Innlendismálaráðið krógvar, hvat Løgdeildin heldur um loyniliga sáttmálan við danska pensjónsgrunnin.
Rættarnevndin hevur ikki innkallað Búskaparráð ella nakran frá niðurlagda Landsbankanum at meta um ávirkan á kredittvirðið hjá Føroyum av privatum ella almennum Skálafjarðartunli.
Løgfrøðin og búskaparfrøðin verða hildin uttanfyri. Og so siga samgongufólk, at stórur váði er við verkætlanini. Eg meini tað!
Hjartasuff og illsinnisgleps ... til øsing og upplýsing ... um búskap og búskaparfrøði ... og um hvussu politikkur, miðlar og lobbyisma grugga alt.
Viser opslag med etiketten Landsbankin. Vis alle opslag

fredag den 9. august 2013
onsdag den 6. februar 2013
Úti ella heima - tað er trupult at spáa um búskapin
IMF kom við skeivari búskaparráðgeving í 2010. Hetta ásannaði stovnurin á vári 2012, og fekk rættað upp uppá tað í nýggjum tilmælum á heystið 2012, sum eg skrivaði um her, her og her. Móti árslok kom IMF eisini við nýggjum útrokningum av multiplikatorum, sum eg eisini skrivaði um avleiðingarnar av.
Óheftir búskaparfrøðingar, typist universitetsøkonomar, vístu seg at raka nógv betri í sínum metingum enn IMF. Fleiri búskaparfrøðingar skriva bloggar, og havi eg links til fleiri teirra úti til høgru her á mínum bloggi.

So ráðgevingin hjá IMF var skeiv aftaná at kreppan rakti. Men hvussu var so við ráðgevingini áðrenn kreppan veruliga rakti?
onsdag den 19. december 2012
Tá Kaj setti tingini uppá pláss
Tórbjørn Jacobsen hevur lagt útskrift frá parti av triðju viðgerð í Løgtinginum av málunum um avtøku av Landsbanka Føroya á facebook. Eg haldi tað skal eisini leggjast út her. Fýra mál vóru viðgjørd undir einum:
- 24/2012 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskaparráð
- 37/2012 Uppskot til løgtingslóg um landsins gjaldføris- og skuldarfyrisiting
- 39/2012 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
- 40/2012 Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um Landsbanka Føroya
Restin av hesum teksti er kopierað frá Tórbjørn Jacobsen. Leinkjur til ljóðfílur havi eg tó lagt aftrat.
lørdag den 15. december 2012
Eftirbýttir á Norðlýsinum
Tað er lætt at vera eftirklókur. Men summi megna ikki ein gang at vera klók aftaná.
Norðlýsið hevur fyri skjótt tveimum árum síðani skrivað grein, har tey halda, at búskaparfrøðingar og búskaparstovnar seinnu árini hava ikki í nóg stóran mun ávarað politisku skipanina og Føroya fólk, og eru komin við fleiri margháttligum útmeldingum. Saman við Magna Laksafoss eftirmeta tey búskaparráðgevingina.
fredag den 14. december 2012
Tríggjar viðmerkingar til avtøku av Landsbankanum
Tríggjar viðmerkingar frá facebook:
Hannis Egholm:
Hannis Egholm:
Vandamesti fíggindin hjá hesum trællunum eru júst upplýst, vælútbúgvin og vitandi fólk. Tað er tann einfalda og óhugnaliga orsøkin! Teir/tey vilja hava frið!
Føroyar behøvast ikki hava Landsbankan
Týdningurin av sjálvstøðugum Landsbanka í verandi líki er yvirvurderaður. Men nakrar funktiónir eru neyðugar fyri føroyska samfelagið.
Man kann saktans tala skilagott fyri samanlegging av almennum stovnum, eisini har Landsbankin er ein. Men uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum er als ikki nóg gott. Heldur ikki við teimum ískoytum og broytingum (og broyttu grundgevingum), sum eru komnar aftaná framløguna og síðani øll hoyringssvar mæla frá. Tað er stórur vandi fyri, at hetta endar sum við eini aðrari samanlegging hjá fíggjarmálaráðharranum, SamVit, har byrjast mátti heilt forfrá við Ferðaráðnum, nøkur fá ár seinni, tá fólkið var rýmt og nógv vitan horvin. Kringvarpið sum ófyrireikað samanlegging av Útvarpinum og Sjónvarpinum er eisini dømi um at fyrireiking er neyðug fyri væleydnaðari bygnaðarbroyting.

torsdag den 13. december 2012
Spurdi nakar, hví eru fólk bangin?
Embætisfólkini arbeiða eftir tænastuboðum. Listafólkini eru skerd. Kringvarpið er hótt. Landsbankin er niðurlagdur.
Um man minnist byrjanina hjá samgonguni, so er talan bara um tann politikk í sama dur, sum tey hóttu við beinanvegin. Longu 4. januar í ár skrivaði eg um Sjey vikur við ABDH: Makt elvir til avmakt:

- 14. nov 2011: Samgongan hevur biðið fakfeløgini tiga,
- 26. nov 2011: Fólkaflokkurin hevur koyrt fjølmiðlarnir á dyr,
- 30. nov 2011: Tingmaður hóttir aðalstjóra,
- 30. nov 2011: Løgmaður hevur hótt við 300 almennum uppsøgnum,
- 8. dec 2011: Embætisfólk fáa tænastuboð,
- 23. dec 2011: Løgmaður hartar fakfeløg og politisk ungmannafeløg
- 25. dec 2011: Løgmaður skjýtir við skørpum
onsdag den 16. maj 2012
Alneyðugt við álítandi og óheftum hagtølum
Tað er alneyðugt við óheftum hagtølum og fakligum tilmælum sum politikarar ikki hava ávirkan á. Tí skulu Landsbankin og Hagstovan liggja uttanfyri beinleiðis politiska ávirkan, og tað skal ikki vera nakar ivi um tað heldur. Hetta er altíð galdandi, men serliga tí tað er jú vandi fyri at viðhvørt koma slíkar typur sum Jørgen framat, ið vilja hava embætisfólk sum bara makka rætt.
Í amerikanska statinum Wisconsin er Scott Walker, ein republikanari (teir eru jú fyrimyndirnar hjá Jørgen Niclasen og kompaní) guvernørur, og hann kom til valdið uppá at skapa fleiri arbeiðspláss. 250 000 arbeiðspláss eftir fýra ára valskeiðnum hjá guvernørinum, lovaði hann.

onsdag den 18. april 2012
Strukturella hallið er skapt av ABDH
Í Løgtinginum segði Eyðgunn Samuelsen í dag, at Landsbankastjórin hevur sagt í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, at tey í Landsbankanum meta strukturella hallið at vera góðar 200 mió kr.
Tíverri er hetta einans ein meting, og byggir ikki á eina nágreiniliga greining og útrokning. Eg havi í øðrum sambandi longu skrivað um tørvin á at kenna strukturellu salduna. Tað er ov galið, at Føroyar ikki hava tøl fyri strukturella saldo, tí lítið skil er á kjakinum um fíggjarpolitikk í Føroyum, har hugtøk verða blandað við vilja og av óvart, og pástandir úr leysum lofti verða slongdir út. Um ein leypandi faklig óheft meting varð gjørd av, hvat strukturella saldoin er, hevði tað helst betur enn nakað annað megnað at lúka út í tí ringasta møsninum, sum verður ført fram um fíggjarpolitikkin og fíggjarpolitiska haldførið. Ein óheft meting um ávirkan á strukturella salduna skuldi eisini verið kravd sum partur av fyrireiking av øllum uppskot til fíggjarlóg og skattabroytingar.

lørdag den 31. marts 2012
Nú hevur eisini Magnus fingið nokk
Magnus J. Magnussen skrivar á facebook:
Nei, fanin eg eri keddur av tí heila. Ein hevði tonkt, at Fólkaflokkurin fór at verða eitt sindur at menniskjasligur og humanur. <nei søgan endurtekur seg...... Uppskriftin sum Fólkaflokkurin kemur við nú, hevur koyrt allan heimin á reyvina og so kalla teir tað Røttu kósina. Fot svartastai...... Takði tykkum saman og royni at síggja tað. "Minni eftirlit við finansiellu stovnunum(nú vit avtaka Landsbankan) skapar fátakdømi fyri tann vanaliga mannin, meðan tann ríkið yvirklassin, smovsar sar í elendiheidini hjá øllum hinum. Eg skjili einki.
Kanska eg eri býttur, men heldur tað enn hettar..... ikki gott..... Meini tað Jørgin.... Havi ongantíð hartað teg fyrr...alment,,,, Men nú er nokk.. Slepp politiska yvirvaldinum á Kaj Leo og hugsa um land títt og fólki her býr. ... Tú hevur prógva, at tú dugir títt politiska hondverk(Point taken), og hevur reyvrent tínar politisku "samstarvsfelagar" men nú mást tú vera MENNISKJA. Føroyar og føroyingar hava meiri uppiborið enn hettar. Vit hava havt eitt nøkunlunda "javnt" samfelag í eini 30 ár. Hví skullu tit gera tað til eitt samfelag við nøkrum fáum ovurhondsríkum fólkum og nógvum fátøkum vesalingu. Whats the point?
fredag den 23. marts 2012
Góðan morgun Føroyar um búskap
Kjak um búskap í útvarpinum er næstan altíð áhugavert! Soleiðis var eisini í gjár, tá Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, og Johnny Í Grótinum vóru gestir hjá Gunnar Skúvadal í sendingini Góðan morgun Føroyar.
Evnið var í stóran mun støðuna í Europa við ringu støðuni í Grikkaland, sum hevur alt ov stóra skuld, men so komu teir eisini inn støðuna í Føroyum.
Landsbankastjórin:

Føroyar eiga ikki at fáa størri skuld enn 60 pct. av BTÚ.
mandag den 12. december 2011
Produktivitetsvøkstur neyðugur
Í útvarpinum í kvøld staðfesti landsbankastjórin, at ein framskunding av pensjónsskattingini setir enn størri krøv til produktivitetsvøkstur enn annars. So eigur útvarpið at fara at leita í samgonguskjalinum eftir tiltøkum sum økja produktivitetin. Kom nú, góði journalist, fylg nú spurninginum upp í staðin fyri at steðga, tá tit ikki skilja meira. (Hint: Í samgonguskjalinum er á summum økjum semja um ein politikk, sum minkar produktivitetsvøksturin.)
tirsdag den 3. maj 2011
Fer fíggjarnevndin at pissa í buks?
Fyri minni enn tveimum árum síðani var fíggjarpolitikkurin í Føroyum millum heitastu kjakevni. Landsstýrið arbeiddi við tí sum bleiv ólavsøkupakkin, sum innihelt bæði vakstrartiltøk og sparitiltøk.
Allur heimurin var raktur av ógvusligari búskaparkreppu, eisini Føroyar. Landsbankin skapti ótta í fíggjarmálaráðnum og politisku skipanini við eini útmelding sama vár sum segði, at føroyska kredittvirðið stóð uppá spæl, um undirskotið á fíggjarlógini fór uppum 500 mió. Framskrivingar tá vístu eitt hall uppá 800 miljónir. Fíggjarmálaráðið arbeiddi við at finna sparingar uppá 300 miljónir.
Tíbetur eru aðrir búskaparfrøðingar í Føroyum enn Landsbankin. Johnny í Grótinum kallaði metingina hjá Landsbankanum fyri "forferdiligt tvætl". Tvørturímóti helt Johnny, at kredittvirði landsins kundi fáa óbøtaligan skaða, um landsstýrið - "í andsøgn við alt búskaparligt vit og skil" framdi ein kontraktivan fíggjarpolitikk, meðan privati eftirspurningurin var í minking. Johnny helt, at landið kundi hava eitt hall uppá íalt tvær miljardir eftir tveimum árum meðan bíða var eftir at heimsbúskapurin aftur fór at vaksa.
fredag den 10. december 2004
Hví vil Landsbankin vera óheftur stovnur?
(Lesarabræv í Sosialinum 10. desember 2004)
Danski tjóðbankastjórin Bodil Nyboe Andersen hevur gjørt greitt, at Landsbankin ikki er miðbanki fyri Føroyar, t.e. hevur pengapolitiskan myndugleika, tí henda myndugleika hevur danski tjóðbankin. Síðani hevur Landsbankin viðgingið, at so er, og sigur nú, at danski tjóðbankastjórin misskilir sjónarmiðini hjá Landsbankanum, sum ongantíð hava verið, at Landsbankin er miðbanki. Men hvat er tað, sum Landsbankin hevur ført fram, og sum Bodil Nyboe Andersen hevur misskilt?
Tá faklig hugtøk verða týdd til føroyskt, kann ofta ivi standast um merkingar, sum annars altjóða semja er um. Í svarskrivi til Felagið Peningastovnar í Sosialinum 17. nov. 2004 spyr Landsbankin í undiryvirskrift »Er Landsbankin ein tjóðbanki ?« og vil vera við, at Landsbankin kann vera tjóðbanki, hóast Føroyar ikki hava egið gjaldoyra. Annaðhvørt brúkar Landsbankin her orðið tjóðbanki fyri miðbanki, ella er hetta eitt tápuligt og meiningsleyst kjak, tí í búskaparfrøðini eru ikki fleiri gradir av miðbanka-isering. Nógv bendir á, at Landsbankin hevur ein miðbanka í búkinum, men eg havi tó vón um, at teirra egnu búskaparfrøðingar eru ikki fyri, at Føroyar fáa egið gjaldoyra.
Landsbankin hevur víst til búskaparfrøðiliga gransking, sum vísir á fyrimunir við meira sjálvstøðugum tjóðbankum (Dimmalæting 30. okt. 2004). Hetta er rætt, og eg kundi nevnt fleiri dømi. Í løtuni er kendasta dømi helst seinastu vinnararnir av búskaparfrøðisheiðurslønini til minnis um Nobel, Kydland og Prescott, sum longu í 1977 vístu á trúvirðistrupulleikar í sambandi við búskaparpolitikk, og herundir, hvussu politikarar kunnu betur náa síni mál við at frásiga sær sjálvum ávirkan. Nógv gransking er eisini seinni gjørd, og er nakað nevnt í keldulistanum, har úrvalið er einans gjørt fyri at áhugaði lesarin skal hava eitt gott stað at byrja. Men at brúka hetta og aðra gransking um miðbankar sum próvgrund fyri, at Landsbankin skal vera óheftur, heldur ikki, tí Landsbankin er ikki miðbanki.
Landsbankin hevur so víst á uppgávurnar hjá stovninum, sum eru uppgávur, sum miðbankar hava í øðrum londum (m.a. bræv til Bodil Nyboe Andersen 25. nov. 2004). Det smager da lidt af fugl, men hetta er í veruleikanum reinur Erasmus Montanus. At Landsbankin hevur uppgávur, sum miðbankar í øðrum londum røkja, ger ikki Landsbankan til ein miðbanka.
Landsbankin hevur eisini víst á gongdina úti í heimi, har miðbankar verða gjørdir meira og meira óheftir av stjórnini (Dimmalætting 30 okt. 2004). Ja, og nevnast kann, at sum eitt tað fyrsta, eftir at Tony Blair og New Labour komu til valdið í Bretlandi, varð miðbankin gjørdur nógv meira óheftur av stjórnini, soleiðis at fíggjarmálaráðharrin ikki longur hevði ávirkan á rentustigið. Men hetta at áseta rentustigið er júst ein miðbankauppgáva, og ikki ein uppgáva sum Landsbankin røkir í Føroyum.
Landsbankin roynir at brúka sum ítøkiliga samanbering við uppgávurnar hjá stovninum Landsbankanum, at tá europeiski miðbankin ECB tók yvir miðbankauppgávurnar frá tjóðbankunum í teimum 12 londunum, sum vóru við í euro-samstarvinum, vórðu tjóðbankarnir ikki tiknir av (Sosialurin 17. nov. 2004). Eisini hetta er óviðkomandi, tí gomlu tjóðbankarnir eru framvegis partur av felags europeiska miðbankanum. (Soleiðis sum Landsbankin skrivar, fær ein ta fatan, at tað var eitt tilvildarligt fleirtal av europeiskum londum, sum valdi at avtaka sítt egna gjaldoyra, men tað var tað sjálvsagt ikki.)
Ein og hvør almennur stovnur droymir helst um at hava óavmarkaða játtan, og í mongum førum kann eisini talast fyri, at fakligu uppgávurnar vórðu betur røktar, um politisk uppíblanding ikki var møgulig. Men er Landsbankin ikki miðbanki, er í búskaparfrøðini trupult at finna argument fyri, at fyrimunirnir við at vera uttan fyri politiska ávirkan, skulu vera størri fyri Landsbankan, enn fyri t.d. Fiskirannsóknarstovuna.
Fyri at finna eina haldbara samanbering millum Landsbankan og miðbankar, so er eitt sum galdar fyri bæði miðbankar og fyri Landsbankan eins og allar ráðgevingarstovnar, og tað er, at teir mugu hava trúvirði. Týdning fyri trúvirðið hjá einum og hvørjum ráðgevingarstovni hevur m.a., at fólkini eru dugnalig, og at tey eru sannfør.
Eg haldi tí tað hevur týdning at spyrja, um Landsbankin, tá hann vísti til búskaparfrøðiliga gransking um miðbankar, tá hann vísti á uppgávurnar hjá stovninum, sum vanliga eru miðbankauppgávur, tá hann vísti til gongdina úti í heimi við øðrum tjóðbankum, og tá hann vísti til europeisku tjóðbankarnar, sum vórðu varðveittir, eftir at londini fóru við í eurosamstarvið, ikki kendi munin á Landsbankanum og einum miðbanka.
Nakrar keldur:
Barro and Gordon (1983): Rules, discretion and reputation in a model of monetary policy. J. of Monetary Economics 12, 101-121.
Jensen (1997): Credibility of Optimal Monetary Delegation. American Economic Review 87, 911-920.
Kydland and Prescot (1977): Rules rather than discretion: The inconstistency of optimal plans. J. of Political Economy 85, 437-490.
Persson and Tabellini (1993): Designing institutions for monetary stability. Carnegie-Rochester Conference Series on Public Policy 39, 53-89.
Persson and Tabellini (2000): Political Economics, Explaining Economic Policy. MIT Press.
Schultz (1999): Monetary Policy, Delegation and Polarization. Economic Journal 109, 164-178.
Walsh (1995): Optimal Contracts for Central Bankers. American Economic Review 85, 150-167.

Abonner på:
Opslag (Atom)