Sider

Viser opslag med etiketten Løgfrøði. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Løgfrøði. Vis alle opslag

lørdag den 23. maj 2015

Er hetta lov í Danmark?

Hevur Ekstra Bladet ikki hoyrt um dómin í Føroya Rætti?

Forsíðan á Ekstra Bladet 25. apríl 2015

Eg mundi gloymt tað aftur, men eg skuldi spyrja, hvussu tað ber til, at einki rumbul var av hesi forsíðuni?

Er tað lov at kalla tað snýt, tá onkur snýtir danska SKAT, men ikki tá man snýtir føroyska TAKS? Er lógin ikki tann sama í Danmark og Føroyum á hesum øki? Ella merkir snyd á donskum ikki tað sama sum snýt á føroyskum í løgfrøðini?

Ella er tað bara Ekstra Bladet sum veit, at deyður maður stevnir ikki?

onsdag den 25. februar 2015

Ein trist tulking av dóminum...

Úr dóminum í rættarmálinum um ærumeiðing í sambandi við Tollmálið:
Det er ligeledes væsentligt, at det i et lille samfund som det færøske er en demokratisk nødvendighed, at folkevalgte politikere ikke forsvarsløst skal kunne udsættes for dækningsløse sigtelser for strafbare forhold i de lokale massemedier, da man i modsat fald kan risikere, at den nødvendige minimumsrekruttering af opstillede til politiske valg trues. (s. 58)
Ein trist tulking av hesum argumentum hjá dómaranum er, at hann ikki heldur Føroyar hava nóg nógv fólk at stýra landinum, sum hava reint mjøl í posanum. Og tí velur hann at døma fjølmiðlar, sum halda, at føroyska fólkaræðið kann seta hægri mál.

lørdag den 18. januar 2014

Jørgen skyldar uppá Jørgen

Fjølmiðlarnir hava havt eina søgu koyrandi um at Jørgen Niclasen, umboð fyri Skipafelagið í Sørvági, hevur snýtt við tolli.

Í gjár helt Jørgen Niclasen, fyrrv. stjóri í eini fyritøku sum fekk ágóða av hesum snýti, tíðindafund, og segði seg vera ósekan. Advokaturin hjá hesum Jørgen Niclasen sat við síðuna av og bæði váttaði, at snýt var farið fram, men segði eisini, at tað var umboðið hjá Skipafelagnum sum snýtti.


Niðurstøðan hjá Jørgen er, at hann er reinsaður, tí tað var ikki hann, sum snýtti. Tað var ein annar Jørgen, sigur Jørgen.

Miðlarnir hava longu dømt Jørgen

Óli á Deild Olsen spyr á facebook:
Eigur mann ikki at gjalda toll hvønn mánað, um mann hevur tollkreditt? Hvussu kann mann so enda við at skylda tvær milliónir í tolli, tá fyritøkan bert selur fyri 5 milliónir um árið?
Men eg spyrji, hví eingin spurdi Jørgen hatta, tá tey høvdu møguleikan á tíðindafundinum í gjár?

Frá tíðindafundinum í Miðlahúsinum.
Álvur Haraldsen hevur tikið myndina. Myndakelda: in.fo

Øgiliga fáir spurningar vórðu settir á 1½ tíma longum tíðindafundi sum leitaðu eftir fakta. Tað var heilt uppá premissurnar hjá Jørgen og snúi seg um jura. Tað var ikki meira enn latið upp fyri spurningum, so var mín reaktión á facebook:
Journalistarnir spyrja bara um jura, tað er forering til Jørgen. Bora í fakta og ikki minst manglandi fakta, um tit vilja hava nakað burturúr!

onsdag den 20. november 2013

Vorðið sum kanningarstjóri!

Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, ið eisini er løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur valt Annfinn V. Hansen til kanningarstjóra. Til uppgávuna at fríkenna Kára og Kaj er talan sikkurt um eitt skilagott val. Men tað skuldi ikki vera uppgávan.

Útvarpið veit at siga, at Annfinn hevur sitið á Løgtingið fyri Fólkaflokkin. Løgtingsformaðurin forsvarar hetta tápuliga og óacceptabla val við, at hann ikki kann velja ein sum hevur sitið á Løgtingi fyri ein annan flokk.

Og Annfinn sigur sjálvur við útvarpið, at hann ikki sær nakrar habilitetstrupulleikar. Sum vit skulu síggja, hevur Annfinn sína heilt egnu meting av inhabiliteti.

tirsdag den 8. oktober 2013

Fordømi, segði løgfrøðingurin!

Torkil V. Rasmussen blandar seg í kjakið um notatið hjá Sjúrði Rasmussen við einum sera áhugaverdum fordømi:
Fyrrverandi Hægstarættardómari og professor dr.jur. á KU Henrik Zahle sáli skrivaði í síni viðurkendu lærubók "Regering, Forvaltning og Dom á síðu 199:
"En særlig pligt til tilsyn og kontrol med ministrene påhviler Statsministeren. Opstår mistanke om ulovlige forhold, må den pågældendes minister afkræves en forklaring, og en undersøgelse eventuelt iværksættes. Under rigsretssagen 1909-10 mod (S.Berg og) J.C. Christensen blev det udtalt, at J.C. Christensen ikke havde handlet forsvarligt som konseilspræsident (nu: statsminister) ved at have undladt at anstille nærmere undersøgelser i anledning af de mod Alberti fremsatte beskyldninger for misbrug og vilkårlighed i embedsførselsen."
Í Føroyum átti løgmaður sostatt fyri langari tíð síðani sett ein óheftan kanningarstjóra at kanna málið um Eysturoyartunnilin til botns. Tað er fullkomiliga láturligt, at eftirlitsskylda løgmans sambært stýrisskipanarlógini verður niðurgjørd til tað, sum Sjúrður Rasmussen í síni "eftirlitsfrágreiðing" kallar eina størri ella minni óvissa forsøgn um eitt hypotetiskt rættarmál.

torsdag den 29. august 2013

Kári hevði ikki heimild til CIP-avtalu

Ført verður fram, at tað var politiskt rumbul, sum var orsøkin til at avtalan við Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) skuldi aftur í Løgtingið, og ikki manglandi heimild. Í dag segði aðalstjórin í Innlendismálaráðnum eisini við útvarpið, at:
Tað var ikki neyðugt at fara aftur í tingið við Eysturoyartunlinum, tí landsstýrismaðurin hevði heimildina frammanundan
(Beint sum eg skrivi hetta síggi eg at aðalstjórin sigur tað sama í Degi og viku í kvøld.)

Hetta er eftir mínum tykki ein rættiliga løgin tulking.

fredag den 9. august 2013

Stórkapitalurin vs Føroya fólk, (sætta grein í røðini)

Framhald frá í gjár!

Innlendismálaráðið noktar innlit í fakligu viðmerkingarnar til lógaruppskotið um Skálafjarðartunnil. Tey siga, at viðmerkingarnar hjá Løgdeildini eru innanhýsis viðmerkingar.

Nú liggur Løgdeildin "av tilvild" í Innlendismálaráðnum, tvs. at onnur aðalráð kunnu ikki brúka somu grundgeving til at dylja sítt illa luktandi arbeiði. Eg haldi ikki, Innlendismálaráðið skal hava slíkan framíhjárætt.

Les eisini Sosialin í kvøld, sum skrivar meira um málið.

Síðsta: Fíggjarmálaráðið hevur givið innlit (við avmarkingum) í sítt upprit. Meira kemur...

Ræðist samgongan váða ella vitan?

Innlendismálaráðið krógvar, hvat Løgdeildin heldur um loyniliga sáttmálan við danska pensjónsgrunnin.

Rættarnevndin hevur ikki innkallað Búskaparráð ella nakran frá niðurlagda Landsbankanum at meta um ávirkan á kredittvirðið hjá Føroyum av privatum ella almennum Skálafjarðartunli.

Løgfrøðin og búskaparfrøðin verða hildin uttanfyri. Og so siga samgongufólk, at stórur váði er við verkætlanini. Eg meini tað!

torsdag den 8. august 2013

Hvat krógvar Innlendismálaráðið?

Innlendismálaráðið skrivar í maili í gjárkvøldi:
Hr. Flóvin Eidesgaard
Innlendismálaráðið hevur móttikið umbön tygara dagfest 6. august 2013 um alment innlit í viðmerkingar hjá Lögdeildeini í Innlendismálaráðnum um broyting í lögtingslóg um einkarætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjörð og Tangafjörð. Eisini biðja tygum um innlit í tað, sum Lögdeildin hevur skrivað um avtalu um tunnilsverkætlan.
Viðmerkingar frá deildini eru innanhýsis metingar og íkast til arbeiðið við lógaruppskoti v.m., og eru tí at meta sum innanhýsis skjöl. Sambært § 7, nr. 1) í lögtingslóg um innlit í fyrisitingina, fevnir rætturin til skjalainnlit ikki um innanhýsis skjöl.
Innlendismálaráðið metir at, talan er um viðmerkingar, sum bert hava verið ætlaðar til innanhýsis nýtslu, og sum hava verið umhugsaðar, tá lógaruppskotið bleiv greitt úr hondum.
Tískil verður umbön tygara um innlit ikki gingin á möti.
Vegna Innlendismálaráðið
Kaj Johannessen
fulltrúi

søndag den 3. februar 2013

Halgir Winther Poulsen eigur halda seg til løgfrøðina

Í Sosialinum fríggjakvøldið sigur ‎Halgir Winther Poulsen:
nú ætlar man eftir øllum at døma at lata loyvi endaliga út til tey, sum av tilvild eru inni í vinnuni júst nú. Tað gongur snøgt sagt ikki

Hatta er púra rætt!

onsdag den 19. december 2012

Gylfason um íslendska miraklið

Thorvaldur Gylfason, sum føroyingar kanska kenna frá ráðstevnuni Fólksins ogn ella í Norðurlandahúsinum í mars í ár, hevur skrivað grein um leiðina hjá Íslandi úr kreppuni (pdf). Greinin, ið er útgivin av Legatum Institute, er á enskum, men skjótt lisin. Greinin viðger makrobúskaparpolitikkin hjá Íslandi, síðani kreppan rakti, hvat man gjørdi við bankarnar, hjálp man fekk uttaneftir (bæði lán og ráðgeving), brotsverk sum fóru fram í vinnulívi og fyrisiting, rættarliga eftirspælið. Greinin endar optimistiskt við:
Financial crises never wipe countries out—firms, yes, people, sometimes, but not nations. For nations always come back, even after they default. (Which, by the way, Iceland did not do: While the government refused to cover the debts run up by the private banks, it continued to service Iceland’s sovereign debt.)

onsdag den 5. september 2012

Skilagóður hægstarættardómur í MVG-máli

Fyri at sleppa undan endurtøkum, tá eg blívi spurdur, hví eg fegnist um dómin hjá Hægstarætti í dag, havi eg savnað tað, sum eg havi skrivað um málið við MVG av skrásetingargjaldi.

Málið bleiv alment kent við einum innslagi í Degi og viku:


Dagur og vika 17. november 2006:
Tey sum hava keypt sær bil seinastu árini, eiga millum 10 000 og 20 000 krónur til góðar í landskassanum.
Øll sum hava keypt bil í tíðarskeiðnum 1999 til 2005 standa til at fáa eina stóra jólagávu úr landskassanum. Landskassin hevur nevniliga kravt umleið 15 000 kr ov nógv í meirvirðisgjaldi fyri hvønn bil í hesum tíðarskeiðnum, og tað er gjørt uttan heimild. Peningur, sum bilkeypararnir hava rætt at fáa endurgoldnan.

lørdag den 11. februar 2012

Búskaparlógin hjá Murphy (2)

Øll kenna lógina hjá Murphy:
If anything can go wrong, it will.

Búskaparfrøðingurin Alan Blinder hevur í bókini Hard heads, soft hearts roynt at orða eina búskaparversjón av lógini hjá Murphy. Hon ljóðar nakað soleiðis:
Tá búskaparfrøðingar eru samdir um okkurt og vita mest, er ávirkanin á førda politikkin minst. Tá búskaparfrøðingar hinvegin eru ósamdir, so fáa teir ávirkan, tí fólk velja sær ein búskaparfrøðing tey kunnu brúka til síni ideologisku endamál.

Umskrivingin til føroyskt er mín. Upprunaliga orðaði Blinder tað soleiðis á enskum:
Economists have the least influence on policy where they know the most and are most agreed; they have the most influence on policy where they know the least and disagree most vehemently.

torsdag den 22. december 2011

Ábyrgd hjá leiðsluni

Grein 313, stk. 1 í Løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg:
(...) limir í leiðsluni, sum í útinnanini av starvi sínum við vilja ella av ósketni hava volt kapitalfelagnum skaða, hava skyldu til at endurgjalda hendan. Tað sama er galdandi, tá skaðin er voldur kapitaleigarunum ella triðjamanni.
(Undirskrivað av Kaj Leo.)

Tað sama galdar ikki fyri tey sum stýra samfeløg sum partafeløg.