Ofta verður ført fram, at Danmark sparir nógv í hernaðarútreiðslum av at leggja land (Føroyar og serliga Grønland) til felags verjuna hjá NATO, og at tað eru nógv størri upphæddir, enn blokkstuðulin til Føroyar og Grønland. Í NATO-høpi hava londini forpliktað seg til at brúka ávísanpart av BTÚ uppá hernaðarendamál, og skal Danmark vera sloppið við at brúka nógv minni uttan at hini londini hava talað at.
Eg veit ikki, hvussu nógv Danmark skal hava forpliktað seg til at brúka til hernaðarútreiðslur, men ein stuttlig forteljing er um fundin, tá ásetingin endilig kom um, hvussu nógv hvørt land skuldi forplikta seg til at brúka til hernaðarmál í mun til BTÚ. Tað er frá einum av teimum fáu danskarunum sum var við,
Erik Ib Smith, sum í sínum endurminningum, "
Fra psykopatklubben" fortelir hvussu tað í veruleikanum fór fram.
Fundur var í Lissabon í februar 1952, Danmark hevði formansskapin. Ásetingin um hernaðarútreiðslur hevði verið viðgjørt á mongum fundum, men eingin semja, og sama á hesum fundi. Onkur fann so uppá, at londini skuldu fáa sínar økonomisku ekspertar at gera semju. Teir vóru sendir inn í fundarhøli og fingu ein seinnapart við boðum um ikki at koma út aftur fyrr enn teir vóru samdir. Danski finansministarin
Thorkil Livrem Kristensen sendi departementsstjóran, Erik Ib Smith, og
Gunnar Seidenfaden, ið arbeiddi í Uttanríkisráðnum á fundin.