Tann gransking, sum hevur stuðlað sparipolitikkinum, hevur víst seg at vera sjusk -- og á markinum til fusk. Serliga hava tvey tveymanslið av búskaparfrøðingum fingið umrøðu:
- Alesina og Ardagna, ið vildu vera við, at skattabroytingar hava størri multiplikatorar enn almennar útreiðslur. Tað vildi merkt, at almennar sparingar samstundis sum skattalættar verða framdir, vilja virka stimbrandi uppá búskapin, og tað gongur beint ímóti tí, búskaparfrøðin nevnir The Balanced Budget Multiplier. Hetta er seinni afturvíst av IMF, í tí frágreiðing sum eg umrøddi her.
- Reinhart og Rogoff, ið vildu vera við, at tá skuldin hjá tí almenna fer upp um 90 pct av BTÚ, heldur búskaparvøksturin uppat. Hetta kann man nevna formaliserað skuldarfelluhysterí, men statistiska analysan var als ikki so greið, men kortini yvirseldu tey síni úrslit uppá tað grovasta og fingu góða undirtøku frá øllum teimum, sum fegin vildu trúgva tí, tí tað kundi brúkast politiskt. (Sí samanklipp her.) Nógvir økonomar vóru alla tíðina skeptiskir, men ikki fyrr enn nýliga, tá ein lesandi skuldi endurgera útrokningarnar, men ikki fekk tað at stemma, og tí bað um at fáa datasettið frá RR, kom fram, at RR høvdu bæði manipulerað við data og "gloymt" at taka alt við.