Sider

Viser opslag med etiketten Útlendskar íløgur. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Útlendskar íløgur. Vis alle opslag

tirsdag den 25. marts 2014

Politisk telving og útlendskir eigarar

Dagur og vika (við kjaki) hevur í gjárkvøldið og í kvøld viðgjørt tveir spurningar viðvíkjandi føroysku fiskivinnuni: Skulu útlendingar sleppa at eiga í føroyskari fiskivinnu, og hvussu verður makrelkvotan býtt.

Í Degi og viku í gjárkvøldið var innslag um fiskivinnu og útlendskan kapital (byrjar eftir 6:22). Tað snúði seg um uppskotið hjá Tjóðveldi um forboð ímóti útlendskum eigarum í fiskivinnuni, og innslagið var um, hvat føroysku vinnuligu seráhugamálini halda um uppskotið hjá Tjóðveldi. Triðja beinið í einum væl lýstum máli: eitt fakligt ískoyti til spurningin  -- var ikki við.

Í avannonceringini av innslagnum í gjárkvøldið segði Johnsigurd, at í kvøld skuldi koma kjak um eigaraviðurskiftini í fiskivinnuni og uppskotið hjá Tjóðveldi. So roknaði eg so avgjørt við, at eitt innslag við fakligum ískoyti kom í Degi og viku í kvøld, sum upptakt, so kjakið ikki stóð á berum. Ella kanska, at tað bleiv kjak millum fakfólk.

søndag den 18. august 2013

Tvey finansgeni hittast

Tá forhandlast skal við slíkar typur, ið niðri í Danmark hava verið skírdir guldfuglene fra DONG, ikki minst, tí teir duga at skava til sín sjálvs, er av avgerandi týdningi, at Føroyar eru væl umboðaðar.

Kári Post og hansara fólk hava forhandlað, og har kann man hava síni ivamál, um vandi ikki er fyri, at Føroyar verða snýttar, men til alla lukku, er backup í Løgtinginum, tí har hava Føroyar ongan verri enn Reimund Langgaard, sum er limur í Rættarnevndini. Her kemur hann út av fundi við Rúna Bro Róin frá CIP:

Finansgeni hittast! Rúni Bro Róin og Reimund Langgaard á veg
út av rættarnevndarfundi. Dagur og vika 16. august 2013.

onsdag den 21. marts 2012

www.dontinvest.fo

Johan Dahl var við til at lancerað síðuna www.invest.fo, ið skal eggja útlendingum at gera íløgur í Føroyum.

Føroyar er tað landið, har onkur sigur ein vansa vera við útlendskum íløgum, at útlendingar harvið kunnu fáa vinning burturúr íløgum í Føroyum.

Tað er eisini landið, har man vil reka út útlendingar, sum longu hava gjørt íløgur.

Og í dag er tað eisini landið, har heldur ikki føroyskar fyritøkur longur hava álit á politisku leiðsluni til at gera íløgur, og BankNordik hevur boðað Johan Dahl frá, at tey siga nei takk til LÍV, sum tey annars vunnu rættin til eftir eitt útboð.

Og so siga teir, at tað skal loysa seg!