Sider

Viser opslag med etiketten Politiska kjakið. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Politiska kjakið. Vis alle opslag

torsdag den 4. april 2013

Spennandi kjak, men skeivur spurningur

Spennandi kjak í útvarpinum í annaðkvøld: Er kósin tann rætta?

Trupulleikin er bara, at tey seta framvegis skeivar spurningar í útvarpinum, tí tey góðtaka premissurnar hjá samgonguni:
Í annaðkvøld spyr Kringvarpið hvussu málið um at hallið skal verða burtur í 2016 skal uppfyllast.

fredag den 1. juni 2012

Skulu førleikar forða fólki at vera við í kjakinum?

Eyðun Mohr Viderø skrivar á vágaportalinum:
Eg veit væl av royndum, at ongin minniluti á tingi rósar meirilutanum, sjálvandi tí hugsað verður um næsta val.
Kortini havi eg ongantíð verið við til, at minniluti við organiseraðum skúlaðum fólki er farin í tílíkan hernað. Sjálvsagt er mangt at finnast at, og sjálvur eri eg ósamdur um mangt, men eg vildi ynskt, at hetta varð gjørt á meiri virðiligan hátt!

Tað tykist ikki koma Eyðuni til hugs, at fólk sum hava fingið hesa góðu útbúgvingar, sum samfelagið hevur fíggjað, tá tey nú hava betri førleikar enn tey flestu at síggja langtíðar avleiðingarnar av einum skaðiligum og vandamiklum politikki, síggja tað sum sína skyldu at rópa varskó.

Tað er tað fyrsta sum kemur mær til hugs. Men vit eru kanska bara so ymiskir, Eyðun og eg.

fredag den 11. maj 2012

Public disservice

Er tað krav fyri at fáa starv á tíðindadeildini í Kringvarpinum, at man ikki dugir at hugsa sjálvur? Og skal man heldur einki vita ella minnast? Ella er tað bara nakað sum hjálpir?

Kritikleys mikrofonhald fyri landsstýrismenn. Høvuðskelda til teirra vitan tykist vera landsstýrisins viðmerkingar til lógaruppskot. Einki research úr veruleikanum ella óheft faklig vitan. Tað er normurin. Og nú eri eg troyttur av tí!

Í gjárkvøldið Jacob Vestergaard um 1 kr í avlát fyri at undirgrava sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum og Finnur hevði ikki ein kritiskan spurning. Landsstýrismaðurin segði, at avgerðin er ikki endalig, og so helt Finnur kanska, at alt var gott? Eru onnur lond, har stjórnin beinleiðis eggjar til at arbeiðsmarknaðarsáttmálar ikki skulu virðast -- og hvørji eru tey lond? Finnur kundi sum minimum gjørt eina samanbering við vestureuropeisk lond sum hava havt avbjóðingar av bíligari eystureuropeiskari arbeiðsmegi, men tað kennir hann kanska ikki til, hóast Danmark er eitt av teimum fyrrnevndu.

mandag den 16. april 2012

Ingolf S. Olsen um orðalagið í politiska kjakinum

Ingolf S. Olsen skrivaði á facebook:
Píka 7, sum generella orðalagið og tónin í polistiska og samfelagsliga kjakinum hevur nógv at siga. Retorikkurin, atfinningarnar og tann dagligi politiski gangurin her heima hava altíð verið hildin í eini alt ov høgari tónalegu og við alt ov sterkum orðum í mun til veruligu støðuna. Tað høga C'ið hevur verið ýlt um bagatellir, og úlvurin er spáddur at koma fleiri feriðir um dagin so leingi, at hvøllu andstøðubrestirnir, sum nú hoyrast, og royndin at vekja áhoyrararnar við dundurtalum í snjøllum crescendo ikki rína við longur. Fólk halda eisini nú, tá politiska andstøðan, frøðingar av ymsikum slagi og áhugabólkar gartera um samgonguna og hennara gerningar, at hetta er bara, sum tað plagar, at hetta er bara tað vanliga andstøðugrenjið. Tað er veruliga vanlukkan. Tí tað, sum hendir í Føroyum í hesum døgum, tað sum henda samgongan ger og ætlar at gera á næstan øllum økjum, tað er alt annað enn "bara tað vanliga". Tað ER ein vanlukka í orðsins rætta týdningi.