Ikki bara í Føroyum ljóða ávaringar um vaksandi ójavna.
Bara hetta seinasta árið hava bæði OECD og IMF ávarað um vaksandi ójavnan, tí hann forðar búskaparvøkstri. Men hví er stórur ójavni ein forðan fyri vøkstri?
Ein nýggj kanning í tíðarritinum Journal of Comparative Economics vísir, at tað er ikki ójavnin í sjálvum sær, sum forðar vøkstri, men orsøkin til at ójavnin er íkomin.
Um multimillióningarnir blíva ríkir við hjálp frá politikarunum, fáa vit ein ójavna, sum forðar vøkstri. Men um multimillióningarnir blíva ríkir við at virka á marknaðartreytum, har politiska valdið ikki er uppíblandað, forðar ójavnin ikki vøkstri.
Og hetta er í grundini eisini sjálvsagt, tí sum eg havi verið inni á fyrr, har vit síggja ovurstóran ójavna, er tað júst vegna kradding og korruptión.
Eg sigi harvið ikki, at man skal deila pengar út í hvørt heim í Føroyum, sum onkur flokkur er farin til valg uppá. Men tað er púra vist, at man eigur í stundini at gevast við at deila vinnulig serrættindi til nøkur ávís heim í Føroyum, sum serliga tann eini flokkurin stendur fyri.
Hjartasuff og illsinnisgleps ... til øsing og upplýsing ... um búskap og búskaparfrøði ... og um hvussu politikkur, miðlar og lobbyisma grugga alt.
Viser opslag med etiketten Korruptión. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Korruptión. Vis alle opslag
torsdag den 20. august 2015
lørdag den 29. marts 2014
Hvat ólukkan snakkar Margrethe Vestager um?
Í gjár fríggjadag var danski økonomiministarin Margrethe Vestager á vitjan í Danmarks Statistik. Áðrenn hon fór rundtúr í húsinum til nakrar deildir hon vildi vitja, helt hon røðu fyri øllum húsinum, men hvat ólukkan meinar hon við:
Magrethe Vestager hevði ikki komið langt í føroyskum politikki!
Uden troværdig statistik må vi regere ud fra anekdoter, eller - Gud forbyde det - hvad interesseorganisationerne ønsker.
![]() |
| Margrethe Vestager besøger Danmarks Statistik og holder tale for hele personalet inden rundtur til udvalgte kontorer. |
Magrethe Vestager hevði ikki komið langt í føroyskum politikki!
lørdag den 8. marts 2014
Misskilta nationalisma Tjóðveldis
Misskilt nationalisma er ikki at vilja gera føroyska búskapin leysan av danskari ríkisveiting, tí hetta er hinvegin eitt skilagott mál at arbeiða fyri.
Misskilt nationalisma er at vilja halda útlendskan kapital burtur úr ávísum vinnum, sum virka í Føroyum.
(Og sum ein av fleiri skaðiligum hjáárinum vil ein slík áseting gera stríðið ímóti korruptión í fiskivinnupolitikkinum truplari.)
Vónandi tekur Tjóðveldi hatta uppskotið aftur, sum tey sambært útvarpinum í kvøld hava borið í Løgtingið.

onsdag den 26. februar 2014
Útlicitering, privatisering og uttanumtos
Tað mátti verið lætt at fáa semju um at koyra fiskivinnuna á marknað í staðin fyri at stýra sum ein almennur stovnur (ella fleiri) eftir boðum frá aðalráðnum.
Hetta er ein vinna, sum er sera væl egnað til privatan marknað tí ikki er neyðugt við innviklaðari regulering.
Fyrr enn hetta er framt -- at fiskivinnan og tilfeingisfordeilingin virkar á marknaðargrundarlagi -- er fullkomiliga absurd at tosa um at privatisera nakað sum helst annað alment virksemi. At tað kortini verður gjørt virkar sum ein roynd at flyta fokus frá, at tilfeingisrentan, sum alt Føroya fólk eigur sum eigari av tilfeinginum, í staðin rennur niður í fáar politiskt útvaldar privatar lummar. Talan er omanfyri eina miljard um árið. 10.000 føroyingar kundu livað av hesum, sum nakrir fáir vinir hjá politikarum ræna.

tirsdag den 11. februar 2014
Svansið um gullkálvin
Nú tað er valg til umboðsráðið fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna, er ein fyrrverandi nevndarlimur (starvsfólkaumboð), Kim Hansen, ið skrivar á facebook:
Tað, sum Kim so ikki sigur er, at tað eru fá, ið stilla upp til umboðsráðið, sum ætla at broyta nakað. Tí tey vita longu, at ballini eru for góð, og tað skal ikki broytast, um man kemur inn. Nei, ballini eru orsøkin til at tey stilla upp. Men tað skal ikki vera ósagt.
Tann, ið stillar upp fyri at koma í umboðsráðið og ætlar sær at ávirka tryggingargjøld, arbeiða fyri opinleika v.m., hevur ikki livandi tjans at røkka sínum máli. Øll, uttan undantak, ið eru vald gjøgnum árini, hava broytt hugsan tá tey eru komin inn! Ballini eru heilt einfalt ov góð til at takka nei til :)
Tað, sum Kim so ikki sigur er, at tað eru fá, ið stilla upp til umboðsráðið, sum ætla at broyta nakað. Tí tey vita longu, at ballini eru for góð, og tað skal ikki broytast, um man kemur inn. Nei, ballini eru orsøkin til at tey stilla upp. Men tað skal ikki vera ósagt.
tirsdag den 28. januar 2014
Jú, tað ber væl til við uppboðssølu
Kjartan Hoydal ger seg also býttari enn hann er, tá hann sigur við in.fo, at tað
Kjartan førir ymist fram, sum skal grundgeva fyri at ikki ber til við uppboðssølu. Eitt nú býtið millum skipabólkar. Men alt sum Kjartan eftirlýsir, ber væl til at hava -- eisini í eini uppboðssøluskipan. Uppboðssølan skal bara í minsta lagi koma í staðin fyri politisku telvingina um, hvørjir reiðarir sleppa at fiska hvussu nógv. Also í staðin fyri ta telving, sum skapar størst vanda fyri korruptión, og sum ger, at virðisøking fær ov lítið fokus hjá teimum, sum virka í fiskivinnuni.
Kjartan Hoydal hevur púra rætt í, og sum hann endurgevur íslendska Ragnar Arnason fyri at siga, at
Ber ikki til við uppboðssølu

| Kjartan Hoydal. Mynd: in.fo |
Kjartan Hoydal hevur púra rætt í, og sum hann endurgevur íslendska Ragnar Arnason fyri at siga, at
tað ber ikki til, at loyva marknaðarkreftunum einsamøllum at skipa fiskivinnuna,og tað haldi eg ikki, nakar fortalari fyri uppboðssølu av føroyskum fiskirættindum ætlar. So har er okkurt, Kjartan av onkrari løgnari orsøk hevur misskilt.
onsdag den 1. januar 2014
Korruptión í Kringvarpinum
Hví koyrir Dia ikki pengarnar í sín egna lumma? Tí tað er korruptión.
Er nakar sum heldur, at tað er nakað annað, tá Dia og Kári avtala, at pengarnir fara í lummarnar hjá Kára?
Sikken eitt svínarí!
In.fo skrivar:
Les meira um mátar at snýta.
Er nakar sum heldur, at tað er nakað annað, tá Dia og Kári avtala, at pengarnir fara í lummarnar hjá Kára?
Sikken eitt svínarí!
In.fo skrivar:
Kári selir senditíð fyri 110.000 krónur
Les meira um mátar at snýta.
torsdag den 23. maj 2013
Um hvussu øll kunnu fara illa av at onkur fer ov væl
Fareed Zakaria skrivar í Washington Post um korruptión:
Amerikanska skattalógin er kjarnan av eini skipan av stovnsettari, lógligari korruptión. Skattaásetingarnar eru so umfatandi, tí fyritøkur, vinnugreinar og lobby-bólkar fáa serligar fyrimunir afturfyri stuðul til politikarar og valstríð, ein pengar-fyri-tænastur skipan, ið Washington hevði vrakað sum korruptan vina- og kenningapolitikkur um tað var í einum landi í triðja heiminum. (mín týðing)
(upprunaliga citatið: The U.S. tax code is at the heart of a system of institutionalized, legal corruption. The code is so vast because companies, industries and lobbying groups receive special preferences in return for campaign contributions, a cash-for-favors scheme that Washington would denounce as crony capitalism in any Third World country.)
lørdag den 30. marts 2013
Mutur - eisini á Cypern
Við týsku Spiegel sum keldu veit Vágaportalurin at siga, at høvuðsvinnan á Cypern, bankavinnan, hevur mutrað politikarar á miðjarðarhavsoynni:
Enn eitt land, har høvuðsvinnan hevur mutrað politisku leiðsluna so stýrt verður til frama fyri tey sum virka í høvuðsvinnuni.
Hetta er sæð so nógva staðni fyrr. Grannalandið Ísland er eitt annað dømi, sum er avdúkað av kanningarnevnd sum síðani skrædlið hevur kortlagt hvussu bankarnir har fíggjaðu valstríð og annað hjá vinunum í politisku skipanini.
Tíverri kemur hetta sjáldan fram fyrr enn kraddingin og korrupti politikkurin hava koyrt landið av knóranum.

Um korruptión og nepotismu
Føroya Arbeiðsgevarafelag óttast avleiðingarnar fyri alivinnuna av at Føroyar ganga egnar leiðir viðvíkjandi uppisjóvarkvotum.
Kanska skal alivinnan bjóða onkrum í familjuni hjá Jacob Vestergaard eitt yvirbetalt jobb.
Annars er Fyrisitingarlógin áhugaverd (grein 3):
Kann ein landsstýrismaður í fiskimálum deila ókeypis kvotur út, um onkur í familjuni, t.d. ein sonur, hevur kjans við einum av størstu reiðaríunum í landinum? Nær hevur ein landsstýrismaður ov nógv privatøkonomisk áhugamál í fiskivinnuni og verður ógegnigur?
Kanska skal alivinnan bjóða onkrum í familjuni hjá Jacob Vestergaard eitt yvirbetalt jobb.
Annars er Fyrisitingarlógin áhugaverd (grein 3):
§ 3. Persónur, sum virkar innan almennu fyrisitingina, er ógegnigur um so er, at (...)
2) hjúnarfelagin hjá viðkomandi, skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinjuni so nær sum børn hjá systkjum, ella onnur nærskyld hava ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum ella umboðar onkran, ið hevur ein slíkan áhuga
Kann ein landsstýrismaður í fiskimálum deila ókeypis kvotur út, um onkur í familjuni, t.d. ein sonur, hevur kjans við einum av størstu reiðaríunum í landinum? Nær hevur ein landsstýrismaður ov nógv privatøkonomisk áhugamál í fiskivinnuni og verður ógegnigur?
fredag den 1. februar 2013
Bara gott, hetta ikki er í Føroyum!
Vit frætta úr Grønlandi, og Politiken skrivar, at "Grønlands toppolitikere er tæt på mineindustrien". Hetta er um samanblanding av privatum vinnuligum áhugamálum og politisku umsitingini av tilfeingisrættindum:
Gott slíkt ikki kemur fyri í Føroyum!
De to vigtigste ministre, landsstyrestyreformand Kuupik Kleist (IA) og råstofminister Ove Karl Berthelsen (IA), er stiftere af mineralselskabet GreenGems, som de styrede indtil 2009, hvor de gav deres bestyrelsesposter videre til deres respektive hustruer, som de stadig har.
I regeringsperioden er der udstedt efterforskningstilladelse til virksomheden. Den er nu trukket tilbage efter hård offentlig kritik.
(...) Landsstyreformand Kuupik Kleist, der i går udskrev valg, har ingen kommentarer. Råstofminister Ove Karl Berthelsen (IA) kan ikke se problemet.
Gott slíkt ikki kemur fyri í Føroyum!
Fólksins ogn til fólksins gagn - eisini í India
Vert er at geva gætur um eina grein í Times of India 3. februar 2012, um ein dóm í indiska Hægstarætti. Ein grein, eg eisini deildi á facebook 11. mars í fjør. Greinin staðfestir í yvirskriftin, at
Grundgevingin í dóminum er greið: natúrtilfeingi er fólksins ogn, og hóast stjórnin umsitur tilfeingið fólksins vegna, so eru avmarkingar, hvussu stjórnin kann gera hetta, tí tað skal koma øllum fólkinum javnt til góðar. Hetta er eisini í tráð við undanfarnar dómar, ið siga ikki bara, at fólksins ogn skal koma øllum til góðar, men eisini at einstaklingar skulu ikki gera sær dælt av teimum:
Natúrtilfeingi skal nýtast til fólksins felags gagn, sigur Hægstirættur
Grundgevingin í dóminum er greið: natúrtilfeingi er fólksins ogn, og hóast stjórnin umsitur tilfeingið fólksins vegna, so eru avmarkingar, hvussu stjórnin kann gera hetta, tí tað skal koma øllum fólkinum javnt til góðar. Hetta er eisini í tráð við undanfarnar dómar, ið siga ikki bara, at fólksins ogn skal koma øllum til góðar, men eisini at einstaklingar skulu ikki gera sær dælt av teimum:
The Supreme Court on Thursday once again reiterated that all natural resources are public goods and the government as the people's trustee has a duty to ensure that these are distributed in a fair manner for larger public good.
The court cited an earlier judgment, which had said "that natural resources are vested with the government as a matter of trust in the name of the people and it is the solemn duty of the state to protect the national interest and natural resources must always be used in the interest of the country and not private interests."
fredag den 11. januar 2013
ALS ikki óvæntað!
Fyrradagin var tað ein positiv søga, at stjórin í ALS fer at royna okkurt annað. Hoyr t.d. samrøðu her.
Í gjár kom so -- av røttum -- øsingin. Miðlarnir fortelja um frafáringaravtaluna, sum Ernst Jacobsen hevur gjørt við stýrið fyri ALS. Her er Kringvarpið og Portalurin. Og fólk eru í øðini. Eisini eg.
Fráfaringargjaldið uppá meira enn eina miljón var ikki avtalað frammanundan, og soleiðis sum formaðurin í stýrinum grundgevur, er talan um løn við afturvirkandi kraft. Stýrið hevur gjørt sær sína egnu meting av tí arbeiði stjórin hevur gjørt fyri ALS og rindar honum við fólksins pengum ein stóran bonus. Ein persónur tey hava arbeitt tætt saman við í fleiri ár. Hann virkar fittur, men eg veit ikki, hví fólk siga, at hann er dugnaligur. Í feitu árunum við bólgnandi eginogn futtaði ALS rættiliga nógvar pengar av uppá fá arbeiðsleys, men so skjótt kreppan rakti, so visti man ikki ein gang um man hevði nokk av pengum í kassanum, og bæði tey í arbeiði og tey arbeiðsleysu rinda prísin.

torsdag den 13. december 2012
Nú Dimma stríðist fyri at sleppa at blíva givin út...
Nú Kringvarpið, sum skal vera óheft av privatum kapitaláhugamálum, er undir trýsti, og vit eisini lesa í bløðunum, at stórkapitalurin er úti eftir Dimmalætting, er kanska vert at minna á, hvat hendi í Íslandi.
Í greinini greiður Baldur frá, við støði í frágreiðing hjá serligu kanningarnevndini hjá Altinginum, hvussu bankarnir hóttu bløð, sum skrivaðu kritiskt um bankarnar. Greinin var forsíðu-søga í Dimmu henda dagin:
![]() |
| Forsíða á Dimma 14. apríl 2010 |
Her eru nøkur brot, sum er verd at hava í huga tá vit eygleiða gongdina í Føroyum:
onsdag den 24. oktober 2012
Hyklaríið í fiskivinnupolitikkinum kennir eingi mørk
Á facebook skrivar ein línubátaeigari:
Tað er í hesum sambandi áhugavert, at hesin sami reiðari hevur sjálvur fingið ókeypis makrelkvotu, sum hann -- uttan at skapa tað allar minsta fyri føroyska samfelagið -- hevur selt víðari til stórreiðararnar Hanus og Annfinn fyri 400 000 kr.
Hyklaríið í fiskivinnupolitikkinum kennir eingi mørk. Frekleikin opinbart heldur ikki.
Eg tók ómetaliga synd í Høgna Mohr og soni hansara, hugsa tær til hvat teir ikki høvdu kunna ríka tað føroyska samfelagið um teir fingu part av makrelinum.
Tað er í hesum sambandi áhugavert, at hesin sami reiðari hevur sjálvur fingið ókeypis makrelkvotu, sum hann -- uttan at skapa tað allar minsta fyri føroyska samfelagið -- hevur selt víðari til stórreiðararnar Hanus og Annfinn fyri 400 000 kr.
Hyklaríið í fiskivinnupolitikkinum kennir eingi mørk. Frekleikin opinbart heldur ikki.
fredag den 27. juli 2012
Um kradding og ójavna
Joseph Stiglitz vísir aftur, at einans marknaðarkreftir eru orsøk til stóra ójavnan:
Rent seeking - sambært wikipedia:
Hetta minnir sera nógv um vanligan fólkaflokspolitikk.
America's inequality does not come solely from market forces; those are at play in all advanced countries. Rather, much of the growth of income and wealth at the top in recent decades has come from what economists call rent-seeking — activities directed more at increasing the share of the pie they get rather than increasing the size of the pie itself.
Rent seeking - sambært wikipedia:
In economics, rent-seeking is an attempt to obtain economic rent (t.d. tilfeingisrentu) by manipulating the social or political environment in which economic activities occur, rather than by creating new wealth.
Hetta minnir sera nógv um vanligan fólkaflokspolitikk.
lørdag den 12. maj 2012
Teir skalta og valta
Dimma hevur 10. mai 2012 samrøðu við Poul Riiskjær Mogensen, formann í Transparency International Danmark, um mátan samgongan býtir makrelin uppá:
Hetta minnir um eina umsitingarliga delegatión av rættindum. At ráðharrar soleiðis fáa delegeraðan ein rætt at umsita pengar kann koma fyri. Men ráðharrin skal altíð kunna greiða frá, eftir hvørjum ásetingum pengarnir verða brúktir. Tað kemur eisini fyri í Danmark, og ofta er ónøgdin stór í andstøðuni. Tá stendur ráðharrin seg altíð best við at leggja øll kortini á borðið. Men tað er einki at ivast í, at nú føroyski landsstýrismaðurin hevur fingið so nógvar pengar at umsita, krevur tað eitt sera strangt eftirlit
Endamálið við Transparancy International er, sum tey sjálvi siga, at arbeiða fyri at styrkja samfelagið at standa ímóti korruptión.
tirsdag den 21. februar 2012
Ein til tín og ein til mín
Pallborðsluttakarar:
Úr grein í Dimmu 20. februar 2012 um kjakfund á Toftum har m.a. kjakast var um, hvussu fiskatilfeingið skal býtast.
- Jens C. Olsen, Føroya Fiskamarknaður
- Jógvan Gregersen, Vaðhorn Seafood
- Johannes M. Olsen, P/F Eysturoy
- Annfinn Olsen, Framherji
- Kaj Leo Johannesen, løgmaður
- Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum
- Jóhan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum
- Kári Mikkelsen, orðstýrari
Úr grein í Dimmu 20. februar 2012 um kjakfund á Toftum har m.a. kjakast var um, hvussu fiskatilfeingið skal býtast.
lørdag den 11. februar 2012
Búskaparlógin hjá Murphy (2)
Øll kenna lógina hjá Murphy:
Búskaparfrøðingurin Alan Blinder hevur í bókini Hard heads, soft hearts roynt at orða eina búskaparversjón av lógini hjá Murphy. Hon ljóðar nakað soleiðis:
Umskrivingin til føroyskt er mín. Upprunaliga orðaði Blinder tað soleiðis á enskum:
If anything can go wrong, it will.
Búskaparfrøðingurin Alan Blinder hevur í bókini Hard heads, soft hearts roynt at orða eina búskaparversjón av lógini hjá Murphy. Hon ljóðar nakað soleiðis:
Tá búskaparfrøðingar eru samdir um okkurt og vita mest, er ávirkanin á førda politikkin minst. Tá búskaparfrøðingar hinvegin eru ósamdir, so fáa teir ávirkan, tí fólk velja sær ein búskaparfrøðing tey kunnu brúka til síni ideologisku endamál.
Umskrivingin til føroyskt er mín. Upprunaliga orðaði Blinder tað soleiðis á enskum:
Economists have the least influence on policy where they know the most and are most agreed; they have the most influence on policy where they know the least and disagree most vehemently.
mandag den 23. januar 2012
Kapitalisma skal ikki bara vera eitt slogan
Hvussu kann Fólkafl sleppa avstað við at tosa um byrðar á vinnuna, tá tað er Fólkafl sum vil leggja eykaskatt á vinnuna? Eykaskatturin er gott nokk ein undanførsla fyri at sleppa at forera fólksins ogn burtur? Tað einasta vinnan skal gera fyri at sleppa undan eykaskattinum hjá Fólkafl er at søpla virðini burtur í illa riknum fyritøkum. Eykaskatturin hjá Fólkafl alir taparar í vinnuni.
At forera fólksins ogn til útvald er skeivt. Hetta hevur einki við øvund at gera. Hetta snýr seg ikki ein gang um, at býta virðini javnari. Hetta snýr seg um, at skapa mest møguligt virði úr fólksins ogn. At forera fólksins ogn burtur er vánaligur búskaparpolitikkur.
Kapitalisman fungerar sum oftast. Men tá javnvágin millum virðisskapan og úrtøku fer av lagi, so gongur galið. Og tað er júst henda javnvág sum fer av lagi, tá stór virði verða forerd útvaldum. Vit kunnu tí vænta eina nýggja íløguboblu, um Fólkafl fær sín vilja.
Við Fólkafl fer kapitalisman ikki at fungera í Føroyum. Men Fólkafl hevur altíð vart sínar vinir ímóti kapping, so Fólkafl er helst einki serliga glaður fyri kapitalismu, tá tað kemur til stykkis. Fyri Fólkafl er kapitalisma bara eitt slogan.
Hermann Oskarsson hevur eitt frálíkt innlegg um hetta sama:

Evsta endamálið við øllum hesum hundakunstunum hjá Fólkaflokkinum og hansara halafylgi er at lata hesa ríku landsgávuna upp í hendurnar á einum fámannaliði av ríkmonnum.
Abonner på:
Opslag (Atom)