Seinasta umfar sum úrslit eru frá er sostatt 2009, tá heili seks bøkur (ella ein frágreiðing í seks pørtum) kom burtur úr við bara fyrstu úrslitunum. Í fjórða partinum/bókini av 2009-frágreiðingini, ið hevur forsíðuheitið "What Makes a School Successful?", byrjar samanfatingin við:
in some of the high-performing countries that have very few natural resources, such as Finland, Singapore and Japan, education appears to have a high status at least in part because the general public understands that the country must live by its human resources, which depend on the quality of education. (s 103)Also: í summum londum, sum hava góð úrslit í PISA, og hava lítið av náttúrutilfeingi, verður útbúgving høgt mett, m.a. tí fólk skilja, at landið má liva av menniskjaliga tilfeinginum, og at tað krevur dygdargóða útbúgving.
