Sider

Viser opslag med etiketten Innlendismálaráðið. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Innlendismálaráðið. Vis alle opslag

torsdag den 5. december 2013

Eldraøkið og kommunal útjavning -- ein uppskrift uppá afturvendandi problem

Annika Olsen vitjaði DV-studio í kvøld og greiddi frá fyrireikingunum at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita. Tá eg hoyrdi hana tosa um ein index-mun sum minkar, fór eg í blekkhúsið!

Har er einki skil á mátanum, kommunurnar skulu kompenserast fyri at yvirtaka eldraøkið frá landinum.

Man blandar tvey problem saman:
  1. Landið hevur við skattalógum og millumlanda avtalum ígjøgnum nógv ár útholað inntøkugrundarlagið hjá kommununum, íalt er talan um eini 130 mió kr, sum kommunurnar hava verið noyddar at hækka kommunuskattaprocentið
  2. Kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið, sum kostar umleið 400 mió kr, men til ber ikki at hækka kommunuskattin meira
Nr. 1 hevur rakt kommunurnar ójavnt, og kostnaðurin av nr. 2 er ymiskur fyri kommunurnar. Ofta eru somu kommunur hart raktar fíggjarliga í báðum førum. So tørvur er á útjavning.

Loysnin man hevur valt er, í staðin fyri at kompensera fyri nr. 2 vil man kompensera fyri gomlu syndina í nr. 1 umframt at endurrinda kommununum fyri botnfrádráttin (eini 180 mió kr), og so leggja eitt sindur aftrat (80 mió kr) fyri at samlaða upphæddin skal passa til nr. 2. Tí tað gevur størri útjavning. Og so hevur man rokna eitt index (100 er miðal) sum vísir at munurin millum tað hægsta (Tórshavn) og tað lægsta (haldi tað var Skopun) minkar. Men ikki nokk, so kommunurnar í Sandoynni fáa serligar treytir.

torsdag den 29. august 2013

Kári hevði ikki heimild til CIP-avtalu

Ført verður fram, at tað var politiskt rumbul, sum var orsøkin til at avtalan við Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) skuldi aftur í Løgtingið, og ikki manglandi heimild. Í dag segði aðalstjórin í Innlendismálaráðnum eisini við útvarpið, at:
Tað var ikki neyðugt at fara aftur í tingið við Eysturoyartunlinum, tí landsstýrismaðurin hevði heimildina frammanundan
(Beint sum eg skrivi hetta síggi eg at aðalstjórin sigur tað sama í Degi og viku í kvøld.)

Hetta er eftir mínum tykki ein rættiliga løgin tulking.

søndag den 18. august 2013

Tvey finansgeni hittast

Tá forhandlast skal við slíkar typur, ið niðri í Danmark hava verið skírdir guldfuglene fra DONG, ikki minst, tí teir duga at skava til sín sjálvs, er av avgerandi týdningi, at Føroyar eru væl umboðaðar.

Kári Post og hansara fólk hava forhandlað, og har kann man hava síni ivamál, um vandi ikki er fyri, at Føroyar verða snýttar, men til alla lukku, er backup í Løgtinginum, tí har hava Føroyar ongan verri enn Reimund Langgaard, sum er limur í Rættarnevndini. Her kemur hann út av fundi við Rúna Bro Róin frá CIP:

Finansgeni hittast! Rúni Bro Róin og Reimund Langgaard á veg
út av rættarnevndarfundi. Dagur og vika 16. august 2013.

fredag den 9. august 2013

Stórkapitalurin vs Føroya fólk, (sætta grein í røðini)

Framhald frá í gjár!

Innlendismálaráðið noktar innlit í fakligu viðmerkingarnar til lógaruppskotið um Skálafjarðartunnil. Tey siga, at viðmerkingarnar hjá Løgdeildini eru innanhýsis viðmerkingar.

Nú liggur Løgdeildin "av tilvild" í Innlendismálaráðnum, tvs. at onnur aðalráð kunnu ikki brúka somu grundgeving til at dylja sítt illa luktandi arbeiði. Eg haldi ikki, Innlendismálaráðið skal hava slíkan framíhjárætt.

Les eisini Sosialin í kvøld, sum skrivar meira um málið.

Síðsta: Fíggjarmálaráðið hevur givið innlit (við avmarkingum) í sítt upprit. Meira kemur...

Ræðist samgongan váða ella vitan?

Innlendismálaráðið krógvar, hvat Løgdeildin heldur um loyniliga sáttmálan við danska pensjónsgrunnin.

Rættarnevndin hevur ikki innkallað Búskaparráð ella nakran frá niðurlagda Landsbankanum at meta um ávirkan á kredittvirðið hjá Føroyum av privatum ella almennum Skálafjarðartunli.

Løgfrøðin og búskaparfrøðin verða hildin uttanfyri. Og so siga samgongufólk, at stórur váði er við verkætlanini. Eg meini tað!

torsdag den 8. august 2013

Hvat krógvar Innlendismálaráðið?

Innlendismálaráðið skrivar í maili í gjárkvøldi:
Hr. Flóvin Eidesgaard
Innlendismálaráðið hevur móttikið umbön tygara dagfest 6. august 2013 um alment innlit í viðmerkingar hjá Lögdeildeini í Innlendismálaráðnum um broyting í lögtingslóg um einkarætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjörð og Tangafjörð. Eisini biðja tygum um innlit í tað, sum Lögdeildin hevur skrivað um avtalu um tunnilsverkætlan.
Viðmerkingar frá deildini eru innanhýsis metingar og íkast til arbeiðið við lógaruppskoti v.m., og eru tí at meta sum innanhýsis skjöl. Sambært § 7, nr. 1) í lögtingslóg um innlit í fyrisitingina, fevnir rætturin til skjalainnlit ikki um innanhýsis skjöl.
Innlendismálaráðið metir at, talan er um viðmerkingar, sum bert hava verið ætlaðar til innanhýsis nýtslu, og sum hava verið umhugsaðar, tá lógaruppskotið bleiv greitt úr hondum.
Tískil verður umbön tygara um innlit ikki gingin á möti.
Vegna Innlendismálaráðið
Kaj Johannessen
fulltrúi