Sider

Viser opslag med etiketten Kradding. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Kradding. Vis alle opslag

torsdag den 20. august 2015

Ikki allur ójavni er líka

Ikki bara í Føroyum ljóða ávaringar um vaksandi ójavna.

Bara hetta seinasta árið hava bæði OECD og IMF ávarað um vaksandi ójavnan, tí hann forðar búskaparvøkstri. Men hví er stórur ójavni ein forðan fyri vøkstri?

Ein nýggj kanning í tíðarritinum Journal of Comparative Economics vísir, at tað er ikki ójavnin í sjálvum sær, sum forðar vøkstri, men orsøkin til at ójavnin er íkomin.

Um multimillióningarnir blíva ríkir við hjálp frá politikarunum, fáa vit ein ójavna, sum forðar vøkstri. Men um multimillióningarnir blíva ríkir við at virka á marknaðartreytum, har politiska valdið ikki er uppíblandað, forðar ójavnin ikki vøkstri.

Og hetta er í grundini eisini sjálvsagt, tí sum eg havi verið inni á fyrr, har vit síggja ovurstóran ójavna, er tað júst vegna kradding og korruptión.

Eg sigi harvið ikki, at man skal deila pengar út í hvørt heim í Føroyum, sum onkur flokkur er farin til valg uppá. Men tað er púra vist, at man eigur í stundini at gevast við at deila vinnulig serrættindi til nøkur ávís heim í Føroyum, sum serliga tann eini flokkurin stendur fyri.

fredag den 5. september 2014

Kradding í bankavinnuni má steðgast

Bankar hava so stóran týdning fyri búskapin, at tað eigur als ikki at vera upp til bankarnar at gera av, hvussu teirra stjórar verða løntir! Avrikslønir til bankastjórar hava víst seg at skapa øktan váða, har samfelagið rindar rokningina, tá tað gongur galið, men eigarar og leiðsla skúma róman tá tað gongur væl.

Mynd tilgjørd av Føroyaportalinum.

Fíggjarvinnan er ein av vinnunum har vandin fyri kradding er størst. Tí er avgerandi neyðugt, at samfelagið ikki bara setir forboð ímóti avriksløn til bankaleiðslur, men eisini setir eitt loft á, hvussu nógv fólk sleppa at forvinna í hesi vinnu.

tirsdag den 1. april 2014

Eg velji eisini Føroyar

Tað er ikki tí eg nakrantíð havi valt Føroyar frá. Rætta løtan hevur bara ongantíð verið at flyta til Føroya.

Men nú skal tað vera! Várið er komið til Føroya, og nú komi eg eisini.

Eg fekk herfyri eitt gott tilboð frá Føroya Reiðarafelag og Fólkaflokkinum, sum vilja skipa teirra samstarv betur og eisini víðka skipaða samstarvið til aðrar vinnugreinar. Tað verður mín uppgáva at finna nýggj felags projekt og nýggjar partar til samstarvið.

Fastir lesarar vita, at eg havi verið sera atfinningarsamur ímóti vinnupolitikkinum, og betri samskipan millum vinnu og politikk hevur altíð verið eitt av mínum hjartamálum, so hetta er næstan mítt loyniliga dreymajobb. Slíkur møguleiki kemur neyvan aftur næstu mongu árini. Eg síggi stórar møguleikar í slíkum samstarvi, tað verður synergi fyri allar pengarnar, til gagns fyri bæði reiðarar og Fólkaflokkin og onnur vinnulig seráhugamál, sum vilja kradda og skapa vøkstur.

Nýggja starvið gevur ikki pláss fyri at blogga í frítíðini, so hesin bloggur verður niðurlagdur. (Tað var eisini krav fyri at eg kundi fáa starvið.) Eg flúgvi heim í dag, 1. apríl, og hetta eru síðstu boð her á blogginum.

Vit síggjast har heima. Jubii!

søndag den 30. marts 2014

Ein vinnupolitikkur, sum ikki fungerar!

Tá eingin samanhangur er millum framgongd hjá einstøkum fyritøkum, og livistøðið í samfelagnum sum heild, so er okkurt við vinnupolitikkinum, sum er skipað skeivt. Og hetta er ongantíð so rætt, sum tá talan er um vinnu, sum livir av fólksins ogn.

Rói Egholm talar til floksting Tjóðveldis 2014.

Rói Egholm helt eina sera áhugaverda og frálíka góða røðu á flokstingi Tjóðveldis, har hann vísti á, hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri vinnuna og fyri fólkaræðið, at trý alifeløg og fýra reiðarí hava fingið forerandi (ella kraddað seg til) fólksins ogn. Her eru brot:
Kristina sigur, at tað er heilt fantastiskt at hava eina fyritøku sum hevur yvir 700 mió kr í yvirskoti. Men hvussu merkja vit tað? Hvussu merkir føroyingurin, at okkara høvuðsvinna hevur tað gott? Vit merkja tað slett ikki. Vit merkja tað slett yvirhøvur ikki! Og tá ið man hevur verið í hesi vinnuni síðani 1986 og kennir til, hví ið Regin situr á sínum loyvum -- hví situr Regin á sínum loyvum? Ella hví sita teir, sum hava hini loyvini, hví sita teir á teimum? Tað er ikki tí teir hava verið úti í eini fríari kapping og vunnið sær rættindi. Tað er ikki tí! Tað er tí, onkur er systkinabarn onkran og onkur kennir onkran, tað er tí teir sita á loyvunum.  Eg sigi tað, at teir sum arbeiða í hesi vinnuni, hesi sjey feløgini, tey gera alt púra rætt. Man kann ikki lasta hesi feløgini fyri at gera nakað skeivt, tey gera púra rætt. Øll sum høvdu sitið í teirra stóli høvdu gjørt tað soleiðis. Men skipanin er skeiv.

lørdag den 29. marts 2014

Hvat ólukkan snakkar Margrethe Vestager um?

Í gjár fríggjadag var danski økonomiministarin Margrethe Vestager á vitjan í Danmarks Statistik. Áðrenn hon fór rundtúr í húsinum til nakrar deildir hon vildi vitja, helt hon røðu fyri øllum húsinum, men hvat ólukkan meinar hon við:
Uden troværdig statistik må vi regere ud fra anekdoter, eller - Gud forbyde det - hvad interesseorganisationerne ønsker.
Margrethe Vestager besøger Danmarks Statistik
og holder tale for hele personalet inden rundtur til udvalgte kontorer.

Magrethe Vestager hevði ikki komið langt í føroyskum politikki!

tirsdag den 18. marts 2014

Ikki rætt at javnseta fakfelagslimagjald við gjøld hjá vinnulívinum

Løgtingið hevur júst endað fyrstu viðgerð av uppskoti 98/2013 hjá Rigmor og Eyðgunn um, at limagjald til fakfeløg skal geva rætt til skattafrádrátt. Uppskotið hevur sambært uppskotsstillarunum m.a. til endamáls at javnseta báðar partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Men hetta endamálið er púra galið! Og at tosa um javnseting vísir, at tær báðar hava ikki hugsað seg nóg væl um, tí tær eiga at vita, at tað gagnar samfelagnum, at fólk eru limir í fakfelagi. Hevði uppskotið rætt endamál, royndi man ikki at javnseta við frádráttum til báðar partar, men heldur at brúka høvið til eisini at avtaka nakrar skattafrádráttir, sum vinnulívið hevur fyri at vera við í bransjufelagsskapum og til tiltøk sum vinnulívsdagar v.m., tí tílíkt virksemi eigur landið ikki stuðla.

Tað var Adam Smith sum skrivaði í Wealth of Nations:
Persónar í somu bransju hittast sjáldan, heldur ikki bara til gamans, uttan at samrøðan endar sum ein samansvørjing ímóti almenninginum, t.d. um hvussu man kann hækka prísirnar. Tað er ikki møguligt hjá samfelagnum at forða slíkum ráðstevnum og fundum við lóg, sum kunnu handhevast, og uttan at gera seg inn á grundleggjandi rættindi um frælsi. Men sjálvt um lógin ikki kann forða fólki í somu bransju av og á at hittast, eigur samfelagið ikki á nakran hátt at eggja til slíkt virksemi og heldur ikki at skapa tørv á tí.
(mín týðing; volume I, kapittul 10)
Eg havi einki at leggja aftrat orðunum hjá Adam Smith!

Tað er ikki rætt at javnseta fakfelagslimagjald við tilsvarandi gjøld hjá vinnulívinum. Tí tað er ikki nokk!

onsdag den 26. februar 2014

Útlicitering, privatisering og uttanumtos

Tað mátti verið lætt at fáa semju um at koyra fiskivinnuna á marknað í staðin fyri at stýra sum ein almennur stovnur (ella fleiri) eftir boðum frá aðalráðnum.

Hetta er ein vinna, sum er sera væl egnað til privatan marknað tí ikki er neyðugt við innviklaðari regulering.

Fyrr enn hetta er framt -- at fiskivinnan og tilfeingisfordeilingin virkar á marknaðargrundarlagi -- er fullkomiliga absurd at tosa um at privatisera nakað sum helst annað alment virksemi. At tað kortini verður gjørt virkar sum ein roynd at flyta fokus frá, at tilfeingisrentan, sum alt Føroya fólk eigur sum eigari av tilfeinginum, í staðin rennur niður í fáar politiskt útvaldar privatar lummar. Talan er omanfyri eina miljard um árið. 10.000 føroyingar kundu livað av hesum, sum nakrir fáir vinir hjá politikarum ræna.

tirsdag den 11. februar 2014

BankNordiksa nýggi serligi kundabólkur

Nýliga strammaði BankNordik gebyrskrúvuna enn einaferð. Nú skulu kundar rinda fyri at hava konto í bankanum. Ein røð av undantøkum skuldu vera, hvørjir kundar kundu sleppa undan gjaldinum, m.a. at vera í onkrari fyrimunarskipan, hava nógvar pengar á bók ella skylda nógv, ella um man var eldri enn eitt vist ella yngri enn eitt annað.

Myndakelda: in.fo

Men í Føroyum er óbeinleiðis lógarkrav, at fólk skulu hava konto í peningastovni, bæði fyri at fáa løn útgoldna og til pensjónsuppsparing, og tí vísti eg á, at talan er um kradding. Eg havi eisini boðað frá, at eg ætli mær ikki longur at vera kundi í bankanum, har eg havi verið síðani dópsgávurnar fóru á konto.

Eg skrivaði so eisini eina grein við samanbering við danska Arbejdernes Landsbank, sum hevur gjørt eitt greitt val, at eisini kundar uttan nógvar pengar skulu hava møguleika at hava ókeypis lønarkonto. Og tað skuldi eg ikki havt gjørt!! Tíverri kom eg í somu grein inn á lønarviðurskiftini hjá Janus Petersen og skrivaði av órøttum, at hann hevur eina bonusskipan. Hetta varð rættað sama kvøld (sí greinina), men mistakið var gjørt, og tá er ov seint at harmast.

fredag den 31. januar 2014

BankNordik er ikki longur nakað fyri meg

Eg haldi tað er gott, at bankarnir hava effektiviserað og hava lagað bygnaðin til, tá nýggj tøkni gav møguleika fyri tí. Hetta gevur møguleika fyri lægri kostnaði. Men nýggjasta átakið hjá BankNordik sum er ætlað at sorterað kundar frá, sum ikki hava annað enn eina lønarkonto smakkar mær so illa, at eg rými úr bankanum, eg havi verið kundi í í 40 ár, og eg fari biðja so nógv onnur sum gjørligt -- og serliga tey við nógvum pengum ella stórum lánsgjøldum -- um at gera tað sama.

Tá bankin útnyttar ta serstøðu, at fólk við lóg skulu hava eina konto, so er talan um kradding av fúlasta slag. Eg skrivaði hetta á facebook fyrr í kvøld:

torsdag den 30. januar 2014

Kraddingin hjá BankNordik

Sambært portalinum ætlar BankNordik at krevja 20 krónur um mánaðin frá fólki, sum hava eina konto.

Tað burdi verið skjótt at gjørt lógaruppskot sum setir forboð ímóti avgreiðslugjøldum fyri tænastur, sum kundarnir ikki hava møguleika at velja frá. Og at hava konto sleppa fólk ikki at velja frá, um tey vilja hava løn.

Men umframt tað, so haldi -- eg enn sum áður -- at lógin skal áseta loft á lønina hjá bankastjórum. Einki annað er rímiligt, tá samfelagið við lóg verjir virksemið hjá bankunum við m.a. lóg um innskjótaratrygd. (Og tað gevur økonomiskt góða meining eisini.) Somu løn sum ein aðalstjóri er akkra passaligt til ein bankastjóra. Og aðalstjórar verður jú forrestin heldur ikki revsaðir, tá teir gera tað lort.

Les meira um kraddingina hjá bankavinnuni: Upprunin til ójavnan er fyrst og fremst kradding.

lørdag den 30. marts 2013

Mutur - eisini á Cypern

Við týsku Spiegel sum keldu veit Vágaportalurin at siga, at høvuðsvinnan á Cypern, bankavinnan, hevur mutrað politikarar á miðjarðarhavsoynni:


Enn eitt land, har høvuðsvinnan hevur mutrað politisku leiðsluna so stýrt verður til frama fyri tey sum virka í høvuðsvinnuni.

Hetta er sæð so nógva staðni fyrr. Grannalandið Ísland er eitt annað dømi, sum er avdúkað av kanningarnevnd sum síðani skrædlið hevur kortlagt hvussu bankarnir har fíggjaðu valstríð og annað hjá vinunum í politisku skipanini.

Tíverri kemur hetta sjáldan fram fyrr enn kraddingin og korrupti politikkurin hava koyrt landið av knóranum.

fredag den 1. februar 2013

Bara gott, hetta ikki er í Føroyum!

Vit frætta úr Grønlandi, og Politiken skrivar, at "Grønlands toppolitikere er tæt på mineindustrien". Hetta er um samanblanding av privatum vinnuligum áhugamálum og politisku umsitingini av tilfeingisrættindum:
De to vigtigste ministre, landsstyrestyreformand Kuupik Kleist (IA) og råstofminister Ove Karl Berthelsen (IA), er stiftere af mineralselskabet GreenGems, som de styrede indtil 2009, hvor de gav deres bestyrelsesposter videre til deres respektive hustruer, som de stadig har.
I regeringsperioden er der udstedt efterforskningstilladelse til virksomheden. Den er nu trukket tilbage efter hård offentlig kritik.
(...) Landsstyreformand Kuupik Kleist, der i går udskrev valg, har ingen kommentarer. Råstofminister Ove Karl Berthelsen (IA) kan ikke se problemet.

Gott slíkt ikki kemur fyri í Føroyum!

Fólksins ogn til fólksins gagn - eisini í India

Vert er at geva gætur um eina grein í Times of India 3. februar 2012, um ein dóm í indiska Hægstarætti. Ein grein, eg eisini deildi á facebook 11. mars í fjør. Greinin staðfestir í yvirskriftin, at
Natúrtilfeingi skal nýtast til fólksins felags gagn, sigur Hægstirættur

Grundgevingin í dóminum er greið: natúrtilfeingi er fólksins ogn, og hóast stjórnin umsitur tilfeingið fólksins vegna, so eru avmarkingar, hvussu stjórnin kann gera hetta, tí tað skal koma øllum fólkinum javnt til góðar. Hetta er eisini í tráð við undanfarnar dómar, ið siga ikki bara, at fólksins ogn skal koma øllum til góðar, men eisini at einstaklingar skulu ikki gera sær dælt av teimum:
The Supreme Court on Thursday once again reiterated that all natural resources are public goods and the government as the people's trustee has a duty to ensure that these are distributed in a fair manner for larger public good.
The court cited an earlier judgment, which had said "that natural resources are vested with the government as a matter of trust in the name of the people and it is the solemn duty of the state to protect the national interest and natural resources must always be used in the interest of the country and not private interests."

onsdag den 30. januar 2013

MVG-skipanin: Politiska skipanin ynskir fleiri snýtarar

Søgulig gjøgnumgongd í Sosialinum í kvøld av politiskari viðger, sum MVG-skipanin hevur fingið gjøgnum árini, vísir púra greitt, at tað er eitt politiskt ynski í Føroyum, at tað skal vera lætt at snýta landskassan. Eisini í MVG.

- "Vinnan skal tjena pengar, og helst so nógv sum gjørligt," vita vit jú, at summi teirra halda er gott.

Tað, sum tey, ið ráða politisk opinbart ikki skilja er, at tá man ger skipanir, har tey sum snýta, hava lætt við at forvinna pengar, so fáa vit fleiri sum snýta og færri, sum skapa virði.

Tí meira, ið verður kraddað og snýtt, minni verður skapað. Kreativu evnini í Føroyum verða eisini spilt uppá MVG-spekulatión. Kreativu evnini í Føroyum verða spilt uppá at snýta. Tí nyttar vinnan so lítið. So øll blíva fátækari.

mandag den 28. januar 2013

Upprunin til ójavnan er fyrst og fremst kradding

Stephanie Flanders, Economics Editor á BBC World News hevur prátað við Joseph Stiglitz á World Economic Forum í Davos um kostnaðin av ójavna.

Stiglitz kemur m.a. inn á, at ein stórur partur av ójavnanum kemur ikki av, at nøkur eru meira produktiv enn onnur, men av kradding:
Um vit hyggja eftir ójavnanum og mátanum hann er komin í USA, tað mesta av tí kemur av tí vit rópa rent seeking. Tvs. í staðin fyri at gera samlaðu køkuna størri, at kradda til sín ein størri part av somu kaku.

fredag den 18. januar 2013

Hvussu dýr er kraddingin hjá yvirklassanum?

Í greinini ”ALS ikki óvæntað” í síðstu viku royndi eg at seta stóru fráfaringarlønina til fyrrverandi stjóran í ALS inn í høpi, og vísa á, at kradding í føroyska yvirklassanum er við til at mergsúgva landið. Eg ávaraði um, at samfelagið kann fara í upploysn av berari kradding.

(Her kann tú lesa, hvat kradding er.)

Public service = kradding?

Eg havi fyrr endurgivið definitiónina hjá Búskaparráðnum uppá kradding. Eg vil taka hetta brotið burturúr:
Hetta umfatar sostatt bæði lobbyvirksemi fyri at fáa sersømdir, so sum at leggja trýst á politikkarar, skriving í bløðum ella líknandi
... tí tað er relevant fyri tað, sum eg her skal skriva.

Fyrr hevði Útvarpið eina sending sum æt Vinnutátturin, har vinnan slapp -- umframt at reypa um egið dugnasemi -- at seta fram krøv og ynski til samfelagið Føroyar. Sendingin var sostatt ein pallur hjá vinnuligum aktørum at tala fyri skipanum, sum kundi gagna hesum partinum av vinnuni -- men altíð varð tað sett fram soleiðis, at í veruleikanum fór tað at gagna samfelagnum og fólkinum í síðsta enda. Eg minnist ikki at henda sending nakrantíð hevði gest inni, sum -- óheft av vinnuligum áhugamálum -- skuldi greiða frá, hvør vinnupolitikkur kundi geva bestu samfelagsligu úrslit.

fredag den 11. januar 2013

ALS ikki óvæntað!

Fyrradagin var tað ein positiv søga, at stjórin í ALS fer at royna okkurt annað. Hoyr t.d. samrøðu her.

Í gjár kom so -- av røttum -- øsingin. Miðlarnir fortelja um frafáringaravtaluna, sum Ernst Jacobsen hevur gjørt við stýrið fyri ALS. Her er Kringvarpið og Portalurin. Og fólk eru í øðini. Eisini eg.

Fráfaringargjaldið uppá meira enn eina miljón var ikki avtalað frammanundan, og soleiðis sum formaðurin í stýrinum grundgevur, er talan um løn við afturvirkandi kraft. Stýrið hevur gjørt sær sína egnu meting av tí arbeiði stjórin hevur gjørt fyri ALS og rindar honum við fólksins pengum ein stóran bonus. Ein persónur tey hava arbeitt tætt saman við í fleiri ár. Hann virkar fittur, men eg veit ikki, hví fólk siga, at hann er dugnaligur. Í feitu árunum við bólgnandi eginogn futtaði ALS rættiliga nógvar pengar av uppá fá arbeiðsleys, men so skjótt kreppan rakti, so visti man ikki ein gang um man hevði nokk av pengum í kassanum, og bæði tey í arbeiði og tey arbeiðsleysu rinda prísin.

torsdag den 10. januar 2013

Eru føroyingar nakrir toskar? Ella er tað fiskurin?

Eftir hvørja PISA-kanning (tær hava verið í 2000, 03, 06, 09 og 2012) gevur OECD á frammanundan ásettum degi í december árið eftir út tey fyrstu úrslitini í frágreiðing. Seinni koma serligar frágreiðingar, sum grava niður í serstøk áhugaverd evni, sum ikki koma við í fyrstu frágreiðingina.

Seinasta umfar sum úrslit eru frá er sostatt 2009, tá heili seks bøkur (ella ein frágreiðing í seks pørtum) kom burtur úr við bara fyrstu úrslitunum. Í fjórða partinum/bókini av 2009-frágreiðingini, ið hevur forsíðuheitið "What Makes a School Successful?", byrjar samanfatingin við:
in some of the high-performing countries that have very few natural resources, such as Finland, Singapore and Japan, education appears to have a high status at least in part because the general public understands that the country must live by its human resources, which depend on the quality of education. (s 103)
Also: í summum londum, sum hava góð úrslit í PISA, og hava lítið av náttúrutilfeingi, verður útbúgving høgt mett, m.a. tí fólk skilja, at landið má liva av menniskjaliga tilfeinginum, og at tað krevur dygdargóða útbúgving.

onsdag den 28. november 2012

Framleiðsla og kradding sambært Búskaparráðnum

Búskaparráðið definerar kradding soleiðis í temafrágreiðingini frá 2004:
Framleiðsla og kradding
Virksemi, sum førir til privatbúskaparligan vinning, kann bólkast í tvey: framleiðsla ella kradding. Framleiðsla merkir í hesum sambandi vanligt virksemi á vinnuliga marknaðinum, t.e. framleiðsla av vørum og tænastum til sølu.
Men búskaparligar avgerðir verða ikki bara tiknar á vinnuliga marknaðinum ella innanhýsis í fyritøkum. Tær verða eisini tiknar umvegis, gjøgnum ávirkan á politiskar avgerðir. Í hesi frágreiðingini definera vit kradding (enska heitið í búskaparfrøðini er “grabbing”) sum eitt og hvørt virksemi, sum hevur til endamáls at skaffa sær ella sínum áhugabólki privatbúskaparligan vinning gjøgnum sersømdir frá politisku skipanini, tað verið seg serligar skattalættar, ókeypis tilfeingi, alment monopol, almenna hjálp til fyritøkur at sleppa undan húsagangi osfr. Hetta umfatar sostatt bæði lobbyvirksemi fyri at fáa sersømdir, so sum at leggja trýst á politikkarar, skriving í bløðum ella líknandi og tað virksemi, sum ger sær dælt av vunnu sersømdunum, til dømis spekulatión í sambandinum millum fiskiloyvir og kvadratrøtur. (s. 12)