, sum upp á seg fær størsta ískoyti til búskapin frá lønum vunnar uttanlandsTalan er um 850 mió kr árliga í síðstu uppgerð, ið svarar til 6.5 pct av BTÚ. Soleiðis sett fram í DV, ljóðar tað positivt við øllum hesum inntøkunum úr útlandinum.
Men tað hevði verið rættari at sett tað fram øvugt: at tá man dregur lønarinntøkur vunnar uttanlands frá, er 93.5 pct eftir av BTÚ í Føroyum, og hetta er tað lægsta í Europa.
Soleiðis! Hatta sigur eitt sindur betur, hvussu ringt skilið er í føroyska búskapinum.
fredag den 15. februar 2013
Tá kreppan rakar búskapin - og fólk
Tá búskapurin er í kreppu, so er mest konkreta avleiðingin, ið vit merkja, ofta at arbeiðsloysið veksur. Og veksur.
Fólk missa arbeiðið ella kenna onkran, ið ger.
Og tá kreppa er í búskapinum, eru fólk tí stúrin um framtíðina. Fólk óttast m.a. at missa arbeiðið. So tey fara at leggja pengar til síðis, fyrireika seg uppá at inntøkan minkar, so at siga. Nýtslan fer niður. Og so varir kreppan við.

torsdag den 7. februar 2013
Búskaparráðið vildi niðurleggja ALS
Í eini tekstboks í á síðu 24 í frágreiðingini (pdf) hjá Búskaparráðnum í desember 2008, skrivar ráðið:
Niðurlegging av ALS
Hugsanin aftanfyri stóru eginognina hjá ALS er at kunna standa ímóti stórum og drúgvum arbeiðsloysi. Búskaparráðið heldur tó, at hetta er ein óneyðug upphópan av peningi, tí til ber at tálma stórum arbeiðsloysi uttan ein stovn sum ALS. Búskaparráðið mælti tískil til fyrr í ár, at lata kapping ráða á arbeiðsloysismarknaðinum, so fólk kundu velja at tryggja seg privat. Har er tó eisini annar møguleiki, um fólk vilja halda á við almennari arbeiðsloysistrygging. Tað er at lata landið hava arbeiðsloysistryggingina um hendið.
Landið kann jú eins væl og ALS rinda arbeiðsloysispengar og móttaka arbeiðsloysisinngjaldið ígjøgnum landsskattin. Einasti munurin er tann, at tá verður ikki neyðugt at savna saman pening í so stórum nøgdum, tí landið hevur jú ongan trupulleika við halli á fíggjarlógini, um arbeiðsloysið er stórt í nøkur ár. Við slíkari umlegging hevði borið til at nýta peningin, ið er í grunninum. Til dømis hevði borið til at lækka uttanlandaskuldina, sum allir føroyingar eru við til at niðurrinda.
Búskaparráðið var tá mannað við Gunn Danielsen, Jørn Astrup Hansen, Kaj Johannessen, Rúnu Hjelm, Zvonko Mrdalo, Elisabeth Eldevig Olsen og Duritu Tausen. Róar Akralíð var skrivari. Búskaparráðið hevði tá sjey limir (eftir lógini frá 1995) harav fyrstu trý vóru búskaparfrøðingar og hini fýra aðrir relevantir frøðingar.
onsdag den 6. februar 2013
Arbeiðsgevarar og miðlar í felags herferð móti arbeiðsleysum
Danske Arbejdsgivere vil have lavere lønninger, men først skal sikkerhedsnettet udhules, so man skal lige have alle medierne til at køre hetz mod de arbejdsløse. Så man producerer noget som lanceres som en analyse...
Ikke én journalist har inddraget den høje danske arbejdsfrekvens i dækningen av "analysen" fra DA. Ikke én undrede sig over, at DA's forbillede (Sverige) har stort set samme arbejdsløshed som Danmark (omkring 7.5 pct).
Det kører i mindst 24 timer. Hold kæft hvor er det nemt i en i forhold til det begrænsede talent vellønnet journaliststilling at sparke til de som har været mindre heldige på arbejdsmarkedet.

tirsdag den 5. februar 2013
Vilja fakfeløgini endurskapa trúvirðið?
Eg haldi tað er skeivt, um fakfeløgini ikki heita á Ingeborg Winther um at leggja frá sær í ALS-stýrinum. Hon var partur av tí stýri, ið manglaði dømikraft, tá man vildi sleppa av við Ernst Jacobsen sum stjóra.
Hinir báðir stýrislimirnir fyri løntakarasíðuna hava tikið avleiðingarnar og hava lagt fra sær. Tað kann vera við til at endurskapa álit á í hvussu er fakfeløgini, um ikki ALS-skipanina. Men Ingeborg er eftir og tykist tvíhalda um sessin, hóast hon hevur verið við til somu avgerðir sum Jan Højgaard og Kartni Ravnsfjall.
Tá talan ikki er um ein serfrøðingabólk, so er tað hesin førleikin, almindelig dømikraft, ið má vera avgerandi kriterium at sita í einum stýri ella eini nevnd. Talan er um misskiltan loyalitet móti eini fyrrverandi, legendariskari forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, um tað er orsøkin til at fakfeløgini ikki vilja vísa Ingeborg misálit.
Undirtøkan hjá fakfeløgunum kann lættliga standa upp á spæl, um fólk síggja slíkt pamparí fara fram við borðinum og ikki fáa tær avleiðingar, tað eigur. Hinvegin kunnu fakfeløgini her vera við at seta ein hægri standard enn arbeiðsgevarasíðan tykist gera, ið ikki bara gagnar fakfeløgunum sjálvum, men vónandi við tíðini kann gagna øllum føroyska samfelagnum, við at ganga ímóti og gera upp við pamparíi og nepotismu.

onsdag den 19. december 2012
Støðan á arbeiðsmarknaðinum framvegis vánalig
Arbeiðsloysi minkar! Hagstovan hevur í dag kunngjørt, at arbeiðsloysi er tað minsta í trý ár.
Hetta er at fegnast um. Men áðrenn vit jubla, eiga vit nokk at hyggja nærri eftir støðuni á arbeiðsmarknaðinum. Vit vita, tað sigur Hagstovan eisini, at fólkatalið minkar. Aðrar orsøkir kunnu eisini gera, at arbeiðsloysisprocentið er eitt sindur misvísandi fyri gongdina á arbeiðsmarknaðinum.

tirsdag den 19. juni 2012
Breaking news á portalinum
Portalurin skrivar nú, at arbeiðsloysi minkar í euroøkinum. Keldan er Eurostat.
Hetta er beint til Breaking News.
Men Eurostat hevur eisini akkra kunngjørt eitt annað tal við arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, sum vísir eina minking. Talan er um tal av fólki í arbeiði í euro-londunum, ið er fallið í fyrsta ársfjórðingi - bæði samanborið við undanfarna ársfjórðing og samanborið við sama ársfjórðing árið fyri. Í samlaða ES er talið av fólki í arbeiði fallið í mun til sama ársfjórðing í fjør, men stendur í stað í mun til undanfarna ársfjórðing.
Hetta er beint til Breaking News.
Vit skulu hálva triðju viku aftur fyri at finna nakað frá Eurostat um arbeiðsloysi. Tað verður gjørt upp mánaðarliga og ikki kvartalsvís. Nýggjastu arbeiðsloysistølini vísa ikki minking, sum portalurin skrivar, men ein vøkstur í mun til sama mánaða í fjør, bæði tá vit hyggja eftir euro-londunum, og í samlaða ES. Og rokna vit í høvdinum til kvartalsvís tøl, er eisini vøkstur í mun til undanfarna ársfjórðing í bæði euro-londunum og í samlaða ES.
So kanska er hatta ikki Breaking News kortini. Heldur er talan um meira sjusk sum eigur verða rættað.
torsdag den 31. maj 2012
ABDH er høgrumegin Friedman
Politikkurin hjá ABDH-samgonguni er:
Tað er sum Milton Friedman segði, tá hann kritiseraði, at samfelagið favoriserar tey frammanundan vælbjargaðu:
- Tá fiskirættindi verða útlutað til reiðarar uttan kapping er eingin sum atkvøður fyri marknaðarbúskapi, men
- um manningarfeløgini skulu hava rætt at samráðast vegna manningina er tað skeivt at leggja seg út í arbeiðsmarknaðin.
Tað er sum Milton Friedman segði, tá hann kritiseraði, at samfelagið favoriserar tey frammanundan vælbjargaðu:
This is socialsm for the rich, free enterprice for the rest.
tirsdag den 29. maj 2012
Hvørjum stríðist tú fyri?
meirilutin í vinnunevndini vil ikki hava uppboðssølu um makrelin, og vil hava sáttmálar uttan um manningarfeløgini:
tað er ein spurningur, hvørjum man heldur við: fólki ella kapitalistum
- reiðarar skulu ikki kappast, men
- manningar skulu undirbjóða hvørja aðra fyri at fáa makrelkjans við reiðarum sum hava fingið tilfeingið ókeypis
lørdag den 19. maj 2012
Føroyskur almennur stuðul til útlendska vinnu
Dánjal Jákup Meinertsson, formaður í felagnum hjá útisiglarum, skrivar á vágaportalinum:
Eg kann ikki annað enn undrast á argumentatiónina:
ein ungur maður við smáðum børnum, sum fær í boði at arbeiða skattafrítt á einum norskum akkershandlara í vesturafrika, um hann flytir til Danmarkar, kann freistingin gerast ov stór. Føroyar hava brúk fyri tí unga mannnum,
Eg kann ikki annað enn undrast á argumentatiónina:
Um Føroyar hava brúk fyri hasum manninum, so er skeivt og øvugt at brúka skattaskipanina at stuðla honum at leggja sína arbeiðskraft uttanlands.
Føroyingar sum arbeiða uttanlands geva also sítt íkast til onkran útlendskan búskap, og ikki tann føroyska.
onsdag den 16. maj 2012
Alneyðugt við álítandi og óheftum hagtølum
Tað er alneyðugt við óheftum hagtølum og fakligum tilmælum sum politikarar ikki hava ávirkan á. Tí skulu Landsbankin og Hagstovan liggja uttanfyri beinleiðis politiska ávirkan, og tað skal ikki vera nakar ivi um tað heldur. Hetta er altíð galdandi, men serliga tí tað er jú vandi fyri at viðhvørt koma slíkar typur sum Jørgen framat, ið vilja hava embætisfólk sum bara makka rætt.
Í amerikanska statinum Wisconsin er Scott Walker, ein republikanari (teir eru jú fyrimyndirnar hjá Jørgen Niclasen og kompaní) guvernørur, og hann kom til valdið uppá at skapa fleiri arbeiðspláss. 250 000 arbeiðspláss eftir fýra ára valskeiðnum hjá guvernørinum, lovaði hann.

onsdag den 9. maj 2012
Virkar flatskattalættin?
Lønargjaldingarnar fyri apríl vísa eina framgongd uppá 59 mió kr higartil í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til ein vøkstur uppá 2.7 pct.
Sjálvsagt fara fólk so at diskutera, um tað er skattalættin, sum virkar. Tað reypa tey ungu fólkafloksfólkini av, áðrenn tey hugsa seg um -- ella lesa tølini. So lat okkum hyggja uppá tølini. Øll tøl eru frá Hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni, tað er tann eina talvan, sum hevur mánaðarligar lønargjaldingar, VHLGJALVG2.

søndag den 6. maj 2012
Fakfeløg tryggja javnvág sum skapar búskaparvøkstur
Paul Krugman, nobelprís-vinnandi búskaparprofessari í kjaki á "Viewpoint" á Current TV um hvussu búskaparkreppan kann fáast at enda, sum hann nýliga hevur givið eina heila bók út um:
Lat hetta vera eina lítla áminning og eina stóra ávaring til politiska valdið ímóti teirra herferð ímóti fakfeløgunum. Heldur skuldi politiska valdið roynt at styrkt fakfeløgini.
A lot of it is, I think, that we need to recreate an environment in which union organizing is possible. Unions are not perfect, but now that we don't have them we realize how much we lack them. We need a counterweight to the power of big money in this country. I think we need to bring Labour back.(Hygg eftir hesum parti av samrøðuni.)
Lat hetta vera eina lítla áminning og eina stóra ávaring til politiska valdið ímóti teirra herferð ímóti fakfeløgunum. Heldur skuldi politiska valdið roynt at styrkt fakfeløgini.
lørdag den 5. maj 2012
Betri arbeiðsloysishagtøl neyðug
Eg havi sent ein teldupost til ALS. Ella rættari tveir. Her er ein samanseting av teksti úr báðum mailunum:
Góðu tit í ALS,
Eg síggi tit hava ávís hagtøl á heimasíðuni, og Hagstovan hevur nøkur, umframt tøl fyri arbeiðsmegi v.m.
Tvær røðir av hagtølum, sum tit helst kunnu gera rættiliga lætt, og sum hevði verið sera hent hjá fólki sum mær og øðrum sum fylgja við búskapargongdini, høvdu verið:
- Tal av nýggjum arbeiðsleysum (fyri hvørt tíðarskeið, t.d. viku ella mánað),
- Tal av arbeiðsleysum, sum detta úr skipanini eftir tveimum árum (fyri hvørt tíðarskeið), og
- Tal av arbeiðsleysum, sum fara úr skipanini, tí tey finna arbeiði (fyri hvørt tíðarskeið).
Við bara hesum trimum talrøðunum aftrat tí sum tit longu gera og sum Hagstovan hevur, verður møguligt at fáa nógv betri vitan um búskapargongdina enn man longu hevur.
Eg vil mæla tykkum at gera hesi tøl, og vóni tað eisini hendur. Tað besta hevði verið at fingið hesi tøl nakað aftur í tíðina, so man kann greina avleiðingarnar av kreppuni.
Hetta er ógvuliga virðismikil vitan til búskaparligar greiningar.
vinaliga
Flóvin Eidesgaard
Talrøð 1 vil skjótari vísa fram- og afturgongd á arbeiðsmarknaðinum enn bara leypandi arbeiðsloysisprocent. Um talrøð 3 kann man siga tað sama sum um talrøð 1, men við báðum fær man enn betri mynd. Talraðir 2 og 3 eru partvís redundantar, tá man hevur talrøð 1 og verandi hagtøl, men uppteljingin frá ALS er helst meira neyv enn at rokna eftir sjálvur.
fredag den 4. maj 2012
ALS-stýrið hevur fullkomiliga misskilt sína uppgávu
Tað var skilagott og tiltrongt, sum Kim Hansen, tryggingarserfrøðingur, segði í útvarpinum í kvøld um broytingarnar í ALS.
Tað sum kanska manglaði var, at hann segði sum er, at ALS-stýrið hevur fullkomiliga misskilt sína uppgávu. Sigmar Bláberg í útvarpinum hevði misskilt poengið, so tað burdi hann nokk gjørt.
ALS skal tryggja arbeiðsmegina ímóti ov ógvusligum fíggjarligum avleiðingum, tá arbeiðsloysi rakar. Men tað sum ALS-stýrið prioriterar er at tryggja at ALS-kassin ikki fer í minus, tað sæst so sera væl í formuleringini hjá fyrrverandi ALS-stýrisformanninum, Karin Kjølbro:
Er tað nevndarsamsýningin hjá teimum sum ger, at løntakaraumboðini í ALS-stýrinum ganga við til hesa vanlukkuligu semju í staðin fyri at standa fast við verandi útgjald -- ella leggja frá sær? So má nevndarsamsýningin setast niður. (Verður tað forrestin eisini sett niður, nú ALS-gjaldið verður sett niður?)
(framhald)

Fyrrverandi forkvinnan í ALS, Karin Kjølbro, heitir staðiliga á løgtingið at lata partarnar á arbeiðsmarknaðinum reka ALS-grunnin.
Er tað nevndarsamsýningin hjá teimum sum ger, at løntakaraumboðini í ALS-stýrinum ganga við til hesa vanlukkuligu semju í staðin fyri at standa fast við verandi útgjald -- ella leggja frá sær? So má nevndarsamsýningin setast niður. (Verður tað forrestin eisini sett niður, nú ALS-gjaldið verður sett niður?)
(framhald)
tirsdag den 1. maj 2012
Góðan 1. mai
Ein spurdi, hví ongar greinar koma á bloggin fyri tíðina.
Eg havi ikki havt stundir, nógv arbeiði og onnur ting, men eg komi sjálvsagt aftur.
Her liggja skitsur til 100 greinar (tó okkurt helst er duplettir). Nógv er at taka fatt uppá: Forútsigiliga kreppan í Europa, makrelsemjan farin amokk, lønarsamráðingar o.a.
Góðan 1. mai!
Abonner på:
Opslag (Atom)