Jóannes og Johnny, tveir av allarbestu økonomunum í Føroyum, funnu í Radaranum í Kringvarpinum ikki høvd ella hala á framløgdu fíggjarkørmunum hjá Jørgen.
So eg bleiv heilt stúrin.
Men nú bleiv eg róligur aftur eftir at eg koyrdi kjaksendingina hjá Óla B á Rás 2 frá. Har greiðir Janus Rein í Fólkaflokkinum frá, hvussu tað heila hongur saman.
Hjartasuff og illsinnisgleps ... til øsing og upplýsing ... um búskap og búskaparfrøði ... og um hvussu politikkur, miðlar og lobbyisma grugga alt.
Viser opslag med etiketten Jóannes Jacobsen. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Jóannes Jacobsen. Vis alle opslag
onsdag den 2. april 2014
lørdag den 9. februar 2013
Jacob Vestergaard arbeiðir ikki fyri Føroya fólk og viðgongur tað
At føroyskir politikarar arbeiða ímóti samfelagsins áhugamálum havi eg skrivað um so ofta fyrr. T.d. her, her, her, her, her, her, her og her. Og nú viðgongur hann tað sjálvur. Jacob Vestergaard.
Aftur! Tí eg havi faktisk endurgivið Jacob Vestergaard fyrr, har hann viðgongur, at hann ikki arbeiðir fyri Føroya land, men heldur umboðar fiskivinnuna. Tá Havstovan hevði móttøku í sambandi við stjóraskifti í 2010, so segði JV:
Nýggja dømi er samrøða við JV í Sosialinum, og í greinini "Øll vilja sleppa har, sum pengar eru at tjena júst nú" verður hann endurgivin fyri -- avgjørdur -- at siga:

í almenna rúminum kann tað meira enn so koma fyri, at tann yrkisbólkur, ið landsstýrismaðurin umboðar, ikki altíð er á einum máli við boðskapin, ið Havstovan kemur við
Nýggja dømi er samrøða við JV í Sosialinum, og í greinini "Øll vilja sleppa har, sum pengar eru at tjena júst nú" verður hann endurgivin fyri -- avgjørdur -- at siga:
Eg veit væl, at øll vilja sleppa inn, har sum tað eru nógvir pengar at tjena júst nú. Tað er natúrligt, og soleiðis hevur tað altíð verið. Henda tráan elvir til trýst og krav um atgongd til fiskivinnuna. Men hetta er ikki eitt atlit, ið eg kann leggja fiskivinnupolitikkin eftir
søndag den 3. februar 2013
Halgir Winther Poulsen eigur halda seg til løgfrøðina
Í Sosialinum fríggjakvøldið sigur Halgir Winther Poulsen:
Hatta er púra rætt!
nú ætlar man eftir øllum at døma at lata loyvi endaliga út til tey, sum av tilvild eru inni í vinnuni júst nú. Tað gongur snøgt sagt ikki
Hatta er púra rætt!
lørdag den 2. februar 2013
National- og onnur økonomi
Hon er ikki nýggj, men altíð aktuel. Tað er greinin Búskaparráðið og »búskaparligi veruleikin« (pdf) í Dimmu 8. januar 2004, har skrivar Jóannes Jacobsen, táverandi skrivari í Búskaparráðnum:
Hóast heitið búskaparfrøðingur verður brúkt sum felagsnevnari fyri bæði samfelagsbúskaparfrøðingar og virkisbúskaparfrøðingar, er sera lítið samband millum tað, sum hesir báðir takast við. Tey fyribrigdi, sum gera seg galdandi fyri heilar vinnur ella alt samfelagið undir einum á aðrari síðuni og fyri ta einstøku fyritøkuna á hinari, eru so ymisk, at læra um virkisbúskaparlig viðurskifti gevur stórt sæð einki innlit í samfelagsbúskaparlig viðurskifti og øvugt.
torsdag den 29. november 2012
Endurskoðan av fiskivinnulóggávuni (2)
Fiskimálaráðið hevur lagt fram frágreiðing "FISKIVINNULÓGGÁVAN - endurskoðan og nýskipanir" (beinleiðis link)
Har stendur skrivað um tilfeingisgjald og tilfeingisrentu:
Har stendur skrivað um tilfeingisgjald og tilfeingisrentu:
Men fortreytin fyri yvirhøvur at tosa um tilfeingisskatt ella tilfeingisgjøld er, at ein tilfeingisrenta er til staðar. Fiskiskapurin skal kasta nakað av sær, sum er meira enn vanlig samsýning av arbeiðsmegi og kapitali. (s. 4)
søndag den 13. maj 2012
Stertar, skip og skipan
Eg var fríggjakvøldið til kjakfund hjá MFS í Føroyahúsinum undir heitinum: Stertar, skip og skipan. (Tað var eisini lýst á facebook.)
Tað var eitt blandað fornoyilsi!
![]() |
| Trýst á myndina fyri at gera hana størri. |
Tað var eitt blandað fornoyilsi!
torsdag den 10. maj 2012
Nú mugu Pipar og salt taka yvir kjakið
Á facebook skrivar Frímund Hansen í viðmerking til Jóannes Jacobsen:
Eg eri púra forfardur, at nakar rættsiktaður persónur kann halda, at tað gagnar búskapinum, at landið skapar eina íløguboblu av tilfeingisrentu, sum nøkur vinna pengar uppá at spæla við í. Tá onkur vinnur pengar, har eingin búskaparframleiðsla er aftanfyri, so er tað onkur annar sum tapir, og oftast er tað framtíðin, tvs. ein skuld liggur eftir, sum framtíðar framleiðsla skal fara til at rinda rentur og avdrøg til. Í besta føri missur Føroya fólk bara inntøku frá fólksins ogn, um Føroya fólk eru so heppin at sleppa undan eini skuld eftir næsta kollaps.
Tað er bara tí, at tað er alt fólkið, sum tapir, at nakar heldur seg sleppa væl frá at seta slíkar ørar lærusetningar fram. Og helst sama orsøk, at nakar sleppur væl frá tí.
Tavagud hetta er so langt úti, at tað er ikki tilfar til kjak, men til stand-up komik.
við at selja tilfeingi í stuttíðar tíðarbili, so hevur tú tikið spekulatióninia úr fiskivinnuni og harvið eitt bein undan føroyska búðskapinum. Spekulatiónin sum er so óalmynduliga vigtug fyri búðskapin. Føroyska tjóðin hevur eitt kempustórt íløguobjekt minni at rottað við!
Eg eri púra forfardur, at nakar rættsiktaður persónur kann halda, at tað gagnar búskapinum, at landið skapar eina íløguboblu av tilfeingisrentu, sum nøkur vinna pengar uppá at spæla við í. Tá onkur vinnur pengar, har eingin búskaparframleiðsla er aftanfyri, so er tað onkur annar sum tapir, og oftast er tað framtíðin, tvs. ein skuld liggur eftir, sum framtíðar framleiðsla skal fara til at rinda rentur og avdrøg til. Í besta føri missur Føroya fólk bara inntøku frá fólksins ogn, um Føroya fólk eru so heppin at sleppa undan eini skuld eftir næsta kollaps.
Tað er bara tí, at tað er alt fólkið, sum tapir, at nakar heldur seg sleppa væl frá at seta slíkar ørar lærusetningar fram. Og helst sama orsøk, at nakar sleppur væl frá tí.
Tavagud hetta er so langt úti, at tað er ikki tilfar til kjak, men til stand-up komik.
søndag den 22. april 2012
Handa vikan í makreli v/ Jóannesi Jacobsen
Jóannes Jacobsen viðmerkir 13. apríl grein á portalinum, Semja um makrelin:
Stalinistiskur planbúskapur í verki: 'Vit [politikkararnir í samgonguni] eru samdir um, hvussu fiskaríið verður skipað, vit eru samdir um, hvat gjaldið fyri makrelin skal verða, vit eru samdir um, hvussu býtið verður skipað millum skipabólkarnar, og vit eru samdir um, hvussu landingarnar skulu fara fram', sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri.
Eg spyrji eina ferð aftrat: Hvar eru tey í samgonguni, sum rópa seg liberal? Hava tey verið til avvenjingar í Norðurkorea, ella hava tey altíð verið stalinistar?
(...)
Og bureaukratiska skrúvan strammast enn meira: 'Allur fiskur eigur at landast um føroyskan keikant fyri at skapa virðisøking í vinnuni og útlendskur ognarskapur í høvuðsvinnuni eigur at avmarkast', sigur løgmaður.
Hvar er liberala álitið á, at dugnalig føroysk vinnurekandi í eini fríari vinnu gjøgnum opna kapping sjálvi klára at finna út av, hvør skal hava hvussu nógv fiskirættindi til hvønn prís, hvar veiðin skal seljast, hvør fíggingin skal fáast til skipini osfr osfr? Tað finst so ikki í 'liberalu' flokkunum í samgonguni.
onsdag den 4. april 2012
Lurtið nú eftir búskaparfrøðini
Ómetaliga óheppin timing, má man siga!
Í ringastu búskaparstøðu í 20 ár, hevur fremsti búskaparráðgevin hjá almenninginum, formaðurin í Búskaparráðnum, ikki verið ein búskaparfrøðingur, men ein bókhaldari. (Og nei, tað er ikki tað sama!) Tá Búskaparráðið skuldi mannast seinast, hevði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fingið innstilling við seks fólkum, harímillum vóru sum eg skilji sera væl kvalifiseraðu Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen eisini, men teir vórðu valdir frá, tá trý skuldu veljast. Og avleiðingarnar hava verið nær við at vera rættiliga álvarsligar.
Frágreiðingin í 2009 rakti við síðuna av og østi alt upp. Feilurin var ikki so stórur, men Búskaparráðið var ikki nóg neyvt við at gera greitt hvat var trupulleikin, hvat var orsøk til trupulleikan, og hvat "einans" var avleiðing av hesum. Alt fór at fokusera uppá fíggjarlógarhallið, sum tann stóri trupulleikin, tí tað hevði Búskaparráðið skrivað mest um, hóast veruleikin er, at hallið er avleiðing av einum djúpum lágkonjunkturi. Og hóast tey brúktu fleiri síður uppá tað, megnaði Búskaparráðið ikki at staðfesta nakað strukturelt hall.

onsdag den 7. marts 2012
Føroysku fiskivinnupolitikkur -- ein røð av óneyðugum skeivum avgerðum
Flóvin suffar á facebook:
Jóannes, hatta tit í Búskaparráðnum ávaraðu um í 2000 (og sum síðani hendi) var bara teori. Teori kann ikki brúkast til nakað í veruleikanum. At onnur hava gjørt brølararnir eru heldur ikki gott nokk, tí føroyski búskapurin er heilt serligur, so man skal endurtaka brølararnir í veruleikanum í Føroyum, áðrenn man kann læra. Og ofta skal man endurtaka brølararnir nakrar ferðir fyri at sikra sær at tað ikki av tilvild, at tað blívur sum teoretikarar (sum einki vita um veruleikan) hava ávarað. Og tá man so hevur staðfest tað við fleiri endurtøkum og harav dýrum læripengum, so kann man diskutera, um man skal broyta skipanina, og kanska skal man heldur halda fram sum vant, tí broytingar skapa óvissu.
mandag den 27. februar 2012
Tilfeingisrenta og tilfeingisgjald
At fólksins ogn, fiskurin, er eitt tilfeingi, hevur stóran týdning, tí hetta tilfeingi hevur eina tilfeingisrentu sum ger, at fiskivinnan ikki er ein vinna sum flestallar aðrar.
Fólksins ogn gevur eitt avkast á hvørjum ári, tilfeingisrentan, ið í krónum er tað teoretiskt hægsta virði, sum ber til at fáa burtur úr stovninum við optimalari stovnsrøkt og við einum optimalt samansettum veiðiflota, tá man dregur allar útreiðslur frá, herundir íløgur í skipini og vinning av tí, olju, hýrur, o.a. umframt kostnaðin av at viðlíkahalda tilfeingið, t.e. FVE, Havstova og fiskivinnufyrisitingina. Oljuprísir o.a. variera frá ári til ár, og tí er tilfeingisrentan heldur ikki tann sama á hvørjum ári.
Hetta avkast er eitt virði, sum fiskurin hevur longu áðrenn nakar hevur verið úti og fiskað, og at her er eitt veruligt virði kann staðfestast við at bjóða fiskirættindi út á einum marknaði, har prísurin vísir seg at vera størri enn 0 kr. Sum longu er roynt.

torsdag den 9. februar 2012
Búskaparfrøðingar og samskifti
Páll Isholm í kronikk í Dimmalætting 1. februar 2012:
Páll Isholm í Góðan Morgun Føroyar 7. februar 2012:
Kjakið um tilfeingisgjald og uppboðssølu av fiskatilfeinginum er blivið til skotgravakríggj, siga atfinnandi røddir. Skotgravakríggj verður tað til, tá partarnir í kjakinum hava stór egináhugamál í málinum, ella ikki vita nakað um tað teir snakka um. Eg veit ikki, hvørja kategori, teir báðir persónarnir omanfyri hoyra til, men argumentini tykjast eitt sindur tilvildarlig, serliga tá man uppdagar, at tað er sami persónur sum talar.
Tann dag makrelurin er burtur, og landskassin kanska hevur fingið nakrar útlendskar milliónir í løtuvinningi,
Páll Isholm í Góðan Morgun Føroyar 7. februar 2012:
tað er ein vesentligur munur á oljuvinnu og fiskivinnu. Fiskivinnan (-tilfeingið, fle) hevur tað við at endurnýggja seg,
Kjakið um tilfeingisgjald og uppboðssølu av fiskatilfeinginum er blivið til skotgravakríggj, siga atfinnandi røddir. Skotgravakríggj verður tað til, tá partarnir í kjakinum hava stór egináhugamál í málinum, ella ikki vita nakað um tað teir snakka um. Eg veit ikki, hvørja kategori, teir báðir persónarnir omanfyri hoyra til, men argumentini tykjast eitt sindur tilvildarlig, serliga tá man uppdagar, at tað er sami persónur sum talar.
torsdag den 29. december 2011
Same procedure as last year
Aftur í kvøld, í ársins næst seinastu Dag og viku, viðgjørdi Kringvarpið spurningin um hvussu fiskivinnan kann fáast at kasta meira av sær til samfelagið.
Og tað var eftir vanligu uppskriftini, sama sum so ofta áður, og sum enn ikki hevur flutt kjakið tað allar minsta. Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur mælti til at fiskirættindi verða bjóðað út, so tey sum megna fáa mest burtur úr tilfeinginum, eisini sleppa at fiska, og aftaná sat fiskimálaráðharrin í sjónvarpsstovuni at segði at tað fór man ikki at gera.
Róar Akralíð skrivar í greinini "Tí lurtar politiski myndugleikin ikki eftir búskaparfrøðingum":
Greinin er prentað í bókini "Valið og valdið". Tað er also skrivað áðrenn Dag og viku í kvøld.
Tað tykist ikki, sum Kringvarpið megnar ella ynskir at viðgera fakligheit og serfrøði seriøst.
Tey hava tó enn ein kjans í morgin, í síðstu Dag og viku í ár. Minstakrav má vera, at pástandirnir hjá fiskimálaráðharranum verða eftirkannaðir. M.a. tað hann segði um makrelveiðuna í 2011, sum hann kallar fiasko, men vit heilt mong onnur kalla succes (sum tó kundi verið størri). Tað lættasta - fyri ikki at krevja ov nógv - er at samanbera makrelveiðuna í 2010 og 2011.
Og tað var eftir vanligu uppskriftini, sama sum so ofta áður, og sum enn ikki hevur flutt kjakið tað allar minsta. Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur mælti til at fiskirættindi verða bjóðað út, so tey sum megna fáa mest burtur úr tilfeinginum, eisini sleppa at fiska, og aftaná sat fiskimálaráðharrin í sjónvarpsstovuni at segði at tað fór man ikki at gera.
Í føroysku miðlunum tykist tað nevniliga at vera ein yndisítróttur at seta ein tilmælandi akademikara upp ímóti onkrum, sum so ella so verður raktur av tilmælinum. Fiskifrøðingar verða settir at kjakast um fiskifrøði við reiðarar, og populistiskir politikarir verða settir at viðmerkja búskaparfrøðilig tilmæli. Tað tykist, sum miðlarnir halda, at allar áskoðanir eru líka góðar til at heildarlýsa eitt mál, sjálvt um sannleikin um eitt mál ikki liggur í miðjuni, tí annan sjónarmiðið er ekstremt og uttan vísindaligt kjølfesti. Miðlarnir áttu at tikið støði í okkara vesturlendsku siðmenning um gransking og empiriska vitan, tí annars verður kjakið anarkistiskt.
Hesin háttur hjá miðlunum gruggar lýsingina av búskaparfrøðiligum tilmælum (og øðrum tilmælum). Tá ið viðgerðin haraftrat mangan er stutt í miðlunum, skulu fólk vera rættiliga vakin fyri at síggja skynsemið í einum tilmæli.
Greinin er prentað í bókini "Valið og valdið". Tað er also skrivað áðrenn Dag og viku í kvøld.
Tað tykist ikki, sum Kringvarpið megnar ella ynskir at viðgera fakligheit og serfrøði seriøst.
Tey hava tó enn ein kjans í morgin, í síðstu Dag og viku í ár. Minstakrav má vera, at pástandirnir hjá fiskimálaráðharranum verða eftirkannaðir. M.a. tað hann segði um makrelveiðuna í 2011, sum hann kallar fiasko, men vit heilt mong onnur kalla succes (sum tó kundi verið størri). Tað lættasta - fyri ikki at krevja ov nógv - er at samanbera makrelveiðuna í 2010 og 2011.
tirsdag den 15. november 2011
Reaktionert stýri
Jóannes Jacobsen á facebook:
Nýggja stýrið er ikki konservativt. Tað er reaktionert. Konservativ ganga inn fyri hóvliga at ganga fram á leið við at byggja á tað verandi. Nýggja stýrið vil ganga aftureftir -- til áðrenn blokkurin varð lækkaður, áðrenn tos um marknaðargrundan av fiskivinnuni tók seg upp, áðrenn Føroyar fingu eina sosialdemokratiska skattaskipan og áðrenn orð so sum 'samkynd' blivu alment kend.
Abonner på:
Opslag (Atom)