Sider

Viser opslag med etiketten Fakfelag. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Fakfelag. Vis alle opslag

tirsdag den 18. marts 2014

Ikki rætt at javnseta fakfelagslimagjald við gjøld hjá vinnulívinum

Løgtingið hevur júst endað fyrstu viðgerð av uppskoti 98/2013 hjá Rigmor og Eyðgunn um, at limagjald til fakfeløg skal geva rætt til skattafrádrátt. Uppskotið hevur sambært uppskotsstillarunum m.a. til endamáls at javnseta báðar partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Men hetta endamálið er púra galið! Og at tosa um javnseting vísir, at tær báðar hava ikki hugsað seg nóg væl um, tí tær eiga at vita, at tað gagnar samfelagnum, at fólk eru limir í fakfelagi. Hevði uppskotið rætt endamál, royndi man ikki at javnseta við frádráttum til báðar partar, men heldur at brúka høvið til eisini at avtaka nakrar skattafrádráttir, sum vinnulívið hevur fyri at vera við í bransjufelagsskapum og til tiltøk sum vinnulívsdagar v.m., tí tílíkt virksemi eigur landið ikki stuðla.

Tað var Adam Smith sum skrivaði í Wealth of Nations:
Persónar í somu bransju hittast sjáldan, heldur ikki bara til gamans, uttan at samrøðan endar sum ein samansvørjing ímóti almenninginum, t.d. um hvussu man kann hækka prísirnar. Tað er ikki møguligt hjá samfelagnum at forða slíkum ráðstevnum og fundum við lóg, sum kunnu handhevast, og uttan at gera seg inn á grundleggjandi rættindi um frælsi. Men sjálvt um lógin ikki kann forða fólki í somu bransju av og á at hittast, eigur samfelagið ikki á nakran hátt at eggja til slíkt virksemi og heldur ikki at skapa tørv á tí.
(mín týðing; volume I, kapittul 10)
Eg havi einki at leggja aftrat orðunum hjá Adam Smith!

Tað er ikki rætt at javnseta fakfelagslimagjald við tilsvarandi gjøld hjá vinnulívinum. Tí tað er ikki nokk!

mandag den 17. februar 2014

Aftaná 35 ár við framgongd og 35 ár við stagnatión

Arbeiðsministarin fyrra valskeiðið hjá Bill Clinton, búskaparfrøðingurin Robert Reich hugleiðir á facebook um búskaparsøguna tey 70 árini síðani annar heimsbardagi endaði:
Nú pápi mín fylti 100 hugsaði eg um Størsta Ættarliðið, sum hann var partur av. Tey vunnu Heimskríggið. Tey bygdu síðani eitt samfelag til síni børn og ommu- og abbabørn við søgunnar størstu útbygging av skúlaskipanini og víðari útbúgvingarmøguleikum, við einum motorveganeti tvørtur um statirnar, við mannarættindalógum, við almennari heilsutrygging til tey gomlu og til tey fátæku, og við umhvørvisverndarlógum. Tey vóru við at endurbyggja Europa og Japan, og fingu Amerika á mánan. Meira enn triði hvør var limur í fakfelagi, og tað gav miðalklassanum samráðingarstyrki til at tryggja teimum ein stóran part av búskaparligu framgongdini Og við framgongdini kundu tey rinda skattir, sum fíggjaðu tað mesta av tí, sum tørvur var á, meðan ríkastu amerikanarar rindaðu 70 pct í skatti av teirra síðst tjentu dollarum (tá Eisenhower var forseti var hægsti marginalskattur enntá 91 pct). Fløðandi sjógvurin lyfti allar bátarnar.
Robert Reich. Myndina havi eg av hansara bloggi.

tirsdag den 5. februar 2013

Vilja fakfeløgini endurskapa trúvirðið?

Eg haldi tað er skeivt, um fakfeløgini ikki heita á Ingeborg Winther um at leggja frá sær í ALS-stýrinum. Hon var partur av tí stýri, ið manglaði dømikraft, tá man vildi sleppa av við Ernst Jacobsen sum stjóra.

Hinir báðir stýrislimirnir fyri løntakarasíðuna hava tikið avleiðingarnar og hava lagt fra sær. Tað kann vera við til at endurskapa álit á í hvussu er fakfeløgini, um ikki ALS-skipanina. Men Ingeborg er eftir og tykist tvíhalda um sessin, hóast hon hevur verið við til somu avgerðir sum Jan Højgaard og Kartni Ravnsfjall.

Tá talan ikki er um ein serfrøðingabólk, so er tað hesin førleikin, almindelig dømikraft, ið má vera avgerandi kriterium at sita í einum stýri ella eini nevnd. Talan er um misskiltan loyalitet móti eini fyrrverandi, legendariskari forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, um tað er orsøkin til at fakfeløgini ikki vilja vísa Ingeborg misálit.

Undirtøkan hjá fakfeløgunum kann lættliga standa upp á spæl, um fólk síggja slíkt pamparí fara fram við  borðinum og ikki fáa tær avleiðingar, tað eigur. Hinvegin kunnu fakfeløgini her vera við at seta ein hægri standard enn arbeiðsgevarasíðan tykist gera, ið ikki bara gagnar fakfeløgunum sjálvum, men vónandi við tíðini kann gagna øllum føroyska samfelagnum, við at ganga ímóti og gera upp við pamparíi og nepotismu.

fredag den 11. januar 2013

ALS ikki óvæntað!

Fyrradagin var tað ein positiv søga, at stjórin í ALS fer at royna okkurt annað. Hoyr t.d. samrøðu her.

Í gjár kom so -- av røttum -- øsingin. Miðlarnir fortelja um frafáringaravtaluna, sum Ernst Jacobsen hevur gjørt við stýrið fyri ALS. Her er Kringvarpið og Portalurin. Og fólk eru í øðini. Eisini eg.

Fráfaringargjaldið uppá meira enn eina miljón var ikki avtalað frammanundan, og soleiðis sum formaðurin í stýrinum grundgevur, er talan um løn við afturvirkandi kraft. Stýrið hevur gjørt sær sína egnu meting av tí arbeiði stjórin hevur gjørt fyri ALS og rindar honum við fólksins pengum ein stóran bonus. Ein persónur tey hava arbeitt tætt saman við í fleiri ár. Hann virkar fittur, men eg veit ikki, hví fólk siga, at hann er dugnaligur. Í feitu árunum við bólgnandi eginogn futtaði ALS rættiliga nógvar pengar av uppá fá arbeiðsleys, men so skjótt kreppan rakti, so visti man ikki ein gang um man hevði nokk av pengum í kassanum, og bæði tey í arbeiði og tey arbeiðsleysu rinda prísin.

torsdag den 31. maj 2012

ABDH er høgrumegin Friedman

Politikkurin hjá ABDH-samgonguni er:
  • Tá fiskirættindi verða útlutað til reiðarar uttan kapping er eingin sum atkvøður fyri marknaðarbúskapi, men
  • um manningarfeløgini skulu hava rætt at samráðast vegna manningina er tað skeivt at leggja seg út í arbeiðsmarknaðin.

Tað er sum Milton Friedman segði, tá hann kritiseraði, at samfelagið favoriserar tey frammanundan vælbjargaðu:
This is socialsm for the rich, free enterprice for the rest.

tirsdag den 29. maj 2012

Hvørjum stríðist tú fyri?

meirilutin í vinnunevndini vil ikki hava uppboðssølu um makrelin, og vil hava sáttmálar uttan um manningarfeløgini:
  • reiðarar skulu ikki kappast, men
  • manningar skulu undirbjóða hvørja aðra fyri at fáa makrelkjans við reiðarum sum hava fingið tilfeingið ókeypis

tað er ein spurningur, hvørjum man heldur við: fólki ella kapitalistum

onsdag den 16. maj 2012

Alneyðugt við álítandi og óheftum hagtølum

Tað er alneyðugt við óheftum hagtølum og fakligum tilmælum sum politikarar ikki hava ávirkan á. Tí skulu Landsbankin og Hagstovan liggja uttanfyri beinleiðis politiska ávirkan, og tað skal ikki vera nakar ivi um tað heldur. Hetta er altíð galdandi, men serliga tí tað er jú vandi fyri at viðhvørt koma slíkar typur sum Jørgen framat, ið vilja hava embætisfólk sum bara makka rætt.

Í amerikanska statinum Wisconsin er Scott Walker, ein republikanari (teir eru jú fyrimyndirnar hjá Jørgen Niclasen og kompaní) guvernørur, og hann kom til valdið uppá at skapa fleiri arbeiðspláss. 250 000 arbeiðspláss eftir fýra ára valskeiðnum hjá guvernørinum, lovaði hann.

søndag den 6. maj 2012

Fakfeløg tryggja javnvág sum skapar búskaparvøkstur

Paul Krugman, nobelprís-vinnandi búskaparprofessari í kjaki á "Viewpoint" á Current TV um hvussu búskaparkreppan kann fáast at enda, sum hann nýliga hevur givið eina heila bók út um:
A lot of it is, I think, that we need to recreate an environment in which union organizing is possible. Unions are not perfect, but now that we don't have them we realize how much we lack them. We need a counterweight to the power of big money in this country. I think we need to bring Labour back.
(Hygg eftir hesum parti av samrøðuni.)

Lat hetta vera eina lítla áminning og eina stóra ávaring til politiska valdið ímóti teirra herferð ímóti fakfeløgunum. Heldur skuldi politiska valdið roynt at styrkt fakfeløgini.

fredag den 4. maj 2012

ALS-stýrið hevur fullkomiliga misskilt sína uppgávu

Tað var skilagott og tiltrongt, sum Kim Hansen, tryggingarserfrøðingur, segði í útvarpinum í kvøld um broytingarnar í ALS.

Tað sum kanska manglaði var, at hann segði sum er, at ALS-stýrið hevur fullkomiliga misskilt sína uppgávu. Sigmar Bláberg í útvarpinum hevði misskilt poengið, so tað burdi hann nokk gjørt.

ALS skal tryggja arbeiðsmegina ímóti ov ógvusligum fíggjarligum avleiðingum, tá arbeiðsloysi rakar. Men tað sum ALS-stýrið prioriterar er at tryggja at ALS-kassin ikki fer í minus, tað sæst so sera væl í formuleringini hjá fyrrverandi ALS-stýrisformanninum, Karin Kjølbro:
Fyrrverandi forkvinnan í ALS, Karin Kjølbro, heitir staðiliga á løgtingið at lata partarnar á arbeiðsmarknaðinum reka ALS-grunnin.

Er tað nevndarsamsýningin hjá teimum sum ger, at løntakaraumboðini í ALS-stýrinum ganga við til hesa vanlukkuligu semju í staðin fyri at standa fast við verandi útgjald -- ella leggja frá sær? So má nevndarsamsýningin setast niður. (Verður tað forrestin eisini sett niður, nú ALS-gjaldið verður sett niður?)

(framhald)

tirsdag den 1. maj 2012

Góðan 1. mai

Ein spurdi, hví ongar greinar koma á bloggin fyri tíðina.

Eg havi ikki havt stundir, nógv arbeiði og onnur ting, men eg komi sjálvsagt aftur.

Her liggja skitsur til 100 greinar (tó okkurt helst er duplettir). Nógv er at taka fatt uppá: Forútsigiliga kreppan í Europa, makrelsemjan farin amokk, lønarsamráðingar o.a.

Góðan 1. mai!

torsdag den 1. december 2011

Dumma Dimma

Dimma skrivar í oddagrein 1. december 2011:
74 feløg av ymsum slagi hava boðað til stórt mótmælistiltak í høvuðsstaðnum leygardagin. Parolurnar eru ógvusligar: Tey siga, at nýggja samgongan rætt og slætt er í ferð við at avmontera vælferðarsamfelagið og biðja borgarar fara út í gøturnar at hjálpa feløgunum at bjarga vælferðarsamfelagnum.

Men Dimma heldur ikki, at feløgini sum mótmæla hava nakað at hava sínar atfinningar í.:
grundgevingarnar fyri hesi ógvusligu ræðumyndini hjá fakfeløgum og politiskum feløgum, umboðandi andstøðuna, hava ikki verið mangar og eiheldur sannførandi.
Samgongan sigur tvørturímóti í byrjanini í samgonguskjalinum: ”Fyritreytin fyri einum góðum samfelag fyri øll er búskaparvøkstur, ið tryggjar vælferðina”.
Altso ætlar nýggja samgongan, at vælferðin skal tryggjast og ikki avmonterast.

Hatta síðsta er eisini endurgeving úr oddagreinini! Ikki akkurát indsigtsfull politisk analysa.

fredag den 11. juni 2004

Hermann Oskarsson hevur atfinning uppiborið

(Lesarabræv í Dimmalætting 11. juni 2004)

Tað er í hesum døgum vanligt í lesarabrøvum at taka tað fyrivarni, at man var ikki á ráðstevnuni, sum var á Christiansborg, og tí ikki hevur hoyrt, hvat varð sagt. So lat meg beinanvegin boða frá, at eg var á ráðstevnuni, sum alt nú er á gosi um.

Eg hoyrdi ein frálíkan fyrilestur hjá Hermanni Oskarsson. Hermann nevndi kanska ikki fiskimannaskattaavslátturin beinleiðis, men tá eg hoyrdi hann tosa um avleiðingar av blokkinum sum eru skaðiligar og avlaga vinnumynstrið, ljóðaði tað fyrst og fremst sum fiskimannaskattaavsláttur fyri mær.

Misskiljingar

Í Føroyum halda alt ov mong, at vit mugu liva av at fiska og at virka og selja fisk, tí tað er tað vit duga best, og at tí má fiskivinnan stuðlast. Hetta er ein stór misskiljing. Um at fiska og virka fisk er tað vit duga best, so skal fiskivinnan ikki hava stuðul? Tað er ein óprógvaður pástandur, at tað føroyingar duga best er at fiska og virka fisk. Um vit gevast at stuðla øllum vinnum fáa vit svar uppá hvat føroyingar duga best. Um fiskivinnan ikki klárar seg uttan stuðul, er tað tí vit ikki duga best at fiska og virka og selja fisk, men duga okkurt annað betur. Fiskimannaskattaavsláttur er ein av fleiri orsøkum til at vit ikki vita, hvat tað kann vera.

Mong halda, at fiskimannaskattaavslátturin er sosialt órættvísur. Tað er ein spurningur um hugsjón, og tað ætli eg ikki at viðgera her. Men stuðul til fiskivinnuna, sum fiskimannaskattaavslátturin er, er eisini størsta forðingin fyri búskaparmenning í Føroyum í dag.

Skaðilig árin

Skaðiligu avleiðingarnar av fiskimannaskattaavsláttrinum eru fleiri. Skattaavslátturin er dýrur fyri landskassan, sum harvið ikki hevur ráð til at gjalda fyri onnur meira átrokandi endamál, har av mong endamál, sum kunnu økja búskaparvøksturin. Fiskimannaskattaavslátturin er ein forðing fyri møguleikunum hjá øðrum vinnum, tí íløgur í fiskivinnuna fáa fyrimunir. Fiskimannaskattaavslátturin forðar menning av fiskivinnuni, av tí at skattaavslátturin lækkar lønarlagið í fiskivinnuni. Fiskimannaskattaavslátturin gagnar heldur ikki fiskimonnum, tí hann ávirkar arbeiðsumstøðurnar hjá fiskimonnum til tað verra, á sama hátt sum lønirnar.

Taparar og vinnarar

Serliga tey, ið merkja skaðiligu avleiðingarnar av fiskimannaskattaavsláttrinum eiga at ynskja at avtaka skattaavslátturin: Vinnulívsmenn, sum ikki eru í fiskivinnu eiga at ynskja at avtaka fiskimannaskattaavslátturin. Dugnaligastu reiðararnir eiga eisini at ynskja at avtaka fiskimannaskattaavslátturin. Og fiskimenn eiga eisini at ynskja at avtaka fiskimannaskattaavslátturin.

Fiskimannaskattaavslátturin er ikki skaðiligur fyri øll. Skattaavslátturin gagnar tveimum bólkum í samfelagnum: Minni dugnaligir reiðarar og minni dugnaligir formenn í fiskimannafeløgum. Hvussu hesir tveir bólkarnir, sum helst eru smáir, hava fingið ein meiriluta í Løgtinginum at arbeiða fyri teirra áhugamálum ímóti áhugamálunum hjá øllum hinum, skilji eg ikki.

Einasta orsøk at finnast at Oskarsson í sambandi við hansara fyrilestur á Christiansborg er, at hann ikki meira týðiligt segði frá skaðiligu avleiðingunum av fiskimannaskattaavsláttrinum. Tíbetur hevur hann sagt nakað av tí fyrr. Men tað er nokk eisini orsøkin til at alt er á gosi.

Flóvin Eidesgaard, búskaparfrøðingur