Sider

Viser opslag med etiketten Búskaparráðið. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Búskaparráðið. Vis alle opslag

torsdag den 16. april 2015

Bakarin og búskaparfrøðingarnir

Vinnulívsgesturin fyrrapartin í sendingini hjá Leivi Hansen við sama navni var Hans Olaf Johannesen, sum eigur og rekur bakaríið og fyritøkuna Breyðkassan á Tvøroyri. Fleiri sum ikki eru úr Suðuroynni kenna hann kanska fyri tað slogan, sum hann sjálvur hevur funnið uppá, og sum vit síggja her á posanum man fær tá man keypir breyð ella kakur frá Breyðkassanum:

Myndakelda: Profilmynd á facebook

Um vit spola til 33 min, so sigur Hans Olaf:
Tá eg hevði verið niðri øll hesi árini, also tú menti teg kolossalt, tí at tú fekk ein nógv størri sjónarring. Tú sá ting, sum tú aldrin kemur at síggja í Føroyum, og upplivir mátar at gera ting uppá. Fx úti í Kastrup, har arbeiddi eg saman við 23 kondittarum á sama arbeiðsplássi, og øll dugdu nøkur ting, sum eg ikki dugdi, so har lærdi man eisini eina rúgvu. Og tá eg kom heim til Føroya, tað var nokk akkra tað sum gjørdi, at okur fingu ein so góðan start, at okur høvdu nøkur kort á hondini, sum hini ikki høvdu.

Hetta ljóðar kanska kent fyri lesarar av hesum bloggi, sum plagar endurgeva frá búskaparfrøðiligu ráðgevingini. Føroyska Búskaparráðið skrivaði í síni frágreiðing frá 2005 (pdf):
størsta styrkin hjá føroyska búskapinum, og tað sum vit veruliga “liva av”, er ein væl mentur førleiki hjá føroyingum at innflyta og tillaga útlendskt uppfunnað tøkni til brúks í framleiðsluni her á landi (s. 7)

So var tað hatta við tillagingini, sum Búskaparráðið snakkar um. Men lurta vit víðari eftir Hans Olaf, so sigur hann beint aftaná brotið sum fyrst varð endurgivið omanfyri:
Eg plagi siga, at tú skal ikki kopierað nakað, hvissi tú ikki kann gera tað betur.

Hans Olaf er eitt arbeiðsgrev, og hiðani verður ynskt honum og fyritøkuni alt tað besta.

fredag den 7. marts 2014

Lesivegleiðing til seinastu frágreiðing hjá Búskaparráðnum (mars 2014)

Um tú ikki tímir lesa alla frágreiðingina frá Búskaparráðnum (pdf), so er mynd 17, hóast hon bara umfatar einstaka vinnugrein, ein góð lýsing av, hvat hevur verið galið við øllum búskapinum (mest av politiskum ávum) bæði seinastu 2½ árini og longur aftur enn tað.

Mynd 17 klipt úr frágreiðing Búskaparráðsins, mars 2014:
Treystitalskanningin vísir m.a., hvat byggivinnan sigur forðar vøkstri.

Vigtigari er at skilja hasa myndina, enn at lesa samandráttin. Hyggja vit eftir tíðini undir hesari samgonguni, vísir myndin, at minkipolitikkurin hjá samgonguni hevur forðað vøkstri hjá vinnuni (myndin vísir, at manglandi eftirspurningur fekk vaksandi týdning fyrstu tíðina undir hesi samgonguni), og at tað sum nú serliga forðar vøkstri er, manglandi arbeiðsmegi, sum í ávísan mun er úrslit av, at politiska skipanin í áravís hevur skattastuðlað fólki at fara av landinum at arbeiða. Hetta síðsta kann tó broytast og er vigtugt at broyta. Annars kann samgongan megna tað ótrúliga vánaliga at fáa lønarglíðing og stagneraðan búskap í senn.

Rætting: Ein setningur er umorðaður fyri betur at samsvara við, at stuðul til fólk at fara av landinum at arbeiða hevur verið longur enn núverandi samgonga hevur sitið við valdið.

torsdag den 5. december 2013

Eldraøkið og kommunal útjavning -- ein uppskrift uppá afturvendandi problem

Annika Olsen vitjaði DV-studio í kvøld og greiddi frá fyrireikingunum at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita. Tá eg hoyrdi hana tosa um ein index-mun sum minkar, fór eg í blekkhúsið!

Har er einki skil á mátanum, kommunurnar skulu kompenserast fyri at yvirtaka eldraøkið frá landinum.

Man blandar tvey problem saman:
  1. Landið hevur við skattalógum og millumlanda avtalum ígjøgnum nógv ár útholað inntøkugrundarlagið hjá kommununum, íalt er talan um eini 130 mió kr, sum kommunurnar hava verið noyddar at hækka kommunuskattaprocentið
  2. Kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið, sum kostar umleið 400 mió kr, men til ber ikki at hækka kommunuskattin meira
Nr. 1 hevur rakt kommunurnar ójavnt, og kostnaðurin av nr. 2 er ymiskur fyri kommunurnar. Ofta eru somu kommunur hart raktar fíggjarliga í báðum førum. So tørvur er á útjavning.

Loysnin man hevur valt er, í staðin fyri at kompensera fyri nr. 2 vil man kompensera fyri gomlu syndina í nr. 1 umframt at endurrinda kommununum fyri botnfrádráttin (eini 180 mió kr), og so leggja eitt sindur aftrat (80 mió kr) fyri at samlaða upphæddin skal passa til nr. 2. Tí tað gevur størri útjavning. Og so hevur man rokna eitt index (100 er miðal) sum vísir at munurin millum tað hægsta (Tórshavn) og tað lægsta (haldi tað var Skopun) minkar. Men ikki nokk, so kommunurnar í Sandoynni fáa serligar treytir.

onsdag den 21. august 2013

Lógin hjá Murphy -- um Skálafjarðartunnilin

Allir økonomar eru samdir við Johnny í Grótinum!

Tað finst mær vitandi ikki ein einasti nationaløkonomur, sum tekur undir við at gera Skálafjarðartunnilin í privatum felag -- bara út frá teimum upplýsingum sum eru almennir. Og so kemur alt tað loyniliga aftrat. Og tá tað er Copenhagen Infrastructure Partners, ið vil dylja, er lítið at ivast í, at sakin blívur bara enn meira greið, um alt kom fram.

(Undantøk kunnu vera teir økonomar, sum fáa pengar fyri at hava eina ávísa meining ... limirnir í Búskaparráðnum eru ikki undantak, tey tora bara ikki at siga sína meining.)

Nú skulu økonomar ikki bestemma, men tað burdi talt eitt sindur (og helst meira enn tað) at fakliga er eingin ivi yvirhøvur.

mandag den 19. august 2013

Meiningsleysa Búskaparráðið dumpar - fyri aðru ferð

Hetta er aðru ferð, almenningurin hoyrir frá hesum Búskaparráðnum (BR), og tey dumpaðu eisini seinast.

Eitt BR, sum ikki uppá standandi fót kann siga rættiliga nógv fornuftigt (og brúkiligt) um fyrimunir og vansar við at gera Skálafjarðartunnilin alment ella privat, men tvørturímóti sigur, at "so tekur tað mánaðir áðrenn vit kunnu koma við analysum" -- er ikki kompetent til sína uppgávu og eigur verða skift út.

Í samrøðu, sum in.fo hevur við formannin, kemur fram, at Búskaparráðið hevur ikki tíð at ráðgeva um búskapin, tí tað er upptikið -- av sær sjálvum:
Vit hava meira enn nokk at sæð til at reetablera ráðið aftaná at tað bleiv umskipað.
(Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum)

søndag den 18. august 2013

Tvey finansgeni hittast

Tá forhandlast skal við slíkar typur, ið niðri í Danmark hava verið skírdir guldfuglene fra DONG, ikki minst, tí teir duga at skava til sín sjálvs, er av avgerandi týdningi, at Føroyar eru væl umboðaðar.

Kári Post og hansara fólk hava forhandlað, og har kann man hava síni ivamál, um vandi ikki er fyri, at Føroyar verða snýttar, men til alla lukku, er backup í Løgtinginum, tí har hava Føroyar ongan verri enn Reimund Langgaard, sum er limur í Rættarnevndini. Her kemur hann út av fundi við Rúna Bro Róin frá CIP:

Finansgeni hittast! Rúni Bro Róin og Reimund Langgaard á veg
út av rættarnevndarfundi. Dagur og vika 16. august 2013.

fredag den 9. august 2013

Ræðist samgongan váða ella vitan?

Innlendismálaráðið krógvar, hvat Løgdeildin heldur um loyniliga sáttmálan við danska pensjónsgrunnin.

Rættarnevndin hevur ikki innkallað Búskaparráð ella nakran frá niðurlagda Landsbankanum at meta um ávirkan á kredittvirðið hjá Føroyum av privatum ella almennum Skálafjarðartunli.

Løgfrøðin og búskaparfrøðin verða hildin uttanfyri. Og so siga samgongufólk, at stórur váði er við verkætlanini. Eg meini tað!

onsdag den 29. maj 2013

Søgan endurtekur seg, tá man ikki lærir av henni

Sum miðlarnir skrivað, so tykist danska búskaparráðið at vera vaknað!

Í 1930-unum, tá búskapurin var í djúpari og drúgvari kreppu, vóru eisini nógv -- mest politikarar, men teir finna altíð onkran økonom sum kann brúkast -- sum tosaðu um, at kreppan er neyðug og gagnlig (ja tavaden, tað siga tey eisini í dag), og ongar "kunstigar" loysnir skulu til. Nei, tað skal ganga sína natúrligu gongd, siga tey.

mandag den 13. maj 2013

Sparipolitikkurin virkar ikki eftir ætlan

Alt fleiri vísa á at sparipolitikkurin virkar ikki. Eg skrivaði fyri fáum døgum síðani her á blogginum:
Eisini allir búskaparfrøðingarnir, sum stuðlaðu sparipolitikkinum hjá konservativu stjórnini í Bretlandi, hava hálsað um (siga nú tað øvugta, ella vilja einki siga).
Eg vísti á tað sama fyri trýkvart ári síðani.

Bretska stjórnin heldur kortini fram við niðurskerjingarpolitikkinum, men nú við nýggjum -- rættiliga margháttligum --grundgevingum.

torsdag den 21. marts 2013

Búskaparráðið dumpaði

Okkurt er í lagi, tey siga í síni fráboðan (í pdf her), m.a. at útreiðslutálmandi politikkur sjálvsagt tálmar búskaparvøkstrinum og harvið almennu inntøkunum, soleiðis at ikki er vist at almennar sparingar minka hallið, men at Búskaparráðið brúkar sama bókhaldara-tilgongd til spurningin, hvussu tilfeingisvinnur skulu avrokna við samfelagið ger, at Búskaparráðið dumpar.

Eg veit ikki, um Búskaparráðið bara góðtekur at politisk mótstøða er ímóti, at fiskivinnan skal virka á marknaðargrundarlagi, men eftir tekstinum at døma er tað ikki tað sum er problemið, men at nýggja Búskaparráðið heldur ikki skilir, at fiskivinnupolitikkurin hevur avgerandi týdning fyri produktivitetsvøksturin í fiskivinnuni.

onsdag den 6. februar 2013

Úti ella heima - tað er trupult at spáa um búskapin

IMF kom við skeivari búskaparráðgeving í 2010. Hetta ásannaði stovnurin á vári 2012, og fekk rættað upp uppá tað í nýggjum tilmælum á heystið 2012, sum eg skrivaði um her, her og her. Móti árslok kom IMF eisini við nýggjum útrokningum av multiplikatorum, sum eg eisini skrivaði um avleiðingarnar av.

Óheftir búskaparfrøðingar, typist universitetsøkonomar, vístu seg at raka nógv betri í sínum metingum enn IMF. Fleiri búskaparfrøðingar skriva bloggar, og havi eg links til fleiri teirra úti til høgru her á mínum bloggi.

So ráðgevingin hjá IMF var skeiv aftaná at kreppan rakti. Men hvussu var so við ráðgevingini áðrenn kreppan veruliga rakti?

tirsdag den 5. februar 2013

Ein frøðingur og annar: Ein løgin rætting

Tórsportalurin skrivar um, at eg varð vrakaður til Búskaparráðið, og vil vera við, at eg eri hagfrøðingur. Eg havi arbeitt eitt sindur við hagtølum, bæði at framleiða tey og analysera tey, men eg eri ikki hagfrøðingur.

Eg eri búskaparfrøðingur, cand.scient.oecon, tí eg havi lisið matematik-økonomi (har økonomiin er nationaløkonomi) og prógv frá Københavns Universitet.

Sambært §2, stk. 2 í Llóg. 50 frá 2009 um Búskaparráð, er krav, at
Limirnir skulu vera búskaparfrøðingar við kandidatútbúgving frá hægri lærustovni.

So var eg hagfrøðingur, kundi eg ikki innstillast til Búskaparráðið.

Eg veit ikki, hví Tórsportalurin heldur, eg eri hagfrøðingur. Men summi halda, at Tórsportalurin er ein miðil.

lørdag den 2. februar 2013

National- og onnur økonomi

Hon er ikki nýggj, men altíð aktuel. Tað er greinin Búskaparráðið og »búskaparligi veruleikin« (pdf) í Dimmu 8. januar 2004, har skrivar Jóannes Jacobsen, táverandi skrivari í Búskaparráðnum:
Hóast heitið búskaparfrøðingur verður brúkt sum felagsnevnari fyri bæði samfelagsbúskaparfrøðingar og virkisbúskaparfrøðingar, er sera lítið samband millum tað, sum hesir báðir takast við. Tey fyribrigdi, sum gera seg galdandi fyri heilar vinnur ella alt samfelagið undir einum á aðrari síðuni og fyri ta einstøku fyritøkuna á hinari, eru so ymisk, at læra um virkisbúskaparlig viðurskifti gevur stórt sæð einki innlit í samfelagsbúskaparlig viðurskifti og øvugt.

fredag den 1. februar 2013

Vigaður og funnin ov lættur

Fyrst var tað Kaj Leo, sum strikaði meg sum vin á facebook, hart og brutalt. (Leivur viðmerkti eisini.)

So eg visti, at eg var ikki Kajsarans vinur. Men allíkavæl!

Nú er tað Jørgen Niclasen, sum ikki vil hava meg í Búskaparráðið. Eg skilji einki. Eg havi enntá roynt at smigra við at skriva, at "Føroya behøvast ikki hava Landsbankan: tjekka bara linkið.

fredag den 14. december 2012

Føroyar behøvast ikki hava Landsbankan

Týdningurin av sjálvstøðugum Landsbanka í verandi líki er yvirvurderaður. Men nakrar funktiónir eru neyðugar fyri føroyska samfelagið.

Man kann saktans tala skilagott fyri samanlegging av almennum stovnum, eisini har Landsbankin er ein. Men uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum er als ikki nóg gott. Heldur ikki við teimum ískoytum og broytingum (og broyttu grundgevingum), sum eru komnar aftaná framløguna og síðani øll hoyringssvar mæla frá. Tað er stórur vandi fyri, at hetta endar sum við eini aðrari samanlegging hjá fíggjarmálaráðharranum, SamVit, har byrjast mátti heilt forfrá við Ferðaráðnum, nøkur fá ár seinni, tá fólkið var rýmt og nógv vitan horvin. Kringvarpið sum ófyrireikað samanlegging av Útvarpinum og Sjónvarpinum er eisini dømi um at fyrireiking er neyðug fyri væleydnaðari bygnaðarbroyting.

onsdag den 28. november 2012

Framleiðsla og kradding sambært Búskaparráðnum

Búskaparráðið definerar kradding soleiðis í temafrágreiðingini frá 2004:
Framleiðsla og kradding
Virksemi, sum førir til privatbúskaparligan vinning, kann bólkast í tvey: framleiðsla ella kradding. Framleiðsla merkir í hesum sambandi vanligt virksemi á vinnuliga marknaðinum, t.e. framleiðsla av vørum og tænastum til sølu.
Men búskaparligar avgerðir verða ikki bara tiknar á vinnuliga marknaðinum ella innanhýsis í fyritøkum. Tær verða eisini tiknar umvegis, gjøgnum ávirkan á politiskar avgerðir. Í hesi frágreiðingini definera vit kradding (enska heitið í búskaparfrøðini er “grabbing”) sum eitt og hvørt virksemi, sum hevur til endamáls at skaffa sær ella sínum áhugabólki privatbúskaparligan vinning gjøgnum sersømdir frá politisku skipanini, tað verið seg serligar skattalættar, ókeypis tilfeingi, alment monopol, almenna hjálp til fyritøkur at sleppa undan húsagangi osfr. Hetta umfatar sostatt bæði lobbyvirksemi fyri at fáa sersømdir, so sum at leggja trýst á politikkarar, skriving í bløðum ella líknandi og tað virksemi, sum ger sær dælt av vunnu sersømdunum, til dømis spekulatión í sambandinum millum fiskiloyvir og kvadratrøtur. (s. 12)

tirsdag den 24. april 2012

Økonomar ávaraðu eisini í Danmark

Tá danskir økonomar, núverandi og fyrrverandi limir í formansskapinum í Búskaparráðnum, vóru úti og ávaraðu ímóti at framskunda skatting av pensjónum, sum gjørt varð í Føroyum, vóru fleiri í Føroyum frammi við pástandinum, at økonomar altíð fara skeivir, og m.a. hevði alt ov lítið verið av ávaringum áðrenn núverandi kreppu.

Hetta er ein populer uppfatan um búskaparfrøðingar sum heild, men áðrenn eg hyggi uppá hvat danska Búskaparráðið segði og nær, vil eg minna á, at eg áður havi víst á, at viðvíkjandi Føroyum er hetta als ikki rætt: Búskaparráðið ávaraði í hákonjunkturinum.

Hvussu so við danska Búskaparráðnum? Vit kunnu taka nøkur dømi:

onsdag den 4. april 2012

Lurtið nú eftir búskaparfrøðini

Ómetaliga óheppin timing, má man siga!

Í ringastu búskaparstøðu í 20 ár, hevur fremsti búskaparráðgevin hjá almenninginum, formaðurin í Búskaparráðnum, ikki verið ein búskaparfrøðingur, men ein bókhaldari. (Og nei, tað er ikki tað sama!) Tá Búskaparráðið skuldi mannast seinast, hevði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fingið innstilling við seks fólkum, harímillum vóru sum eg skilji sera væl kvalifiseraðu Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen eisini, men teir vórðu valdir frá, tá trý skuldu veljast. Og avleiðingarnar hava verið nær við at vera rættiliga álvarsligar.

Frágreiðingin í 2009 rakti við síðuna av og østi alt upp. Feilurin var ikki so stórur, men Búskaparráðið var ikki nóg neyvt við at gera greitt hvat var trupulleikin, hvat var orsøk til trupulleikan, og hvat "einans" var avleiðing av hesum. Alt fór at fokusera uppá fíggjarlógarhallið, sum tann stóri trupulleikin, tí tað hevði Búskaparráðið skrivað mest um, hóast veruleikin er, at hallið er avleiðing av einum djúpum lágkonjunkturi. Og hóast tey brúktu fleiri síður uppá tað, megnaði Búskaparráðið ikki at staðfesta nakað strukturelt hall.

mandag den 2. april 2012

Pensjónsaldur sum konjunkturpolitikkur

Pensjónsaldurin eigur at hækka uppá longri sikt, um livialdurin heldur fram at vaksa. Men at gera tað sum sparitiltak í lágkonjunkturi er ein samanblanding av struktur- og konjunkturpolitikki, sum er sera hættislig.

Tí er tað eisini skelkandi, at tað ikki verður kritiserað av formanninum í Búskaparráðnum, tá hann varð spurdur beinleiðis um tað í útvarpinum í kvøld. Eg veit ikki um hann er generelt konfliktsky, men tað er eisini hent fyrr, at Thomas Dam tosar uttanum, tá sakligur kritikkur er uppá sítt pláss, eisini tá kritikkurin hevur verið við í skrivligu frágreiðingini. (Meira um tað í eini seinni bloggviðmerking.)