Sider

Viser opslag med etiketten Hagtøl. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Hagtøl. Vis alle opslag

torsdag den 3. september 2015

Tvey model og tríggjar prognosur

Eftir at Kringvarpið tá fólkatingsval var í juni, alt ov tíðliga var og ynskti Edmundi Joensen tillukku við afturvalinum (Edmund fall), og mong vóru ónøgd ella gjørdu gjøldur burturúr vánaligu talviðgerðini í Kringvarpinum hetta valkvøldið, avgjørdu Regin Reinert og eg at gera betri prognosur til løgtingsvalið fyrradagin.

Vit ætlaðu at bjóða fólki til at fylgja einum facebook-tiltaki, har vit leypandi skuldu leggja prognosur út. Men so frættu vit um valkvøld í Føroyahúsinum og fóru inn har í staðin.

Kringvarpið gjørdi tríggjar prognosur valkvøldið -- eftir 38 valstøð, eftir 46 og 56. Samanlagt 58 valstøð vóru til hetta valið, og síðsta prognosan kom tá Oyrabakki og Tórshavn vóru eftir at telja. Tey 38 valstøðini svara til 15.5% upptalt, tey 46 valstøðini til 29.2% upptalt, og tey 56 valstøðini til 64.6% upptalt.


Eftirmett samanbering

Eftirmetingin er rættiliga greið. Prognosurnar í Føroyahúsinum vóru nógv betri enn tær í Kringvarpinum. Fyri at samanbera seti eg her niðanfyri upp, hvat prognosan hjá Regini og mær vísti við somu valstøðum inni sum tær hjá Kringvarpinum.

Tær tríggjar prognosurnar hjá Kringvarpinum saman við endaliga úrslitinum:
Tríggjar prognosur hjá KvF og endaliga valúrslitið.

Okkara tilsvarandi tríggjar prognosur saman við endaliga úrslitinum:
Tríggjar prognosur í modelli hjá Regini og Flóvini, og endaliga valúrslitið.

Mátin at eftirmeta slíkar prognosur er at hyggja eftir frávikunum millum forsøgdu tølini og endaliga (rætta) talið. Her eru sett upp í talvu frávikini hjá báðum prognosumodellum í øllum trimum prognosunum (eftir 38, 46 og 56 valstøð) fyri hvønn flokk sær, og niðast er talt saman:
Frávik frá valúrslitinum hjá teimum trimum prognosunum í teimum báðum modellunum.

Tey trý samanløgdu tølini eru ávikavist 1) frávikini (negativ tøl gjørd positiv) løgd saman fyri allar sjey flokkarnar, 2) samanløgd kvadreraði frávik og 3) størsta frávik. Smá frávik hava minni at siga enn stór, og tí eru kvadrerað frávik ella størsta frávik helst betri mát at brúka enn bara samanlagt frávik.

Óansæð hvussu nógv valstøð eru inni, tá prognosurnar verða samanlíknaðar í eftirmeting, og óansæð hvat mát verður brúkt at eftirmeta við, er prognosu-modellið hjá Regini og mær væl betri enn tað hjá Kringvarpinum.


Sum lovað!

Tað var heppið, tí tað høvdu vit lovað! Í lýsing fyri tiltakinum stóð m.a.:
Eisini verður framløga, ið tekur støði í teimum fyrstu tølinum, ið eru komin inn og leypandi ígjøgnum kvøldið fara Regin Reinert og Flóvin Eidesgaard, sum báðir arbeiða á Danmarks Statistik og fyrr hava arbeitt við veljara- og spurnarkanningum hjá Gallup, Epinion og SFI Survey, at leggja fram teirra prognosur um endaliga valúrslitið. Regin og Flóvin greiða stutt frá, hvussu slíkar prognosur vanliga verða gjørdar, og hvussu teir hava roynt at taka hædd fyri tí polarisering sum er millum bygd og bý, og sum í hesum árum ger tað serliga trupult at gera beinraknar prognosur í Føroyum, sum vit eitt nú sóu fólkatingsvalkvøldið í juni.

lørdag den 29. marts 2014

Hvat ólukkan snakkar Margrethe Vestager um?

Í gjár fríggjadag var danski økonomiministarin Margrethe Vestager á vitjan í Danmarks Statistik. Áðrenn hon fór rundtúr í húsinum til nakrar deildir hon vildi vitja, helt hon røðu fyri øllum húsinum, men hvat ólukkan meinar hon við:
Uden troværdig statistik må vi regere ud fra anekdoter, eller - Gud forbyde det - hvad interesseorganisationerne ønsker.
Margrethe Vestager besøger Danmarks Statistik
og holder tale for hele personalet inden rundtur til udvalgte kontorer.

Magrethe Vestager hevði ikki komið langt í føroyskum politikki!

fredag den 15. februar 2013

Tá kreppan rakar búskapin - og fólk

Tá búskapurin er í kreppu, so er mest konkreta avleiðingin, ið vit merkja, ofta at arbeiðsloysið veksur. Og veksur.

Fólk missa arbeiðið ella kenna onkran, ið ger.

Og tá kreppa er í búskapinum, eru fólk tí stúrin um framtíðina. Fólk óttast m.a. at missa arbeiðið. So tey fara at leggja pengar til síðis, fyrireika seg uppá at inntøkan minkar, so at siga. Nýtslan fer niður. Og so varir kreppan við.

tirsdag den 5. februar 2013

Ein frøðingur og annar: Ein løgin rætting

Tórsportalurin skrivar um, at eg varð vrakaður til Búskaparráðið, og vil vera við, at eg eri hagfrøðingur. Eg havi arbeitt eitt sindur við hagtølum, bæði at framleiða tey og analysera tey, men eg eri ikki hagfrøðingur.

Eg eri búskaparfrøðingur, cand.scient.oecon, tí eg havi lisið matematik-økonomi (har økonomiin er nationaløkonomi) og prógv frá Københavns Universitet.

Sambært §2, stk. 2 í Llóg. 50 frá 2009 um Búskaparráð, er krav, at
Limirnir skulu vera búskaparfrøðingar við kandidatútbúgving frá hægri lærustovni.

So var eg hagfrøðingur, kundi eg ikki innstillast til Búskaparráðið.

Eg veit ikki, hví Tórsportalurin heldur, eg eri hagfrøðingur. Men summi halda, at Tórsportalurin er ein miðil.

onsdag den 19. december 2012

Støðan á arbeiðsmarknaðinum framvegis vánalig

Arbeiðsloysi minkar! Hagstovan hevur í dag kunngjørt, at arbeiðsloysi er tað minsta í trý ár.

Hetta er at fegnast um. Men áðrenn vit jubla, eiga vit nokk at hyggja nærri eftir støðuni á arbeiðsmarknaðinum. Vit vita, tað sigur Hagstovan eisini, at fólkatalið minkar. Aðrar orsøkir kunnu eisini gera, at arbeiðsloysisprocentið er eitt sindur misvísandi fyri gongdina á arbeiðsmarknaðinum.

søndag den 25. november 2012

Hagfrøðin, tann forbannaða hagfrøðin!

At Heri Petersen sambært portalinum hevur sagt á landsfundi hjá Fólkaflokkinum í Klaksvík, at
Føroyar í (næstan) allar mátar er heimsins besta land,
fær nógvar ákoyringar. Á portalinum og sosialu miðlunum. Hetta er eisini ein øgiliga løgin niðurstøða at gera, og argumentatiónin (sambært greinini) er eisini sum Harragud veit. Men tað man vera blaðmaðurin hjá portalinum sum ikki hevur fingið meira enn helvtina við, og misskilt argumentini og samanhangin, og skrivar bara okkurt út frá tí. Eitt fínt dømi síggja vit í endanum á greinini:
í mun til lønarlagið eru sosialu veitingarnar í Føroyum tær bestu í verðini. So niðurstøðan er, at Føroyar eru eitt av heimsins bestu londum at liva í.

Soleiðis kann man ikki argumentera og tað hevur Heri sjálvsagt heldur ikki gjørt. Tað er nakað, Leo Poulsen á portalinum sjálvur hevur funnið uppá. Og tað hevur Heri eisini sjálvur skrivað í viðmerking til greinina á portalinum.

fredag den 23. november 2012

Frá fremst til aftast uppá seks ár

Kringvarpið veit at siga, at Føroyar eru einasta Norðurland, har fólkatalið minkar. Í øllum hinum londunum er fólkavøkstur.

Teirra kelda er norðurlendska hagtalsárbókin 2012, sum júst er almannakunngjørd. (sí talvu 3.1, s. 36)

At fólkatalið minkar, er sjálvsagt ikki gott. At tað eisini gongur verri enn í grannalondunum, ger tað enn verri.

torsdag den 11. oktober 2012

Nýggja Hagstovu?

Jørgen Niclasen í sjónvarpskjaki 9. okt 2012:
Hagstovan er eisini óheft, hon plagar í hvussu er ikki at siga tað eg kundi hugsað mær.
(fyrst endurgivið á facebook)
Mær vitandi ger og kunngerð Hagstovan hagtøl, t.v.s. lýsir veruleikan. Hvat kundi Jørgen hugsað sær, Hagstovan ger í staðin?

tirsdag den 19. juni 2012

Breaking news á portalinum

Portalurin skrivar nú, at arbeiðsloysi minkar í euroøkinum. Keldan er Eurostat.

Hetta er beint til Breaking News.

Vit skulu hálva triðju viku aftur fyri at finna nakað frá Eurostat um arbeiðsloysi. Tað verður gjørt upp mánaðarliga og ikki kvartalsvís. Nýggjastu arbeiðsloysistølini vísa ikki minking, sum portalurin skrivar, men ein vøkstur í mun til sama mánaða í fjør, bæði tá vit hyggja eftir euro-londunum, og í samlaða ES. Og rokna vit í høvdinum til kvartalsvís tøl, er eisini vøkstur í mun til undanfarna ársfjórðing í bæði euro-londunum og í samlaða ES.

Men Eurostat hevur eisini akkra kunngjørt eitt annað tal við arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, sum vísir eina minking. Talan er um tal av fólki í arbeiði í euro-londunum, ið er fallið í fyrsta ársfjórðingi - bæði samanborið við undanfarna ársfjórðing og samanborið við sama ársfjórðing árið fyri. Í samlaða ES er talið av fólki í arbeiði fallið í mun til sama ársfjórðing í fjør, men stendur í stað í mun til undanfarna ársfjórðing.

So kanska er hatta ikki Breaking News kortini. Heldur er talan um meira sjusk sum eigur verða rættað.

onsdag den 16. maj 2012

Alneyðugt við álítandi og óheftum hagtølum

Tað er alneyðugt við óheftum hagtølum og fakligum tilmælum sum politikarar ikki hava ávirkan á. Tí skulu Landsbankin og Hagstovan liggja uttanfyri beinleiðis politiska ávirkan, og tað skal ikki vera nakar ivi um tað heldur. Hetta er altíð galdandi, men serliga tí tað er jú vandi fyri at viðhvørt koma slíkar typur sum Jørgen framat, ið vilja hava embætisfólk sum bara makka rætt.

Í amerikanska statinum Wisconsin er Scott Walker, ein republikanari (teir eru jú fyrimyndirnar hjá Jørgen Niclasen og kompaní) guvernørur, og hann kom til valdið uppá at skapa fleiri arbeiðspláss. 250 000 arbeiðspláss eftir fýra ára valskeiðnum hjá guvernørinum, lovaði hann.

lørdag den 5. maj 2012

Betri arbeiðsloysishagtøl neyðug

Eg havi sent ein teldupost til ALS. Ella rættari tveir. Her er ein samanseting av teksti úr báðum mailunum:
Góðu tit í ALS,
Eg síggi tit hava ávís hagtøl á heimasíðuni, og Hagstovan hevur nøkur, umframt tøl fyri arbeiðsmegi v.m.
Tvær røðir av hagtølum, sum tit helst kunnu gera rættiliga lætt, og sum hevði verið sera hent hjá fólki sum mær og øðrum sum fylgja við búskapargongdini, høvdu verið:
  1. Tal av nýggjum arbeiðsleysum (fyri hvørt tíðarskeið, t.d. viku ella mánað),
  2. Tal av arbeiðsleysum, sum detta úr skipanini eftir tveimum árum (fyri hvørt tíðarskeið), og
  3. Tal av arbeiðsleysum, sum fara úr skipanini, tí tey finna arbeiði (fyri hvørt tíðarskeið).
Við bara hesum trimum talrøðunum aftrat tí sum tit longu gera og sum Hagstovan hevur, verður møguligt at fáa nógv betri vitan um búskapargongdina enn man longu hevur.
Eg vil mæla tykkum at gera hesi tøl, og vóni tað eisini hendur. Tað besta hevði verið at fingið hesi tøl nakað aftur í tíðina, so man kann greina avleiðingarnar av kreppuni.
Hetta er ógvuliga virðismikil vitan til búskaparligar greiningar.
vinaliga
Flóvin Eidesgaard

Talrøð 1 vil skjótari vísa fram- og afturgongd á arbeiðsmarknaðinum enn bara leypandi arbeiðsloysisprocent. Um talrøð 3 kann man siga tað sama sum um talrøð 1, men við báðum fær man enn betri mynd. Talraðir 2 og 3 eru partvís redundantar, tá man hevur talrøð 1 og verandi hagtøl, men uppteljingin frá ALS er helst meira neyv enn at rokna eftir sjálvur.

torsdag den 15. marts 2012

Eitt sindur um skattatrýstið

Øll er samd um, at skatturin er ov høgur. Serliga fyri tann sum skal rinda skattin. Hetta er forrestin ikki bara í Føroyum. Og skatturin er eisini hægri enn nakrantíð. So sigst.

Lat okkum hyggja eftir tølunum. Skattatrýst verður oftast roknað sum samlað skattainnkrevjing sum partur av bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ, so tað gera vit. (Aðrar definitiónir eru eisini, sum ikki geva heilt somu úrslit, men munurin er ikki stórur.) Í hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni er møguligt at síggja eina rúgvu av tølum og fyri fleiri ár aftur eisini. Talvan AFSKATT1 gevur okkum tøl fyi skattatrýstið 1998 - 2010, og kunnu vit við tí tekna hesa mynd:

Føroyska skattatrýstið 1998-2010. Kelda: Hagstovan.

onsdag den 17. august 2011

Góð fólk fyri Manntal

Heimasíðan hjá Manntal hevur fingið trý skilafólk at siga okkurt um Manntal. Man er komin í gott selskap.



Tríggjar roterandi bannarareklamur á www.manntal.fo

Hesar tríggjar lýsingarnar koyra sum roterandi bannaralýsing á heimasíðuni hjá Manntal, www.manntal.fo.

Vónandi hjálpir hetta uppá undirtøkuna fyri manntalinum, men eg ivist í hvussu nógv eg kann lokka.

(Eg gjørdi eitt sindur av arbeiði fyri Manntal í sambandi við fyrireikingarnar.)